fríggjadagur 6. juli 2012síða 70
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 9. juli 2012
22
Hús & Heim
Vikutema
Tað eru einans 14 ár, síðan Føroyar høvdu monopol á tryggingarmarknaðinum. Síðani
P/F Trygd varð endurstovnað í 1998, er tryggingarmarknaðurin í Føroyum nærum
kollveltur. - Tryggingarnar og tænasturnar eru vorðnar munandi betri, samstundis sum
kostnaðurin á tryggingum er fallin munandi, sigur 33 ára gamli stjórin í P/F Trygd
Vilmund Jacobsen
Virkandi stjóri í P/F Trygd er 33 ár
gamli toftamaðurin, Janus Thomsen.
Vikublaðið hevur spurt Janus, hvør
vegurin hjá honum hevur verið fram til
stjórastarvið í tryggingarfelagnum.
Eins og flestu ungdómar gekk
hann tey fyrstu 10 árini í skúla í heim
bygdini. Seinni gjørdist hann mate
matiskur studentur í Hoydølum.
Men 10. floksprógv og students
prógv er ikki nóg mikið til at gerast
virkandi stjóri í tryggingarfelag.
Janus Thomsen hevur eisini lisið
hægri lestur á Copenhagen Business
School, og útbúgvingarligi førleikin
hjá honum í stjórastarvinum er tað,
sum rópt verður Ha.dat og seinni eisini
cand.merc.mcm.
Lestur og arbeiði
Janus Thomsen var eisini virkin sum
ungdómur, meðan hann gekk í fólka
skúla og miðnámsskúla. Í summarfrí
tíðini arbeiddi hann á Fiskamarknaði
Føroya, har uppgávan bæði var at
landa og skilja fisk.
Tá hann var vorðin studentur, gekk
leiðin niður til Hull í Onglandi, har
hann í eitt hálvt ár arbeiddi á ymiskum
verksmiðjum.
– Heimaftur komin úr Onglandi
fekk eg starv hjá Profa Farvum í
Saltangará. Her var eg í stívliga eitt
ár, til eg fór niður til Danmarkar at
lesa. Í Keypmannahavn starvaðist eg
eftir skúlatíð hjá Navi Partner, sum
mennir loysnir til bókhaldsskipanina,
Navision. Haraftrat starvaðist eg í
tvær summarferiur sum avloysari hjá
Føroya Banka.
Eftir loknan lestur í Keypmanna
havn fekk Janus starv hjá Trygd sum
marknaðarfólk í februar 2007.
– Tey næstu árini tók eg við ábyrgd
ini av privatkundadeildini og síðani
samanløgdu privat-og vinnudeildini.
Sostatt fingu vit miðsavna alla sølu
og tænastu til bæði privat og vinnu í
somu deild, sigur hann.
Stór avbjóðing
Tað var í mai í 2011, at nevndin í
Trygd heitti á Janus um fyribils at taka
við sum stjóri til ein varandi loysn varð
funnin. Hetta hendi, eftir at táverandi
stjórin segði seg úr starvi.
– Hetta ljóðaði sum ein spennandi
uppgáva, og eg játtaði.
Janus Thomsen sigur, at hann trívist
sera væl í starvinum, samstundis sum
hann viðgongur, at stjórastarvið hevur
við sær stórar avbjóðingar.
– Jú, uppgávurnar eru spennandi
og avbjóðingarnar stórar fyri ein ung
an mann.
Hann leggur dent á, at Trygd hevur
nógv sera dugnalig starvsfólk.
– Dagliga virksemi við sølu og
ráðgeving um tryggingar, umframt
viðgerð av skaðum hvílir á starvsfólk
unum, sum hvønn dag gera eitt gott
arbeiði fyri at nøkta tørvin hjá trygg
ingartakarunum.
Janus sigur, at sum dagligur leiðari
av eini fyritøku er hansara fremsta
mál at syrgja fyri, at starvsfólkini fáa
røkt sínar uppgávur til fulnar, soleiðis
at tey fáa givið viðskiftafólkunum eina
so góða tænastu sum tilber.
– Hava starvsfólkini tað gott
og hava neyðugu amboðini og ar
beiðsumstøðurnar til at gera eitt gott
arbeiði, er lætt hjá teimum at veita
eina góða tænastu til viðskiftafólkini,
sum soleiðis eisini gerast væl nøgd.
Meginparturin av tíðini hjá stjór
anum fer til at samskifta við leið
ararnar og starvsfólkini á Trygd, so
øll í felag fáa lyft tær uppgávur, sum
eru í einum tryggingarfelag.
Úr monopolinum
– Eg vil lýsa virksemi hjá Trygd sum
verandi av serstakliga stórum týdn
ingi. Tað eru einans 14 ár, síðan Før
oyar høvdu monopol á tryggingar
marknaðinum. Síðani Trygd varð
endurstovnað í 1998, er tryggingar
marknaðurin í Føroyum nærum koll
veltur.
Janus leggur dent á, at trygging
arnar og tænasturnar eru vorðnar
munandi betri, samstundis sum
kostnaðurin á tryggingum er fallin
munandi.
Í dag bjóðar Trygd allar vanligar
tryggingar, bæði til privata húsarhaldið
og vinnulívið í Føroyum.
–
Vit síggja tað sum eina av
okkara fremstu uppgávum at veita
kapping á tryggingarmarknaðinum
hvønn dag og harvið menna bæði
okkum sum tryggingarfelag og trygg
ingarmarknaðin sum heild. Tað er jú
einans við kapping, at tú veruliga
mennir teg, sigur stjórin í P/F Trygd,
Janus Thomsen.
Tað er jú einans
við kapping,
at tú veruliga
mennir teg
Kapping skapar menning
Navn: Janus Thomsen
Aldur: 33 ár
Hjúnafelagi: Jóhanna
Thomsen
Børn: 3 dreingir
Starv: Konstitueraður
stjóri í P/F Trygd
vikustjórin
– Eg vil lýsa virksemi hjá Trygd sum verandi
av serstakliga stórum týdningi, sigur
virkandi stjórin, Janus Thomsen