Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein mánadagsblaðið Miðflokkurin hevur mest sum skapt eitt nýtt hugtak í føroyskum politikki. Flokkurin førir seg fram sum andstøðuflokkurin í samgonguni. Vit kenna alt til, at einstakir politikarar ella flokkarar leggja seg upp á tvørs í einstøkum málum í einari samgongu, men hjá Miðflokkinum tykist tað vera mest sum gjøgnumført og í hvussu so er meiri reglan enn undantakið, at flokkurin tekur ikki undir við poli­ tikkinum hjá samgonguni. Einari samgongu sum flokkurin annars er partur av grundarlagnum undir, og eini samgongu, sum er so mikið breið, at hon hevur meiriluta, hóast Miðflokkurin hevur leiklutin, sum hann hevur átikið sær. Talan er um løgið paradoks. Bæði tað, at hinir flokkarnir í sam­ gonguni lata hetta ganga, og at Mið­ flokkurin eftir øllum at døma hevur fingið vind í seglini við hesum taktikkinum. Á løgtingsvalinum í oktober fekk Miðflokkurin 6, 3 prosent av at­kvøðunum, og tað rakk til tvey tingfólk. Tvær veljarakanningar síðani valið góvu Miðflokkinum afturgongd, og í Gallup-kanningini í februar mánaði í ár, var flokkurin komin heilt niður á 4,9 prosent. Men so var tað, at formaðurin í Miðflokkinum av álvara fór at markera seg sum mótstøðumann hjá sam­gonguni. Hann hótti við at rýma úr selskapinum, um politikk­ urin ikki varð broyttur. Talan var um hóttan og ikki meiri enn tað, og Miðflokkurin varð verðandi í samgonguni, hóast tað er ilt at fáa eyga á veruligar kósbroytingar hjá samgonguni. Argumentið hjá Jenisi var og er, at tað var frægari at vera partur av samgonguni og ávirka og toga hana rætta vegin, heldur enn at sita uttan fyri og onga ávirkan at hava. Hetta er eitt dubiøst argument. Tí hvussu nógv kann ein flokkur vera ímóti politikkinum, men hóast alt vera garanturin fyri samgonguni og politikkinum? Kundi Tjóðveldi verið við í eini sambandssamgongu, sum vildi hækka blokkin, bara fyri at avmarka hækkingina? Ella kundi Sambandsflokkurin verið partur av einari samgongu, sum arbeiddi við at taka fullveldi, bara fyri at seinka prosessini? Í løtuni er líkt til, at Mið­flokk­urin er so nógv ímóti samgongu­poli­ tikkinum, at hann hevur einki at gera í sam­gonguni. Men taktikkurin hjá Jenisi riggar. Meðan hinir tríggir samgonguflokkarnir mistu nógva undirtøku í Gallup kanningini hjá Sosialinum í farnu viku, vendi Mið­ flokkurin gongdini. Flokkurin tykist vinna tað aftur, sum flokkurin hev­ ur mist í veljarakanningum síð­ani valið – og meiri enn tað! Líkt er til, at tað er brúk fyri ein­um sam­ gongu­andstøðuflokki í Før­oyum. Hvussu nógv kann ein flokk­ ur vera ímóti politikk­inum, sum hann er garantur fyri? Fríggjadagin varð ein nýggj træbrúgv tikin í brúk á Kongabrúnni í Havn. Hetta varð markerað við há­tíðar­ haldi, sum Tórs­havnar komm­una skipaði fyri. Há­ tíðar­haldið var ikki meira enn liðugt, so komu heili tríggj­ar røður sendandi til miðl­arnar. Borgarstjórin hevði hildið røðu, og sjálv- andi skuldi formaðurin í havna­nevndini siga okk­ urt – og ikki at gloyma for­ mannin í byggi- og býar­ skipanar­nevndini. Og alt hetta skuldu miðlarnir bera víðari til fólkið – tað var jú ein stórhending mitt í einum valári. Og tríggjar røður um eina træbrúgv er akku­rát tað, sum fólkið hevur brúk fyri! Vit spyrja bara, hvar er miðlaráðgevin hjá Tórs­havn­ ar kommunu í øllum hesum. Er tað ikki nú, at hann skal skriva til politik­ararnar og biða teir stýra sær – og taka røðurnar aftur... Miðlaráð­gevi, ger okkurt! Andstøðuflokkur í samgongu Gallup Føroyar hevur sent hesa fráboðan út um velj­ara­kann­ ing­ina, sum var í Sosial­inum í farnu viku: “Ivi hevur verið sáddur um, hvørt veljarakanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin, er røtt. Ført hevur verið fram, at ting­manna­býtið er skeivt útroknað, og at Miðflokkurin eigur ein av tinglimunum hjá Tjóðveldi. Soleiðis er ikki. Grein 32 í vallógini sigur so­leiðis: “Uppgjørt verður, hvussu nógv­ ar atkvøður, hvør góð­ kendur listi hevur fing­ ið tilsamans. Samlaða atkvøðu-talið hjá øllum listum, sum hava fingið í minsta lagi 1/33 part av atkvøðunum, verður býtt við tingmannatalinum (33). Við hesum tali verða at­ kvøðutølini hjá flokkunum býtt, og við hesum rokni­ hátti verður funnið, hvussu nógv umboð hvør flokkur hev­ur rætt til at fáa í mun til atkvøðutalið. Geva teir við býti framkomnu být.ing­ar­ partar tilsamans, tá ið brøk­ arnir verða tveittir burtur, ikki 33 ting­um­boð, verða teir størstu brøk­irnir hækkaðir, til hetta tal er rokkið.” Sjálvstýrisflokkurin er und­ir sperrumarkinum, og tí skulu atkvøðurnar hjá Sjálv­stýris­flokkinum ikki teljast við í upp­gerðini. Og tí er ting­manna­talið í veljara­ kanningini hjá Gallup Før­ oyar rætt útroknað. Tey, sum nú vilja geva Mið­flokkinum eitt ting­fólk afturat og taka eitt tingfólk frá Tjóðveldi, hava helst gjørt tað mistak at taka at­kvøð­ urnar hjá Sjálv­stýris­flokk­ inum við í útrokn­ing­ina.” Gallup roknar rætt Eg komi aftur til Føroya X Factor Line Reportasja á síðu 26-27 Tað rak­ar ikki tykk­um hvør býr her! Agga Niclasen Interview á síðu 24-25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lisið á Rúna Sivertsen: Eg øsist upp, tá kommunur lýsa við turki sum orsøk til vant­ andi vatn, tá tað er teirra egnu raðfesting av peng­ um, tað er púrasta galið við. Vit eru um at drukna í regni í Føroyum. Væl­ signaðu býráð, finnið røttu orðingina. »Orsakað av ov lítlum vatngoymslum er einki vatn, nú tað ikki hev­ ur regnað seinastu fimm dagarnar«. Mikudagur 4. juli 2012 Nr. 76 86. árg. kr. 20,00 Meldurin Borgar­ stjórafrú kann ger ørg s6-7 B36 bragd í Belfast ítr s24 Samkyn ikki hjún í Føroyum s5 Løgmaður: Eg taki full ábyrgd s11 www.auto.fo KETILIN í RINGIÐ 312 000 KETILIN Ä í K Ä RINGIÐ 312 000 G 2 000 Sam­ gongan 10% aftur­ gongd Samgongan fær ein dyggan frammaná og missir meirilutan s8-12 Veljarakanning