Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stórt byggivirksemi er á keiøkinum í Fuglafirði í hesum døgum. Havsbrún er í ferð við at byggja eina stóra fóður- goymslu og eina silo- og blandistøð. Fóðurgoymslan verður einar 1700 fermetrar, og hon er fyrra byggistig av tveimum. Ætlanin er, at hendan bygging skal halda fram, tá ið havnin er víðkað longur úteftir eystara armi. Fóðurgoymslan verður eitt stórt framstig fyri Havs- brún, sigur Bergur Poulsen, stjóri. Tá goymslan verður liðugt kann fóður goymast í stórum nøgdum á einum staði, og hetta verður meira lønandi fyri fyritøkuna, sig- ur hann. Í blandistøðini verður fóðurið sett saman til tann rætta blandingin. Har fara at standa 20 siloir, sum verða einar 30 metrar høgar. Ætlanin er, at byggingin, sum nú eru í ger, skal vera liðug í ár. Havsbrún byggir út Vinstru megin verður ein silo- og blandistøð, og høgrumegin verður fóðurgoymslan. Myndin er tikin fyrr í mánaðinum. at spælt og virkað saman við Hanusi í mong ár. Sjáld- an havi eg sæð styttri veg millum djúpar kenslur og ljómandi lag. Havi eygleitt fólk í mong- um londum, tá Hanus við síni eyðkendu og sonnu rødd hevur málað eina bleyta ella mergjaða mynd í rúmið — uttan mun til málkunnleika ella húðarlit hava allir áhoyrarar speglað somu mynd í eygunum. Hanus skapar ofta sera einføld løg, men kortini er eingin ivi um, at hetta er Hanus og eingin annar. Løgini sita sera væl og eru sera trúgv móti orðunum. Onkuntíð kennir tú tárini leita sær fram móti eygna- krókunum, í øðrum førum kennir tú sjálvan fanan anda teg kalt í nakkan, meðan okkurt lagið fær teg flenna í kíki. Fleiri av løgunum á hesi fløgu eru kend av mongum, og nøkur eru eisini at finna á aðrari útgávu, men nýggi búnin gevur løgunum nýtt og spennandi innihald. Útsetingarnar eru sera fjølbroyttar. Fleiri av leikarunum hava sett út, og hetta ger fløguna spenn- andi. Nakrar útsetingar bera brá av klassiskum uppruna meðan aðrar eru meira at kalla skipað improvisatión. Vakur er búnin, ið Kári Bæk hevur latið sorgblíða sangin, Saknur, í. Eisini hevur Páll Sólstein verið heppin við síni mynd av sera vakra sanginum um Blómuna hjá Poul F. Ikki sørt av skemtingar- lyndi er eisini at finna í onkrari útseting — m.a. í frálíku útsetingini hjá Ed- vardi Nyholm Debess av Maritu, ella har Stamen Stantchev loyvir gamla Beethoven inn í sangin um Lívið. Sum heild eru útsetingar- nar væl greiddar úr hondum og stiðja væl upp undir løg- ini. Framførslan er sera hugtakandi Talan er um livandi ljóð, so upptøkurnar hava eisini fingið við okkurt, ið lúkað hevði verið burtur í einum upptøkuhøli. Onkur tóni hevur hug at ilskast inn á annan, ið ikki røkkur røttu hæddina, og í einstøkum førum er klass- iska stevið heldur stirvnari enn tað fólkaliga. Men tílíkt ger bert fløg- una meira livandi og sanna. Á hesari fløgu spæla menniskju, og vit ið lurta fáa loyvi at lurta og uppliva sum menniskju. Sonn spæligleði eyðkenn- ir fløguna frá byrjan til enda, og í tónaheiminum er einki meira lívgandi enn fólk, ið tykjast at spæla fyri sína egnu skuld. Hanus er kletturin, og á hann byggir Aldubáran sína tónaborg. Upptøkurnar eru somikið góðar, at tú við hvørt ivast í, um okkurt av løgunum er tikið upp í ein- um upptøkuhøli. Ikki er lætt at fáa fatur á øllum smálutum, tá talan er um konsertupptøku, so her má sigast at gløgg og hepp- in hond hevur flutt knapp- arnar. Ljóðblandingin er eisini góð Hanus fær góða rúmd í ljóð- myndini, meðan ljóðførini í allar flestu førum standa glar og kortini saman í góð- um samljóði. Fái eisini hug at nevna vakra húsan, ið tónleikurin er klæddur í. Astrid Andre- asen hevur hegnisliga valt og mynda eina bouquet av okkara heimligu plantum. Húsin er einfaldur og vakur, men handan friðsæluna lúra tistlar og tornir. Eitt sera gott hugskot og ein kærkomin gáva til okk- ara, ið leingi hava longst eftir nýggjari útgávu frá Hanusi ella Aldubáruni. Við hesi fløgu fingu vit í posa og sekk. Bouquet Hanus & Aldubáran Blómubrúgv millum fólkaligt og klassiskt Pauli í Sandagerði ummælir nýggju fløguna hjá Hanusi Johansen Hanus er gamal í garði í norðurlendska fólkatóna- heiminum, og Aldubáran er óivað okkara boð upp á eina klassiska tónabouqet. Hvør í sínum lagi hava hesir snillingar fyri langari tíð síðan prógva dirvi og virði, men saman? Taldist millum teirra, ið kanska ivaðust eitt sindur. Fyrsta royndin á palli var kanska eisini eitt sindur leitandi. Men! Lukkutíð fyri okkum øll, góvust tey ikki á hondum, og úrslitið av hesum dirvi gjørdist ein sonn bouquet av tí allarbesta frá tveimum heimum. Løgini Havi haft tann framíhjárætt 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 GSM • NMT 450 Sosialurin - 311820 NOKIA 3210 Kr. 1.895.- GSM NOKIA 6150 Kr. 3.195.- GSM NOKIA 650 Kr. 3.995.- NMT 450 NOKIA 640 Kr. 2.995.- NMT 450 NOKIA 8210 Kr. 4.295.- GSM NOKIA 8850 Kr. 6.645.- GSM NOKIA 7110 Kr. 3.495.- GSM BYRJUNARPAKKI TIL TÍNA NOKIA FARTELEFON: Taska, head-set og billøðari EINANS kr. 278,- Ókeypis Summartónar á bygd Í ár sleppa fólk ókeypis til konsertirnar hjá Summartónum á bygd, me›an ta› sum vanligt skal gjaldast fyri konsertirnar í Havn. Tónleikur eftir Johannes Brahms er altjó›a tema á hesi tónleikastevnuni Dia Midjord Summartónar fara í holt vi› seinasta vers, tá tónleika- stevnan byrjar komandi fríggjadag. Næsta summar ver›a allar tær føroysku tón- leikastevnurnar koyrdar í ein pott, sum n‡stovna›a Listahátí› Føroya fer at samskipa. Jazzur, kórsangur og klassiskur tónleikur ver›ur tá um somu tí›. Hesafer› ver›a konsertir- nar á bygd ókeypis. Tiltaki› Summartónar er ein t‡›andi partur av føroyskari mentan og tí ver›ur roynt vi› ókeypis atgongd á bygd. Orknoyggjar fyrimynd Eins og undanfarin ár er Kristian Blak undangongu- ma›ur, tá skipast skal fyri. Hann er eisini ma›urin, sum í 1992 byrja›i vi› hesum tiltaki. Líknandi tiltøk í Orknoyggjunum og Het- landi eru brúkt sum fyri- mynd til føroysku útgávuna. Kristian Blak sigur, at ta› hevur stóran t‡dning, at bæ›i útlendingar og før- oyingar eru at hoyra á slíkari tónleikastevnu. – Ta› er lættari at bjó›a fram eina skrá, har bæ›i før- oyingar og útlendingar eru vi›. Ta› vísir seg, at ta› á henda hátt er lættari at kn‡ta samband millum tónleikarar og áhoyrarar. Umframt geva útlendsku gestirnir okkum møguleikan at fáa fatur á ø›rum útlendskum tóna- snidlingum. Ta› er Nor›urlandahúsi› saman vi› felagnum før- oysk tónaskøld, i› skipar fyri og leggur tónleikastevn- una til rættis. – Summartónar er t‡›andi partur av føroysku mentan- ini og tí hevur ta› t‡dning at konsertirnar ver›a hildnar kring alt landi›, sigur Helga Hjørvar, stjóri í Nor›ur- landahúsinum. – Nor›urlandahúsi› er jú fyri allar Føroyar og ikki bert fyri Havnina, leggur hon aftrat. Framføra stórverk Tónleikastevnan Atlants- ljómur ver›ur hildin sam- stundis sum Summartónar. Hæddarpunkti› er stórverk- i› “Ein Deutsches Requi- em” hjá Johannes Brahms. Av teimum 52 tónleikaru- num eru 13 yrkistónleikarar úr Eysturríki. Restin er sam- ansett av norskum og før- oyskum stuttleikatónleikar- um. Kóri› er manna› vi› okkurt um 100 sangarum. Solistar eru Berghild Poul- sen, sopran og Lars Thod- berg Bertelsen, bariton. Verki› ver›ur stjórna› av Yaacov Bergman. Hetta er sami dirigentur sum stjórn- a›i á tónleikastevnuni hjá Atlantsljómur í 1998. Yaa- cov Bergman fær nakrar dagar at venja og saman- sjó›a kór og orkestur. Fram- førslur av stórverkinum vera leygar- og sunnudagin 1. og 2. juli. Atgongumerki til konsert- irnar kunnu keypast á sta›n- um ella í forsølu í Nor›ur- landahúsinum. Kirkjukon- sertirnar og konsertirnar á bygd eru ókeypis. Helga Hjørvar stjóri í Nor›urlandahúsinum og Kristian Blak bjó›a vælkomin til Summartónar 2000. Í ár eru konsertirnar á bygd ókeypis Umframt luttøku úr Eysturríki eru øll Nor›urlond umbo›a› á tónleikastevnuni Summartónar, sum byrjar komandi fríggjadag. Eins og undanfarin ár eru ta› tónleikarar á høgum stø›i, i› syrgja fyri at konsertirnar eru stórar at uppliva. Men eisini úrvali› av tónlistaverkum ger, at her er eitt sindur fyri øll. Hetta er eisini tónleikastevnan, har vit sleppa at hoyra tónleik frá okkara egnu tónaskøldum, og fleiri føroysk verk ver›a frumframførd. Føroysku tónleikaskøldini, i› luttaka, eru Pauli í Sandáger›i, Atli Petersen, Tróndur Bogason, Edvard Nyholm Debes, Kristian Blak, Kári Bæk og Sunnleif Rasmussen. Allir tónleikararnir á Summartónum eru á einum sera høgum stø›i og nógvar gó›ar og forvitnisligar framførslur eru í væntu. Nevnast kunnu millum onnur Sergei Azizjan og Elena Semishina á piano, kendi svenski sangarin Håkan Hagegård vi› pianisti, Blásarakvintett Reykjavíkar og kóri› Hymnia úr Danmark. Av okkara egnu tónleikarum ver›a hesi at hoyra og síggja: Anna E. Klett, Johannes Andreassen, Elsa S. Dalsgar› og Joana Johansen. Tvey nor›urlendsk tónaskøld eru eisini til sta›ar og fáa verk framførd á tónleikastevnuni í ár. Tey eru danin Ib Nørholm og íslendingurin Atli Heimir Sveinsson. Í sambandi vi› Summartónar 2000 er komin út ein skrá, har allir uppl‡singar um tiltøk, tónaskøld og tónleikarar eru at fáa. Skráin fæst í Nor›urlandahúsinum, TUTL og í kunningarstovunum kring alt landi›. Heimskendur sangari vitjar Summartónar Baritonsangarin Håkan Hagegård skal framføra á Summartónum 2000. Tónleikastevnan ver›ur kring landi› frá 23. juni til 3. juli BENETTON Hesa vikuna ÷20% Útsølan byrjar 26. juni Sosialurin - 311820 UNITED COLORS OF BENETTON. Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661