mánadagur 9. juli 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vinn ein lærling
FUR varð sett á stovn 25. mai 1984 og er
samstarvs felags skapur fyri teir skipaðu,
sjálvbodnu og landsumfatandi barna- og
ungdómsfelags skapirnar í Føroyum.
Hoydaslvegur 6
FO-100 Tórshavn
Tel 218108 / 598108
fur@fur.fo
www.fur.fo
FUR hevur sum endamál:
at vera felagsumboð fyri limafelagsskapirnar,
at viðgerða spurningar, ið viðvíkja føroyskum ungdómi
at skapa áhuga fyri ungdómsmálum
at eggja ungdóminum at taka lut í og fáa ávirkan á samfelagið,
at umboða limafelagsskapirnar í
samstarvi við myndugleikarnar,
at menna samstarvið og sínámillum
fatan millum føroyskan ungdóm
at menna millumtjóða fatan.
FUR hevur 23 barna- og ungdóms-
felagsskapir sum limir. Limafelags-
skapirnir hava uml. 60 lokalfeløg. FUR
umboðar soleiðis uml. 5.000 børn og
ungdómar í Føroyum.
FUR umsitir stuðulsskipan, sum veitir
pening til limafelags skapirnar og
lokalfeløgini eftir reglugerð sum
limafelags skapirnir hava samtykt og
sambart løgtingslóg um ítróttarvedding.
Kappingin er millum allar
fyritøkur í Føroyum, ið velja
at seta ein lærling í starv
í tíðarskeiðinum 1. juli til
1. oktobur. Vinningurin er
tað sum svarar til lønina
hjá lærlinginum tað fyrsta
árið, sambart sáttmála við
avarðandi fakfelag.
Endamálið við kappingini er
at minka um arbeiðsloysið
millum ung og eggja
fyritøkum at seta lærlingar í
starv.
Treytirnar fyri at luttaka eru:
Lærlingurin skal vera settur
í starv í tíðarskeiðinum
millum 01.07.2012 –
01.10.2012.
Lærlingurin skal hava
góðkendan lærusáttmála
frá Yrkisdeplinum.
Lærlingurin skal vera
ímillum 16 – 30 ár.
At lærlingurin er limur í
fakfelagi
Allar vanligar treytir, ið
eru galdandi fyri at seta
lærlingar í starv annars, sí
lærlingalógina.
Tað einasta fyritøka skal gera
fyri at vera við í kappingini,
er at senda okkum
góðkendan lærusáttmála og
eina útbúgv ingar ætlan fyri
lærlingin, sum vísir í stuttum
hvat lætlingurin kemur at fara
ígjøgnum í lærutíðini.
Um fyritøkuni tørvar hjálp
við at samanseta eina
útbúgvingarætlan fyri
lærlingin, er hon sjálvandi
altíð vælkomin at seta tykkum
í samband við okkum, so
vegleiða vit fegin.
Umsóknarfreistin er 14. des-
em b ur 2012 og avgerðin, um
hvør vinnarin er hálvan Januar
2013.
Okkara vón er, at kappingin
verður væl móttikin og at
vit fáa fleiri umsóknir. Vit eru
sjálvandi fegin at hjálpa, um
tað skuldu verið.
Um tað eru spurningar annars
í samband við kappingina,
eru tit altíð vælkomin at seta
tykkum í samband við FUR
á tlf. 218108 ella við
teldupost á fur@fur.fo
Leo Poulsen
Tað vakti ans um vikuskiftið,
at ein kvinna í einum face
book-bólki skýrdi navngivn
an mann at vera pedofilan.
Tað er ikki loyvt.
– Tú hevur ikki loyvi til
at kalla ein mann við navns
navni fyri pedofilan, sjálvt
um tað passar, sigur Jógvan
Páll Lassen við Rás2.
Sakførarin sigur, at tá eitt
mál er farið aftur um bak,
og viðkomandi hevur fing
ið gjørt revsingina av sær,
hevur hann rætt til eitt van
ligt lív.
– Tú kanst ikki í almenna
rúminum kalla ein, sum er
dømdur fyri tjóvarí, fyri
»tjóvin«, sjálvt um tað er satt,
at hann hevur stolið, sigur
Jógvan Páll Lassen.
Kvinnan, sum hevði skriv
að navnið á sín facebook-
profil, strikaði seinni navnið,
men tá var skaðin longu
hendir, og hon hon hevur
gjørt greitt – eisini á face
book – at hon er meldað fyri
ærumeiðing.
Maðurin, ið verður nevnd
ur á Facebook, hevur fingið
ein treytaðan dóm í rætt
inum, men Jógvan Páll Lassen
staðfestir, at tað er ikki loyvt
at nevna nøvn og skýra
persón at vera pedofilan í
almenna rúminum.
Leo Poulsen
Ólavsøkukórið er hjá
mongum
hædddar
punktið á høgtíðini.
Ein og hvør, sum
hevur sanghug og mál,
er vælkomin at verða
við til hendan kórsang
á landsins tjóðardegi.
Kórleiðari í ár verður
Leif Hansen, og sang
skráin verður ein bland
ing
av
nýggjum
og
gomlum,
siðbundnum
og modernaðum kórtón
leiki.
Sum
siður
hevur
verið í fleiri ár, verð
ur eisini vant til eina
kórhugnaløtu á Tinga
nesi aftaná framførsluna
á Tinghúsvøllinum, og
hana fer Ólavur Hátún
at taka sær av.
Venjingarnar verða á
Føroya Læraraskúla, og
tíðirnar verða hesar:
Týskvøldið 10. juli kl.
19.00
Sunnudagin 15. juli kl.
15.00
Sunnudagin 22. juli kl.
15.00 og
Hóskvøldið 26. juli kl.
19.00
Ólavsøkukórið
fer undir venjing
Nógvir sangarir leita sær
hvørt ár til Havnar at syngja
við Ólavsøkukórinum
Ikki loyvt at nevna nøvn
facebook Tað staðfestir Jógvan Páll Lassen, sakførari, í
sambandi við, at ein persónur um vikuskiftið hevur nevnt annan
persón við navni og skýrt viðkomandi at vera pedofilan
Ein navngivin persónur varð um vikuskiftið ákærdur á Facebook fyri at vera
pedofilur, og tað er ikki loyvt sambært Jógvan Páll Lassen, sakførara