Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 93
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 93

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyrireikingarnar til Vestanstevnuna frá kommunnar síðu byrjaðu fyri fleiri vikum síðan. – Vit í kommununi gera hvørt ár nógv burturúr, at bygdin sær rein og snotilig út. Nógv orka verður løgd í at hampa gjøgnum várið, so tá summarið og Vestanstevnan nærkast, eru bygdirnar prýðiligar hjá fólki at vitja og liva í, sigur Albert, ið er borgarstjóri fyri m.a. Sandavág, sum áður hevur vunnið heiður fyri at vera reinasta bygd í Føroyum. – Umframt at halda bygdina reina so er okkara uppgáva at skapa karmar fyri tiltøkunum, ið fara at vera á stevnuni. Stevnan verður mest fyriskipað av ítróttarfeløgunum í bygdini, og teimum royna vit at stuðla. Fyri at nevna eitt dømi so hava vit nýliga tikið ein nýggjan vøll í nýtslu, sigur Albert. Stevnan av stórum týdningi Sambært Albert Ellefsen er týdn­ ing­urin av at hava eina oyggjastevnu ovurstórur. – Tað er einki at ivast í, at ein slík stevna hevur ein øgiliga stóran týdning fyri lívið her á oynni. Vágafólk eru generelt sera spent til stevnuna og standa nógv saman um hana. Av tí sama eru tað nógv fólk, ið koma á stevnu, bæði vágafólk men eisini avoyggjafólk. Tað at øll oyggin og onnur við savnast eitt vikuskifti, har hugnin og gott lag verður sett í fremstu røð, er sera týdningarmikið fyri trivnaðin í oynni. Samstundis er stevnan týdningarmikil fyri samleikan hjá vágafólki, tí tey nevniliga kunnu møtast og uppliva, hoyra, smakka og síggja ymiskt, ið hoyrir oyggj teirra, Vágunum, til, sigur Albert. Nógv av skránni verður lík teimum undanfarin ár, men ein stórur munur í ár er, at stevnan verður flutt á annað øki. – Fyrr hava Vestanstevnurnar verið hildnar um vøllin, men í ár hava vit valt at flutt stevnuna mitt inn í bygdina. Hetta hava vit gjørt, tí vit meta, at stevnan verður bæði hugnaligari og meira savnandi har, sigur Albert Renna undan huldukonu Heiðurin at seta stevnuna hevur Árni Jacobsen, lærari, fingið. – Fríggjadagin verður stevnan sett, har ein skrúðgonga verður ígjøgnum Sandavág. Árni Jacobsen kemur síðani at seta stevnuna. Eftir setanina verður so ein ókeypis uttandura konsert við lokalum tónleiki, sigur Albert. – Hóast hæddarpunktið fyri mong sjálvsagt er kappróðurin, so hava vit eisini nógv onnur tiltøk gjøgnum vikuskiftið. Eitt av teimum, sum eisini varð roynt í fjør við góðum úrsliti, er fjallarenning sum ’Seyðmaðurin á Sondum’, ið er ein søgn úr Vágunum. Her verða luttakararnir flognir við tyrlu niðan á Fjallavatn, har tað so verður runnið til Sandavágs. Hetta er sami teinur, sum Seyðamaðurin á Sondum sigst skula hava runnið undan eini huldukonu. Tá renningin er yvir­staðin, verður sligið ring, har tað verður kvøtt um sama Seyðamann av Sondum, sigur Albert. – Eitt annað, sum eg eri serstakliga spentur uppá, er konsertin í Sandavágs kirkju við Kristinu Bærentsen. Hon er eisini ókeypis, og vænti og vóni eg nógv fólk til hana, sigur Albert. Stevnan hjá borgarstjóranum Sum borgarstjóri hevur man eina serliga spenta kenslu til eina slíka stevnu. Spurdur hvussu hann fer at brúka vikuskiftið, svarar Albert: – Sjálvsagt fari eg sum tað fyrsta til setanina fríggjadagin. Leygardagin fari eg at leita mær oman á keiøkið at hyggja eftir kappróðri og heppa upp á okkara bátar. Midnáttarrøðuna, sum Herálvur Jacobsen fer at halda, ætli eg mær eisini at lurta eftir. – Hevði eg verið betri gonguførur, hevði eg ivaleyst farið at runnið sum Seyðamaðurin á Sondum. Í staðin fari eg at standa á mállinjuni og heppa á hinar rennararnar. Konsertina við Kristinu Bærentsen ætli eg mær eisini at fara til, sigur Albert avgjørdur. Væntandi gott veður Ein heilt avgerandi leiklut, hvussu ein stevna fer at hilnast, eiga veður­gud­ arnir. Men hesum ber Albert ongan ótta fyri. – Síðstu tvey árini hevur veðrið verið avbera gott, og hann sigur frá góðum veðri aftur í ár. Um tær forsøgnirnar halda, so vænta vit eins nógv fólk um ikki fleiri á Vestanstevnuni í ár, sigur Albert. Øll vælkomin á Vestanstevnu Fólk skulu sambært Albert ikki vera bangin fyri at fara svong aftur av stevnu. – Eg kann við vissu siga, at blíð­ skap­urin hjá bygdafólkinum verður settur í hásætið, og allar hurðar standa opnar. Nógv verður gjørt burtur úr mati, so tað er bara at støkka inn á gólvi hjá onkrum kenninga, sigur Albert. – Sum borgarstjóri fyri Vága Komm­unu vil eg hervið bjóða øllum Føroya fólki vælkomnum at hugna sær á Vestan­stevnu, sum eisini ber orð fyri at vera ’Tann hugnaliga stevnan’. Sandavágur verður á Vestanstevnuni sanniliga eina vitjan verd, sigur Albert Ellefsen at enda. Vestanstevna Vikutema Vælkomin til Sandavágs Vælkomin á vestanstevnu! Nú Vestanstevnan nærkast er tað serliga ein maður, ið gleðir seg nógv. Hann eitur Albert Ellefsen og er borgarstjóri fyri Vága Kommunu. – Vestanstevnan er eitt av árligu hæddarpunktunum í oynni, og er hon sera týdningarmikil fyri bæði trivnaðin og samleikan hjá vágafólki, sigur Albert avgjørdur