Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 Longu í annaðkvøld verður sjøtil settur á seinna umfarið av fótbóltskappingini. Tá hittast HB og B71 í Gunda- dali. Dysturin er fram- skundaður, tí HB hósdagin skal av landinum. Teir skulu til Ungarn at spæla seinna Intertoto Cup dystin. Úrslit- ið sunnudagin á Tórsvølli ger, at eingin møguleiki er fyri, at HB verður drúgvt í altjóða fótbólti á hesum sinni. B36 var oddalið tey fyrstu átta umførini í landskapp- ingini. Men tað er HB, sum kann kalla seg hálvárs- meistari. Og fyritreytirnar tykjast góðar hjá nýggja oddaliðnum. Í HB plaga teir at spenna bogan høgt. Teir plaga ikki at fjala, at málið er at vinna bæði steypa- kappingina og landskapp- ingina. Nú hava teir líkasum broytt taktikk. Í ár hava teir verið meiri eyðmjúkir. Teir hava sagt, at málið við nýggja liðnum er at vinna FM um tvey ella trý ár. Veruleikin er, at HB er komið í steypafinaluna, har teir – mett út frá avrikunum tær síðstu vikurnar – eru favorittar móti GÍ, og í landskappingini eru teir á odda. HB má finna seg í at vera stórfavorittur móti B71 í annaðkvøld. Og um HB megnar at liva upp til tað, sum verður væntað av teim- um, so verða teir fimm stig frammanfyri hini liðini, sum teir kappast við, tá tey komandi vikuskifti skulu gera burturav sær, áðrenn tey fara í summarfrí. Hetta fer at leggja trýst á hini liðini, sum hava møgu- leika at vinna FM. Tey eru B36, VB og B68, sum øll hava sama stigatal, og so KÍ, sum haltar eitt vet aft- anfyri hini. Um HB vinnur væntaða sigurin í annað- kvøld, so hevur einki av hin- um liðunum ráð at missa stig í vikuskiftinum. Merk- isvert er tað, at øll liðini, sum kappast um meistaraheitið, komandi vikuskifti skulu kappast móti liðum, sum stríðast fyri at sleppa undan niður- flytingarhóttanini. Klaksvíkingar skulu í Ru- navíkina at hevna ósigurin í fyrsta umfarinum. B36 skal til Gøtu. VB tekur á jóansøku ímóti sumbingum, og B68 skal fyri fyrstu ferð spæla landskappingardyst í 1. deild í Sørvági. Sambært skránni verður tann dysturin spældur longu leygardagin. Altjóða fótbólturin Føroyskur fótbóltur er vorð- in partur av altjóða fótbólts- heiminum. Tað hevur gingið skjótt tey seinnu árini. Fyri einari fjórðingsøld síðani kendist tað sum risafet inn í altjóða heimin, tá tað bar til á video at síggja tað, sum ein ella fleiri dagar frammanundan hevði gingið fyri seg í stóru kappingunum úti í heiminum. Í hesum EM tíðum er møguleiki at velja ímillum á hvørjari rás tú yn- skir at fylgja beinleiðis við í tí, sum gongur fyri seg í Hollandi og Belgia. Hjá teimum, sum eru góð við føroyska landsliðið, er tað serliga áhugavert at fylgja við, hvussu tað gongst hjá Slovenia og Ju- goslavia. Hesar báðar tjóð- irnar eru í bólki saman við Føroyum í komandi HM undankapping. Slovenia skal spæla í Føroyum 3. september í ár, og 11. ok- tober skal føroyska liðið spæla í Beograd í Ju- goslavia. HB var sunnudagin fyrsta føroyska umboðið í ár í eu- ropeisku kappingunum. Intertoto verður av UEFA, europeisku fótbóltssam- bondunum og feløgunum mett nógv lægri enn meis- tarakappingin og UEFA Cup. HB royndi at gera sítt besta, men teir taptu stórt, og hetta var enn eina ferð staðfesting av, at í altjóða fótbólti er landsliðið komið longri enn feløgini. KÍ, B36 og GÍ skulu seinni í summar luttaka í Europa Cup. Lutakastið verður nú fríggjadagin. KÍ skal spæla í innleiðandi um- farinum í meistarakapping- HB hevur buktina og báðar endarnar Hjá B36 hevur tað tikið eins dygt at missa John Petersen, sum tað var hjá HB at missa Allan Mørkøre ini 12. og 19. juli, og GÍ og B36 skulu í europeiska eld- in 10. og 24. august. Vit kunnu ikki rokna við, at GÍ verður áhugavert í kappingini um FM. KÍ og B36 kappast við HB um FM. Fyri bæði liðini er galdandi, at tey skulu út í europeiskt stríð, meðan HB bara fer at hava FM at hugsa um. Hetta verður ein fyri- munur fyri HB, og bágin verður størstur hjá B36. Hjá klaksvíkingum fer ikki at bera til at fara í summarfrí, og tað kann fara at vísa seg, at Europa Cup verður gott høvi hjá teimum at fyrireika seg til avgerandi stríðið í landskappingini. Avgerandi umførini Komandi vikuskiti skulu botnliðini spæla móti odda- liðunum. Um B36, VB, B68 ella KÍ kiksa ella hálvkiksa, so fer tað at kosta. Men longu í fyrsta umfarinum eftir summarfrítíðina verða tvær lykla uppgerðir á skránni. Tá skal B68 í Gun- dadal at spæla móti B36, og HB skal til Klaksvíkar. Í næsta umfarinum eftir summarsteðgin skal KÍ til Vágs. Úrslitini hjá klaks- víkingum í Runavík kom- andi sunnudag, móti HB á heimavølli og VB á útivølli verða avgerandi fyri møgu- leikan at endurvinna FM. HB skal til Vágs 27. au- gust. Tá tann dysturin er spældur fæst at síggja, um VB framvegis fer at hava møguleika at vinna fyrsta FM heitið. So langt hugsa vágbingar ikki enn. Teirra hugsanir snara um komandi vikuskifti, tá sumbingar koma til Vágs. Sørir gøtumenn NSÍ og GÍ hava bæði ætlað sær meiri enn at stríðast fyri at sleppa undan botninum. Serliga merkisvert er tað, at úrtøkan hjá Gí higartil hev- ur verið so út av lagi vána- lig. Gøtumenn hava í níggju landskappingardystum bara vunnið móti Sumba og NSÍ. Vit hava ikki roknað NSÍ millum mest uppløgdu evn- ini til niðurflyuting, og tað rokna vit teir framvegis ikki at vera. Sandoyingar vístu í Runavík, at teirra lið er betri enn eitt niðurflytaralið. At siga sandoyingar er kanska at taka munnin ov fullan. Merkisvert var tað, at av teimum fyrstu ellivu hjá B71 vóru bara fýra sand- oyingar: Ib Mohr Olsen, Jógvan Jón Petersen, Eli Hentze og Kári Nielsen. Onkur helt fyri, at talan var um eitt b lið hjá HB. Tað er kanska at gera í so nógv av, men tað er kærkomið bæði hjá B71 og ungum havnar- monnum, sum hava hug at royna síni fótbóltsevni á hægsta støði, at teir hava møguleika at spæla við B71. Vágamenn høvdu havt hópin fleiri stig, um dyst- irnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist fram- vegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa sumbingar á vitjan. JH Smeiturin var dyggur hjá HB, tá Allan Mørkøre í fjør fór til Íslands at spæla fótbólt… …og nú er líkt til, at missurin av John Petersen verður eins svárur hjá B36 JÁKUP MØRK HB-FC Lombard 0-4 (0-3) Fortreytirnar hjá HB fyri einum góðum úrsliti í Inter- Toto dystinum mót ungver- ska Lombard FC kundi neyvan verið betri. Sum ikki eina ferð spældi føroyska veðurlagið gestu- num eitt puss, og tað var ikki fyrr enn um 11-tíðina sunnudagin, at gestirnir kundu seta beinini á flog- vøllin í Vágunum. Harumframt søgdu hag- tølini eisini frá, at HB ikki hevur tapt á heimavølli í eu- ropeiskum høpi seinastu trý árini, so alt í alt vóru útlitini undan dystinum ikki so galin. Byrjaðu væl At byrja við var eisini líkt til, at HB í øllum førum fóru at geva gestunum dygga mótstøðu í dystinum. Grasvøllurin, sum ofta hevur verið ein bági fyri før- oysk lið, tóktist als ikki at nerva HB leikararar, og um nakað, vóru tað heldur gest- irnir, sum høvdu ilt við at fóta sær á váta undirlend- inum. Eisini viðførdi síða grasið, at bólturin ikki fekk alt ov nógva ferð á, og hetta hóvaði HB leikarunum sera væl. Tað gekk heldur so leingi, áðrenn heimaliðið fekk fyr- sta rættuliga møguleikan. Ungverskur verjuleikari mistók seg, tá hann fór eftir bóltinum, og alt endaði við, at Andrew kundi leggja ból- tin til Pætur Dahl, sum kom rennandi móti brotsteigi- num. Tað eydnaðist tó ung- verska málverjanum at blokera skotinum, og í aðru atløu varð bólturin ruddaður út til hornaspark. Málini komu ov lætt Stutta løtu eftir gylta møgu- leikan hjá Pæturi fekk mót- støðuliðið góðan málmøg- uleika, og ter vóru ikki eins miskunsamir og HB-leik- ararnir. Spælt varð í- gjøgnum í høgru, og tá bólt- urin varð sendir innfyri, stóð Gykla Zsinóczky full- komuliga leysur, og uttan stórvegis hóvasták kundi hann stúta bóltin í málið. Tað var merkisvert, at málskjúttin slapp at standa somikið leysur, og yvir- høvur tóktist tað soleiðis, at øll málini hjá ungverska lið- num vóru dekan ov løtt ella bílig. Ivaleyst er hetta eisini ein avleiðing av væntandi al- tjóða royndum á unga HB- liðnum. Ikki tí, yvirhøvdu stóðu teir seg væl, men tá teir í partum av dystinum ikki vóru heilt konsentrer- aðir, vórðu teir beinanvegin revsaðir. Málið til 2-0, var eisini eitt gott dømi um hetta. Í vinstru síðu spældu gestirnir seg skjótt og lætt framvið fleiri HB leikarum, og tá bólturin varð lagdur út Sán- dor Nagy, hevði hesin góðar stundir at leggja hann til rættis, áðrenn skotið varð móti málinum. Einki er at siga til, at HB leikararnir mundu iðra seg um málið, tí høvdu teir verið meira av- gjørdir, kundu teir uttan iva havt órógvað uppspælið til málið. Stóran part av hálv- leikinum spældi HB liðið annars fult upp við gestir- nar, og fleiri ferðir var tað bara seinasta sendingin, sum væntaði, áðrenn talan gjørdist um vandamiklar royndir. Teir fingu tó ein stóran møguleika at minka um munin, tá Hallur Da- nielsen, dekkaði bóltin væl, áðrenn hann júst í rættari løtu stakk inn um til Bárð Mortansson, men flata skot- ið smoygdi sær akkurát skeivu megin stólpan. Ístaðin fyri at tað soleiðis kundi verið 2-1 í hálvleik- inum, var HB verjan enn einaferð óansin, soleiðis at tað vóru trý mál á muni. Aftur hesu ferð var tað Sán- dor Nagy, sum ótarnaður kundi seta høvdið á bóltin. Onkur vildi kanska vera við, at Jóhannis í størri mun átti at forðað fyri málinum, men Jóhannis hevði helst nokk at hugsa um í hesi løt- u. Hann stóð nevnliga einsa- mallur við trimum mót- støðumonnum, og so er ikki altíð líka lætt at velja. Mistu mótið Aftanfyri 3-0, var einki at siga til, at HB leikararnir vóru heldur tamir, tá teir skuldu gera seinastu trý korterini av sær. Í framrættaða spælinum vóru teir als ikki eins sjón- ligir, og teir vóru fyrsta hálva tíman av fyrra hálvl- eiki, og í roynd og veru høv- du teir bert ein veruligan málmøguleika í seinna hálvleiki. Hesum stóð An- drew fyri, tá hann av mið- juni rak frá mótstøðuver- juni. Hart kroystur av tveimum verjuleikarum, fekk hann tó ikki lagt bóltin til vinstra beinið, og kalda høgra beinið fekk ikki bólt- in fram við málverjanum. Ungverska mótstøðuliðið hevði hinvegin fleiri møgu- leikar, tá málið til 4-0 so kom , var hetta aftur úrslit av vánaligum verjuspæli, heldur enn góðum álops- spæli. Hornaspark varð sent úr høgru, og fullkomuliga leysur kundi Vendel Horm- yák fluktað bóltin í málið, og so hjálpti tað einki, at Bárður sum ein annar sprellimaður royndi at verja fyri. Eftir hetta mistu HB leik- aranir fullkomuliga mótið, og løgdu mótstøðumenninir í, kundi sigurin eins væl størri. Tveir skaraðu framúr Av teimum 14 HB leika- runum, sum sunnudagin vóru á vøllinum, vóru tað serliga tveir leikarar, sum stóðu seg væl. Frægasti HB leikarin var uttan iva lítli álopsleikarin, Bárður Mortansson. Uttan stórvegis virðing fyri mót- støðumonnunum royndi hann at bjóða av, og fleiri ferðir høvdu stóru ungver- sku verjuleikarnir ilt við at fylgja honum, tá hann varð sendir eftir rennibóltum. Júst skjótleikin hevur ofta verið trupulleikin hjá før- oyskum spælarum, tá teir royna seg í altjóða høpi, men hetta er so ikki gald- andi hjá Bárði, og eitt nú hann gjørdist leysur í fyrra hálvleiki, kom hetta til sjón- dar. At hann so ikki skoraði, tá møguleikin beyðst, dreg- ur sjálvandi frá, men alt í alt stóð hann sterkast í myndini av HB-leika- runum. Hin HB leikarin, sum skaraði framúr, var Rúni Nolsøe. Hann var kanska ikki eins sjónligur í fram- rættaða spælinum, sum hann ofta er í heimligu kappingini, men hinvegin var hann í stóran mun einsa- mallur um at binda miðvøll- in saman. Hann fekk fatur á nógvum, og aloftast slapp hann sær eisini skilagott av við bóltin. Fleiri funnust eftir dystin at, at Rúni hevði verið so lítið sjónligur, men var hann ikki til staðar í hesum dysti, varð HB mi9ðvøllurin rætt og slætt runnin um koll. Umframt hesar báðar, stóðu Pætur og Janus seg eisini rættuliga væl. Eisini Hans spældi seg upp í seinna hálvleiki, eftir at hava verið eitt sindur ivandi fyrstu trý korterini. Stóðu hesir leikarar seg væl, so var tað hinvegin eitt vónbrot, at nakrir av meira royndu HB leikarunum ikki megnaðu at gera meira um seg. Á miðvøllinum tóktust Rói og Hallur ongantíð at koma veruliga inn í dystin, og serliga var tað í verju- partinum, at teirra partur lá eftir. Hetta viðførdi eisini, at umstøðurnar hjá Jóhannisi á høgra bakki vóru sera tor- førar, og serliga í fyrra hálv- leiki hevði hann trupulleikar av at plasera seg rætt. Royndirnar fara at koma Samanumtikið má sigast, at hóast HB í løtuni liggur á odda í fremstu deildini, so hevur liðið enn ikki tær dygdir, sum skulu til, um liðið skal standa seg nøkt- andi á altjóða pallinum. Málini hjá Lombard kom- u øll meira ella minni av sløsutum verjuspæli, og hetta sleppur man altso ikki væl frá, tá spælt verður á hesum støði. Talan er tó um eitt sera ungt HB lið, og so við og við koma hesir helst eisini at fáa tær royndir, sum eru so týdningarmiklar í hesum høpi. Hinvegin er tó eisini neyðugt, at teir fáu leikarar, sum hava royndirnar, í nógv Reytt/svart varð niðurbart Størsta orsøkin til greiða tapið hjá HB móti Lombard FC, mundi vera væntandi royndirnar hjá unga HB-liðnum, tí í roynd og veru vóru ungverjarnir ikki nakað ræðandi mótstøðulið Hesu ferð fekk Bárður vart fyri, men í fýra øðrum førum var einki at gera. Móti endanum lúrdi vandin fyri rættuligum stórtapi, men so galið gekk tað tíbetur ikki Mynd: Álvur Haraldsen størri mun gera sítt til at lyfta liðið. Komandi leygardag hava teir tó møguleikan at reisa seg, og hóast tað helst ikki er nakar HB’ari, sum vænt- ar ein sigur á útivølli, so eiga teir í størri mun at kunna spæla upp við mót- støðuliðið. So góðir vóru Lombnard nevnliga slettis ikki. HB-Lombard FC 0-4 (0- 3) 0-1: GyklaZsinóiczjy 13. 0-2: Sándor Nagy 20. 0-3: Sandor Nagy 42. 0-4: Vendel Hormyák 52. Dómaratríbólkur úr Norð- urírlandi: John Ferry, John Mc Clenaghan og Michael Mc Lauglin HB: Bárður Johannesen – Jóhan- nis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Jo- ensen – Hallur Danielsen, Rói Árting, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl – Bárður Mort- ansson, Andrew av Fløtum Lombard FC: Károly Gelei – Vernek Hormyák, Geza Meszóly, Jószea Szalma, Attila Virág – Vojtechkiss, Fabri Zjó- goncalves. Gábor Arki, Gykla Zsivóczky – Sándor Nagy, István Vincze Janus Joensen royndi seg fyri fyrstu ferð í europeiskukm høpi fyri HB, og samanumtikið varð hann ein teirra, sum stóð seg best á heldur tama HB liðnum Mynd: Álvur Haraldsen