Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 58

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 9. juli 2012 10 vikutíðindi Vilmund Jacobsen Vinnulívið í Klaksvík hevur verið í menn­ing seinnu árini, og líkt er til, at menningin heldur fram. Fleiri skip eru keypt til býar upp á lutfalsliga stutta tíð. Talan er soleiðis bæði um ísfiskaskip og nótaskip. Seinasta týsdag kom so enn eitt skip til Klaksvíkar. Tað er fyrrverandi norski nótabáturin, Kanstadfjord, sum JFK- sam­takið hevur keypt frá felagnum Ytter­stad. Kanstadfjord fær navnabroyting til Slættaberg, og soleiðis kemur Klaks­ víkin nú aftur at eiga ein Slættaberg. Men, tað gongur ongantíð bara ein veg. Skip eru eisini seld úr Klaksvík seinnu árini. Onnur eru endaði undir ham­aranum og eru farin á aðrar hend­ ur. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, átti JFK-samtakið eisini Skálaberg og Sundaberg, sum báðir eru seldir, og tað eru heldur ikki so mong ár síðan, at Næraberg og seinni Atlantic Navigator vóru partur av fiskiskipaflotanum í Norðoyggjum. Línuskip eru eisini seld úr Klaksvík eins og ísfiskatrolarar, sum feløg hjá eitt nú Jóhan Páll Joensen átti, eru endað á øðrum hondum. Á skrivstovuni hjá JFK-Troli verður upplýst, at Slættaberg bæði skal fiska og eisini taka móti makreli í summ- ar frá trolbátum. Ætlanin er, at øll veiðan skal leggjast upp til Faroe Pelagic í Kollafirði, sum JFK-samtakið er partur av. Hanus Hansen, reiðari hjá JFK sigur, at Slættaberg í byrjanini fer at par­trola eftir makreli saman við Næra­bergi. Slættaberg, sum er smíðaður í 1995 og er umbygdur í Póllandi í 2011, er góðar 57 metrar langur, 12 metrar breiður og lastar 1500 tons. Klaksvíkin eigur nú aftur ein Slættaberg Týsdagin kom nótabáturin Kanstadfjord, sum JFK-samtakið hevur keypt úr Noregi, á Klaksvík. Skipið fær navnabroyting til Slættaberg og fer at partrola saman við Nærabergi Týsdagin kom Slættaberg á Klaksvík og lagt verður út á hav beinanvegin. Slættaberg og Næraberg fara at partrola eftir makreli Mynd: Dávur Winther FAKTA Navn: Slættaberg Longd: 57 metrar Breidd: 12 metrar Eigari: JFK-samtakið Ein av fyrstu diesel hýruvognunum Bilurin hesa vikuna er ein Mercedes- Benz 190D hjá Símun E. Christiansen, sum koyrdi á bilstøðini Auto í Havn frá 1963-67. Bilurin var ein av teim­ um fyrstu diesel hýruvognunum í Føroyum. Hetta modellið, sum nevndist W110, varð framleitt av Daimler-Benz frá 1961 til 1968 í fleiri ymiskum útgávum. Myndaeigari: Henningur Símunarson Bilurin hesa vikuna er fastur táttur í Vikublaðnum: Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar myndir (helst myndir sum eru eldri enn umleið 1970) saman við stuttum teksti og upplýsingum til adressuna: maggi@sosialurin.fo.