Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Mest sjónligi leikarin hjá HB sunnudagin var uttan iva lítli, men kviki, áleyp- arin, Bárður Mortansson. Bjóðaði av Ferð eftir ferð royndi hann at bjóða mótstøðumonn- unum av, og við skjótleika sínum megnaði hann eisini at skapa vandamiklar støð- ur, tá bólturin varð stungin inn um mótstøðuverjuna. Eydnan var tó ikki við hon- um, tá hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki slapp leysur móti málverjanum, og fyr- sta altjóða málið í HB bún- anum má tí bíða nakað aft- urat. Eins og restin av HB lið- num, so megnaði Bárður tó ikki tað stóra, tá teir 90 min- uttirnir vóru um at vera lid- nir, og seinastu løtuna var ikki nógv orka til teknisku snildirnar. Til at tosa við Eftir dystin hittu vit ein sjónliga troyttan Bárð, og spurdu vit hann, hvussu hansara fatan av dystinum var: - Eg haldi, at teir so av- gjørt vóru til at tosa við, og serliga í verjupartinum tók- tust teir ikki at vera so øgi- liga væl fyri. Trupulleikin er tó, at vit ikki skora upp á teir møguleikar, sum vit fáa, og tá teir so fáa síni mál í fyrra hálvleiki, er dysturin sum so liðugur fyri okkara viðkomandi. Hinvegin hevði dysturin ikki tann heilt stóra týdning- in hjá okkum, og vit hava heldur ikki merkt nakað trýst frá hvørki leiðslu ella venjara um, at málið var at koma víðari ella nakað lík- nandi. Tað hevur verið nógv tos- að um aldurin á HB liðnum í ár, og tað er eisini ein sannroynd, at nógvir av leikarunum á vøllinunum í dag høvdu lítlar ella ongar altjóða royndir. Heldur tú eisini, at hetat ávirkaði av- rikið? Ja, móti endanum vóru vit rættuliga nógvir ungir leik- arar á vøllinum, og so eru royndirnar sjálvandi ikki til staðar. Hinvegin haldi eg ikki, at hetta hevur gjørt nakran skaða. Týdningar- mesta hjá okkum í dystinum var nevnliga at fáa nakrar royndir, og so sjálvandi eis- ini at spæla eitt sindur á grasi. Í so máta var hetta eitt slag av roynd undan steypa- finaluni. Vit skora ikki Hóast hann einki trýst kendi á sær undan dystinum, so helt Bárður Mortans- son tó, at úrslitið hjá HB kundi verið betri sunnudagin At spæla á grasinum er eisini heilt ørðvísi, enn tá spælt verður á graslíki. Her ber í nógv størri mun til at renna longu sendingarnar upp aftur, og hetta haldi eg er størsti munurin hjá okk- um uppi í álopinum. Hugsa um heimligu kappingina Nú nevndi tú sjálvur steypa- finaluna. Er hetta nakað, sum liggur frammaliga í hugaheiminum, ella hugsa tit eins nógv um dystin á útivølli móti Lombard? Fyrst og fremst royna vit at hugsa um dystirnar í heimligu kappingini. Kom- andi dagarnir verða nakað strævnir. Fyrst hava ein framskundaðan dyst móti B71 at hugsa um, og í løtuni verður mest hugsa um hend- an. Dystin í Ungarn hava vit so at siga slettis ikki tosaå um, og eg haldi vit hugsa nógv meira um steypafinal- una, sum verður eina viku seinni. Endamálið við dystinum í Ungarn, verður tó helst tað sama. Nevnliga at fáa nak- rar royndir, og so eisini at venja seg við grasið. Góð úrslit aðrastaðni Tá dysturin móti Lombard var lokin, vóru úrslitini fyri 9. umfar í fyrstu deild eisini greið, og einki er at dylja, at Bárður var fegin um hesi. - Flestu úrslitini lagaðu seg væl fyri okkara viðkom- andi, men eg rokni við, at KÍ fara at verða nakað drúgvir í seinnu hálvu. Hann leggur tó dent á, at HB’liðið á ongan hátt ætlar at geva skarvin yvir í odda- stríðnum. Hóast teir einki trýst kenna á sær, so fara teir á vøllin fyri at vinna í hvørjum dysti, og verður hugburðurin hin sami, sum hann hevur verið higartil í landskappingini, man tað neyvan fara at ganga heilt galið. - vit ikki skora upp á teir møguleikar, sum vit fáa, og tá teir so fáa síni mál í fyrra hálvleiki, er dysturin sum so liðugur fyri okkara viðkomandi Mynd: Álvur Haraldsen Tórsvøllur ger góðan mun Peningarøkilin hjá HB er uttan iva fegin um, at heimadystirnar í europeiskum høpi nú verða leiktir á Tórsvølli JÁKUP MØRK Nógv hevur verið skrivað og sagt um Tórsvøll, síð- ani ætlanin av fyrstan tíð sá dagsins ljós, og ikki alt av hesum hevur verið líka positivt. Fegin kassameistari Ein er tó, sum uttan iva er fegin um nýggja vøllin, og tað er peningarøkilin hjá HB. At heimadystirnir hjá HB í europeiskum høpi verða leiktir á Tórsvølli heldur enn á Svanga- skarði, hevur í øllum før- um við sær, at nakað væl meira av peningi streymar niður í kassan hjá vert- unum. 50.000 eyka í kassan Tá HB undanfarin ár leik- ti sínar dystir á Svanga- skarði, vóru kanska um eini 300 fólk og hugdu, og av hesum mundu einir tveir triðingar hava fingið ymissløg av fríbillettum, soleiðis at tað einans mundu vera um 100 gjaldandi áskoðarar. Til dystin sunnudagin móti Lombard FC, vóru á leið eitt túsund fólk og hugdu at, og um talið av ókeypis atgongumerkj- um, sum verða latin sponsorum og øðrum, verður drigið frá, eru framvegis 800 fólk, sum hava goldið fyri at síggja dystin. Tað vil við øðrum orð- um siga, at HB man fáa góðar 50.000 kr. meira burtur úr at spæla á Tórs- vølli, enn teir høvdu fing- ið á Svangaskarði, og hetta man helst metast eitt plástur á sárið, eftir ítrótt- arligu avbukingina sunn- udagin. Nú sæst munur á Annars er tað hugaligt at síggja, hvussu Tórsvøllur sjálvur er við at taka skap nú. Asfalt er nú lagt á kring vøllin, og trappur og á- skoðarapláss framman fyri komandi FSF húsið eru nú eisini komin upp á pláss. Liðugur er vøllurin tó langt ífrá, men hóast alt røkist nú fyri, at vøllurin og kringstøðurnar eru um at taka skap, soleiðis at alt økið ikki longur er sum eitt byggjpláss á at líta. Enn eiga føroysk lið tó fyrsta sigurin á vøllinum til góðar. Nær hesin fer at koma er ilt at siga, men fyri føroyskan fótbólt er at vóna, at hesin ikki letur bíða alt ov leingi eftir sær. 80 ara flokkarnir - loysing- arflokkarnir, tykjast onki hava lært av kreppuni. Nú hava teir sanniliga í hyggju, at taka „loysing uppá lán“. Hevði danska stjórnin sagt ja, vórðu føroyingar aftur størstu skuldarar í Heim- inum. Núverandi samgonga er nú vorðin ein beinleiðis forðing fyri neyðugum broytingum í ríkisrættar- ligu viðurskiftunum: Teir hava arbeitt við málinum í gott 2 ár. Higartil er púrt onki komið burturúr „smølu semjuni“, ið greitt hevur ein breiðan meiriluta av føroy- ingum ímóti sær. Og høvdu teir fingið sína „loysn“, so hevði henda verið feld av einum stórum meiriluta av føroyingum, ið ynskja eina góða loysn innan karmarnar av Ríkisfelagsskapin. Ríkis- felagsskapurin er nevniliga gull verdur fyri allar føroy- ingar. • Um Sambandsflokkurin sat við róðrið, høvdu vit í sátt og semju fingið broyt- ingar í ríkisrættarligu við- urskiftunum innan 1 ár var farið - í Ríkisfelagsskapi- num. Og uttan lántøku. • Um landstýrið vil loysa, og varðveita livistøði, má milliarda lántøka til, ið eft- irkomarar okkara skulu gjalda aftur við rentum. • Hin møguleikin er, at lækka livistøði føroyinga niður í botn. • Seinasta útspæl um tíggj- utala milliarda lántøku vísir okkum greitt, at Landstýrið hevur tikið til eftirtektar tað, ið Sambandsflokkurin hev- ur ført fram. Nevniliga, at loysingin kostar so nógv, at peningur ikki er at gjalda vælferðina, ið tí má fíggjast við lántøku. Bert fyri at varðveita tað livistøði, skúla, heilsuverk og soci- alar veitingar, ið vit hava ídag. Um lánið ikki verður tikið, so verða hundratals milliónir pumpaðar úr heilsu, skúla, almanna og heilsuverki. Til stóran skaða fyri alt samfelagið, men ser- liga tey í verða rakt av ar- beiðsloysi, minkandi veit- ingum og øðrum vanlukk- um sum fráflyting o.ø. Áttu vit ikki heldur at bøtt um viðurskiftir føroyinga? Vit hava ídag ein sjálvber- andi búskap: Neyðugt er at skilja ímill- um, at hava • ein sjálvberandi búskap innan Ríkisfelagsskapin • ein sjálvberandi búskap uttanfyri Ríkisfelagsskapin (í Fullveldinum) • Sjálvberandi búskapur er, at inntøkur svara til útreiðslur: • Í dag hava vit ein sjálv- berandi búskap - í Ríkis- felagsskapinum: Tað gongur væl fíggjarliga. Vit megna allar okkara skyldur og hava umframt eitt yvir- skot. Vøkstur er í føroyska búskapinum, og hesin vøkstur kann halda fram innan Ríkisfelagsskapin, um Landstýri ger rammur, ið føroyingar kunnu arbeiða undir. • Skipanin vit hava ídag. er so mikið góð fyri Føroyar, at loysingarsamgongan ikki kann lata vera við at breggja sær av hvussu gott tað gongur. Tí er tað meira enn margháttligt, at skera á háls eina góða skipan innan Rík- isfelagsskapin, fyri at seta í verk eina ónýtiliga loysing- arskipan, hvørs grundar- steinur er milliarda lántøka - ið okkara eftirkomarar skulu gjalda aftur við rent- um. • Um loysast skal, so fáa vit ein annan sjálvberandi búskap, har fíggjarlógin minkar við eini 1600 milli- ónum krónum eftir 4 árum. Einhvør veit, at tað fær stór- ar avleiðingar fyri samfelag okkara. Vit fáa ein sjálvber- andi búskap á einum „øðr- um støði“ enn vit hava ídag. Einum nógv lægri støði. • Men eins og vit eru- og skulu vera - sjálvberandi innan ríkisfelagsskapin í- dag, so skulu vit vera sjálv- berandi uttanfyri. Tí má liv- istøði niður, um vit fara úr mál. Hesaferð verður Hesuferð í Vági, har jóan- søkan verður hildin. Fólkafundurin á jóan- søku verður sunnudagin kl. 15.00 við minnisvara teirra sjólatnu. Røðarar eru Jóhanna í Ólavsstovu og Jóanes Nielsen. Um- framt røður, verður eisini skipað fyri felagssangi. HØGNI MOHR Felagsskapurin, ið roynir at kunna føroyingar um fullveldi, er sera virkin, nú summarstevnurnar eru. Á eystanstevnu skip- aði felagsskapurin fyri fólkafundi, og aftur kom- andi vikuskiftið fer Hes- uferð at skipa fyri fundi um hetta stóra og eyma Hesuferð á Jóansøku Viðmerking: Skulu føroyingar aftur gerast størstu skuldarar í Heiminum? Ríkisfelagsskapinum. Ella má stór lántøka til, at halda livistøði óveruliga høgt. Fullveldið: 80ini umaftur - í stórum stíli: Fullveldið vil tí, eftir seinasta, at kalla óhepna, „uppskoti“ Lands- stýrisins, vera 80ara polit- ikkur við feitari skrift. Væl- ferð uppá milliarda lán. Tí- betur segði Nyrup nei. Tað skal hann hava tøkk fyri. Vit skulu ikki hava vælferð uppá lán og gerast heimsins størstu skuldarar aftur! Hava tit onki annað at koma við, so leggi frá tykkum. Tí aðrir stórir flokkar eru, ið hava eina veruliga loysn á Ríkisrættarligu viðurskift- unum, ið ikki skal gjaldast aftur við rentu! Nevniliga eini loysn innafyri Ríkisfel- agsskapin. Ongin við sínum fullu fimm slaktar hønuna, ið verpir gullegg - tí má Rík- isfelagsskapurin ikki slakt- ast! Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmaður Foreldrafelagið, felagið fyri foreldur at smábørn- um í Havn, hevði aðalfund í mai mánaða í ár. Fýra nýggj fólk vórðu vald í nevnd, meðan ein frá gomlu nevndini varð aft- urvaldur. Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis: Sámal T.F. Johansen, for- maður, Inna Sigvardsen, næstforkvinna, Høgni í Stórustovu, kassameistari, Guðrið Ellefsen, skrivari og Rigmor Dam, nevndar- limur. Aðalmálið: fleiri ans- ingarpláss Felagið hevur nú virkað í trý ár. Hóast nógv arbeiði hevur verið lagt í at loysa trupulleikanar á ansingar- økinum, eru teir tíverri enn líka stórir ella kanska størri enn áður. Sjálvt um nýggj ansingarpláss eru og verða sett á stovn í Havn er bíðilistin kortini longri nú enn nakrantíð. Tí verð- ur aðalmálið hjá felagnum komandi árið, eins og und- anfarnu ár, at fáa økt talið av nýggjum ansingarpláss- um munandi. Onnur mál Nýggja nevndin hevur eis- ini sett sær onnur mál at røkka. Eitt av hesum mál- um er at kanna møguleik- arnar fyri at Tórshavnar kommuna kann gera fleiri íløgur í barnaansing. Eitt annað er at vísa á tørvin fyri broyting í lógini um barnsburðarfarloyvi, so at tað samsvarar betri við møguleikarnir fyri barna- ansing í kommununi. Eitt triðja er at fáa kjak um verandi upptøkutreytir og mannagongdir. Eitt fjórða er at fáa Tórshavnar kommunu at betra um kunningina um pláss og bíðilista á ansingarøkin- um. Hví verða limir í Foreldrafelagnum? Umleið 470 børn standa á bíðilista til ansingarpláss í Tórshavnar Kommunu. Hetta merkir at tað eru nógv foreldur sum kenna sviðan av manglandi plássi. Limatalið hjá fel- agnum er eisini vaksi støð- ugt síðani tað varð stovn- að. Í dag eru uml. 100 lim- ir, men hetta talið eigur at verða nógv hægri. Vit heita tí á fólk um at gerast limir. Limagjaldið er kr. 100,- um árið og kann gjaldast á konto 9181-127127.1 í Føroya Sparikassa. Limafundur í heyst Í heyst verður skipað fyri limafundi. Evni á fundi- num verður trupulleikanir á ansingarøkinum, við ser- ligum denti á hvat politi- sku mynduleikanir ætla at gera fyri at loysa hesar. Ætlanin er at bjóða umboð fyri ymisku listanar, sum eru uppstillaðir til kom- andi býráðsval í Havn, til eitt orðaskifti um hetta evni. Øll eru vælkomin. - Nærri boð um limafundin koma eftir summarfrítið- ina., sigur nevndin í tíðindaskrivi. Nýggj nevnd í foreldrafelagnum Postverkið Hóast uppskotið viðvíkj- andi postverkinum bara snýr seg um eina eykajáttan til rakstur, roynir formaður- in í fíggjarnevndini og landsstýrismaðurin í vinnu- málum at draga inn í nevnd- arviðgerðina onnur viður- skifti, sum einki hava vit hetta mál at gera. Teir gera nógv burtur úr at gera post- verkið til alment partafelag, hóast tað ikki er politisk semja í samgonguni um hetta. Tað kann tykjast løgið at fara at skriva álit um eitt mál, sum ikki er lagt fyri tingið. Tað, sum tjóðveldisflokk- urin hevur kravt viðvíkjandi postverkinum, er, at starvs- fólkið verður tikið við upp á ráð, hvat er besta loysnin. Tað, sum øllum politikarum er kunnugt, er, at postverk- ið er niðurpínt fíggjarliga seinastu árini. Postverkið var á fíggjar- lógini í nógv ár, fyrst í 90‘unum var lítil og eingin játtan. Tá játtanin var hægst í 80‘unum, var talan um einar 19 milliónir um árið. Tað er tí púra greitt, at verkið er niðurpínt fíggjar- liga í gjøgnum nógv harr- ans ár. Tað er tí stórur tørvur á íløgum í viðlíkahald av bygningum og nýmótans tøkni. Støðan er tí tann, at Postverk Føroya er langt aftanfyri, um vit samanbera okkum við hini norður- londini, sum fyri mongum árum síðani sum almennir stovnar eru útbygdir við nútímans tøkni. Tað kann tí als ikki góð- takast, tá sagt verður, at tað er nøkur loysn at gera post- verkið til partafelag í ver- andi fíggjarstøðu. Tað er tí ein stórur spurningur, um politikarar eru til reiðar at játta tað, sum skal til, fyri at Postverk Føroya kann yvirliva sum partafelag undir teimum treytum, sum partafelagslógin setir. Postverk Føroya er í dag stovnur undir Føroya Landsstýri við tí endamáli, sum lógin frá 1976 setir. Tað vildi verið ein stór skomm, um P/F Postverk Føroya fór á heysin. Úrslitið av hesum vildi verið, at landskassin hevði verið noyddur at keypt egnu ogn sína aftur við stórum tapi. Tær royndir, sum vit hava av at skipa eitt ávíst prosjekt í eitt alment partafelag, eru skakandi. Landsstýris- maðurin hevur við hesum frásagt sær og komandi landsstýrismonnum alla á- byrgd til eina nevnd, sum hann sjálvur hevur valt til at gera tað, sum hann sjálvur ikki torir. Løgtingið hevur eisini mist sína ávirk- an, við tað at Løgtingið ikki kann draga nevndina til svars á sama hátt sum landsstýrismannin. Hetta hevur higartil kost- að landskassanum eitt tví- sifrað millióntal. Ikki nokk við tí. Arbeiðið er av hesi orsøk seinkað í meira enn hálvtannað ár. Her er talan um P/F Vágatunnilin. Landsverkfrøðingurin, sum sambært lógini skuldi hava eftirlit við arbeiðinum við ábyrgd mótvegis landsstýr- ismanninum, er skúgvaður til síðis, við tað at teirra til- mæli ikki verður tikið til eftirtektar. Í 80‘unum var tað inn, at geva landskassaveðhald til privatar fyritøkur. Nú sær tað út til, at tað er inn at stovna almenn partafeløg við landskassanum í rygg- inum til at reka almennar stovnar av privatum. Sum orðatakið sigur: Tað er vandi í hvørjair vælferð. Tað skuldi ikki undrað meg, um landskassin kemur at hanga upp á hesi feløg uttan at hava ávirkan á tað, sum fer fram. Heine O. Heinesen Ein tøkk til Blákrossheimið Eg havi verið á Blákross- heiminum og fingið góða hjálp fyri mín rúsevnistrup- ulleika. Eg eri rasandi yvir tað, sum verður skrivað um Blá- krossheimið í Oyggjatíðind- um, tí alt, sum skrivað er, er ósatt. Blákrossheimið hevur hjálpt mongum fólkum. Starvsfólkið á Blákross- heiminum skuldi fingið premiu, fyri teirra stríð. Sólborg gevur okkum øll- um kærleika, uttan mun til hvør ein er. Sólborg og hini starvs- fólkini hava sanniliga stríðst fyri at hjálpa okkum alko- holikarum. Tað hevur givið bonus. Nógv eru nú turr- løgd. At enda: Latið Blákross- heimið og starvsfólkini har fáa frið! Hetta skrivi eg fyri meg sjálva, og eg ivist ikki í, at hini búfólkini, sum hava verið á Blákrossheiminum og fingið hjálp, halda við mær. Vinarliga Elma Fornagarð