mikudagur 17. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 53 - 17. mars 2004
Nr. 53 - 17. mars 2004
9
Íslendingurin, Bessi
Bjarnason, sum er
giftur føroyskari
kvinnu og býr í Salt-
angará, er hugtikin av
føroysku náttúruni,
neystunum og gomlu
húsunum. Listarverk-
ini hjá honum verða
nú at síggja í Orkis á
Glyvrum
FRAMSÝNING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin,
3.
apríl
klokkan 14, letur íslending-
urin,
Bessi
Bjarnason,
málningaframsýning upp í
Orkis á Glyvrum.
Maðurin, sum býr í Salt-
angará og er giftur føroysk-
ari kvinnu, er 40 ára gamal.
Hann er ógvuliga hugtikin
av
føroysku
náttúruni,
gomlu neystunum og hús-
unum, sum síggjast aftur í
fleiri av hansara málning-
um.
Íslendingurin byrjaði at
mála fyri 14 árum síðan, og
fyrstu framsýningina hevði
hann á Akranesi í Íslandi í
1996. Í 1998 var hann í
Smiðjuni í Lítluvík, og í
1999 sýndi hann fram síni
listarverk í íslendska høv-
uðsstaðnum,
Reykjavík.
Hann hevur eisini luttikið á
framsýningum hjá Lions
Club í Føroyum.
Flestu av teimum 30
málningunum, sum Bessi
fer at sýna fram í Orkis, eru
málaðir við akryl, tó hevur
hann eisini nakrar akvarell-
málningar. 27 av listarverk-
unum hava motiv úr Føroy-
um og trý hava motiv úr
Íslandi.
Framsýningin hjá Bessa
Bjarnason í Orkis verður
opin til leygardagin, 17.
apríl, og opið er, tá ið
blómuhandilin annars hev-
ur opið um dagarnar.
Náttúra, neyst og gomul hús í Orkis
Flestu av listarverkunum,
sum Bessi Bjarnason fer at
sýna fram í Orkis á Glyvr-
um, hava motivir úr Føroy-
um. Tað er serliga náttúran,
neystini og gomlu húsini, su
hugtaka íslendingin, sum býr
í Saltangará
Gøtumenn fáa undirhús og bátafelag
Martin Juul Jarnskor
hevur tikið stig til at
leggja lunnar undir
eitt undirhús og báta-
felag í Gøtu. Á fundi í
Glyvrahanusarhúsi,
sum Martin tók stig
til, vóru 20 mans,
sum orðaðu eitt skriv
til Gøtu kommunu.
Kommunan hevur
svarað og er positiv
um ætlaninar
FELAGSLÍV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í skrivinum til Gøtu komm-
unu siga teir, at ynski er um
at stovna bátafelag og hava
eitt undirhús í bygdini, men
til tess er neyðugt at hava
hølir, har felagið kann halda
til og hava sínar aktivitetir.
Teir, ið vóru við á fundinum,
skrivaðu allir undir brævið,
har heitt varð á kommununa
um at lata teimum gamla
kaihúsið, sum í sínari tíð var
fiskakjallari.
Kommunan
hevur brúkt hetta húsið til
arbeiðsskúr hjá teimum,
sum arbeiða hjá kommun-
uni. Hesir hava nú fingið
nýggj hølir at húsast í. Í
skrivinum verður eisini sagt,
at gongur kommunan teim-
um á møti, vilja teir stovna
eitt felag í bygdini.
Kommunan positiv
Martin Juul Jarnskor sigur,
at kommunan hevur svarað
játtandi og vil lata teimum
kaihúsið til undirhús.
– Kommunan sigur, at
tey nú fara at kanna húsið,
og síðan fara partarnir í
holt við at gera eina kostn-
aðarætlan. Vit ætla at gera
skjótt av, soleiðis at húsið
kann fáast liðugt at taka í
nýtslu longu í summar.
Enn er eingin avtala
gjørd um, hvør kemur at
bera kostnaðin at arbeiðin-
um at seta húsið í stand,
men Martin Juul væntar, at
kommunan kemur at keypa
meginpartin av tilfarinum.
Hinvegin sigur Martin seg
vita um fyritøkur, sum eru
sinnaðar at stuðla hesi
ætlan. Hann stúrir tí ikki
fyri, at ætlanin fer at stranda
uppá, at arbeiðsorka og
peningur fara at vanta, tá ið
farið verður í gongd við
arbeiðið, ið gerast skal.
Á fundinum í Glyvrahan-
usarhúsi var Janus í Bindi-
bókini við sum gestur. Hann
greiddi frá, hvussu teir
høvdu gjørt í Vestmanna, tá
ið teir stovnaðu undirhúsið.
– Í Vestmanna valdu teir
onga nevnd til at taka sær
av arbeiðinum, men allir,
sum við vóru um tiltakið,
høvdu ábyrgdina av tí, ið
gerast skuldi.
Martin sigur, at soleiðis
ætla teir eisini at gera í
Gøtu, og tí varð eingin
nevnd vald á fundinum í
februar. Tískil skrivaðu
eisini allir, sum vóru á
fundi, undir brævið til Gøtu
kommunu.
Fasilitetir
Martin heldur, at gamla
kaihúsið er stívliga 70
fermetrar stórt.
– Vit kundu í fyrsta lagi
hugsað okkum ein hampi-
liga stóran sal, lítlan køk,
wc, brúsu og eina vaski-
maskinu.
Hann sigur, at hansara
dreymur er, at eitt skelti
verður sett á húsið, so fólk
– og ikki minst ferðafólk –
kunnu síggja, at her kunnu
tey sleppa á wc, hvíla seg
og annars njóta ein kaffi-
munn í frið og náðum.
– Tað líkist ongum, at
fólk, sum vitja bygdina um
summarið, skulu noyðast
oman millum neystini at
pissa, sum hann tekur til.
Martin Juul sigur, at hann
eisini hevur hugsað sær, at
húsið verður savningarstað-
ur hjá fólki, sum vitja bygd-
ina í seglbátum um sumrar-
nar. Hesi skulu kunna
steðga inni á gólvinum,
njóta ein kaffimunn, hvíla
seg, sleppa undir brúsu og
fáa vaskað síni klæði.
– Vit halda, at tørvur er á
einum
slíkum
staði
í
kommununi, og tí vóna vit,
at henda ætlan kemur undir
land longu í summar.
Í fyrsta lagi verður húsið
savningarstaður hjá gøtu-
monnum, sum vilja hittast
til prát og hugna.
Stigtakarin
sigur,
at
gongur alt væl, er ikki
óhugsandi, at ein hædd
seinni verður bygd omaná
gamla kaihúsið.
– Hetta er eitt søguligt hús
– ein fiskakjallari, har nógv
virksemi var í sínari tíð.
Ája, sigur Martin Juul og
brettir sær á:
– Her er nógv hent, síðan
trolararnir, Tróndur í Gøtu
og
Jóannes
Patursson,
løgdu saltfisk upp í Gøtu.
Vit smádreingir plagdu at
skera blóðið úr uggunum á
fiskinum. Lønin var 25
oyru fyri hvørji 100 stykkir,
sum hann tekur til.
Gággur og fenaður
Martin Juul Jarnskor, ið
sigldi sum kokkur í 18 ár,
hevur seinastu mongu árini
fiskað gággur, sum hann
selir útróðrarbátunum.
Hann hevur eisini fýra
gásapør at taka sær av, og
nú verpingin er fyri, er
spenningurin
stórur.
Í
summar ætlar hann at
keypa sær einar 100 dunn-
ur, sum skulu fitast og
seinni drepast.
– Jú, mær dámar væl at
fáast við eitt sindur av
hvørjum, nú øll børnini eru
flogin, og eg og konan eru
einsamøll í húsi, sigur ein
fryntligur og væl upplagd-
ur, Martin Juul Jarnskor.
– Her er nógv hent, síðan
trolararnir, Tróndur í Gøtu
og Jóannes Patursson, løgdu
saltfisk upp í Gøtu. Vit smá-
dreingir plagdu at skera
blóðið úr uggunum á fiskin-
um. Lønin var 25 oyru fyri
hvørji 100 stykkir, sigur
Martin Juul Jarnskor, sum
nú hevur tikið stig til at
stovna bátafelag og fáa
undirhús í Gøtu
Mynd: Jonhard Hammer
Yvirfriðingarnevndin
hevur givið loyvi til at
gera grótbrotið inni í
Líð í Trongisvági
størri og sostatt er
koyringin av gróti
tikin uppaftur
FERJULEGA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðið at koyra grót til
ferjuleguna í Trongisvági,
er nú tikið uppaftur.
Koyringin varð annars
steðgað fyri nøkrum vikum
síðani, eftir at ivi tók seg
upp um, hvussu nógv grót,
tað var loyvi at taka úr grót-
brotinum Inni í Líð í
Trongisvági.
Hetta er eitt nýtt grótbrot,
sum er gjørt í sambandi við
ferjuleguna.
Ivi hevði tikið seg upp
um, hvussu nógv tað var
loyvi til at sprongja burtur-
av lendinum og tí helt øll
koyringin uppat.
Fyri at beina allan iva
burtur,
kom
friðingar-
nevndin uppí. Hon gav
loyvi til at víðka grótbrotið,
so at tað var loyvi at
sprongja meiri burturúr
lendinum fyri at fáa nóg
mikið av gróti til ferjuleg-
una.
Men hendan avgerðin
skuldi eisini fyri í yvirfrið-
ingarnevndini.
Har varð málið til við-
gerðar fríggjadagin.
– Bárður Enni á byggi-
felagnum Articon, sum ger
ferjuleguna, sigur, at á
fundinum
fríggjadagin,
staðfesti
yvirfriðingar-
nevndin, at loyvi skuldi
gevast til at víðka grótbrot-
ið.
– Sostatt er nú nóg mikið
at grótið til ferjuleguna,
sigur arbeiðsleiðarin hjá
Articon í Trongisvági.
Hóast tað eru tríggjar
vikur síðani at koyringin
helt uppat, hevur arbeiðið
upp á ferjuleguna ikki ligið
stilt.
Hesa tíðina hava teir ar-
beitt við at seta spunsjørn í
atløgubyggjuni niður, so
tíðin er ikki farin fyri skeyti
sum so. Og nú koyringin er
tikin uppaftur, er bæði
koyring við smáum gróti at
leggja aftanfyri spunsjørn-
ini í ferjuleguni og koyring
av stórum gróti til sjálvan
molan.
Liðug 15. november
Nýggi Smyril kemur 12.
oktober og sostatt hevur
tíðin at fáa ferjuleguna
lidnað,
verið
ógvuliga
knøpp.
Tað hevur alla tíðina ver-
ið greitt, at ferjulegan fór
ikki at vera heilt liðug til tá.
Men Jákup Enni sigur, at
nú arbeiðið er seinkað, er
ætlanin at Smyril skal
kunna taka ferjuleguna í
nýtslu tann 15. november.
Tá verður ferjulegan ikki
liðug, men atløgubryggjan
verður so mikið liðug, at
Smyril kann brúka havnina,
samstundis sum økið tá
skuldi verið asfalterað.
– Tað sum tá verður eftir,
er at snøgga arbeiðið og
kanska at laga eitt sindur av
gróti á molan, sigur Jákup
Enni.
Hann sigur, at hóast ar-
beiðið er seinkað, verður
ikki brúk fyri fleiri lastbil-
um enn teimum sjey, sum
alla tíðina hava koyrt.
– Sjey er eitt hóskandi tal
av lastbilum. Verða bilarnir
fleiri, koma teir at vera í
vegin fyri hvørjum øðrum
og tí er tað ikki serliga eff-
ektivt.
Enn hava teir 150.000
rúm metrar av gróti at
koyra til ferjuleguna.
Nú verður tað eisini
ein politiskur
spurningur, um tað
skal verða loyvt at
sprongja og dýpa
framavið Tinganesi
fyri at gera atløgu-
pláss til nýggja Smyril
FRIÐING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður tað eisini ein
politiskur spurningur, um
havbotnurin framvið Tinga-
nesi skal friðast ella ikki.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í mentamálum,
sigur, at hann nú fer at taka
málið um at friða havbotnin
framvið Tinganesi upp á
politiskum stigi.
Tórshavnar Býráð hevur
ætlað at gera atløgupláss til
nýggja Smyrli á Bursa-
tanga, beint uttaná, har
Norrøna liggur.
Men fyri at tað skal lata
seg gera, verður tað neyð-
ugt at sprongja á botninum
framvið Tingenesi fyri at
dýpa havnarlagið so at
nýggi Smyril sleppur at.
Men tað dámar ikki Forn-
minnisfelganum og tí hevur
felagið heitt á landsstýris-
mannin í Mentamálum um
at økisfriða Tinganes heilt
út á 10 metra dýpdarkurv-
una.
Fornminnisfelagið stúrir
fyri, at spreingiarbeiðið,
sum skal til fyri at kunna
dýpa havnalagið, kann fara
at skaða helluna og bygn-
ingarnar á Tinganesi, sum
eru av okkara allarfremstu
fornminnum.
Samstundis heldur felag-
ið, at atløgubryggjan fer at
oyðileggja heildarmyndina
av Tinganesi.
Sostatt liggur málið nú í
hondunum á Jógvani á
Lakjuni, landsstýrismanni í
mentamálum.
Kann ikki bíða leingi
Jógvan á Lakjuni sigur, at
fyribils hevur hann ikki
havt sundir at seta seg inn í
málið, tí hann hevur akk-
urát fingið tilfarið.
Men hann viðgongur
blankt, at hetta verður eitt
sera trupult mál at taka
støðu til.
– Sama, hvør avgerðin
verður, fer tað at fáa stórar
avleiðingar.
– Verður avgerð tikin um,
at geva loyvi til at dýpa
framvið Tinganesi, kann
tað fáa óbótaligan skaða
fyri eitt av okkara ser-
merktastu, friðaðu økjum.
– Verður avgerðin, at
økið skal friðast út á 10
metrar, fer tað at fáa álvars-
ligar avleiðingar fyri suður-
oyarsiglingina, sum er lív-
æðrin hjá suðuroyingum, tí
so fær nýggi Smyril onki
fast atløgupláss í Havn.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum sigur, at hann
nú fer at seta seg væl og
virðiliga inn í málið saman
við sínum embætisfólki í
mentamálaráðnum.
Men hann sigur eisini, at
eftirsum at talan er um eitt
so álvarsligt mál, ætlar
hann eisini at reisa málið í
politiskt í landsstýrinum
ella í samgonguni.
– So kunnu hinir flokk-
arnir í samgonguni eisini
sleppa at siga sína hugsan
um málið.
– Hinvegin ásannar hann
eisini, at Tinganes er nakað
heilt serligt og tað heldur
hann eisini, at allir føroy-
ingar halda.
Sostatt heldur hann, at
hetta er ein ógvuliga trupul
avgerð at taka, tí tað eru
nógvar grundgevingar bæði
fyri og ímóti.
Men so ásannar hann
eisini, at tað verður eisini
ógvuliga trupult at ganga
ímóti sakkunnleikanum.
– Tá ið friðingarmyndug-
leikar mæla mær til at friða
økið framvið Tinganesi, er
tað trupult hjá mær, sum
landsstýrismanni í menta-
málum at ganga ímóti ein-
um slíkum tilmæli.
– Vit eiga at taka øll sjón-
armið við í eini avgerð,
sigur Jògvan á Lakjuni og
hann at ein avgerð verður
tikin nakað skjótt.
Hugni, tónleikur og
mótasýning er á
skránni á Hotel
Øravík í annað-
kvøld, so tað verður
eitt gott høvi hjá
suðuroyingum at
fara av húsum
HUGNAKVØLD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í
annaðkvøld
verður
hugnakvøld við mati,
mótasýning, tónleiki og
góðum ráðum um húð-
røkt, á Gistingarhúsin-
um í Øravík í Suðuroy.
Hugnakvøldið byrjar í
annaðkvøld, hóskvøldið.
Tað eru fýra klædna-
handlar á Tvøroyri, sum
skipa fyri og talan verður
bæði um klæðir til børn
og vaksin.
Teir fýra handlarnir
eru CN-Wear, Frítíðar-
hornið, PAU og Toystov-
an.
Umframt mótasýning-
ina, fer Majken Sandá,
kosmitologur frá Athena
í Vági, at siga frá ymisk-
um um húðrøkt.
Men tað verður eisini
okkurt til matna Og tón-
leikinum stendur Trónd-
ur Enni fyri.
Atgongumerkini kosta
100 krónur og tey fáast í
handlun um, sum eru við
í tiltakinum og í Athena í
Vági. Seinasti møguleiki
er at keypa atgongumerki
er í dag, mikudagin. Men
atongumerkið gevur eis-
ini teimum góðan av-
sláttur, sum keypa klæðir
á hugnakvøldinum.
Nú er nóg mikið av gróti
til ferjuleguna í Trongisvági
Friðingin av botninum framvið Tinganesi
skal nú í samgonguna
Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi til at taka meiri grót í
grótbrotinum í Trongisvági so nú er nóg mikið av gróti til
ferjuleguna
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður,
viðgongur, at tað
verður trupult at
ganga ímóti
sakkunnleikanum,
sum mælir frá at
geva loyvi til at
sprongja framvið
Tinganesi fyri at
gera atløgupláss til
nýggja Smyril
Móti og ábit
í Øravík
C
M
Y
K
9
8