Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Høgni Mohr Vakthavandi á løgreglustø›- ini í Runavík er stak væl nøgdur eftir eystanstevn- una, sum var um vikuskift- i›. Óvanliga nógv fólk vóru í Runavík leygarkvøldi›, men kortini fór alt fri›arliga fram. Dagurin byrja›i ann- ars í oysandi regni, men um tveytí›ina sleit í. Vakra ve›ri› helt sær alla náttina. Leygarkvøldi› var› ein bil- førari handtikin fyri rús- drekkakoyring og løgreglan vakti nøkur fólk, sum vóru fallin av á gøtuni. Sambært løgregluna hildu fólk sær á gleimi til klokkan var farin av sjey sunnu- morgun. Seinnapartin sunnudag var ein bilførari afturat tikin fyri rúsdrekka- koyring og um kvøldi› gistu tr‡ fólk á stø›ini, tí tey vóru ov full at liggja undir opn- um himli. Løgreglan hev›i ongar trupulleikar av teimum fimm fólkunum, i› vóru handtikin. Handtøkurnar og avgrei›slan av málunum millum løgreglu og borgarar fóru fram uttan stórvegis hóvasták, ver›ur sagt av stø›ini í Runavík. M‡tan um d‡rar fer›ase›lar Høgni Mohr - Mann sleppur langt inn í Afrika fyri pengarnar, sum ein fer›ase›il millum Før- oyar og Danmørk kostar! Hendan sta›festingin og a›rar av sama slagi eru javnan at hoyra frá atfinn- ingarsomum føroyingum, sum ætla sær á flog vi› Atlantsflogi ella Maersk. Eisini útlendingar, i› um- hugsa at fara til Føroya at fer›ast, gera vart vi› ónøgd sína vi› fer›ase›lakostna›- in. Bíligari teinur Ta› ver›ur altí› ein meting- arspurningur hjá vi›skifta- fólkum, um prísirnir eru høgir ella ikki Men uppá- haldini um d‡ru fer›ase›l- arnar eru í veruleikanum ikki heilt rættar. Ver›ur kostna›urin samanborin vi› longdina á teininum, ber til at sta›festa, at floglei›in millum Danmørk og Føroy- ar er uppi í teimum bílagaru. D‡rari til London Prísurin millum Keyp- mannahavn og London, sum er lei›in, har hin størsta kappingin er millum flog- feløg, er rættiliga fitt hægri enn tann millum Keyp- mannahavn og Vágar. Fyri hvørja ensku míl er kostna›- urin 6,09 krónur fyri einveg- is fer›ase›il til London. Sami fer›ase›il til Føroya kostar 2,56 fyri mílina. Ein APEX-fer›ase›il millum London og Keypmanna- havn kostar 2,45 fyri mílina, me›an prísurin millum Keypmannahavn og Føroy- ar er 1,50 fyri mílina. Lægstu átaksprísirnir á lei›- unum bá›um er á lei› hinir somu fyri mílina. Teinurin millum Keypmannahavn og London er o.u. 30 prosent styttri enn í Vágar. Bíligari til Føroya Vanligir einvegis fer›ase›l- ar er hitt sama sum sonevnd- ar opnir fer›ase›lar. Ta› eru serliga vinnulívskundar, i › keypa hesar fer›ase›lar. Talvan vi› útvaldum fer›- amálum gevur ábendingar um, at longri teinurin er, jú bíligari hvør flogin míl. Men kortini sæst, at lei›in millum Føroyar og Dan- mørk er uppi í teimum allar bíligastu, sammett vi› a›rar vælkendar teinar. FLOGFER‹SLA. Ver›ur teinalongdin á flogtúrinum millum Føroyar og Danmørk samanborin vi› fer›a- se›laprísin, ber til at sta›festa, at ta› kortini ikki er so d‡rt at flúgva millum londini bæ›i VANLIGUR einvegis Ein- vegis Ein- vegis Strekki í míl Prísur pr. míl APEX fram/aftur Strekki í míl Prísur pr. míl ÁTAKSPRÍSIR fram/aftur fram/ aftur Strekki í míl Prísur pr. míl Keypmannahavn - London 3615 594 6,09 2905 1188 2,45 1000 1186 0,84 Keypmannahavn - Venedig 4840 695 6,98 4175 1390 3,00 2450 1390 1,76 Keypmannahavn - Føroyar 2130 836 2,56 2500 1672 1,50 1480 1672 0,89 Billund - Amsterdam 3120 296 10,54 2695 592 4,55 1500 592 2,59 Billund - Brüssel 3510 386 9,09 2100 772 2,72 1250 772 1,62 Billund - Dublin 4455 636 7,00 2945 1272 2,32 2200 1272 1,73 Billund - París 4025 552 7,29 3415 1104 3,09 1900 1104 1,72 Keypmannahavn - Bergen 3660 423 8,65 2200 846 2,60 1850 846 2,19 Keypmannahavn - Stavanger 3145 346 9,09 2200 692 3,18 1850 692 2,67 Keypmannahavn - Oslo 2815 322 8,74 1990 644 3,09 1300 644 2,02 Keypmannahavn - Trondheim 3400 546 6,24 2510 1090 2,30 1850 1090 1,70 Kelda: Maersk Fimm handtøkur EYSTANSTEVNA. Løgreglan í Runavík er nøgd nú eystanstevnan 2000 er farin aftur um. Tvey fólk vór›u tikin fyri at koyra full, og tr‡ noyddust at sova rúsin av sær í klivanum Ta› gekk fridarliga fyri seg á eystan- stevnu um vikuskifti› 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 Løgtingsfor- maðurin til Kiel Fríggjadagin fóru løg- tingsformaðurin og kona hansara til Kiel at vitja sum gestir hjá landdeg- num (landspartatingi- num) í Slesvík-Holstein. Vitjanin varir í tríggjar dagar. Hetta er ein árlig inn- bjóðing til Kieler-woche, ið er eitt slag av »ólav- søku«. Fundur er ein dag, og síðan verða útferðir gjørdar, har gestirnir fáa ymiskt at síggja og vita um Slesvík-Holstein. Forumið er rættiliga stórt: umboð eru við fyri øll tingini í Eystursjóar- londunum, øllum Norður- londum og fyri tingini í Føroyum, Grønlandi og Álandsoyggjunum. Á fundunum verður eitt ávíst evni viðgjørt, og har- umframt greiða umboðini frá týðandi politiskum viðurskiftum í heimland- inum. Í fjør og í fyrraárið greiddi løgtingsformaður- in frá fullveldisætlanini og samráðingunum við Bretland um undirgrund- armarkið. Í ár fer hann at greiða frá samráðingarstøðuni um tey ríkisrættarligu við- urskiftini, frá undirgrund- aravtaluni og fyrsta út- bjóðingarumfari til leiting eftir olju. Í døgunum frá 26. til 29. juni er Formansskapur Løgtingsins gestur hjá Formansskapi Fólka- tingsins. Eisini hetta er ein árligur fundur, annað- hvørt ár í Danmark og annaðhvørt í Føroyum. Í fjør var Formansskapur Fólkatingsins í Føroyum. Formansskapirnir hava fund ein dag, har teir greiða frá nýskipanum og broyttum mannagongdum í tingarbeiðinum hjá hvørjum øðrum. Harum- framt verða útferðir gjørdar. Við á ferðini eru limir- nir í formansskapinum við hjúnafelaga og umboð fyri umsitingina hjá Løg- tinginum. Í Formansskap- inum eru: Finnbogi Ísak- son, formaður, Eyðun Viderø, 1. næstformaður, Vilhelm Johannesen, 2. næstformaður, og Ed- mund Joensen, 3. næstfor- maður. Dagarnar 1. og 2. juli hava íslendingar stórt 1000 ára kristnihátíðar- hald. Løgtingsformaður- in, kona hansara og skriv- stovustjóri Løgtingsins verða við til hátíðarhald- ið. Finnbogi Ísakson, løg- tingsformaður fór sam- an við konuni til Kiel fríggjadagin Vit kenna okkara ábyrgd Danska stjórnin kennir sína fíggjarligu ábyrgd í ríkisfelagsskapinum, og før- oyingar varð ikki sleptir upp á fjall, sigur Jan Petersen, politiskur orðførar hjá Sosialdemokratunum EYÐUN KLAKSTEIN Fleiri danskir politikarar úr ymsum flokkum halda, at tað er neyðugt at minka ríkisveitingina til Føroyar, tí føroyska samfelagið er so væl fyri búskaparliga. Harafturat vilja tveir av landsstýrismonnunum, sum vóru til samráðingarnar í Forsætismálaráðnum hós- dagin, verða við, at danski fíggjarmálaráðharrin, Mog- ens Lykketoft, segði, at verða liviumstøðurnar í Før- oyum betri enn í Danmark, verður ríkisstuðulin tikin burtur – í einum um neyð- ugt. Fíggjarpolitiski orðførar- in hjá danska Javnaðar- flokkinum, Jan Petersen, sum eisini er virkandi for- maður í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, er ikki so avgjørdur, hóast hann ikki vil avvísa, at blokkstuðulin fer at minka. Tað veldst – Tað er ein prinsipiellur munur á at vera innanfyri ella uttanfyri ríkisfelag- skapin.Velja føroyingar at loysa, so er greitt, at Før- oyar mugu taka fulla fíggj- arliga ábyrgd. Verða Føroy- ar hinvegin innanfyri ríkis- felagskapin, so fara vit at kenna okkara ábyrgd, sigur Jan Petersen. Hann sigur seg ikki kunna gera nakrar serligar við- merkingar til, um ríkisveit- ingin fer at falla burtur, sjálvt um Føroyar halda fram innanfyri ríkisfelags- skapin. – Í løtuni samráðast vit Ríkisveitingin skal tryggja vælferð í øllum ríkinum Formenninir í stóru andstøðuflokkunum kenna seg fullvísar í, at danir fara ikki at avtaka ríkisveitingina uttan víðari EYÐUN KLAKSTEIN Javnaðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin stúra ikki fyri gongdini, nú danskir fjølmiðlar eru farnir at rógva fram undir, at danska stjórnin ætlar at taka eina búskaparliga uppgerð við føroyingar – við ella uttan fullveldi. – Ríkisveitingin skal tryggja, at allir partarnir av ríkinum hava somu vælferð- ina, men hon er ikki uttan víðari ein varðandi veiting. Danski statsministarin hev- ur staðfest tí modernaðu út- gávuna av veitingini, sum er at hon er tengd at búskap- arligu støðuni í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokki- num. Leiðarin í hinum stóra andstøðuflokkinum, Ed- mund Joensen, sigur, at tað eru loysingarfólk sum royna at uppspinna eina søgu um, at blokkstuðulin skal falla burtur. – Blokkstuðulin kann regulerast, men hann fer al- tíð at hava eitt ávíst støði, og tað er sum nátt og dagur at verða innanfyri ella utt- anfyri ríkisfelagsskapin, sigur hann. – Landsstýrið roynir at kvetta við Danmark, so vit missa øll rættindi og væl- ferðina, meðan vit eru sann- førd um, at innanfyri ríkis- felagsskapin kunnu vit tryggja føroyska samfelag- num vælferðina og livistøð- ið, sum vit hava í dag, sigur formaður Sambandsfloks- ins. Forsøma týðandi uppgávur Jóannes Eidesgaard sigur, at málið hjá føroyska sam- felagnum eigur at verða at hava ein sjálvberandi bú- skap uttan ríkisveiting, men spurningurin er, hvørjum leisti arbeiðast skal eftir. – Vit vita, at ríkisveitingin kann minka, um livistøðið í Føroyum fer upp um tað danska, men tað er einki vandamál í tí. Tað er tað sama, um vit finna olju, tí í avtaluni um undirgrundina frá 1992 stendur, at um før- oyingar fáa stórar inntøkur av oljuni, so kunnu samráð- ingar takast upp um ríkis- veitingina, sigur Jóannes Eidesgaaard. Jóannes Eidesgaard held- ur, at danir byggja sínar metingar av føroyska bú- skapinum á skeiv tøl, tí tað avlopið, sum er at finna á fíggjarlógini, er ikki rætt- vísandi. – Landsstýrið roynir at prógva, av vit hava ein sjálvberandi búskap, men tað gera teir við at forsøma týðandi uppgávur. Fleiri av samfelagstænastunum eru illa fyri og koyra uppá pumpurnar, sigur formaður Javnaðarfloksins og sipar til støðuna í millum annað heilsuverkinum og sam- ferðsluni. Hann heldur, at fólk eiga ikki at gloyma, at ríkis- felagsskapurin er so nógv annað enn pengar. Tað verð- ur roynt at gera ríkisfelags- skapin til tað sama sum ríkisveiting, men ríkisveit- ingin er bara ein partur av ríkisfelagsskapinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Skyldurnar galda báðar vegir Edmund Joensen sigur, at ríkisfelagsskapurin er ein spurningur um rættindi og skyldur. – Taka vit loysing, missa vit øll rættindini í ríkinum. Halda vit fram í ríkisfelags- skapinum, so hava danir eina skyldu at tryggja somu liviumstøður í øllum ríki- num, sigur hann. – Og tað er galdandi báð- ar vegir. Um føroyingar fáa stórar inntøkur av oljuni og gerast nógv ríkari enn danir, so hava føroyingar somu búskaparligu skyldurnar mótvegis ríkisfelagsskapi- num, sum danir hava tað. Edmund Joensen heldur, at tað er eingin vandi fyri at missa ríkisveitingina sum er. Hann sigur, at hetta hev- ur statsministarin sjálvur gjørt greitt mótvegis føroy- ingum, og søgurnar um, at stuðulin úr Danmark skal falla burtur, eru søgur, sum loysingarfólkini uppspinna. – Tað besta fyri Føroyar er at standa saman við døn- um og grønlendingum um ríkisfelagsskapin, heldur formaður Sambandsfloks- ins. við føroyingar um fullveldi, og har hevur landsstýrið fingið okkara greiðu boð um, hvussu vit ynskja ein búskaparliga skiftistíð, sig- ur Jan Petersen. Bíða eftir stjórnini – Vit skulu tillaga okkum eftir fíggjarligu umstøðu- num innan fyri ríkisfelags- skapin, og tí kann ríkis- veitingin verða regulerað, men tað er trupult at siga, hvussu tað verður við hesi veitingini í framtíðini, sigur Jan Petersen. – Men eg skal sláa fast, at halda føroyingar fram innanfyri ríkisfelagsskapin, so fer danska stjórnin fram- haldandi at kenna fíggjar- liga ábyrgd í øllum ríkinum, sigur hann. Politiski orðførarin hjá danska Vinstraflokkinum sigur, at flokkurin bíðar eftir einum útspæli frá stjórnini um ríkisveitingina. – Eg dugi ikki at meta um, um ríkisveitingin til Føroyar skal minkast, men vit fara sjálvandi at taka støðu til tað, um eitt útspæl kemur frá stjórnini, sigur Ulla Tørnes. – Halda føroyingar fram innan ríkisfelagsskapin, so fer danska stjórnin at kenna fíggjarliga ábyrgd, sigur Jan Petersen, fíggj- arpolitiskur orðførari hjá danska Javnaðarflokkinum