Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, er nú komin við sínari kunning til borgararnar í kommununi um roknskapin fyri 2011. – Roknskapurin vísir, at a-skattainntøkan, sum varð mett til 31,4 miljónir krónur, varð við ársenda 2011 32,9 miljónir - ella stívliga hálva aðru miljón meiri, enn rokn­ að varð við.

 Borgarstjórin leggur aftrat, at partafelagsskatturin, sum varð mettur til eina miljón, gjørdist 1,4 miljónir krónur, tá avtornaði.

 - Samlað hevði kommunan eina meirinntøku av skattum og avgjøldum í 2011 á 2,2 miljónir krónur.

 Símin Johannesen sigur, at orsøkin til hesa meirinntøku er, at skattainntøkan kvinkaði nakað uppefftir, tí samlaða virksemi í kommununi - bæði á sjógvi og landi - var nakað betri í 2011 enn í 2010.

 – Vit vóna, at vøksturin í inntøkunum fer at halda fram, og at arbeiði verður til allar hendur í ár - til trivnað fyri okkum øll í kommununi, sigur borgarstjórin í Nes komm­unu í sínari kunning til borgararnar. 24 fólk færri Fólkatalið í Nes kommunu hevur verið veksandi síðan aldarskifti, men í 2011 var aftur ein minking í talinum. - Hin 1. januar í 2011 var fólkatalið 1258 og - eitt ár seinni – hin 31. desember í 2011 var fólkatalið 1234 – ella 24 fólk færri. Í 2011 var eitt burðaravlop á fimm fólk við tað, at 15 børn vórðu fødd, og 10 fólk doyðu. 82 fólk fluttu til komm­ ununa – og 87 fólk fluttu úr kommununi, sigur Símin Johannesen. Tøk grundstykki Hóast Nes kommuna hevur tøk grundstykki, eru ikki útlit til, at fleiri sethús verða bygd í kommununi í ár. Tó so. Onkur sethús eru í gerð, men talan er ikki um tað stóra talið.

 Í sínar kunning til borg- ar­arnar í Nes kommunu, sig­ur borgarstjórin, Símin Jo­hannesen, at eftirspurn­ ingurin eftir grundstykkjum í kommununi var ikki stórur í fjør.

 – Í ár verða heldur ikki tey nógvu sethúsini bygd, men vónandi verða nøkur bygd næsta ár.

 Borgarstjórin vísir á, at eingin bíðilisti er eftir grund­ stykkjum í Nes kommunu.

 – Hetta viðførir, at grund­stykki og byggiloyvi beinanvegin verða játtað teim­um, sum eru til reiðar at fara undir at byggja, sigur Símin Johannesen. Eingin bíðitíð eftir byggi­ lendi nes Størri inntøkur, men minkandi fólkatal og lítil setbygging. Tað er niðurstøðan hjá borgarstjóranum í Nes kommunu, Símini Johannesen Vilmund Jacobsen Um virkini í Nes kommunu, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Jo­hanne- sen, at hesi í flestu førum høvdu nøktandi virksemi í 2011. – Saltfiskavirkið hjá Før­oya Fiskavirking, sum læt aftur, tá felagið fór av knóranum, varð keypt aft­ur av Faroe Origin, sum síð­an hevur leigað virkið til Vað­ horn. Tað er at fegnast um, at virksemi aftur er á størsta virkinum her í bygdini. Borgarstjórin vísir á, at tey tímaløntu arbeiðsfólkini hava havt so gott sum støð­ ugt arbeiði, og partar av byggivinnuni hava eisini havt nakað at gera. Hinvegin hava aðrir partar tíverri verið noyddir at niðurleggja virkið. – Fiskiskapurin hjá skip­ um og útróðrarbátum hevur verið heldur betri í 2011 enn í 2010, og prísurin hevur kvinkað eitt vet uppeftir. Símin Johannesen legg­ ur aftrat, at aftur í 2011 vóru tað virkir, fyritøkur, skip og bátar, sum saman við privatum og almennum ar­beiðsplássum vóru fíggj­ arliga grund­ar­lagið undir inn­tøk­unum hjá Nes komm­ unu. - Aftur í 2011 vóru tað virkir, fyritøkur, skip og bátar, sum saman við privatum og almennum arbeiðsplássum vóru fíggjarliga grundarlagið undir inntøkunum Mynd: Vilmund Jacobsen Fegnast um vinnuvirksemi á Toftum – Vit fegnast um, at virksemi aftur er á størsta virkinum í bygdini, sigur Símin Johannesen, borgarstjóri borgarstjóri – Vit vóna, at vøksturin í inntøkunum fer at halda fram, og at arbeiði verður til allar hendur í ár - til trivnað fyri okkum øll í kommununi, sigur borgarstjórin í Nes kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen