Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 Kaupthing letur nú dyrnar upp til alheims virðisbrævamarknaðir. Við hollum royndum og vælútbúnum starvsfólki er Kaupthing ein kappingarførur íløgubanki á altjóða stigi. Tosa við okkum og vit finna í felag eina loysn, ið hóskar til júst tín tørv. S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5 Tinghúsvegur 14 • Tórshavn Tel 351500 • Fax 351501 www.kaupthing.com RÚNAR REISTRUP Nógv fólk var komið at ynskja tillukku og minnast aftur á gamlar dagar, tá 50 ára dagurin hjá Drotning Ingridar barnagarði varð há- tíðarhildin leygardagin. Hátíðarhaldið byrjaði við guðstænastu í Vesturkirkj- uni klokkan ellivu á morgni og aftaná var opið hús í barnagarðinum. Nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið, har tey sum børn høvdu sína dagligu gongd, so barnagarðurin var fullur av fólki allan dagin. Ferðslan sendi børnini í barnagarð Sjálvur barnagarðurin byrj- aði longu í 1934 í Losju- kjallaranum. Men so hvørt sum Havnin vaks, gjørdist eftirspurningurin eftir barnagarðsplássum størri, og avgjørt varð at byggja nýggj høli til barnagarðin. Ingrid drotning legði grund- arsteinin, og tí varð barna- garðurin uppkallaður eftir henni, tá hann stóð liðugur í 1950. Maria Djurhuus, sum í nógv ár var leiðari á barna- garðinum, fór fyrstu ferð til arbeiðis har í 1951. Hon greiðir soleiðis frá: – Havnin vaks skjótt tá í 1940’num og sama gjørdi ferðslan í býnum. Tað hevði við sær, at børnini, ið búðu mitt í býnum, ikki longur Børnini eru tey somu Nógv er boytt síðan Maria Djurhuus sum 21 ára gomul fyrstu ferð fór til arbeiðis á Drotning Ingridar barna- garði í 1951. Men hóast broyttu um- støðurnar, so heldur hon ikki, at børn- ini í dag eru nógv øðrvísi enn barna- garðsbørnini fyri 50 árum síðan Paul Watson seinkaður Sea Shepherd hevur broytt tíðarætlan soleiðis, at “Operation Grindstop 2000” nú ikki byrjar fyrr enn í komandi mánaði RÚNAR REISTRUP Okkurt bendir á, at alt ikki gongur eftir ætlan hjá sokallaða umhvørvisverndarmanninum Paul Watson. Fyrr í ár boðaði hann og felagsskapur hansara Sea Shepherd frá, at skipið “Ocean Warrior” var væntandi í Føroyum í juni mánaði í sambandi við “Operation Grindstop 2000”, sum hevur til endamáls at fáa før- oyingar at gevast at drepa grind. Men nú er juni mánaði meira enn hálvliðin, og einki tekin er um at Sea Shepherd skipið er á veg hendan- vegin enn. Á heimasíðuni hjá felagsskapinum er einki nýtt tilfar komið um “Operation Grindstop 2000” síðan 1. mei, og har tað fyrr stóð at herferðin skal fara fram í juni/juli, stendur nú juli/august. høvdu so góðar umstøður at spæla. Eg haldi at tað var ein orsøk til, at eftirspurn- ingurin eftir barnagarðs- plássum knappliga fór at vaksa. Tað var ikki so nógv tí at mammurnar fóru út at arbeiða, men heldur tí at børnini skuldu hava um- støður at spæla úti. Og uttandura umstøðurn- ar vóru góðar í 1950, tá barnagarðurin stóð liðugur. - Tá lá barnagarðurin í útijaðaranum av býnum og niðanfyri var bøður, har børnini plagdu at spæla, greiðir Maria frá. Minnist tey flestu Meðan vit sita á eini sofu á gongini millum barnagarðs- stovurnar og práta, koma fólk í heilum yvir til fyrr- verandi barnagarðsleiðaran og heilsa upp á. Nøkur eru farin um tey hálvtrýss - onn- ur fóru í skúla í fjør - men øll hava tey verið ansað av Mariu Djurhuus. Samanlagt hevði hon starvast á Drotningar Ingridar barnagarði í 40 ár, tá hon fyri fimm árum síðan valdi at fara frá. Í tey árini hevur hon upp- livað hvussu umstøðurnar hjá barnagarðsbørnunum eru broyttar til tað betra. – Tá eg kom her í 1951 vóru vit trý starvsfólk. Tríggjar barnagarðsstovur vóru at passa, so tað var ikki nógv tíð ein hevði til hvørt barnið. Plássið tá var heldur avmarkað eisini. Í dag hava vit tvær ferðir so nógv pláss, sum tá vit byrjaðu, men barnatalið er tað sama, greiðir Maria frá. Hon sigur enn “vit” um barnagarðin, tí hóast tað eru fimm ár síðan at hon gavst at starvast har, so verður barnagarðurin altíð ein stór- ur partur av henni. Í hondini hevur hon eina mynd av nøkrum barnagarðsbørnum. Myndin varð tikin í 1950 og er sostatt av fyrstu børn- unum, ið vóru ansað í barnagarðinum. Men hóast tað eru fimti ár síðan, veit Maria enn at siga, hvør er hvør á myndini. – Eg minnist tey flestu, men tað er tó ikki altíð at eg kenni fólk aftur, tá tey koma yvir til mín og siga seg hava verið ansað av mær, tá tey vóru lítil. Eg havi jú kanska ikki sæð tey síðan tey blivu 7 ár, og nú eru tey vorðin tilkomin. Tá er ikki altíð so lætt at kenna tey aftur á útsjónd. Ansa trimum ættarliðum Nógv av børnunum eru ígjøgnum árini vend aftur til barnagarðin - sum for- eldur at barnagarðsbørnum, og Maria sigur frá, at hon í summum førum hevur havt so mikið sum trý ættarlið undir síni hond. – Tað vísir seg, at fólk, ið hava gingið her sum børn, senda síni egnu børn í barnagarð her, og tað er bara stuttligt, heldur Maria. Men hóast hesi børnini eru uppvaksin undir heilt øðr- um umstøðum, so eru tey í mangar mátar meinlík teim- um, ið gingu í barnagarði har fyri hávtrýss árum síðan. – Tey hava nógv fleiri leikur at spæla við og fáast við heilt onnur ting enn børnini tá, men tá alt kemur til alt eru tey sera lík, sigur Maria, áðrenn vit skiljast, og hon aftur fer oman í ný- innrættaða kjallaran í Drotning Ingridar barna- garði, har gamlar filmsupp- tøkur frá barnagarðinum verða sýndar fyri teimum ungu og tilkomnu barna- garðsbørnunum.