Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Hósdagin, fríggjadagin og leyg­ardagin valdaði stór sorg heima hjá Ruth og Sólbjørn Thomsen og teimum heima á Mikkjalstrøð í Havn. Sorgin er framvegis hjá teim­um, men tey eru farin ein túr av landinum. Tey syrgja øll yvir Toke, før­arahundin, sum Ruth hós­dagin í seinastu viku læt av­líva. Toke hevði eitt stórt pláss í familjuni. Men 10 ára gamli Toke var farin at baga eitt og annað, og hóast Ruth og tey ikki vildu av við hann, hevði hon ikki hjarta til at lata hann liva við sínum brekum og óiv­að pínslum, sum hann ikki dugdi at siga frá. Hann skuldi fáa frið, meðan hann enn hevði tað so nøkulunda og var ein glaður hundur. Fleiri av hennar kenn­ ing­um høvdu nevnt, at Toke ikke longur var so byrgur longur, og spakuliga vandi Ruth seg við tankan um at telja dagarnar hjá Toke. Fleiri ellisbrek Hann leið av gikt, ein knykil var tikin úr honum, hann var blindur, og hann hevði epilespi. Hann orkaði ikki longur at leypa inn í bilin, men mátti hjálpast, og tað var ein fyritøka at fara upp gjøgnum trappurnar. Tá ið hann so í hinari vik­ uni fekk nýggj herindi av epilepsi, skilti Ruth, at hetta ikki bar til longur. – Avgerðin var bara mín, tí hann var mín hundur. Mikukvøldið í seinastu viku var øll familjan saman, og tey kíndu og klappaðu hon­um fyri at siga farvæl. Morgunin eftir fóru Ruth og Sólrun tey tungu sporini niðan til Djóralækna­tænast­ una. – Ein lítil ivi var framveigis í mær, men tað hjálpti væl, tá ið djóralæknin Jústinus Olsen segði, at Toke hevði fleiri knyklar. Tað hjálpti henni væl at taka avgerðina, at onnur høvdu sagt, hvussu veikur og ússaligur Toke var blivin. Hon hevði eisini fleiri ferðir tosað við mannin, sum í sínari tíð vandi Toke til førarahund, og hesin segði fyri langari tíð síðan við hana, at endin á lívinum hjá hundinum fór at nærkast. Bara góð minni Saknurin er ómetiligur, men minnini eru nógv og góð. – Toke hevði ótrúliga stór­ an týdning fyri meg. Hann menti meg og lærdi meg at viðganga, at eg var blind, sigur Ruth. Toke gjørdi, at Ruth kundi fara út. Hann gjørdi tað møguligt fyri hana at fara á Blindastovnin (nú Sjón­ depilin), til handils, til ar­ beiðis, út at vitja fólk og ann­ að. Áðrenn hon fekk Toke, noyddist hon bara at vera heima. Toke førdi hana trygt frá stað til stað í býnum. – Tá var eg bara kona og mamma, men tá ið eg fekk Toke, kundi eg vera eg sjálv. Eg fekk ett nýtt lív, Sólbjørn eina glaða konu, og børnini eina glaða mammu. Toke hevði so stóran týdning fyri meg, at í mínum vaksna lívi sum blind fer tað altíð at eita fyri og eftir Toke. Tað var í august 2002, at tankin um, at Ruth skuldi hava førarahund, fostraðist. Hugburðurin broyttist – Tað var eygnalæknin, sum spurdi meg. Eg fekk sum vát­ an vøtt, tí eg helt meg ikki vera blinda. Eygnalæknin segði, at eg hevði rætt til at fáa førarahund, men eg vildi ikki hoyra um tað. Tey á Blindastovninum eggj­aðu henni til at fáa sær førarahund, og hon fór at hugsa um tannn møgu­ leikan. Men fyrsta stigið var at duga at brúka hvíta stavin, og stavin vildi Ruth ikki hoyra um. Fyri at fáa hund var neyð­ ugt hjá Ruth at vera ein heil­an mánað í Danmark, og tað var ikki so einfalt, tí hon hevði smá børn. Men øll stuðl­aðu henni. Meðan hon var niðri, slapp hon at royna at ganga við hundi, og tá skilti hon, hvussu stór hjálp ein hundur kundi vera henni. Hetta var í november 2003, og longu 31. juli árið eftir fingu hon og Sólbjørn hund­in í Danmark. Av tí at Toke var so veikur, brúkti Ruth hann ikki sum førarahund tað seinasta hálva árið. Ongan nýggjan hund Hon fekk ein nýggjan førara­ hund í boði, men hon segði nei takk, tí hon helt seg ikki Sárt at siga T – Í mínum vaksna lívi sum blind fer tað altíð at eita fyri og eftir Toke, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag. Í seinastu viku tók hon ta stóru avgerð at skilja seg av við sín trúgva og góða fylgisvein