týsdagur 20. juni 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 115 - 20. juni 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 115 - 20. juni 2000
NSÍ-B71 1-1 (1-0)
Í framúr góðum fótbólts-
líkindum býttu NSÍ og B71
leygarkvøldið stigini mill-
um sín á Eystanstevnuni. Tá
Suni Johansen bríkslaði fyri
síðstu ferð, var tað týðuligt,
at gestirnir vóru nøgdir við
úrtøkuna, meðan teir á
heimaliðnum ikki vóru
nøgdir við at fáa eitt stig
buturúr móti einum av lið-
unum, sum teir á heimavølli
høvdu ætlað sær at fingið
fulla úrtøku burturúr ímóti.
Fyri liðini í bestu føroy-
sku deildini er tað ein stór
uppgáva at standa fyri fót-
bóltsundrhaldinum aftaná,
at áskoðararnir hava havt
møguleika at síggja Portu-
gal og Rumenia, og fram-
manundan at Ongland og
Týskaland fara um skíggj-
an. Hetta vóru treytirnar hjá
NSÍ og B71. Tí er tað væl
hugsandi, at dómurin yvir
stevnuavrikið hjá teimum í
Runavík og teimum á Sandi
verður ivaleysa harður.
At munurin í málum alla
tíðina var so tepur, hevði tað
við sær, at spenningurin
varð varðveittur alla tíðina.
Onkra løtuna fleyt spælið
hampuliga væl, men tað
kom meiri enn so fyri, at
lætta loysnin at sparka í
staðin fyri at spæla varð
vald, og tað var ikki atlíð,
at temjingarnar og bóltfør-
leikin annars var á tí støð-
inum, sum tað kann roknast
við av teimum, ið undir-
halda á hægsta støði í Før-
oyum.
NSÍ umfarið
Heimaliðið var nógv meiri
ágangandi í fyrra umfari-
B71 tók luftina úr NSÍ
Tá sandoyingar í 2. hálvleiki vóru meiri framrættaðir, hóttu teir heimaliðið so
mikið nógv, at teir vóru um reppið at fara við øllum stigunum
num. Tað mesta gekk fyri
seg á hálvuni hjá sandoy-
ingum. Hetta komst fyri ein
part av, at NSÍ vísti rættan
hugburð. Teir vóru nógv
meiri ágangandi, enn teir
ofta hava verið, og teir ar-
beiddu væl fyri hvørjum øð-
rum.
Men tað komst eisini av,
at B71 ikki legði so nógv í
verjupartin frammarlaga á
vøllinum.
Sandoyarliðið
pakkaði seg saman aftarlaga
á egnari hálvu, og so dúv-
aðu teir upp á, at tað skuldi
eydnast at senda langar
bóltar fram til Eli Hentze
og Michael Jørgensen, sum
ofta vóru einsamallir fram-
marlaga á vøllinum.
NSÍ hevði fleiri góð álop,
men tað var ikki ofta, at teir
settu Valdemar Nowisci á
tær stóru royndirnar. Ian
Højgaard, Gert Langgaard,
Dánial Hansen og eisini
onkur annar høvdu fínar
skotroyndir, men at tað var
so tjúkt fyri frammanfyri
B71 málið gjørdi, at roynd-
irnar oftast vórðu blokerðar,
áðrenn bólturin kom í
málteigin.
Málinum, sum NSÍ fekk
seint í 1. hálvleiki, bilti
einki. Eftir deyðbóltsstøðu
til B71, gjørdi NSÍ skjótt av.
Ian Højgaard spældi Gert
Langgaard leysan í høgru,
innleggið kom til nærra
stólpan, har Dánial Hansen,
sum aftur hesa ferð var í
álopinum, var so mikið
leysur, at tað var løtt søk hjá
honum við høvdinum at
stýra bóltinum í málið.
At Dánial hesa einu ferð-
ina var so leysur, mundi
komast av, at B71 veteran-
urin, Ib Mohr Olsen, sum
av álvara hevur spælt seg
aftur á liðið, ikki var komin
upp á pláss aftur, eftir at
hann hevði verið frammi í
sambandi við deyðbólts-
støðuna. Ib hevði annars
gott tak á í luftkrígnum við
Dánial Hansen.
B71 umfarið
At sandoyingar í fyrra um-
farinum høvdu Eli Hentze
á toppinum tóktist ikki so
sannførandi. Veteranurin
var í síni tíð skjótur og
snildur álopsmaður. Í seinna
umfarinum var Eli Hentze
á miðvøllinum. Eli setti av
álvara dám á spælið, og av-
rikið boðaði frá, at tað eru
bóltførleikin og taktisku
evnini á miðvøllinum, ið nú
eru bestu dygdirnar, sum
B71 eigur í Eli Hentze.
Beint undan steðginum
framdi B71 venjarin dupult-
a útskifting. Alex Nielsen,
sum hevði verið ivasamur,
kom á vøllin saman við Já-
kupi Lamhauge, og hetta
vísti seg at hjálpa væl upp á
álopspartin.
Síðst í 1. hálvleiki var um
reppið, at B71 javnaði. Ju-
lian Floresco, sum var sera
eyðsýndur á miðvøllinum í
vinstru, sendi fríspark úr átj-
an metrum omanfyri mann-
garðin og móti samankom-
ingini, har Rúni Joensen
bjargaði.
Eli Hentze javnaði við
brotssparki. Alex Nielsen
kappaðist uttarlaga í brots-
teiginum í vinstru við Arn-
finn Langgaard um stikk-
bólt frá Eli Hentze. Ivaleyst
gjørdi B71 maðurin frí-
spark, men tað sá dómarin
ikki. Og so legði verjuvete-
ranurin mótstøðumannin
niður. Tað sá dómarin, og
Eli sendi brotssparkið fram-
við Kára Hansen, sum var
farin í málverjubúnan, tá
Rúni Joensen var so mikið
plágaður av knæskaða, at
hann kendi seg noyddan at
fara av vøllinum.
Sum seinna umfarið leið,
lá eitt B71 mál meiri í luftini
enn eitt mál til heimaliðið.
B71 samanspældi betri.
Michael Jørgensen, sum er
nýggi danin á framrættaða
miðvallarplássinum
hjá
B71, vísti gott skil og hegni
og hevði saman við Alexi
Nielsen stóra tyngd. Størsta
møguleikan fekk Michael
Jørgensen, eftir at Høgni
Hansen hevði sent innfyri,
men stútarin úr stuttari fjar-
støðu fór omanfyri mál-
karmin.
JH
NSÍ-B71 1-1 (1-0)
1-0: Dánjal Hansen 22.
1-1: Eli Hentze (br.) 56.
Dómari: Suni Johansen
NSÍ:
Rúni Joensen – Brynjolvur
Nielsen, Arnfinn Lang-
gaard, Kári Hansen, Sjúrður
Jacobsen – Sonni L. Peter-
sen, Djóni N. Joensen, Ian
Højgaard, Eddie Mikkelsen
– Dánial Hansen, Gert
Langgaard
B71:
Valdemar Nowisci – Høgni
Hansen, Jógvan Jón Peter-
sen, Ib Mohr Olsen, Bern-
hard Petersen, Hans Jørgen
Djurhuus – Jón Brekku, Ká-
ri Nielsen, Julian Floresco
– Michael Jørgensen, Eli
Hentze
Hóast teir undan dysitnum vóru mettir sum favorittar, munnu runavíkingar helst vera fegnir um, at tað eydnaðist
teimum at bjarga sær eitt stig, tá sandoyingar vóru stevnugestir
Mynd: J. Jacobsen
LÍF–GÍ 1–2 (1–1)
Tá LÍF tey seinnu árini
hevur spælt síðsta heima-
dystin í 2. deild hava teir
hav tað, sum teir kalla
LÍF dag. Tá skipa tey í
Leirvík fyri inntøkuskap-
andi tiltøkum, og steyp
verða latin vinnandi lið-
unum.
Sambært
skipanini
skuldu GÍ og LÍF síðsta
leygardag havt spælt í
Gøtu. LÍF eigur ein
heimadyst eftir undan
summarfrítíðini. Umstøð-
urnar lagaðu tað soleiðis,
at teir kortini høvdu LÍF
dag síðsta leygardag.
Gøtumenn fóru gjøgnum
bergholið, og hvat tí í-
tróttarliga viðvíkur hiln-
aðist tað illa í 2. deild.
Fyrrapartin vóru nógvir
dystir á skránni í yngru
deildunum. Tá gjørdist
tað rættuliga ófantaligt.
Seinnapartin stilti tað av,
men tá vóru gøtumenn so
ófólkaligir, at teir oyði-
løgdu góða lagið í Leir-
vík. GÍ vann 2–1.
Í fyrra umfarinum hev-
ði heimaliðið yvirvág,
men teimum eydnaðist
bara at fáa eitt mál. Petur
Sjúrðarberg kom ígjøg-
num í høgru, hann royndi
at senda framvið leirvík-
inginum í GÍ málinum,
Halli Hansen, men mál-
verjin hálvbjargaði. Bólt-
urin støkk til Erik Lervig,
sum takkaði fyri og skor-
aði.
Fimm minuttir fyri
steðgin javnaði GÍ. Jan
Skoradal skuldi royna
móti málinum, tá beinini
vórðu tikin undan honum.
Dómarin bríkslaði fyri
brotssparki, og úr ellivu
metrum var spælandi á-
byrgdarmaðurin hjá teim-
um næstbestu í Gøtu,
Símun Petur Justinussen,
púra tryggur.
Sum seinna umfarið
leið var tað týðuligt, at
LÍF legði alt meiri í á-
lopspartin,
teir vildu so fegnri hava
øll stigini. Teir fingu einki
stig. Gøtumenn høvdu
fleiri vandamikil snará-
lop, og tveir minuttir und-
an leikloki eydnaðist tað.
Áslakur Nesá var arki-
tektur og avsluttari. Hann
dróg skjótt í vinstru, spæl-
di eitt tvey, fekk bóltin
aftur og sendi framvið
Trygva Olsen.
Og so endaði LÍF dag-
urin við, at øll trý stigini
og steypið fóru ígjgnum
bergholið og steðagðu
ikki á fyrrenn í Sarpi-
gerði.
Komandi leygardag fáa
leirvíkingar
nýggjan
møguleika á heimavølli.
Tá kemur B36 til Leir-
víkar. Sama dag skal GÍ
til Klaksvíkar at spæla
móti botnliðnum í næst-
bestu deildini. Málið hjá
GÍ er í fyrstu atløgu at
halda liðnum í deildini,
og tað hevur higartil eyd-
nast bara væl.
JH
LÍF-GÍ 1-2 (1-1)
1-0: Petur Sjúrðarberg
1-1:
Símun
Petur
Justinussen (br.)
1-2: Áslakur Nesá
LÍF dagurin
fór í fisk
2. deild: Stevnudámurin í Leirvík
varð oyðilagdur, tá Gøtumenn
lumpaðu seg fram til trý stig
Stevnuhýrurin hvarv í Leirvík, tá gøtumenn fóru við
sigrinum í grannauppgerðini
GÍ-B68 1-2 (0-1)
Gøtumenn hingu við skuff-
uni, tá Birgir Sondum, sum
aftur hesa ferð var sera
sannførandi, hevði bríkslað
fyri síðstu ferð. Og tað var
ikki so undarligt, at lagið
var vánaligt á GÍ. Helgi L.
Petersen hevði við góðum
stútara eftir langt innlegg úr
høgru frá Rúna Justinussen
javnað leiðsluna, sum B68
hevði frá fyrra umfarinum.
GÍ málið var ein nátúrlig
fylgja av stóra trýstinum,
sum heimaliðið mest sum
allan 2. hálvleik hevði lagt
á B68.
Eftir útjavnandi málið
helt GÍ á at trýsta. Beint eftir
útjavnandi málið varð Rúni
Justinussen spældur leysur
inn um í høgru, men Mag-
nus Poulsen, sum fyri tað
mesta var stinnur í B68 mál-
inum, kom langt út í brots-
teigin og hálvbjargaði.
Gøtumenn høvdu tað mesta
av seinna umfarinum lætt
við at leggja høgar bóltar úr
høgru og í brotsteigin. Teir
stríddu seg til fleiri horna-
spørk, sum tað stóðuast
spentar støður av, og tað líka
sum lá í luftini, at teir skul-
du fáa sigursmálð.
Óli Hansen var tætt við,
Henning Jarnskor sendi
uppum eftir fríspark frá
Paula Jarnskor, og soleiðis
B68 var meiri enn
heppið
Spurningurin tóktist vera, um Gí fór at vinna, ella um toftamenn, sum onga
luft høvdu eftir, fóru at varðveita javnleikin, men so heilkiksaði GÍ
kundu vit hildið á. Men GÍ
fekk ikki mál, og fram móti
endanum mundi tað kennast
sum eitt stórt vónbrot, at teir
tveittu alt fyri borð.
Avgerandi málið
Sigursmálið fekk B68 fimm
minuttir undan leikloki. Tað
var ein gáva frá Bartali E-
liasen, sum var so harmur,
at hann næstan ikki orkaði
at lyfta seg upp aftur. GÍ
hevði leingi trýst og kroyst
B68 aftur á vøllin. Burturs-
æð frá einum langskoti, sum
fór við síðuna av málinum
hjá
Sunvardi
Joensen,
høvdu toftamenn einki havt
at bjóða uppá.
So var tað, at Øssur Han-
sen stakk ein flatan bólt
fram í høgru, Marcello
royndi eftir honum, men
Bartal Eliasen fekk fult tam-
arhald á støðuni. Inntil hann
í besta Jesper Olsen stíli av
baklinjuni legði inn fyri
málið, har bólturin fór fram-
við Sunvardi Joensen. Mar-
lon Jorge setti innaru síðuna
á, og gestirnir jublaðu.
GÍ tveitti alt fram. Hans
Pauli Petersen, sum var
komin á vøllin, sendi lang-
skot í tvørtræið. Hetta var
tað næsta, sum heimaliðið
kom útjavningini.
Onga luft
B68 hevði í fyrra umfar-
inum yvirtakið. Tað vóru
møguleikar báðar vegir,
men tað var bara B68, sum
fekk úrtøku. Serliga í 1.
hálvleiki var Øssur Hansen
framúr (saman við Arnbirni
Danielsen). Øssur átti mest
sum alt málið, sum B68
fekk í 14. minutti. Fyrst
dróg hann einar tríati metrar
í vinstru, og so hevði hann
yvirskot at senda neyvan
krossbólt í høvdið á Súna
Fríða Johannesen, sum
takkaði fyri.
Í 1. hálvleiki hingu ket-
urnar hjá B68 fyri tað mesta
hampuliga væl saman. Í 2.
hálvleiki var tað heilt galið.
Liðið varð togað sundur, og
tað var heilt eyðsýnt, at
nógvir av spælarunum ikki
høvdu orku at fylgja við í
verjupartinum, og álops-
parturin var so at siga burt-
ur. Miðvøllurin varð liðað-
ur av um tvøran, og í
borðunum var lætt hjá GÍ
at koma ígjøgnum.
At GÍ í 2. hálvleiki ikki
megnaði at fáa úrtøku burt-
urúr, sum gav teimum øll
stigini, var fráboðan um, at
í løtuni eigur GÍ ikki eitt lið,
sum kann hugsa um annað,
enn at sleppa undan botn-
inum. Toftamenn høvdu
einki at bjóða uppá í 2. hálv-
leiki, men teir fingu øll sti-
gini. Tað var heppið, tá mett
verður út frá avrikinum, og
tað kom væl við. Ikki minst
tá havt verður í huga, at
Fróði Benjaminsen og Jan
C. Dam ikki vóru við,
umframt Jákup Eli Olsen,
sum tað verður leingi at bíða
eftir.
JH
GÍ-B68 1-2 (0-1)
0-1: Súni F. Johannsen 13.
1-1: Óli Hansen 65.
1-2: Marlon Jorge 85.
Dómari: Birgir Sondum
GÍ:
Sunvard Joensen – Bartal
Eliasen, Áslakur R. Peter-
sen, Martin Thomsen – Rú-
ni Justinussen, Helgi L.
Petersen, Magni Jarnskor,
Pauli Jarnskor, Súni Olsen
– Óli Hansen, Henning
Jarnskor
B68:
Magnus Poulsen – Mann-
bjørn Nesá, Arnbjørn Da-
nielsen, Jákup Djurhuus –
Jan Petersen, Marlon Jorge,
Øssur Hansen, Eyðstein
Skipanes, Øssur Jacobsen –
Súni Fríði Johannesen,
Marcello Marcellino
B68 kunnu undir umstøðum sigast at vera óhepnir. Fyri tveimum vikum síðani fingu teir sigursmálið forerandi frá
HB í seinastu minuttunum av dystinum í Gundadali, og sunnudagin vóru gøtumenn eisini í gávuhýri
Savnsmynd
NSÍ–Royn 3–2 (1–0)
Næstbesta liðið hjá NSÍ
megnar tað, sum besta
liðið hevur meiri enn ilt
við at klára. Teir spæla
seg til málmøguleikar,
teir skora mál, og teir
vinna dystir og tey stigini,
sum hava við sær, at teir
eru við, har tað gongur
fyri seg.
Á stevnuni høvdu teir
heilt tíðliga seinnapartin
vitan av Royn. Tað var
hesa løtuna, at veðrið var
vánaligt. NSÍ hevði vind-
in undan í 1. hálvleiki.
Teir høvdu yvirtakið, men
tá fingu teir ikki stóra úr-
tøku. Bergur Hansen,
sum var á miðvøllinum í
vinstru, hevði tvey góð
langskot, men Lars Müll-
er, sum hesa ferð vardi
málið hjá Royn, bjargaði
væl.
Einar tíggju minuttir
undan steðginum kom hol
á. Christian Høgni Jacob-
sen, sum nú fríggjadagin
skal leggjast undir skurð,
tí trupulleikarnir við knæ-
num eru so stórir, skoraði.
Málið kom eftir horna úr
vinstru, sum sigldi oman-
fyri allar og út móti brots-
teigarsamankomingini í
handara
borðinum.
Christian Høgni smekk-
aði til, og bólturin tók
handara stólpan uppi
undir samankomingini.
Royn legði bragdliga
fyri undan vindinum, men
tað stóðst einki burturúr,
og tá NSÍ, sum hevði A-
braham Hansen sum mið-
vallarovasta og Elian
Hansen sum stóra ar-
beiðsorku við síðuna av
honum, hevði skorað tvey
mál afturat, tóktist tað
sum alt varð avgjørt.
Chrstian Høgni Jacob-
sen økti til 2–0. Hann var
fyrstur á fløtum innleggi
úr vinstru, har Áki Leitis-
stein Hansen og Bergur
Hansen høvdu staðið fyri
uppspælinum. Triðja mál-
ið var meinlíkt tí næsta.
Hesa ferð var tað Christ-
ian Høgni Jacobsen, sum
legði innfyri, og Høgni á
Lakjuni skoraði.
Kanska tóku teir á
heimaliðnum og lætt upp
á tað síðstu løtuna, og so
vóru teir orduliga kløkk-
aðir av hvalbingum, sum
m.a. líða undir, at Zoran
ikki fær spælt. Birgir
Jørgensen minkaði um
munin, tá tíggju minuttir
vóru eftir. Hann stútaði
innlegg úr høgru í málið.
Málið gav Royn blóð á
tonna, og tríggjar minuttir
undan leikloki skoraðu
teir aftur. Brigir Jørgen-
sen er ikki í tí venjing-
arstøðu, sum hann onkun-
tíð hevur verið, men mál-
tevinum bilar einki. Hesa
ferð var hann eitt sindur
heppin. Eftir at bólturin
var stungin inn um ver-
juna, royndi hann við
skoti, sum neyvan hevði
givið Ólavi Højgaard
stórvegis høvuðbríggj,
um bólturin ikki hevði
tikið í beinið á Dan Knud-
sen og harvið hevði snýtt
málverjan.
JH
NSÍ-Royn 3-2 (0-1)
1-0: Christian Høgni Ja-
cobsen
2-0: Christian Høgni Ja-
cobsen
3-0: Høgni á Lakjuni
3-1: Birgir Jørgnsen
3-2: Birgir Jørgensen
NSÍ heldur
kósina
2. deild: Í mun til besta mansliðið
í Runavíkini, teljast teir næstbestu
millum oddaliðini í sínari deild
Abraham Hansen hevur enn ikki gloymt, hvussu ein
miðvallarovasti skal stýra monunum kring seg
Mynd: J. Jacobsen