Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

DÁNJAL HØJGAARD Lógin er greið. Men stovn- urin, ið hevur eftirlit við lógini hevur ikki manning- ina, ið skal tryggja, at lógin verður fylgd. Eitt yvirlit frá heilsufrøði- ligu Starvsstovu vísir, at tíggjunda hvør fyritøka í Føroyum hevur onga um- hvørvisgóðkenning. Hetta stendur at lesa í eini frágreiðing, sum Heilsu- frøðiliga Starvsstova sendi landsstýrinum í november 1997. Í frágreiðingini heitir Starvsstovan á politikarar- nar um at fáa skil á viður- skiftunum. Støðan er tíverri ikki broytt til tað betra síðani 1997, sigur leiðarin á um- hvørvisdeildini á Heilsu- frøðiligu Starvsstovu við Sosialin. – Tað koma alla tíðina nýggj virki afturat, og støð- an er ikki batnað síðani 1997, sigur Jákup Pauli Joensen. Nærum 300 uttan góðkenning Sambært yvirlitinum frá 1997 skulu 325 fyritøkur í landinum lúka lógarkravið um umhvørvisgóðkenning. Men einans 10 prosent av hesum fyritøkum - t.v.s. nakrar og 30 fyritøkur - hildu lógina. Orsøkin er hon, at Heilsu- frøðiliga Starvsstovan ikki hevur manning at tryggja, at lógin verður fylgd. Í frágreiðingini, sum send varð landsstýrinum kærir Starvsstovan sína neyð. »Sum støðan er, verða virki tikin í nýtslu (…) uttan at góðkenning er fingin og í fleiri førum uttan at um- sókn er latin Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Sama er galdandi fyri góðkenning av broytingum/ábótum á virkj- um. Manningartrotið hevur gjørt, at einki hevur verið gjørt við hesi brot á lógina. Verður ikki rættað upp uppá hetta, verður støðið tikið undan fyrisitingini av hes- um parti av lógini« stendur í frágreiðingini. Leiðarin á umhvørvis- deildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu sigur, vandi er fyri at øll virðing fyri um- hvørvisverdarlógini hvørv- ur. – Virðingin fyri lógini verður undirgrivin. Tað verður trupult at fáa fólk at halda aðrar partar av lógini, tá ein so grundleggjandi partur av lógini ikki verður hildin, sigur hann. Fleiri fólk Av tí, at arbeiðsorkan er so avmarkað hevur Starvsstov- an valt, at raðfest ávísar vinnugreinar framum aðrar, tá tað ræður um umhvørv- isgóðkenningar. Og sein- astu árini hevur stovnurin dúvað uppá alivinnuna. Prísurin er, at allar fyri- tøkur ikki hava verið javn- settar mótvegis lógini. Og tað er óheppi, viðgongur Jákup Pauli Joensen. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan hevur í greiðum orð- um – og fleiri ferðir – heitt á landsins myndugleikar, um at bera so í bandi, at lógin verður hildin. Men higartil hevur stovn- urin talað fyri deyvum oyr- um. »Tørvur er á størri ar- beiðsorku, um uppgávurnar sambært umhvørvisvernd- arlógini skulu røkjast« stað- festir Heilusfrøðiliga Starvs- stovan í frágreiðing síni frá 1997. Starvsstovan hevur mælt til, at fleiri fólk verða sett í starv. Sum er er bert eitt fólk Tíggjunda hvør fyritøka onga umhvørvisgóðkenning Grundleggjandi brot verða framd á lógina um umhvørvisvernd. Heilsu- frøðiliga Starvsstovan hevur ikki orku at tryggja, at lógin verður hildin í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum tekur sær av at umhvørvisgóð- kenna fyritøkur. Sum eina loysn hevur eis- ini verið skotið upp at áseta brúkaragjøld, sum gjørt er í øðrum londum. Hetta merk- ir, at tey sum skulu hava umhvørvisgóðkenningar sjálvi eru við til at fíggja útreiðslurnar av hesum. Brúkaragjøld á umhvørv- isøkinum krevja eina lóg- arbroyting. Í frágreiðing til lands- stýrið í 1997 ávarar Heilsufrøðiliga Starvs- stovan um at áliti á umhvørvisverndar- lógina er í vanda 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein ST, avtalubrot og løgmaður Viðmerking: NÚ er tíð at hugsa um, um vit føroyingar ikki áttu at skammast. Aðrastaðni í heiminum doyggja túsundavís av fólki í hungri eins og náttúruvanlukkur og sjúkur sum eitt nú tuberk- lar gera um seg. Nú vilja føroyingar – eitt av heimsins ríkastu fólkum – hava ST upp í sam- ráðingarnar við Danmark, tí føroyingar ikki vilja loysa, um tað merkir eitt livistøði, ið framvegis hevði verið hægri enn hjá Skotlandi – okkara næsta granna fyri sunnan, ið ikki telist ímillum fátøk lond. Sum um ST ikki hevði ivaleyst um oyruni enn at tryggja eitt skandinaviskt livistøði hjá føroyingum fyri danskar pengar. KEÐILIGT er tað, um føroyingar skulu minnast í Danmark sum teir, ið vildu loysa, men ikki vildu gjalda prísin. Trupulleikin er, at Høgni Hoydal hevur fortalt fólki og ikki minst Føroya løgmanni, at tað ber til at loysa uttan, at tað kostar nakað. Tað ber ikki til – tað er staðfest fleiri ferðir. TAÐ, ið er meira álvarsamt, er, at nú verður ringt at fara niður at samráðast um ein frælsan felagsskap ella nakað annað við Anfinni Kalls- berg sum samráðingarleiðara. Hvussu kann man fáa eitt gott samráðingarklima, tá Føroya Landsstýri gongur og ákærir donsku stjórnina fyri avtalubrot? Harmiligt er, at Anfinn Kallsberg hevur gingið so langt sum hann hevur saman við Tjóðveldisflokkinum, og enn meira harmiligt er, at eitt pressuskriv nú ger tað trupult hjá Anfinn Kallsberg at fara niður at samráðast um nakað annað enn fullveldi – kanska var hetta júst ætlanin hjá tjóðveldismonnunum við pressuskrivinum. Tað er eitt álvarsmál at rópa avtalubrot eftir einari stjórn. Løgið er, at eingin tekur sær stundir at definera »bæredygtig« og »tilstræbe« fyri Føroya Landsstýri. »Bæredyg- tig økonomi« merkir ikki við núverandi livistøði, tað merkir bert, at hann hvílir í sær sjálvum. Løgið er, at eitt landsstýri við so nógvum bú- skaparfrøðingum og løgfrøðingum skal koma út við orðum sum avtalubrot, bert tí at danir ikki vilja gjalda fyri, at føroyingar vilja hava loysing og pening í 15 ár afturat. AFTURAT omanfyristandandi so tykist ætlanin nú at vera, at fullveldið nú skal lánifíggjast við oljuni sum pant. Um lánifígging er tað, ið sam- gongan vil, so kann hon fara til útlendskar bankar og orna tað. Tað tørvar okkum ikki danskarar til, men man hetta ikki vera ein viðurkenning av, at danski staturin er betri kreditorur enn týskir ella japanskir bankar? GRUNDGEVINGIN hjá samgonguni fyri at sita á Christiansborg og biðja um danskan pening til loysingina er, at alternativið er danskar pengar í allar ævir. Hetta er ikki rætt, tað ber væl til at rappa niður við donskum stuðuli, men hetta gerst bert, sum tað sær út nú, innan fyri ríkisfelagsskapin. Tað frægasta má vera at gerast búskaparliga sjálvstøðugur við núver- andi livistøði innan fyri ríkisfelagsskapin, og so, tá hetta er nátt, so kunnu Høgni Hoydal og onnur tosa um at loysa, uttan at tað kostar nakað. Nú var so aftur tíðindafund- ur á skíggjanum. Poul Ny- rup Rasmussen og Annfinn Kallsberg søgdu hvør sína søgu. Poul Nyrup Rasmus- sen, stinnur sum áður. Eing- in broyting at hóma. 4 ára skiftistíð og dermed. Anfinn heldur at kalla tikin av ráð- aloysi. Broytt uppskot broytti einki. Torført var at finna orðini. Heilt erligt: Ikki var vænt- andi at Poul Nyrup Rasmus- sen fór at skifta støðu, tí var eisini neyðugt at koma til samráðingar við broyttum huga, men, men, men, tí- verri fór tann broytti hugin skeivan veg. Í staðin fyri at taka av tilboðnum um skift- istíð uppá 4 ár, so ætla menn heldur at taka triðja part við í samráðingarumfarið næstu ferð. Søgur ganga um at ST skal vera tað rætta. Nei og aftur nei. Nú hava vit ein søguligan møguleika til at loysa okkum frá Dan- mark, og vit eiga at taka hann. Ikki í álitið á blokki ella olju ella langa skiftistíð ella Nato, men í áliti á Gud hin alt valdandi, skapara himins og jarðar. Í áliti á tann sama, sum sendi okk- um fisk inn á grunnarnar tá á stóð. Hvørki føroyskir ella danskir heilar megnaðu at siga okkum, at fiskur fór at koma. Tvørturímóti, alt var svart omaná svart, men tá Takið av tilboðnum — loysið yvir 4 ár Guds fólk um alt landið fór í bøn hendi undurið: Fiskur kom í yvirflóð, og samfel- agið lyftist upp aftur. Farið aftur til samráðing- ar skjótast til ber og fáið skiftistíðina uppá pláss. Vit vita, hvat vit hava, 4 ár, men ikki hvat vit kunnu fáa - annað enn máttloysi, kland- ur og ótta. Dánial á Dul Jacobsen Fleiri tjóðveldispolitikarar hava í nýggjari tíð fingið ein ógvuliga ódámligan vana afturat nógvum øðrum, at teir siga, at teir eru lýtaleysir meðan øll onnur, sum ikki taka undir við teirra sjónar- miðum og ikki gera, sum teir siga,hava ábyrgdina av støðuni í Føroyum ídag. Ein av hesum politikarum er Hergeir Nielsen (HN) valdur á ting í suðuroy, sum í Dimmalætting 7-6-2000 í einari ósakligari grein, sum sigur alt um, hvat maðurin stendur fyri,gevur andstøð- uni og sakleysum persónum í umsitingini á SL alla á- byrgdina av tí vánaligu samferðslu, sum suðuroy hevur við meginøki ídag. Hevði HN verði ein líka frægur politikari sum onkur annar samgongutinglimur, so hevði støðan viðvíkjandi samferðslu til Suðuroy og støðan á Suðuroyar sjúkra- húsi kanska verið ein onnur í dag. Skrivaða orðið í sam- gonguskjalinum er eitt, ver- uleikin er eitt heilt annað. HN er hóast alt partur av verandi samgongu, men kemur bert við undanførsl- um, um hví hann einki ger fyri tað valdømi, hann er valdur í. Harafturat er HN nokk tann einasti suðringur sum trýr uppá landstýris- mannin í samferðslumálum. HN kemur eisini fram við tí gomlu ætlanini um ferða- samband yvir Sandoy, so at suðringar „bert“ skulu brúka 4-5 tímar um at koma til miðstaðarøkið. Er tað hatta samgongan kann bjóða suðringum, so sær illa út fyri okkum,sum búgva í Suðuroy. At eitt nýtt skip til suður- oyarsiglingina skal til, er ikki tí HN ella samgongan vil tað, men meira vegna altjóða skipskrøv. At HN leggur eftir and- støðuni er vantandi, men at geva øðrum ábyrgdina av nøkrum, sum ein sjálvur hevur ábyrgd av, tá er mann langt úti og vísur bert mátt- loysi hjá HN. Finnleif Guttesen Tvøroyri Suðuroy og Hergeir Nielsen Eftir seinasta samráðingar- umfarið millum landsstýrið og stjórnina kunnu vit stað- festa: danir hava eina óbroytandi støðu viðvíkjandi skiftistíð- ini. framtíðarætlanir dana viðvíkjandi blokkstuðlinum er at hesin skal minka. danir tosa treyðugt við føroyingar um hernaðarmálið danir vilja bert verða við til broyt- ingar, ið eru innanfyri nú- verandi ríkisrættarligu skipan. politiskt royna danir at tekkjast ynskjunum hjá størstu føroysku andstøðu- flokkunum. Ov nógv kemur í aðru røð Serliga eftir at hava uppliva samráðinganar so nær, sum vit sum limir í uttanlands- nevnd løgtingsins fingu høvi til undir 3. samráðing- arumfarið, er mær púra greitt, at á tí mest avgerandi økinum slepst ikki víðari- skiftistíðarprátið meta danir Samfelagið má víðari (fullveldisstríðið kvalir alt annað) seg at vera lidnar við!! Alt hitt, ið samráðst verð- ur um, sæð burtur frá hern- aðarspurninginum, eru smá- lutir, sum embætismenn eiga at kunna fáa avgreitt í friði og náðum. Framhaldandi sokallaðar samráðingar eru beinleiðis oyðileggjandi fyri samfel- agið. Eitt er alt tað, ið átti at komi í fremstu røð, men má víkja fyri fullveldisspurn- inginum. Hitt er tann óbein- leiðis oyðileggjandi ávirk- anin, ið kjakið, sum í mong- um førðum er beinleiðis ó- civiliseraða ( ¤1), hevur á fólk og samfelag. Beinleiðis sam- ráðingar við NATO Viðvíkjandi hernaðarmáli- num er vegurin greiður- danir ynskja bert treyðugt at viðgera hesi viðurskifti. Tí eiga vit føroyingar at venda okkum beinleiðis til Nato høvuðsstøðina og spyrja um framtíðarætlanir teirra í Føroyum, og/ ella biðja teir um vinarligast at flyta ta upphædd, ið danir á hvørjum ári spara í gjaldi til NATO vegna virksemi teirra í Føroyum, beinleiðis til Føroyska fólkið! Takið samanum og skrivið út fólkaatkvøðu. Miðflokurin hevur tí hesa áheitan á Føroya landsstýri: takið saman um tað, ið longu liggur á borðinum setið embætismenn at gera upp teir leysu endar, ið eru fáið fólksins vegna eina avtalu við NATO fái frá dønum krónutøl fyri ætlaða blokkstuðulin fyri komandi ár Tá hetta er gjørt, eiga tit at leggja úrslitið fyri Føroya fólk til støðutakan skjótast gjørligt- endaliga avgerðin er jú teirra. Vit í Miðflokkinum hava álit á, at einstaki føroying- urin, við tí andaliga grund- støði, mong hava, er førur fyri at taka røttu avgerðina ( ¤2). ¤ 1: eitt feskt ræðandi dømi er vikuskiftissendingin í út- varpinum fríggjakvøldið. ¤ 2: ta avgerð, ið Harri og Skapari okra ynskir. Jenis av Rana løgtingslimur f. Miðflokkin Hin heilaga herferðin Nú er orrustan av og andans hooligans kunnu leggja árarnar inn aftan á eina púra óneyðuga, ósømiliga og skammiliga herferð. Eingin fráboðað trøll komu til sjóndar á hesum sinni. Vit eru mong, ið kunnu gleða okkum yvir at hava upplivað eina sera hátíðar- liga og gleðiliga hvítu- sunnu, bæði í kirkju, sjón- varpi og útvarpi. Nicolina Jensen Beder