Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 71
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 71

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 9. juli 2012 23 Hús & Heim Vikutema – Tú verður ikki størst við at vera næst best. Hetta er eis ini galdandi fyri sølu av fast ognum. Tað er gongd í søluni, og bara í síðstu viku seldu vit seks fastognir. Jú, her gongur so væl, at vit júst hava sett eitt fólk aftrat, soleiðis at vit nú eru fimm fólk í starvi. Hetta eru alt dugnalig fólk á sínum øki, sum øll eru før fyri at veita okkara við­ skifta fólkum – bæði núverandi og komandi – bestu ráð geving og tænastu. Tað sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn. – At vit nú eru fimm fólk og at sølan av fast­ ognum, sum vit hava staðið fyri og hava selt, er vaksin so nógv, merkir, at her hendir nakað, og at vit gera tingini rætt. Stjórin vísir á, at sølan av fastognum í fjør, sum Skyn stóð fyri, var heili 96% hægri enn árið fyri, sum eisini var eitt gott ár. Men vøksturin í søluni hevur hildið fram, og higartil í ár hevur Skyn aftur selt 1/3 meiri enn somu tíð í fjør. – Sølan av fastognum í ár er nevniliga komin upp á 100 miljónir krónur, og tá er talan um ogn ir í ymiskum prísflokkum – ja, heilt úr 150.000 krónum upp í umleið 2,5 miljónir krón­ ur, leggur hann aftrat. Jón vísir á, at Skyn hevur fleiri góðar lýsingar­ møguleikar. – Vit hava okkara heimasíðu, og vit hava lýs­ ingar í Sosialinum hvørja viku. Haraftrat hava vit facebook­profil, og vit hava eina app. Vit hava eis ini møguleikar at gera heilsíðulýsingar við einum sethúsum, sum dømi er um í Viku­ blaðnum í dag. Stjórin fegnast um, at Skyn hevur eina góða samanseting av fólki. – Høvdu vit ikki hesi dugnaligu fólk, høvdu vit heldur ikki havt ta framgongd, sum fyritøkan hevur havt hesi árini, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn. P/F Skyn er dótturfelag hjá BankNordik. Virk­ semið er mekling og ráðgeving í sambandi við fastognarsølu. Selt ognir fyri 100 mió krónur í ár – Tað gongur væl hjá okkum. Fyri Fáum árum síðan var heTTa ein líTil FyriTøka í manningarTali. nú eru viT Fimm Fólk í sTarvi og hava selT FasTognir Fyri 100 miljónir krónur í ár, sigur jón simonsen, sTjóri í skyn sí meir á www.skyn.fo Sosialurin 341800