fríggjadagur 6. juli 2012síða 94
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 9. juli 2012
46
Vikutema
Vestanstevna
Noyddist at flyta til Vágs
Hann, ið byrjaði klædnahandilin í
Vatnsoyrum, var John Poulsen. Tað
gjørdi hann í 1948, sum sostatt er fyri
yvir 60 árum síðan.
John Poulsen hevur eina áhuga
verda søgu. Hon byrjar við, at undir
krígnum hevði Vatnsoyrar ein heilt
serligan leiklut fyri eingilskmenninar.
Bygdin varð nevniliga vald at vera ein
av høvuðsbústøðunum hjá bretsku
hermonnunum, og vórðu mong av
húsunum nýtt til at hýsa hermonn
unum. Av tí sama máttu fleiri fólk í
Vatnsoyrum flyta, og John valdi at
flyta suður til Vágs, har hann hevði
eina systir.
Seldi úr egnum sethúsum
Tá kríggið endaði í 1945, flutti John
aftur til Vatnsoyrar og arbeiddi í
byrjanini sum skraddari, ið hann
eisini hevði lært til. Trý ár seinni
læt hann upp egnan handil í sínum
sethúsum, har hann seldi innflutt
klæði. Í byrjanini seldi hann somuleiðis
klæði, ið hann hevði skraddað og
seymað við síðurnar av tí innflutta.
Seinni gjørdust sethúsini ov lítil til
økta søluvirksemið, og læt hann í
1968 byggja gula klædnahandilin
í Vatnsoyrum, har handilin hevur
húsast til tann dag í dag.
John Poulsen í dag
Fyri 14 árum síðani andaðist John
Poulsen, og hava eftirkomarar tikið
yvir. Gongdin hevur verið støðug og
góð øll árini, og nógv fólk leita sær
á gólvið hjá John Poulsen, oyggjafólk
sum avoyggjafólk.
Øll eiga at
fara til
Slættanesar
Føroyingar tíma ikki at gjalda fyri
nakað, so tað eru mest útlendsk
ferðafólk, sum venda sær til
okkara. Soleiðis tekur Anne
Sophie Nordendal, leiðari fyri
Felagið Vágar, til, sum eisini
verður kallað Vága Kunningars
tova. Nú summarið er í hæddini,
hava kunningarstovurnar kring
landið nógv at gera. Øðrvísi er
tað ikki við kunningarstovuni í
Vágunum.
– Okkara arbeiði er í stuttum at
kunna og menna ferðavinnutiltøk
í Vágunum, sigur Anne Sophie.
– Vit hava serstakliga nógv at
gera nú fyri tíðina. Eitt nú orðna
og samskipa vit bíleggingar av
ferðum, gisting, ból og biti og
annað, sigur Anne Sophie.
Mykines nummar 1
Sambært Anne Sophie er tað
serliga eitt ferðamál, sum slær øll
hini um at vera mest umtókta
ferðamál. Talan er sjálvsagt um
fuglaparadísið Mykines.
– Tað er eingin ivi um, at
Mykines er staðið, har flest ferða
fólk velja at fara til. Tá hugsi eg
mest um útlendsk ferðafólk, tí
føroyingar vilja helst ikki gjalda
fyri nakað, sigur Anne Sophie
flennandi.
– Men tá skal tað so eisini
sigast, at nógvir føroyingar velja at
gera sær dælt av okkara tilboði at
fara út til Tindhólm, sigur Anne
Sophie.
Kvøldsólin sum
úr ævintýri
Eitt av undirfeløgunum hjá Felag
num Vágar er Vága Gongufelag,
sum í síðstu viku var ein langan túr.
– Túrurin í síðstu viku var stutt
sagt av eini aðrari verð. Vit gingu
Norðri á Fjøllum, og vóru vit 44 í
tali. Talan var um ein strævnan túr,
men samstundis ein heilt eina
standi vakran túr. Staðið, vit gingu
til, kallast Urðargjógv, og hava
miðvingar seyð har. Vit sótu og
nutu kvøldsólina fara niður, og
sjónin var eins og tikin úr fagrasta
ævintýri, sigur Anne Sophie og
viðmælir øllum føroyingum at
gera meira burtur úr at vitja okkara
heimland.
– Um eg skal viðmæla føroy
ingum ein ávísan túr, so er tað at
fara til Slættanesar. Har eiga allir
føroyingar at hava verið, tí ikki er
túrurin einans framúrskarandi,
men hann er eisini gjørligur fyri so
at siga øll, ið eru gongufør, sigur
Anne Sophie.
Opna postrutuna aftur
Fyri seks árum síðan opnaði gása
dalstunnilin, og fyri nøkrum árum
undan varð postrutan millum Bø
og Gásadals niðurløgd.
– Um alt gongur sum ætlað, so
vóna vit, at tað fer at vera gjørligt
at opna gomlu postrutuna aftur
um ikki ov langa tíð. Hetta er
ein fittur og søguligur túrur, sum
tekur einar 2-3 tímar at ganga.
Men inntil ta tíð vóna vit, at
ferðafólk – føroysk sum útlendsk
– fara at gera enn meira nýtslu av
tilboðunum frá Felagnum Vágar,
sigur Anne Sophie Nordendal
smílandi.
Vilmund Jacobsen
Turid Gaardlykke Davidsen í Sandavági
hevur selt skógvar í fimm ár. Handilin,
sum kallast Pastell, er í kjallaranum
í sethúsunum á Sondum 19 í Sanda
vági.
– Handilin liggur væl fyri inni í
bygdini, og eg haldi, at sølan yvirhøvur
gongur væl.
Hon heldur ikki, at neyðugt er hjá
fólki, sum mangla skógvar, at fara av
bygdini at keypa, tí hon hevur skógvar
bæði til kvinnur, menn og børn – ja, til
allar aldursbólkar.
Langur leygardagur
– Nú vestanstevna stundar til, fáa
viðskiftafólk, sum keypa sandalur og
ballerina-skógvar hjá okkum, 25%
í avslátri alla vikuna. Haraftrat fara
vit at hava opið frá klokkan 10-20
leygardagin á vestanstevnu, og tá
verður tilboðið eisini galdandi.
Áðrenn vit fara til skógvamerkini,
sum Turid selur, kunnu vit nevna, at
hon øll árini eisini hevur selt kurvar
við góðgæti og kaffi, sum verður
malið úr heilum kaffibønum.
– Eg keypi góðgæti úr útlandinum
og pakki tað í kurvar eftir ynski hjá
teimum sum keypa, sigur hon.
Ymisk skógvamerki
Turid Gaardlykke Davidsen selur fleiri
ymisk merki av skóm.
– Til kvinnuna havi eg eitt nú
skógvar av merkjunum, gabor, marco
tozzi og duffy. Til menn havi eg
merkini, andre, cavalet og britich
kniths – og til børn eru merkini eitt nú
kangaroos, viking, kennedy og primigi.
- Jú, eg eri væl nøgd við gongdina,
og eg vænti nógv fólk inn á gólvið, nú
vestanstevna verður næsta vikuskifti,
sigur Turid Gaardlykke Davidsen, sum
eigur handilin Pastell í Sandavági.
Guli klædnahandilin
hjá John Poulsen
Vatnsoyrar er nokk kendast fyri leguhúsið Zarepta og fyri at vera einasta bygd
í Føroyum uttan útsýni yvir hav. Men Vatnsoyrar hevur tó annað at bjóða, eitt
nú ein av elstu klædnahandlunum í Vágunum, John Poulsen. Her hevur man
møguleikan at keypa klæðir til bæði kvinnur og menn, ung sum eldri.
Skógvar til øll í Sandavági
- Nú vestanstevna stundar til, fáa viðskiftafólk, sum keypa sandalur og ballerina-skógvar
hjá Pastell í Sandavági, 25% í avslátri alla vikuna. Haraftrat fara vit at hava opið frá
klokkan 10-20 leygardagin á vestanstevnu, og tá verður tilboðið eisini galdandi, sigur
handilseigarin
- Jú, eg eri væl nøgd við
gongdina, og eg vænti nógv fólk
inn á gólvið, nú vestanstevna
verður næsta vikuskifti, sigur
handilseigarin í Sandavági,
Turid Gaardlykke Davidsen
... Pastell
hevur langan
leygardag á
vestanstevnu...