mánadagur 9. juli 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fleiri veljarar
setast aftur
Veljarakanning Fleiri veljarar setast aftur, og velja at taka
frástøðu frá politikkinum í Føroyum við als ikki at fara á val. Hetta
kann verða ábending um andstygd fyri samlaðu politisku skipanini
Rógvi Nybo
Sambært seinastu veljara
kanningini, sum Gallup Før
oyar hevur gjørt fyri Sosi
alin, eru tað alsamt fleiri
veljarar, ið eru móðir og
troyttir av politikkinum í
Føroyum.
Fleiri
veljarar
svara, at teir høvdu ikki farið
á val, um val var í morgin.
Tá seinasta veljarakann
ingin varð gjørd í mars
mánaði, vóru tað tilsamans
10 fólk av 500, sum søgdu seg
ikki vilja fara á val, svarandi
til 2 prosent. Í nýggjastu
veljarakanningini
broytist
hetta eitt vet uppeftir.
Tað eru nú 14 fólk av 518,
sum ikki siga seg vilja fara á
val, um val var í morgin.
Hetta svarar til 2,7 prosent av
øllum veljarum.
Hesi tøl kunnu lættliga
tykjast at verða smá og ein
kisigandi, men hyggja vit
nærri at tølunum eru tað í
dag veljarar úr øllum flokk
um uttan Framsókn, sum
siga seg ikki vilja fara á val,
um val var í morgin. Í
veljarakanningini frá mars
mánaði, vóru tað bert velj
arar hjá samgonguflokkun
um Fólkaflokkinum, Sam
bandsflokkinum
og
Mið-
flokkinum, ið svaraðu hetta.
Tískil kann tað verða okkurt,
ið bendir á at veljarar í størri
mun nú enn áður velja at
setast aftur. Hetta verða ein
ábending um, at fleiri veljar
ar vísa andstygd fyri saml
aðu politisku skipanini, enn
áður. Tó hava veljarakann
ingar altíð óvissu tengda at
sær, og tískil skulu slík tøl
takast við fyrivarni.
Sambandsfólk
atkvøða blankt
Eitt annað áhugavert rák í
nýggju veljarakanningini er,
at Sambandsveljarar í størri
mun enn aðrir vísa ónøgd við
sín egna flokk, og tí siga seg
vilja atkvøða blankt, um val
var í morgin.
Meðan allir hinir flokk
arnir hava ávikavist eina ella
onga blanka atkvøðu millum
tey, ið valdu tann flokkin
seinast, svara heili 5 fólk,
sum valdu Sambandsflokkin
á valinum í oktober, at tey
høvdu atkvøtt blankt, um val
var í morgin.
Tjóðveldisveljarin
liðugur at harta
Tá valið var 29. oktober gekk
Tjóðveldi nógv aftur. Tað
tóktist tá, sum at veljarar hjá
flokkinum revsaði hann fyri
teirra part í minnilutastjórn
ini, teirri sokallaðu »makrel
samgonguni«. Í nýggjastu
veljarakanningini frá Gallup
Føroyar sæst, at Tjóðveldi
gongur nógv fram, og stend
ur nú aftur til at fáa 8 ting
sessir móti 6 tingsessum við
valið.
Tað serliga áhugaverda er,
at tað eru 6 av teimum 101
fólkunum, ið nú siga seg velja
Tjóðveldi, um val var í
morgin, sum ikki vóru á vali
seinast. Hetta er meira enn
hjá øllum hinum flokkunum.
Tískil kann tað tykjast sum,
at veljarin hjá Tjóðveldi er
liðugur við at harta flokkin
fyri teirra leiklut í »makrel
samgonguni«.
rogvi@sosialurin.fo
Val
Nýggjasta veljarakanningin frá Gallup Føroyar bendir á, at fólk í størri mun enn áður vilja setast aftur og lata vera við at fara á val
Savnsmynd
Vilja ikki hava
børn við breki
Áki Bertholdsen
Hvørt ár søkja einar 500
kvinnur í Danmark um
fosturtøku eftir 12. viku,
sum annars er markið. Or
søkin er, at fostrið hevur
brek.
Og umsóknin verður
næstan altíð játtað, eisini
í teimum førum, har brek
ið er av slíkum slag, at
barnið kann fáa eitt langt
lív, at kalla uttan avmark
ingar, skrivar Politiken.
Blaðið hevur fingið
innlit í 488 mál, har søkt
varð um at fáa fosturtøku
eftir 12. viku í fjør. Bara 11
umsóknir
vórðu
ikki
gingnar á møti.
Annars fingu 118 kvinn
ur loyvi til fosturtøku tí
barnið hevði Downs syn
drom, men í teimum flestu
av hinum málunum, høv
du fostrini so álvarsligar
sjúkur, at tað var ósann
líkt at tey høvdu klárað
føðingina. Men so fingu
kvinnur eisini loyvi til
fosturtøku, har fostrið
hevðu sjúku, sum tað ber
til at viðgerða og og sum
tað mangan ber til at liva
væl við.
Eitt nú fingu 13 kvinn
ur loyvi til fosturtøku tí
fostrið hevði kromosom
brekini Turners og Kline
felters syndrom, ið ávirka
vaksrarlag, framleiðsluna
av kynshormonum og
evnini at fáa børn.
Kvinnur fingu soleiðis
loyvi at taka fosturtøku,
har fostrið hevði opnan
himmal.
Í fjør vórðu umsóknir
um fosturtøku sýttar, tí tí
tey vóru ov lítil, men fost
urtøka varð játtað ,tí fostr
ið manglaði hendurnar.
Gongdin órógvar Thom
as ploug, lektara í etikki á
universitetinum í Aalborg
og limur í etiska ráðnum.
– Vit vilja sleppa at
stýra øllum og at hava
tamarhald á øllum og nú
vraka vit børn, sum eftir
øllum at døma kundu
fingið eitt gott lív, tí tey
hóska ikki inn í okkara
hugmynd um tað góða
lívið og tað fullkomna
barnið, sigur hann við
Politiken.
–
Hetta
er
øgiliga
órógvandi og trupulleikin
fer bara at veksa í sam
svari við, at teknikkurin
gevur okkum fleiri og
fleiri
upplýsingar
um
fostrini.
Claus Gravholt, yvir
lækni og serlækni í Tur
ners og Klinefelters syn
drom, sigur, at tað er
ógvuliga ymiskt, hvussu
sjúkan rakar og hann
heldur, at tað er hóskandi
at játta eini kvinnu fost
urtøku, tá ið talan er um
álvarlig brek.
Men hann fatar ikki, at
níggju av tíggju fostrum
við Turners syndromi og
næstan helmingurin av
fostrum við Klinefelters
syndromi, verða tikin, tí
nógv av teimum kunnu
fáa eitt gott lív.
– Hetta er ein stórur
trupulleiki, tí eg møti
teimum sum vaksin og
nógv av teimum hava eina
tilveru, sum als ikki brýt
ur frá tilveruni hjá øllum
møguligum øðrum.
– Eg veit ikki, hvussu
frískt eitt fostur skal vera
fyri at sleppa at liva, men
tað er hugvekjandi, at so
nógv fostur við Turners
syndromi verða tikin, har
er farið yvir um mark hjá
mær, sigur hann við Poli
tiken.