týsdagur 20. juni 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 115 - 20. juni 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 115 - 20. juni 2000
JÁKUP MØRK
VB-B36 1-0 (1-0)
Sálarliga barlastin hjá B36
mundi vera í lagi, tá teir
sunnudagin fóru á vøllin
móti VB.
Gaman í hevur VB í ár
verið millum stinnastu liðini
í deildini, men hinvegin
hevði B36 ikki tapt á Eið-
inum síðani 1989, útlitini
fyri í hvussu so er øðrum
stiginum mundu vera góð.
Tá tað kom til stykkis,
hevði nútíðin tó vunnið á
siðvenjuni, tí havnarmenn-
inir máttu stigaleysir av
aftur oynni, og sum heild
mundi hetta eisini vera í
lagi.
Eingin framdrift
B36 byrjaði annars dystin
væl, og meginpartin av fyrra
hávleliki vóru tað eisini teir,
sum høvdu bóltin meira.
Rættuliga
vandamiklir
gjørdust teir tó ongantíð, og
tað sigur eitt sindur um spæl
teirra, at tað einamest var
við hornasparksstøðum, at
teir veruliga hóttu VB
málið.
Heimaliðið tóktist hin-
vegin nógv meira beinleiðis
í spæli sínum. Tá teir fóru í
álop, var tað við fullari ferð,
og fleiri ferðir stóðust góðir
málmøguleikar burtur úr, tá
teir soleiðis herjaðu á B36
verjuna.
Einasta málið í dystinum,
kom tó ikki sum úrslit av
einum av mongu kviku á-
lopunum. Eitt sindur óneyð-
ugt lat B36 hornaspark til
VB, og at kalla ótarnaður
kundi Jóan Pauli Olsen
senda bóltin í netið, tá sent
varð innfyri.
Møguleikarnir trutu
ikki
Um onkur helt, at B36 nú
fór at leggja veruligt trýst á
heimaliðið í seinna hálv-
leiki, so fór viðkomandi
púra skeivur í hesum.
Úr Vági frætta vit, at stør-
sti spurningurin seinastu trý
korterini var, nær VB skuldi
sláa sigurin fastan, við ein-
um máli til 2-0.
Hetta hendi ongantíð,
men tað var so ikki orsakað
av, at heimaliðið ikki hevði
nóg nógvar møguleikar.
Snøgt sagt, so svumu VB
leikararnir í málmøguleik-
um, men Tróndur Vatnham-
ar vann fleiri ferðir tvídystir,
tá VB leikarar komu púra
einsamallir móti máli hans-
ara.
B36 miðvøllurin fekk
ongantíð tamarhald á spæl-
inum. Kanska mest orsakað
av, at Jan Guttesen hevði ein
av sínum fáu vánaligu dyst-
um, og so hjálpti tað ikki
nógv, at ungi Klæmint Ma-
tras spældi ein rimmar dyst
við síðuna av Jan.
Hóast teir søgdu sigurin
vera í lagi, so tykjast B36
leikararnir ikki vera samdir
við teimum, sum siga at lið-
ið í løtuni er í djúpari
kreppu. Toppskjúttin tey
bæåi seinastu árini, Jákup á
Borg, segði eftir dystin, at
hann helt als ikki, at talan
er um nakra kreppu á lið-
num.
- Undan kappingarárinum
var tað so at siga eingin,
sum roknaði við, at vit skul-
du gera nakað serligt í ár,
so eg haldi ikki, at man
kann tosa um nakra kreppu
hjá okkum, greiddi hann frá.
Hann var tó sjálvandi
samdur í, at vónirnar kanska
vóru settar nakað upp, tá teir
fingu so góða byrjan, við
fimm sigrum á rað, men teir
eru so framhaldandi partur
av oddastríðnum.
Nøgdur og tó
Hóast fyrsta sigurin á B36 í
11 ár, so var leikandi ven-
jarin hjá VB, Krzystof Pop-
czynzki, ikki heilt nøgdur
við dystin.
- Eg eri sjálvandi nøgdur
við at fáa trý stig, men hin-
vegin misnýttu vit alt ov
nógvar málmøguleikar, og
tað kann eg ikki vera nøgdur
við. Tá vit hava so nógvar
100% møguleikar, eigur úr-
tøkan at vera betri, soleiðis
at eingin ivi verður um sig-
urin.
Venjarin hevði hug at
samanbera dystin sunnu-
dagin við tann, sum VB fyrr
í ár tapti móti B71, men
segði tó, at munurin var, at
teir hóast alt fingu stigini
við sær hesuferð.
- Hetta var tó ein sera týd-
ningarmikil sigur fyri okk-
um. Nú er vit av álvara við
í toppstriðnum, og megna
vit eisini at vinna móti Sum-
ba komandi vikuskifti,
verður hugurin at venja í
summarfrítíðini eisini nógv
betri, helt Krzystof fyri.
Víðari segði hann, at sum
støðan í oddinum er í løtuni,
verður helst talan um eina
sera spennandi seinnu kapp-
ingarhálvu, har øll fimm ov-
astu liðini hava møguleika
at gera rættuliga vart við
seg.
Ræður um at halda
fast
Sum nevnt, so er seinasti
dysturin hjá vágbingum á
heimavølli móti Sumba á
Jóansøku. Einki er at taka
seg aftur í, at VB eru greiðir
favorittar at vinna dystin, og
um so er, standa teir í eini
sera góðari støðu, áðrenn
átta teir seinastu dystirnar.
Einasta av oddaliðunum,
sum VB framvegis hevur til
góðar at møta á útivølli er
B36, meðan teir á heima-
vølli fáa vitjan av KÍ, B68
og HB. Um ein hampuliga
góð úrtøka fæst úr hesum
trimum dystunum, eru út-
VB skal takast í álvara
Við sigrinum á B36 hevur VB av álvara blandað seg í oddastríðið. Hinvegin
tykist B36 fullkomuliga hava mist takið
litini fyri eini endastøðu
uppi oddinum helst á eini
góðari leið.
B36, sum fyrsta partin av
kappingini sá út til at skula
verða einaráðani í deildini,
tykist hinvegin at vera
steðgað rættuliga á seinastu
vikurnar.
Fyrst og fremst tykist
missurin av John Petersen
at hava verið størri, enn
flestu áskoðararnir upp-
runaliga góvu sær far um,
men harafturat hevur liðið
eisini verið meint rakt av
skaðum.
Ivaleyst eru flestu av
skaddu monnunum komnir
fyri seg, tá tørnað verður út
aftur eftir summarsteðgin,
men áðrenn ´summarfrítíð-
ina hevur B36 útidyst í
Gøtu. Ein dystur, sum helst
skal vinnast, um vónirnar
um ein oddasess skulu
varveitast.
VB-B36 1-0 (1-0)
1-0: Jón Pauli Olsen 40.
Dómari: Petur Reinert
B36:
Tróndur Vatnhamar – Fróði
Clementsen, Egil Zachari-
assen, Jens Kristian Hansen
– Dánjal Petur Johansen,
Klæmint Matras, Jan Gutt-
esen, Håkan Lundholm –
Jákup á Borg, Ronnie Sa-
mulelsen, Magni á Lakjuni
VB:
Bjarni Johansen – Predrag
Zivkovic, Eyðun Jacobsen,
Magni Jacobsen – Palli Au-
gustinussen, Tórður Holm,
Jón Gærdbo, Milan Kulic,
Jón Pauli Olsen – Robert
Cieslewicz, Krzystof Pop-
czynzki
JÁKUP MØRK
TB-KÍ 5-2
Aldursforsetin í føroysk-
um fótbólti, TB, hevur í
ár sent greið boð um, at
teir ætla sær upp aftur í
fremstu røð í føroyskum
fótbólti. Fyrstu dystirnar
var spælið tó eitt sindur
trilvandi, men í seinastuni
hevur verið líkt til, at boð-
ini av Tvøroyrir skulu
takast í álvara.
Einki gestablídni
Leygardagin vóru tað
klaksvíkingar, sum stóðu
fyri skotum, tá teir bæði
ferðamóðir og ringir í sjó-
verki komu á Sevmýru at
spæla dyst.
Tvørámenn tóktust tó
ikki geva sær far um, at
onkur av mótstøðumonn-
unum var eitt sindur illa
fyri. Í øllum førum gjørdu
teir ikki nakrar royndir at
fáa gestirnar at kenna seg
vælkomnar á vøllin.
TB setti seg nevnliga
ruddiliga á dystin longu í
fyrra hálvleiki, og ikki
gekk long tíð, áðrenn
bólturin lá í KÍ málinum.
Hetta hendi, tá beinini
vórðu tikin undan Dan
Mortensen í kriminella ø-
kinum, og landsliðsmað-
urin, Óli Johannesen setti
brotssparikið trygt í netið.
Einar Petersen skoraði
til 2-0, eftir eitt vakurt og
skjótt spælt TB álop, har
bólturin at enda varð rull-
aður til Einar, sum bert
skuldi seta innarusíðuna
á bóltin.
Nakað seinni eydnaðist
tað Fríðin Ziskason at
minka um munin fyri KÍ,
men gleðin var stokkut,
tí áðrenn steðgin hevði
Bogi Johannesen, sum er
heima í summarfrí, aftur
økt munin upp í tvey mál,
tá hann var fyrstur á inn-
leggi.
Tá støðan var 2-0, fekk
KÍ annars tillutað brots-
spark, men Allan Joensen
misnýtti tilboðið.
Vunnu við níggju
Fyrsta korterið av seinna
hálvleiki skeyt Óli Johan-
nsen tvey mál afturat. Tað
fyrra upp á beinleiðis frí-
spark, meðan 5-1 málið
var eitt úrslit av triðja
brotssparkinum í dyst-
inum.
Dysturin var nú so
ruddiliga avgjørdur, og tá
KÍ innan tríggjar minuttir
misti Meinhard Hansen
og Jón Havn, sum báðir
fingu reyða kortið, var líkt
til, at talan skuldi gerast
um rættuliga sorl.
TB hevði eisini hópin
av
møguleikum
eftir
hetta, men neyvleikin var
als ikki til staðar, og í-
staðin kundi KÍ minkað
um munin móti endanum,
ta Jóhannis Færø setti
bóltin í netið.
Sostatt tapti KÍ 5-1, tá
teir vóru ellivu á vølli-
num, meðan teir vunnu 1-
0, tá teir í nærum hálvan
tíma vóru 9 móti 11.
TB tykist nú rættuliga
hava sett kós móti fyrstu
deild. Byrjanin var heldur
óstøðug, men í løtuni
tykjast teir uttan iva at
vera besta boðið til ein
uppflytara.
KÍ skal hinvegin skava
sær nøkur stig saman na-
kað skjótt, áðrenn teir
koma í veruligan niður-
flytingarvanda. So galið
man tað neyvan fara at
ganga, tí liðið telur fleiri
leikarar, sum seinnu árini
hava staðið seg væl í best-
u deildini, og sum fram-
vegis høvdu gjørt tað, um
nóg nógv varð lagt fyri í
venjingini.
TB-KÍ 5-2 (3-1)
1-0: Óli Johannesen (br.)
2-0: Einar Petersen
2-1: Fríðin Ziskason
3-1: Bogi Johannesen
4-1: Óli Johannesen
5-1: Óli Johannesen (br.)
5-2: Jóhannis Færø
Kósin er sett
2. deild: Tvørámenn hava rættu-
liga fingið ferð á spælið, og eru
nú einsamallir á odda
Leikandi venjarin hjá VB, Krzystof Poczynzki, var ikki nøgdur við dystin. - Úrtøkan hjá okkum í mun til
málmøguleikarnar var alt ov lítil, segði venjarin eftir dystin
Mynd: Áki Bertholdsen
Tað hevur avgjørt styrkt TB-liðið, at Magni Hentze
aftur er tøkur at verja málið
JÁKUP MØRK
B36-HB 5-1 (1-0)
Seinastu vikurnar hevur
verið líkt til, at næstbesta
liðið hjá HB rættuliga
skuldi fara at gera um seg
aðrur deild.
Byrjanin var einki ser-
lig fyri teirra viðkomandi,
men seinastu úrslitini
hava verið góð, og onkur
hevur eisini tosað um
møguleikan fyri at vinna
heiðursmerki í deildini.
Hjá grannunum í B36
hevur gongdin verið júst
tann øvugta. Fyrstu um-
førini var liðið so avgjørt
millum tey bestu í deild-
ini, og millum annað varð
TB sent heim við einum
dyggum tapi. Síðani gekst
heldur striltið, og seinastu
vikurnar er bortnurin á
talvuni komin í so nær hjá
árstalsfelagnum.
Bit í B36
Við hesum í huga, saman
við teirri sannroynd, at
HB aloftast hevur gott tak
á grannunum, var kanska
væntandi at HB skuldi
vinna tryggan sigur leyg-
ardagin.
Helst vóru spælararnir
av somu fatan, men í hes-
um fóru teir so sanniliga
skeivir. B36 var tað av
liðunum, sum byrjaði
dystin nógv betri. Teir
vóru fyrstir á so at siga
øllum bóltum, og harum-
framt fingu teir eisini
spælið at hanga bógv bet-
ri saman.
Burtur úr yvirvágini
fingu teir eisini eitt mál í
fyrra hálvleiki, tá skjótt
mótálop endaði við, at
Brynleif Hansen kundi
skall bóltin í netið.
Í seinna hálvleiki helt
gongdin fram, og Tað
eydnaðist teimum eisini
at økja um leiðsluna, tá
mistak í HB verjuni við-
førdi, at Johnny Samu-
elsen brádliga gjørdist
púra leysur í HB brots-
teiginum.
HB leikararnir vóru tó
ikki einsamallur um at
gera mistøk í verjupart-
inum, tí lítla løtu seinni
stóð Eyðun Samuelsen
púra leysur í HB brots-
teiginum, soleiðis at hann
kundi minka um munin.
Luftin fór
Eftir hetta kom HB meira
við í dystin, og teir høvdu
eisini møguleika at vinna
upp á javnt, men hóast
fleiri vandamiklar støður,
so eydnaðist hetta kortini
ikki.
Ístaðin slapp B36 upp
á 3-1, tá verjuleikari var
so óhepping at senda
bóltin í egið mál, og so
var liðugt hjá HB.
Sjálvmálið tók so at
siga seinastu luftina úr
reyð/svarta
havnarlið-
num, og seinastu løtuna
av dystinum hevði B36
lætt spæl.
Brynleif Hansen fekk
enn eitt mál, tá hann varð
spældur púra leysur, og
rak fram við málverja-
num áðrenn hann legði
bóltin í netið. At enda
kundi Gunnar Nielsen,
sum helst mundi vera
besti maður á vøllinum,
seta krúnuna á verkið, tá
hann fyrst dróg frá verju-
leikara við hælinum, áð-
renn hann sendi eitt bein-
rakið skot í meskarnar.
Við sigrinum slapp B36
sær aftur upp á ovaru
hálvur á stigatalvuni, og
megna teir eisini at vinna
í Leirvík komandi viku-
skiftið, eru teir aftur part-
ur av málmstríðnum.
HB datt hinvegin nakað
niður á talvuna, og kom-
andi dysturin, á heima-
vølli móti ÍF, man helst
fara at vísa, hvørt ætlanir
teirra um heiðursmerki
skulu takast í álvara ella
ikki.
B36-HB 5-1 (1-0)
1-0: Brynleif Hansen
2-0: Johnny Samuelsen
2-1: Eyðun Samuelsen
3-1: Sjálvmál
4-1: Brynleif Hansen
5-1: Gunnar Nielsen
B36 vann
grannauppgerð
2. deild: Næstbesta B36 liðið vendi
gongdini, tá teir í grannauppgerð-
ini smurdu HB av
Klaksvíkingar eru framveg-
is við í kappingini um
meistaraskapin. Teir vunnu
4–1, tá FS Vágar vitjaði
sunnudagin, men KÍ kennir
framvegis stórt trýst á sær.
HB er oddalið, og so leingi,
sum teir vinna sínar dystir,
er tað lívsneyðugt hjá KÍ at
fáa fulla úrtøku hvørja ferð.
Hesa ferð fingu teir ein
kvøkk tíðliga í 1. hálvleiki.
FS Vágar var heilt týðuliga
komið til Klaksvíkar at dyr-
gja eftir javnleiki. Teir høv-
du nógv fólk aftarlaga á
vøllinum, og teir vóru tættir
í verjupartinum. Fyritreyt-
irnar fyri taktiska upplegg-
inum styrknaðu uppaftur
meiri, tá John Johansen
legði gestirnar framum.
Málið stóðst av eftir fínt
snarálop.
Klaksvíkingar
vóru frammarlaga, tá teir
høvdu
hornaspark.
Vágamenn spældu skjótt út
frá málinum, Tór–Ingar
Akselsen, sum er mest eyð-
sýndi vágamaðurin í álops-
partinum, streyk avstað í
høgru, tá Marek akkurát
ikki fekk fatur á honum. Na-
kað inni á KÍ hálvuni slepti
Tór–Ingar bóltinum inn á
miðásin til John Johansen,
sum dróg eitt sindur, áðrenn
hann potaði bóltin framvið
Zoltan, ið kendi seg noydd-
an at fara eitt sindur út úr
málinum.
Gestirnir fegnaðust. Teir
høvdu umskipað liðið, men
í fyrra umfarinum tóktist tað
ikki at bila. Miðvingurin
Pól Kjartan Thomsen var
fyri fyrstu ferð við frá byr-
jan – hann var vongverji í
høgru – Eyðfinn Fjalsbak
var í miðverjuni saman við
Darius (Zilva var leikbann-
aður), og FS Vágar hevði
nógv fólk á miðvøllinum.
Birgir Joensen var einsa-
mallur heilt frammi. John
Johansen var hangandi á-
lopsmaður, Sonni Johansen
var í vinstra og Tór–Ingar
Akselsen í høgra borði, og
Albert Ari Thomassen og
Hannus Olsen royndu at
fylla mitt fyri.
Fluttu seg ov lítið
Leiðslumálið hjá FS Vágum
órógvaði heilt týðuliga
heimaliðið. Klaksvíkingar
høvdu bóltin meiri enn
tríggjar fjórðingar av tíðuni,
men teir høvdu ilt við at
spæla seg til møguleikar.
Rógvi Jacobsen skuldi
vera miðframherji og harvið
lúra eftir møguleikunum í
brotsteiginum. Men stílurin
og lyndi hjá evnaríka mann-
inum eru ikki í Kurt Mørk-
øre stíli at bíða og vera lítið
í spælinum. Rógvi fór, sum
hann plagar, aftur á vøllin
fyri at taka lut í uppspæl-
inum. Ætlanin var, at Marek
skuldi vera verjukendur
miðvallari aftanfyri Jan Jo-
ensen og Kristian á Lakjuni,
men tað tóktist koma fløkja
í, tí Marek lá ofta aftanfyri
miðverjarnar báðar.
Sendingarnar tvørturum
og aftureftir góvu ikki nógv,
men tað eydnaðist klaksvík-
ingum at javna undan steðg-
inum. Úti í brotsteiginum
endaði luftdystur millum
Rógva Jacobsen og FS Vág-
ar málverjan Remi Miko-
tionis við, at innlegg úr vin-
stru datt niður á vøllin. Har-
ley Bertholdsen var fyrstur
á, og úr fjúrtan metrum sen-
di hann í meskarnar.
Arnold setti ferð í
2. hálvleikur var ikki serliga
gamal, tá KÍ framdi tvær
útskiftingar. Srecko, sum
higartil ikki hevur verið
tann álopsstyrkurin, sum tað
var roknað við, kom á vøllin
fyri Kristian á Lakjuni. Tá
fór Rógvi Jacobsen aftur á
miðvøllin, meðan Srecko
gjørdist miðverji.
Løtu seinni kom Arnold
Joensen, sum hevur verið
skaddur í nakrar vikur, á
vøllin fyri smáskadda Ma-
rek, og tá var tað, at tað
orduliga glapp hjá KÍ. Ar-
nold tóktist frá beinkinum
at hava lisið av, hvat skuldi
til fyri at toga mótstøðu-
verjuna sundur. Hann spæl-
di skjótt og neyvt, reikaði
nógv, og tordi at bjóða av.
At hann megnaði at sneiða
ein og tveir mótstøðumenn
av sær, hevði við sær, at
vandamiklar støður stóðust
av, og tað bar við sær, at KÍ
fekk trý mál afturat.
Ove Nysted átti eisini
stóran leiklut. 2–1 málið
skoraði Ove Nysted, eftir
uppspæl í høgru og innlegg
frá Arnoldi Joensen. 3–1
málið var brotsspark. Har-
ley Bertholdsen var tryggur
úr ellivu metrum, eftir at
Ove Nysted var feldur.
Og tá KÍ staðfesti sigurin,
Arnold setti futt
í klaksvíkingarnar
Vágaliðið kom á odda, men síðsta hálva tíman høvdu teir millum lítið og
einki at bjóða uppá
vóru tað aftur teir báðir Ar-
nold Joensen og Ove Ny-
sted, sum vóru høvuðsleik-
arar. Arnold Joensen var
staddur í vinstru, tá hann
sendi innfyri málið. Har var
Ove, sum var staddur einar
seks ella sjey metrar úr mál-
inum, so mikið leysur, at
hann fekk loyvi at sjonglera
við bóltinum nakrar ferðir,
áðrenn hann smekkaði í
kassan.
Klaksvíkingar høvdu bara
ein annan stóran møguleika.
Støðan var 2–1, tá Srecko
var spældur púra blankur.
Hann valdi at smekka til, og
málverjin, sum var komin
út ímóti honum, hálvbjarg-
aði. Hevði sjálvsálitið og
tryggleikin hjá frremmanda
KÍ manninum verið størri,
so h evði hann ivaleyst valt
at lyfta upp um málverjan.
Komandi sunnudag skal KÍ
til Runavíkar. Har hevur tað
ikki altíð gingið so væl hjá
teimum, men KÍ kennir
treytirnar. Um teir skulu
hugsa um FM, so skulu teir
vinna. Vágamenn kenna
eisini treytirnar. Um teir
skulu sleppa undan niður-
flytingarhóttanini, sum hev-
ur hingið yvir teimum alt
kappingarárið, so skulu teir
fáa stig og helst vinna, tá
B68 kemur vestur.
JH
KÍ-FS Vágar 4-1 (1-1)
0-1: John Johansen 10.
1-1: Harley Berholdsen 20.
1-2: Ove Nysted 73.
3-1: Harley Bertholdsen
(br.)79.
4-1: Ove Nysted 86.
Dómari: Kim Ejdesgaard
KÍ:
Zoltan Kojundzic – Harley
Bertholdsen, Andrzej Pa-
cek, Jan Andreasen, John
Ryan – Jan Joensen, Marek
Wierbzbicki, Kristian á
Lakjuni – Ove Nysted, Róg-
vi Jacobsen, Heðin á
Lakjuni
FS Vágar:
Remi Mikotionis – Pól
Kjartan Thomsen, Darius
Magdisauskas,
Eyðfinn
Fjalsbak, Rimvadis Bakus
–
Tór–Ingar
Akselsen,
Hannus Olsen, Albert Ari
Thomassen, Sonni Johan-
sen – John Johansen, Birgir
Joensen
At saknurin í Arnold
hevur verið stórur hjá
KÍ er einki at ivast í.
Sunnudagin kom hann
á vøllin í seinna hálv-
leiki, og hetta gjørdi
munin í dystinum
Mynd: Álvur Haraldsen