mánadagur 9. juli 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Summarveitsla á Virkni
Allan fríggjadagin hugnaðu tey menningartarnaðu og starvfólkini á Virkni í Havn sær í góðveðrinum
Randi Jacobsen
Vanligar dagar møta teir um
leið 30 menningartarnaðu
borgararnir á Virkni til arb
eiðis ella eisini at verða ment
sansaliga og rørsluliga. Tey
framleiða ymist, leggja klæð
ir saman og rudda inni og úti.
Men fríggjadagurin var
ikki arbeiðsdagur. Dagurin
var veitsludagur burturav.
Dagurin byrjaði við kaffi
og onkrum søtum afturvið,
og seinnapartin vóru tey øll
saman við starvsfólkunum
úti og grillaðu búffar og
pylsur, og tey fingu eisini
pylsubreyð.
Tey høvdu snollað seg upp
til henda árliga veitsludagin.
Virkni er ein stovnur fyri
sálarliga menningartarnað
fólk. Tey búgva ikki á stovni
num. Virkni á Berjabrekku 2
er teirra arbeiðspláss.
Umleið 30 borgarar eru
har, og starvfólkini eru 13.
Myndir: Álvur Haraldsen