mánadagur 9. juli 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm / Rógvi Nybo
Tað verður telvað og kappast
um ogn Føroya fólks, og tað
er neyvan nakra staðni so
eyðsýnt, hvussu stórar upp
hæddir, sum vit øll eiga,
verða lutaðar út og fluttar
millum áhugabólkar, sum tað
er í sambandi við makrelin.
Síðsta dømi er makrel
kvotan hjá línuskipunum. Í
vikuskiftisblaðnum varð um
røtt, at nú hava línuskipini
gjørt av at selja sína kvotu
til tvey av stóru reiðarínum
í uppisjóvarflotanum.
Samlaði søluprísurin er
knappar
níggju
milliónir
krónur, sum reiðararnir hjá
línuskipunum býta javnt
ímillum
sín.
Upphæddin
fer ikki í landskassan, og
partur av henni fer heldur
ikki til manningarnar á línu
skipunum.
Søgan
Tá ið makrelbýtið var á polit
isku dagsskránni fingu línu
skipini í síðstu løtu størri
part av markelkvotuni, enn
í upprunaliga uppskotinum
um kunngerð til býti av
makrelinum.
Sambært
upprunaliga
uppskotinum
hjá
Jacobi
Vestergaard
landsstýris
manni í fiskivinnumálum
til kunngerð var ætlanin,
at línuskipini skuldu vera
saman við øðrum um 8000
tons. Tað endaði tó við, at
línuskipini, sum eru 20 í
tali, fingu 5000 tons fyri seg
sjálvi.
Nú hevur felagið Línuskip
selt kvotuna til JFK og Fram
herja. Sosialurin veit, at
prísurin er 1,75 krónur fyri
hvørt kilo. Formaðurin í felag
num Línuskip vildi ikki vátta
hetta í vikuskiftisblaðnum,
men hann segði, at hetta var
ikki langt av leið.
Við øðrum orðum hevur
felagið fingið knappar 9
milliónir krónur fyri kvotu,
sum felagið hevur fingið
ókeypis frá tí almenna og
aftur fyri fáa tey umleið 1,75
krónur fyri kilo – ella slakar 9
milliónir krónur samanlagt.
Formliga er tað ikki loyvt
at selja kvotur. Í staðin skal
tað eitast, at onnur skip fiska
kvotuna fyri línuskipini aftur
fyri eitt gjald.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður, dugir ikki at
síggja, at nakað forgjørt er í
hesum.
– Tað er ikki loyvt at
selja, men tað er upp til
reiðaríini at gera av, hvussu
tey fáa kvotuna til høldar.
Tað verður altíð gjørt fyri
at fáa sum mest burturúr
fyri so lítlar útreiðslur sum
møguligt, og soleiðis er tað
eisini í hesum førinum, segði
landsstýrismaðurin við Rás2
seinnapartin fríggjadagin.
Uppboðssølan
Upprunaliga kunngerðin hjá
landstýrismannin ásetti, at
línuskip, sum eru í bólki 3,
saman við bólki 4A, sum eru
størri útróðrarbátar, bólki 4B,
sum eru miðal útróðrarbátar,
og bólki 5, sum eru vanligir
útróðrarbátar, skuldi býta
8000 tons av makreli millum
sín.
Tað er Vinnunevndin í
Løgtinginum, ið kemur við
einum tilmæli til Løgtingið,
um hvat tað skal gera, og
verður hetta tilmæli sum
oftast fylgt.
Tá ið uppskotið var fyri í
Vinnunevndini, mælti and
støðan til, at ein partur av
makrelkvotuni varð seldur
á uppboðssølu – júst sum
tað varð gjørt í fjør. And
støðutinglimir hildu, at tað
líktist einari semju um hetta
í Vinnunevndini.
Alfred Olsen úr Sambands
flokkinum er formaður í
Vinnunevndini, sum arbeiddi
við at finna felags semju um
makrelbýtið.
Bjørt Samuelsen úr Tjóð
veldi, sum er nevndarlimur í
Vinnunevndini, sigur, at tey
væntaðu, at Alfred Olsen
fór at taka undir við upp
skotinum hjá andstøðuni
um uppboðssølu, og at hetta
tí fór at verða tilmælið til
Løgtingið, men í evstu løtu
hálsaði Alfred um og vildi
ikki
atkvøða
fyri
einari
uppboðssølu.
Ístaðin
vendi
Alfred
Olsen aftur til upprunaliga
uppskotið – sum hann frá
byrjan var ónøgdur við – og
so gjørdist meiriluti fyri tí
tilmælinum ístaðin.
Tá ið nýggja makrelbýtið
so kom frá landsstýrismann
inum, fingu línuskipini egna
kvotu – 5000 tons – sum tey
nú hava selt fyri slakar 9
milliónir krónur.
Fær ágóða
Ein teirra, sum fær ágóða av,
at línuskipini nú selja sína
stóru makrelkvotu, er sonur
Alfred
Olsen,
Jóhannus
Martin Olsen, sum eigur
fýra línuskip – Eysturoying,
Sigmund, Morgunstjørnuna
og Mascot.
Hvørt av línuskipunum
fær góðar 400.000 krónur fyri
makrelkvotuna, sum stóru
reiðaríini fara at fiska fyri
tey, og hetta gevur reiðarí
num hjá Jóhannus Martin
Olsen góðar 1,6 milliónir
krónur.
Vit spurdu fríggjadagin
Alfred
Olsen
um
eina
viðmerking
til
málið,
men tá hevði hann onga
viðmerking. Í dag hevur
tað heldur ikki eydnast at
fáa fatur á Alfred Olsen.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður við fiskivinnu
málum, avsannar, at nýggja
býtið
av
makrelkvotuni
hevði nakað sum helst at
gera við formannin í Vinnu
nevndini og hansara møgu
ligu undirtøku fyri einari
uppboðssølu.
barbara@sosialurin.fo
rogvi@sosialurin.fo
Makrelur Formaðurin í vinnunevndini, Alfred Olsen, var ein av teimum, sum ætlaðu at
atkvøða fyri uppboðssølu. Men so broytti hann støðu, og atkvøddi harvið fyri serligari kvotu
til línuskipini, og tað bar við sær, at sonur hansara fær meiri enn 1,6 milliónir krónur
Sonurin fekk ágóðan
av nýggja býtinum
Býtið av søluni
Hesi 20 línuskipini fáa góðar
400 túsund krónur í part fyri
søluna av makrelkvotuni:
Ågot - Klaksvík
Eysturoyingur - Toftir
Havbúgvin - Vestmanna
Helena - Klaksvík
Hoyvíkingur - Tvøroyri
Jákup B - Klaksvík
Kambur - Saltangará
Klakkur - Klaksvík
Kvikk – Klaksvík
Mascot - Toftir
Morgunstjørnan - Toftir
Polarstjørnan - Toftir
Reynsatindur - Sandavágur
Sandshavið - Sandur
Sigmundur - Toftir
Stapin - Toftir
Thomas Nygaard - Sandavágur
Váðasteinur - Tórshavn
Venus - Sandavágur
Vesturhavið - Vestmanna
Kelda: FVE.FO - hagtøl
Formaður
Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður
reiðari
Jóhannus Martin Olsen eigur fýra línuskip