mánadagur 9. juli 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað gekk ikki heilt so skjótt,
sum ætlað.
Men tað gekk.
Nú hevur tað eydnast at
útvega fíggingina til ætlan
ina at gera svimjihøll við 50
metra langhyli í Vági.
Fíggingin
hevur
verið
tann stóri snávingarsteinur
in, men John Hendrik Holm,
sum er ein av stigtakarunum,
sigur, at nú er greiða fingin á
allari fíggingini.
Nú verður so síðsta hond
løgd á sjálvar fyrireiking
arnar og farið verður undir
útgrevsturin nú í summar.
Tað fer at taka eitt ár ella
so, at gera høllina, so einaferð
í seinnu hálvu næsta ár,
stendur høllin liðug.
Bíligt
Upprunaliga var talan um
eina verkætlan upp á 12,7
milliónir, men nú er hon
dýrkað nakað upp í 14,3
milliónir, men eisini tað er
komið undir land.
Eitt nú er luftskiftið vorð
ið eitt sindur dýrari enn mett.
Tað verður eitt samtak av
handverkarum og feløgum,
sum skal gera høllina.
At byggja eina slíka høll
fyri 14,3 milliónir, er ómeta
liga bíligt.
Men fyri at gera hana bíl
iga, er ikki so nógv gjørt
burtur úr tí arkitektoniska, tí
talan er eina ferhyrnta høll
við einum síðubygningi.
Samstundis er tað nógv
bíligari at gera svimjihylar í
dag enn tað var fyrr.
Svimjihylar verða ikki
grivnir niður longur, men
meststum settir oman á jørð
ina. Tað er ein viðurkendur
byggiháttur, sum svimjihylar
verða bygdir eftir nú á døg
um.
Sostatt er svimjihylurin í
Vági latin sum eitt byggisett
úr stáli, ið verður sett oman á
eina grund.
Og hann er so lættur at
seta upp, at norski leveran
dørurin sigur, at ein hand
verkari kemur heim við
byggisettinum og saman við
tveimum ella trimum hand
verkarum afturat sær, klára
teir at seta hylin upp upp á
tríggjar vikur.
Tilsamans kostar høllin
eina góða millión í rakstri um
árið, harav meginparturin er
lønir til starvsfólk.
Hinvegin
verður
allur
hitin, høllin brúkar, ókeypis,
tí avtala er við SEV um at fáa
hitan frá elverkinum beint
undir liðini á høllini, fyri
einki og tað er høvuðsorsøkin
til, at hon er so bílig í rakstri.
Vælverudepil
Ætlanin er ikki, at svimji
høllin í Vági bara skal vera
til úrmælingar at venja og
kappast í.
– Talan skal eisini vera um
ein vælverudepil til almenn
ingin við barnahyli, heitum
pottum, gosbaði, guvubaði og
sauna.
Fyrireikaarnir gava áður
sagt, at ætlanin er eisini at
hava samstarv við fysiotera
peutar um at at menna
vælverutilboð í høllini, bæði
til ung og eldri, giktsjúklingar
og onnur, sum hava gagn, ella
bara fragd, av viðgerð í heit
um vatni.
Í sjálvum 50 metra lang
hylinum verða seks geilir, so
hylurin verður altjóða góð
kendur til kappingar og
rundan um hann verða 400-
500 sitipláss.
Nýggja Svimjihølin í Vági
verður ein sjálvognarstovnur,
sum ongi privafólk fáa nak
ran vinning burtur úr.
Fyrireikararnir hava áður
boðað frá, at tá ið hon er
liðug, skjóta fyrireikararnir
upp, at tað verða Menta
málaráðið, Kommunurnar í
Suðuroy,
Svimjisamband
Føroya og svimjifelagið í Suð
uroy, Susvim, sum velja um-
boð í nevndina.
Langhylur nú er greiða fingin á fíggingini til langhylin
í Vági og nú verður farið sjálvt undir arbeiðið at gera høllina
Klárt at gera
langhyl í Vági
Við árslok 2011 var skatta
trýstið í Føroyum 43% av
tøku bruttotjóðarúrtøku
ni.
Tað vísir ein uppgerð,
Hagstovan hevur gjørt.
Hagstovan sigur, at frá
2004 til 2008 vaks føroy
ska skattatrýstið javnt og
í 2008 var tað 45% av tøku
bruttotjóðarinntøkuni.
Síðan fall tað eitt sind
ur aftur niður í móti 42%,
men í fjør vaks skatturin
meir enn tøka bruttotjóð
arinntøkan og er skatta
trýstið tí økt til umleið
43% við árslok 2011.
Men í ár er so skatta
skipanin broytt, og vit
hava fingið flatan skatt,
samstundis sum pensjón
ir eru skattaðar við inn
gjald og tað kann hava
ført til broytingar.
Hagstovan sigur sam
stundis, at danska skatta
trýstið er eini 48% og tað
er sostatt væl hægri enn
tað føroyska.
Gongdin er tó at mun
urin minkar alsamt.
Danska skattatrýstið
var uppá tað hægsta um
ár 2000, men er síðan fall
ið nakað.
Samstundis er tað før
oyska skattatrýstið vaks
ið í sama tíðarskeiði, úr
einum 39% um aldarskift
ið til eini 43% við árslok
2011.
Í 2011 var annars annað
árið á rað, at skattainn
tøkan hjá tí almenna í
Føroyum vaks meiri enn
4% og nú táttar hon í seks
milliardir krónur.
Tað er skattur av løn
um, sum gevur vøksturin,
tí hinvegin kom minni inn
í avgjøldum í fjør vísir ein
fyribilsuppgerð hjá hag
stovuni.
Vøksturin tey seinastu
tvey árini merkir, at í 2011
kom meira inn í skatti og
avgjøldum enn í metári
num 2008.
Meira enn helmingurin
av skattinum er inntøku
skattur. Her er talan um
skatt av lønum, kapital
vinningi og frá parta
feløgum.
Í fjør var inntøkuskatt
urin góðar 3,5 milliardir
krónur og tað er ein meir
inntøka upp á 232 milli
ónir krónur, aftur ímóti
2010, ella ein vøkstur upp
á eini 7%.
Orsøkin til at inntøku
skatturin veksur, er, at
lønirnar í sama tíðar
skeiðið eisini hækkaðu.
Hin stóra skattainn
tøkan er avgjøld á vørur
og tænastur.
Í fjør vóru avgjøldini
1.768 milliónir krónur, sum
er eitt vet minni enn árið
fyri.
Inntøkurnar av mvg og
øðrum avgjøldum eru
framvegis væl minni enn í
bestu
avgjaldsárunum
2007 og 2008.
Størsti partur av inn
tøkuskattinum og allar
avgjaldsinntøkurnar fara
í landskassan.
Landið fær 64% av
skattinum, sum í 2011 var
3,8 milliardir kr. Kommun
urnar fáa bara inntøku
skatt og tað var 25% av
inntøkunum. Kommunur
nar fingu 1,5 milliardir kr.
inn í fjør.
Kravd sosial trygging
argjøld eru góð 10% av
skattainntøkuni og eru
um 600 milliónir krónur.
Hetta eru inngjøld til
samhaldsfasta eftirlønar
grunnin,
Arbeiðsloysis
skipanina, Barsilsskipan
ina og Heilsutrygd, sigur
Hagstovan.
Langhylur og vælverudepil
Soleiðis sær nýggja svimjihøllin í Vági, út, sæð frá vegnum, eystanífrá. Talan
er ikki bara um ein hyl til úrmælingar at venja og kappast í
Nú hevur tað eydnast
at útvega fíggingina
Hinvegin verður allur
hitin, høllin brúkar, ókeypis
Farið verður undir
útgrevsturin nú í summar
Føroyska
skattatrýstið
nógv lægri
enn tað danska