týsdagur 20. juni 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 115 - 20. juni 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 115 - 20. juni 2000
Viðmerking:
Gott fundarfólk
Fyrst vil eg siga, at tað gleð-
ir meg, at vit kunnu halda
fund her norðuri, har eg ong-
antíð hava verið áður. Mikl-
adal hevur man hoyrt um,
sæð á nógvum málningum,
men fyri fyrstu ferð í dag
kann eg sjálvur uppliva hesa
stórslignu náttúruna, sum tit
hava í Kallsoynni.
Mest aktuella málið er
okkara ríkisrættarliga støða,
og um hana vil eg skifta orð.
Hvat bilar Javnaðar-
flokkinum?
Javnaðarflokkurin er rætti-
liga komin á andglettin ser-
liga millum teir politikkarar
og onnur, sum vilja hava Før-
oyar skipaðar sum eitt full-
veldi. Hesir standa spyrjandi,
tí vit ikki glaðbeintir eru
farnir upp í fullveldisvognin.
Hvat feilar Javnaðarmonn-
um, spyrja teir?
Eru vit javnaðarfólk so
nógv øðrvísi enn onnur fólk?
Eru vit ikki eins góðir før-
oyingar sum onnur? Eru vit
ikki eins góðir við hetta land
og hetta fólk, her býr? Eru
vit ikki eins góðir við okkara
mál, okkara mentan og okk-
ara kvæðir sum onnur? Elska
vit ikki líka nógv hesa ótrú-
liga vøkru náttúru við øllum
tí livandi, sum er í henni,
sum onnur gera?
Jú, sjálvandi gera vit tað.
Eg haldi eg kann svara fyri
øll javnaðarfólk í Føroyum,
tá eg siga, at sjálvandi eru
vit eins góðir føroyingar sum
onnur, og sjálvandi elska vit
landið, fólkið, málið, ment-
anina og náttúruna líka høgt
sum onnur. Tað skal tað eing-
in ivi vera um.
Men hvat er so galið?
Eru vit javnaðarfólk bara
so mikið nógv øðrvísi enn
onnur, at vit ikki vilja fram-
burð? Tora vit ikki at taka
ábyrgd? Vilja vit ikki ráða
sjálvir? Eru vit undirbrotlig-
ir? Trúgva vit ikki egnum
evnum og egnum møguleik-
um? Eru vit vorðnir aftur-
haldandi - eru vit vorðin kon-
servativ sambandsfólk?
Tað er rætt, at vit eru eitt
sindur øðrvísi enn okkara
politisku mótsstøðufólk, tí
vit síggja samfelagið eitt
sindur øðrvísi enn mong
teirra gera. Men vit eru ikki
undirbrotlig, og vit vilja
sjálvandi ráða okkum sjálv-
um, og vit hava eina sterka
trúgv uppá okkara egnu evni
og okkara egnu møguleikar
- eingin ivi um tað. Og er
tað nakað, sum ikki eyð-
kennir javnaðarfólk, so er
tað, at vera afturhaldandi og
konservativ. Nei, vit vilja alla
tíðina broyta samfelagið og
gera tað betur.
Forrestin, nær eru tey stóru
framstigini hend á sjávstýr-
isleið seinastu 50 árini? Ein
flokkur gongur aftur í hesum
sjálvstýrispolitikki, og tað er
Javnaðarflokkurin. Frá 1975
til 1981 hendi nógvar ferðir
meira á sjálvstýrisleið, enn
tá sjálvstýrissamgongan sat
frá 1963 til 1967.
Tá tað snýr seg um okk-
ara ríkisrættarligu støðu, so
trúgvi eg, at innast inni
ynskja
allir
føroyingar
broytingar, men spurningur-
in er meira hvørjar, og
hvussu skjótt verður farið til
verka? Her er eingin føroy-
ingur betur føroyingur enn
ein annar. Eingin skal koma
og taka patent upp á sjálv-
stýri og sjálvbjargni, líka so
lítið, sum onkur nú vil taka
patent upp á bæði mál, flagg
og mentan.
Tvey sløg av frælsum
Politisk frælsi - gaman í,
men skal tað politiska frælsi
kosta føroyinginum hansara
persónliga frælsi, hettar at
hann kann leggja sítt egna
lív til rættis, hettar at hann
hevur eitt lív við møguleik-
an ikki bara fyri seg sjálvan,
men eisini fyri børnini, tað
er í seinast enda tað frælsið,
sum vit meta hægri.
Tí ljóðar okkara boðskap-
ur, at tað persónliga og tað
politiska frælsi mugu ganga
hond í hond. Vit skulu taka
fulla ábyrgd, vit skulu verða
fult sjálvbjargin, men vit
gera hetta uttan, at vit spæla
okkum rættindir, møguleik-
ar og lívsumstøður av hond-
um. Onkur vil siga, at er
hetta ikki at blása og hava
mjøl í munninum? Nei, tað
er tað ikki, men tað er greitt,
at henda prosessin tekur sína
tíð, og hon skal taka ta tíð,
sum krevst. Ongin blakar seg
út av upsini, fyrr enn man
hevur tryggjað sær, at man
er væl og virðiliga íbundin?
Fyri okkum javnaðarmenn
hava allir dagar í árínum
týdning. Tað er sjálvur
gerandisdagurin, sum telur
og ikki bara flaggdagurin og
ólavsøkan.
Sjálvstýrisrørslan
- ein fólkasøk
Hyggja vit rundan um okk-
um í heiminum, so síggja vit,
at allar sjálvstýrisrørslur
koma innanífrá. Tað er eitt
ynski, sum veksur fram í
fólkinum, og hiðani gongur
alt stríðið. Og soleiðis átti tað
eisini at verið í Føroyum, um
rætt varð borið at. Men alt
meira bendur á, at avgerðin
um føroyskt fullveldi, er
løgd í hendurnar á dønum at
gera av. Hon er treytað av
danskari vælvild og stór-
sinni, og teir eiga próvbyrð-
una fyri, at tað skal bera til.
Hetta er ein sera mannmink-
andi støða, tí ein sjálvstýris-
rørsla eigur at verða borin
uppi av stoltum hugsanum
um egnar møguleikar og eg-
in evni. Men tað er sam-
stundis besta prógvið um, at
málið, sum landsstýrið hevur
sett sær, er ikki eitt mál, sum
fólkið stendur aftanfyri.
Fullveldið er ynski hjá ein-
um minniluta, tí var talan um
eina fólkasøk, so hevði tað í
sjálvum sær givið landsstýr-
inum ta neyðugu styrkina,
sum skal til, at náa málinum.
Eg havi so mangan sagt,
at eg havi stóra virðing fyri
teimum føroyingum, sum
ynskja loysingina uttan mun
til, hvat fylgjan og kostnað-
urin verður. Eg eri ikki
samdur við teimum, men eg
virði teirra støðu. Tað er ein
erlig søk, men eg kann als
ikki foreina meg við tey full-
veldisfólkini, sum ynskja
loysingina upp á danska
fígging og vælvild, og fáa vit
hana ikki, so er tað tí danir
eru imperialistar og koloni-
harrar o.l. Tað er sum danir
siga, „at pynte sig med lånte
fjer.“
Men ynski um føroyskt
sjálvstýri og ynski um før-
oyskt sjálvbjargni kann ger-
ast ein fólkasøk, um vit bert
gera okkum tann ómak og
taka okkum ta tíð, tað tekur
at finna fram til hesa semju.
Semjan liggur hjá Føroya
fólki, og tað er ein politisk
uppgáva at dyrka hesa semju
fram. Men henda semja eitur
hvørki føroyskt fullveldi við
danskari vælvild ella før-
oyskt fullveldi við donskum
smásinni, og henda semja
eitur heldur ikki okkurt hiss-
ini nýskipanaruppskot, sum
bert hevur onkrar smávegis
broytingar av verandi heim-
astýrislóg. Men henda semja
liggur eitt ella annað stað
millum uppskot landsstýris-
ins um fullveldi og uppskot
Sambandfloksins til nakrar
varligar justeringar av ver-
andi skipan.
Ikki ósamdur
við Hvítubók
Eg eri ikki ósamdur við
Hvítubók, tá hon á blaðsíðu
67 sigur, at tað er ynski um
grundleggjandi broytingar á
trimum viðurskiftum, sum
eru orsøkin til hesa fullveld-
istilgongd. Tað eg her royni
at siga er, at eg hóast ikki
samdur um fullveldið, so eri
eg samdur, at vit mugu
fremja hesar grundleggjandi
broytingarnar. Tær eru:
• Vit mugu fáa sligið fast,
at heimildirnar hjá føroysk-
um myndugleikum ikki stava
frá umboði (delegatión), sum
danskir myndugleikar hava
givið og kunnu taka aftur.
• Vit mugu fáa sligið fast,
at løgtingslógir eru á sama
rættarstøði sum fólkatings-
lógir og ikki kunnu verða
trokaðar til viks av fólka-
tingslógum.
• Vit mugu fáa víðari heim-
ildir til at samráðast og at
gera sáttmálar við onnur
lond enn tær núverandi.
Men tað, sum eg samstundis
royni at siga er, at ikki er
neyðugt at fara yvir um ánna
eftir vatni. Vit kunnu fremja
áðurnevndu grundleggjandi
broytingar í einari nýggjari
skipan millum Føroyar og
Danmark, sum er innan fyri
ríkisfelagsskapin. Hetta kann
fremjast við einari Sjálvstýr-
islóg.
Hví fara yvir um
ánna eftir vatni
Stjórnin hevur nú meira enn
einaferð boðað frá, at hetta
við delegatiónina, sum hev-
ur verið eitt stríðsmál síðan
1948, kann endaliga fáast
upp á pláss í einari nýggjari
skipan. Forsætismálaráðhar-
rin hevur brúkt orðið „ui-
genkaldelighed“, sum merk-
ir, at heimildirnar hjá Løg-
tinginum kunnu ikki takast
aftur. V.ø.o. verður Føroya
Løgting hægsti myndugleiki
í øllum málum, sum vit hava
yvirtikið. Vit fáa evsta vald
á yvirtiknum málum - eingin
er yvir Løgtinginum í yvir-
tiknum málum.Tá vit so
samtundis við einari Sjálv-
týrislóg fáa tikið allar forð-
ingar burtur fyri, hvørji øki
kunnu yvirtakast, er vegurin
greiður til veruligt føroyskt
sjálvstýri og til veruligt før-
oyskt sjálvbjagni. Tá er av-
gerðin einsamøll okkara.
Treyt nummar tvey síggi
eg sum eina beinleiðis fylgja
av, at vit fáa treyt nummar
eitt upp á pláss.
Viðvíkjandi tí triðju treyt-
ini, so hevur danska stjórnin
eisini meira enn einaferð
sagt, at vit føroyingar mugu
gerast meira sjónligir á tí utt-
anríkispolitiska økinum, og
at føroyingar skulu sjálvir
taka avgerðir og føra sam-
ráðingar á teimum økjum,
sum hava týdning fyri okk-
um. T.v.s. at vit einsamallir
føra samráðingar og gera av-
talur á t.d. økjum sum fiski-
vinnu, handil, mentan og
umhvørvi.
Eisini hevur danska stjórn-
in boðað frá, at um vit nú
gera eina nýggja skipan ella
eina nýggja Sjálvstýrislóg
millum Føroyar og Dan-
mark, so skal henda fráboð-
ast altjóða samfelagnum, so-
leiðis at umheimurin veit,
hvør skipan er galdandi mill-
um hesi bæði londini.
Við hesum grundarlagi
ber veruliga til at fara at tosa
um reellan sjálvstýrispoli-
tikk í Føroyum. Eg vil fara
so langt sum at siga, at okk-
ara uppskot um eina Sjálv-
stýrislóg er ikki longur eitt
alternativ til ætlan landsstýr-
isns um eitt fullveldi, men
hetta er loysnin til veruligan
føroyskan sjálvstýrispoli-
tikk, sum kann fáa breiða
undirtøku millum manna.
Landsstýrið hevur
gjørt sakina danska
Við einari slíkari gongd
verður tað føroyingar sjálv-
ir, sum gera av, hvussu skjótt
sjálvstýristilgongdin
skal
ganga. Hetta kann alt gerast
í takt við okkara fíggjarligu
og umsitingarligu førleikar.
Tá verður hvørki neyðugt at
tosa um eina skiftistíð ella,
at danskir myndugleikar
okkara vegna skulu umsita
málsøki, ella at vit missa
rættindir, sum vit í dag hava.
Tá ber til alla vegin at hava
greiðar linjur, har vit føroy-
ingar hava fult tamarhald á
gongdini.
Gongdin, sum nú liggur í
kortinum hjá landsstýrinum,
hvílir á danskan vælvilja.
Enntá er man farin so langt,
at landsstýrið nú sigur, at
próvbyrðan fyri tí sjálvber-
andi búskapinum er donsk.
Danir skulu prógva yvir fyri
okkum, at avtalaða skiftis-
tíðin er grundarlag fyri ein-
um føroyskum búskapi.
Danir eiga seinasta orðið um
føroyskt fullveldi.
Lat okkum fáa sjálvstýr-
ismálið aftur á føroyskar
hendur - lat okkum fremja
ta loysn, sum júst passar til
okkara viðurskifti.
Aftur sum av torvheiðum
Landsstýrið er nú komið
heimaftur av triðja umfari,
og enn stendur í botni um
skiftistíðina. Danir siga 4 ár,
meðan føroyingar vilja hava
15 ár. Løgmaður hevur ikki
bara einaferð, men fleiri
ferðir sagt, at tað verður
eingin fólkaatkvøða við bert
4 árum, tí hon hevur ongar
møguleikar fyri at verða
samtykt. At hon ikki verður
samtykt, hevur løgmaður
rætt í, men honum tørvar at
síggja tann veruleika í eyg-
uni, at skiftistíðin verður bert
4 ár, um so talan verður um
nógv samráðingarumfør aftr-
at. Tí noyðist løgmaður,
heldur enn at draga tíðina út,
nú taka støðu. Annaðhvørt at
ein fólkaatkvøða verður hild-
in við 4 árum sum skiftistíð
ella at leggja kongin og lata
aðrar sleppa framat og finna
eina loysn, sum kann bera.
Men hvat hendir nú? Ræð-
ast teir nú sítt egna barn?
Høvdu teir væntanir um, at
alt helt áfram óbroytt, tá
loysingin er vorðin veru-
leiki? Hví bera teir ikki
høvdið høgt og siga fólki, at
hetta er so teytirnar við ein-
um fullveldis Føroyum, og
so taka takið?
Seta framtíðina veð
Sjálvt nú, har landsstýrið
egndi við oljuinntøkunum,
beit danska stjórnin ikki á.
Hugsið tykkum til, at lands-
stýrið fær seg til at skjóta
upp, at danir skulu fáa pant í
okkara møguligu oljuinntøk-
um, pant í okkara arvasilv-
uri, pant í okkara arvi til okk-
ara eftirkomarar. Hugsið
tykkum til, at nú skal full-
veldið lánifíggjast. Fullveld-
ið upp á borg - hetta var ein
sera mannminkandi støða,
vit endaðu í, sum avgjørt ikki
stuðlar upp undir okkara
eyðkenni sum ein stolt tjóð.
Og ynskið um at nú skal
ein triði partur vera við til
næsta samráðingar undir-
byggir bert tann veruleika,
at her er veruliga komið vátt
í reiðrið millum partarnar.
Tað fær ein at hugsa um frið-
avarðveitandi herlið hjá ST,
sum starvast úti í heimi, har
kúlur og kanónir er partur av
gerandisdegnum, og har
fólkið verður dagliga hótt
eftir lívinum, og har livium-
støðurnar eru undir øllum
lágmørkum. Men soleiðis er
ikki støðan her. Vælsignaðir
menn stingið fingurin í jørð-
ina. Hava vit eitt danskt yv-
irvald, um berjir okkara vilja
niður? Liva vit dagliga við
einari danskari hóttan yvir
høvdinum?
Løgmaður plagar ar siga,
at vit skulu seta tokið á spor-
ið aftur. Spor og tok er nú
ikki serliga føroyskt, so fyri
at brúka eina føroyska mynd,
so draga vit ikki bátin oman
gjøgnum urðargrót, men vit
draga hann eftir lunnum,
sum syrgja fyri, at hann kem-
ur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki
at flota bátin, men vit eru
aðrir sum kunnu leggja teim-
um lag á.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard
Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka
eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja
fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á, segði Jóannes Eidesgaard
m. a. á fólkafundi í Mikladali leygardagin í sambandi við summarstevnuna hjá Javnaðarflokkinum:
– Vit kunnu leggja løgmanni lag á
EDVARD JOENSEN
Smyril verður klárur aftur í
vikuni, og fer at sigla á jóan-
søku. Hann hevur nú í góð-
an mánað staðið í dokk á
Skála.
Siglingin hjá Claymore
millum Suðuroynna og
Havnina hevur ikki passað
serliga væl við siglingina
hjá Norrønu.
Heri Joensen sigur, at ein
grund til, at Claymore ikki
hevur siglt fyrr á morgni úr
Suðuroy teir morgnar, Norr-
øna er á Havnina, er tann,
at tað hevur verið ein rími-
liga stór misnøgd millum
suðringar um hetta. Teir
vilja heldur fara norður
kvøldið fyri enn at stilla seg
í kø á miðari nátt fyri at
sleppa við tíðliga á morgni.
Annars sigur hann, at tað
hava ikki verið tær øgiliga
nógvu viðmerkingarnar um
Claymore, hóast onkur er
komin.
Fólk hava tó havt onkrar
viðmerkingar til, at Smyril,
tá hann siglir, leggur at á
molanum, meðan Norrøna
liggur í krókinum við
Bursatanga.
Tað er sera óheppið, verð-
ur sagt, at ferðafólk úr Suð-
uroy ein mánamorgum
skulu ganga inn eftir mola-
num í Havn, samstundis
sum fleiri skip liggja og
lossa á økinum. Tí tað er
als ikki vandaleyst at fara
til gongu millum sveimandi
bingjur og truckar hvørt um
annað.
Onkuntíð hevur bussur
verið eftir ferðafólkinum,
men tað er meira enn so
komið fyri, at bussurin ikki
er komin.
Spurt hevur verið, hví
Nú kemur Smyril aftur
Eftir at hava staðið í dokkini á Skála eina tíð, verður Smyril nú flotaður aftur.
Hann fer í vikuni aftur í sigling
Smyril ikki kann liggja
nærri Norrønu, tá soleiðis
er. Eitt nú við síðuna av
henni, sum Teistin plagdi at
gera. Tá hevði verið so
ómakaleyst at sloppið um-
borð.
Av havnarskrivstovuni
hjá Tórshavnar Havn verður
sagt, at grundin til, at Smyril
ikki brúka tann skráan, sum
er við síðuna av Norruni, er,
at Teisitin legði gronina til,
meðan Smyril skal leggja
reyvina til. Og tað er tað
ikki pláss til har inni, verður
sagt. Eftir er so krókurin
undir havnarskrivstovuni,
sum mestsum bert kann
brúkast í fínasta veðri, og
molin, sum so hevur verið
valdur.
Nú fer eisini aftur at verða
siglt millum Skálafjørðin og
Havnina. Ternan I fer at
røkja siglingina. Siglt verð-
ur eftir lýstu ferðaætlanini.
Nú Ternan er farin aftur í
sigling um Vestmannasund,
eru Ternan I (gamla Ternan)
og Sam tøk. Og av tí at løg-
tingslóg er, sum áleggur
Strandfaraskipum Landsins
at hava skip siglandi millum
Skálafjørðin og Havnina,
verður Ternan I sett í hesa
sigling. Siglt verður eftir
prentaðu ferðaætlanini.
Men siglingin hjá Ternuni
I fer at gera, at bussurin av
Toftum til Havnar, tann so-
nevndi »Snar«, gevst at
koyra, upplýsir Heri Joen-
sen, leiðari á ferðafólka-
deildini hjá Strandfaraskip-
um Landsins.
Siglingin fer at byrja
fyrsta dagin, sigur Heri
Joensen. Men tá Sosialurin
tosaði við hann í gjár, var
ikki endaliga avgjørt, nær
byrjað verður.
Smyril, sum hevur verið í dokk á Skála, fer nú aftur í rutu
(Mynd: Edvard Joensen)
Hetta, at Ternan I nú fer
at sigla millum Skálafjørðin
og Havnina, ber í sær, at um
eitthvørt berst á hjá Ternuni,
verður siglingin um Vest-
mannasund skerd, tí tá verð-
ur bara Sam at taka til.
Annars sigur Heri Joen-
sen, leiðari á ferðafólka-
deildini hjá Strandfaraskip-
um Landsins, at tann nýggi
liðbussurin, sum Strand-
ferðslan hevur fingið, higar-
til hevur riggað væl.
Ætlanin var, at hann
skuldi koyra leið 400 úr
Eysturoynni um morgunin
og so taka flogrutuna seinni.
Men tað hevur víst seg í
summar, at tað hevur verið
so óvanliga nógv ferðing
um flogvøllin, at bussurin
mestsum bara hevur verið
nýttur á flogrutuni. Og hann
riggar væl, sigur Heri Joen-
sen. Bæði umborð á Ternuni
og Sam.
Men hann sigur tó, at teir
eru eitt sindur spentir upp á
at vita, hvussu verður á Oyr-
argjógv aftur í vetur.
Stóra felags sunnudags-
skúla- og familjutiltakið á
Svangaskarði verður ann-
aðhvørt leygardagin 9.
september
ella
sunnudagin 10. september
á grasvøllinum á Svanga-
skarði.
Í tíðindaskrivi siga fyri-
reikararnir, at tað er eftir
áheitan frá nevndini fyri
1.000 ára haldinum, at til-
takið verður.
Tiltakið er eitt felagstil-
tak, har dentur verður
lagdur á at savna sunnu-
dagsskúlarnar hjá øllum
kristnum samkomum og
Sunnudagsskúli á
Svangaskarði
Stórt felags sunnudagsskúla- og familjutiltak verður í
heyst á ítróttarøkinum á Svangaskarði. Tiltakið er
partur av 1.000 árahaldinum
meinigheitum í Føroyum.
Tiltakið verður skipað
bæði sum ein sunnudags-
skúli við tí frálæru, hesin
vanliga hevur, og sum ein
útferð, sum natúrligt er, tá
eitt sovorðið tiltak verður
hildið.
Enn er tiltakið ikki end-
aliga skipað, siga fyrireik-
ararnir. So er onkur, sum
hevur hug at koma við ein-
umhvørjum góðum hug-
skoti ella ynski, ber til at
venda sær til skrivstovuna
hjá 1.000 ára haldinum,
sum so kann beina víðari
til
rætta
viðkomandi.
Uppskot og ynski skulu
vera komin inn í seinasta
lagi 3. juli, siga fyrireik-
ararnir. Skrivstovan hjá
1.000 ára haldinum hevur
telefon nummar 32 11 32.
Arbeitt verður við enda-
ligu skránni, og boðað
verður frá aftur, hvussu
hon fer at síggja út. Men
talan verður um framførsl-
ur, sang og tónleik, kanska
onkran leik og so vanligan
sunnudagsskúla.
ej
v/ Charlotte Ellendersen
N. Finsensg¿ta 25 ¥ 100 Trshavn
Tel. 32 11 11
Sosialurin - 311820
Vit hava hpin av nàggjari v¿ru fr "Steffens" og
"Creme Fraiche" fr 0-16 r.
Eisini hava vit gÝa merkiÝ "Juice" viÝ t nàggjasta
innan mtan.
Nàggjur
kl¾dnahandil til b¿rn!