Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Tað var øgiligur fagnaður umborð á Klaksvíkingi, tá ið skotið gelti, og tað harvið var greitt, at tað hevði eydnast FM favorittunum á Fjarða­ stevnu í Vestmanna at vinna seg aftur á tindin, sum Suðuroyingur skúgvaði Klaksvíking av á Jóan­ søku. Sigrar smakka altíð søtir, men tann leygardagin kendist eyka søtur. Bæði tí hann orduliga styrkti um vánirnar og vónirnar hjá klaks­ vík­ingum at vinna FM, og tí hann varð vunnin eftir fyrireikingar, sum vórðu órógvaðar av, at ein av rógv­ arunum var skaddur, og tað harvið inntil fríggjakvøldið var óvist, um tað bar til at fara fullmannaðir á Fjarðastevnu ella um tað var neyð­ ugt at fáa eykamann umborð. – Per Venned varð skaddur tíð­ liga í vikuni. Hann fekk eitt hald í ryggin í arbeiði, og tað var ikki hugsningur um hjá honum at venja týsdagin, mikudagin og hós­ dagin. Vit høvdu ætlað okkum til Vest­manna at venja mikukvøldið og hóskvøldið, men tað avlýstu vit. Stephan Mølvig, sum var venjari í felagnum í 2005, tá ið hann eisini róði við Nevinum Reyða, er í Før­ oyum í summarfrí. Hann hevur vant í maskinunum hjá okkum, og tá ið vit heittu á hann um at hjálpa okkum í Vestmanna, so segði hann seg vera kláran. Hann var í Vest­ manna leygardagin, men tí­betur var tað ikki neyðugt hjá okkum at skifta fólk. Tað er bátsformaðurin á Klaks­ vikingi, Janus Dam-Jacobsen, sum greiðir frá. Fríggjakvøldið vísti tað seg, at skaddi maðurin var komin fyri seg, og fyrrapartin leygardagin sást Klaksvíkingur at rógva 1000 metra málið í Vestmanna. Teir peil­aðu av og løgdu taktikk, og tað spældi væl av hjá teimum, men talan var um øgiligan intensitet, drama­tikk og spenning. Dramatikkurin Tríggir bátar – Suðuroyingur, Vest­ menningur og Klaksvíkingur – stevndu í góðveðrinum stavn um stavn fram ímóti málinum. Teir skiftust um at vera á odda, og eina løtu sá tað út til, at Klaksvíkingur, sum annars hevur verið stinnastur í FM kappingini, skuldi detta burtur ímillum í tøttu og hørðu kapp­ ingini. Í endaspurtinum tóktist tað sum um, at klaksvíkingar høvdu eyka orku. Hvíti báturin við reyðu stokkunum stakk seg skutin og meiri enn tað framum kapp­ingar­ neytarnar, og á málinum var mun­ urin frá vinnarabátinum og aftur til fremsta kappingarneytan eitt lítið sekund, meðan tað frá Suðuroyingi og aftur til Vestmenning var eitt stórt sekund. Nólsoyingur og Vestmanna­bát­ urin megnaðu ongantíð at blanda seg upp í kappingina um sigurin. Merkisvert var tað, at tíðin hjá Nólsaoyingi var fýra sekund lakari, enn tíðin var hjá Havnarbátinum, sum róði í master kappingini. Mann­ingin á Nólsoyingi hevur fyrr í summar mannað Havnarbátin, með­an teir, sum leygardagin mann­ aðu Havnarbátin, ikki hava vant nakað serligt. Hetta var fjórði sigurin í ár hjá Klaksvíkingi, sum nú er stórur favorittur at endurvinna FM heitið. Tað eru fimm stig frá Klaksvíkingi og aftur til Suðuroying, sum er tvey stig frammanfyri Vestmenning. Vestmenningar høvdu vónað, at tað skuldi eydnast teimum at vinna í heimasjógvi, men framvegis er tað soleiðis, at vestmenningar ikki hava vunnið síðani á Ólavsøku 2010. Orsaka av skaða noyddust vest­ menningar at hava ein eykamann um­borð, og tað kann ikki annað enn hava kenst aftur. Kendu seg hava tak á Tá ið vit spyrja bátsformannin á Klaksvíkingi, hvussu tað ber til, at vinnarabáturin, eftir at hava verið fremstur á fyrstu metrunum, datt eina hálva bátslongd afturum Suðuroying og eisini afturum Vestmanning, so svarar hann soleiðis: – Tað kann hava nakað við at gera, at spurtirnir eru ymiskir – bæði startspurturin og endaspurturin. Kanska vit vóru fyrri at skifta frá bekkinum og til lunnaróður enn hinir báðir, og møguliga fóru teir fyrri undir endaspurtin enn vit. Vóru tit vísir í, at tit høvdu vunnið? – Ja, vit sóu aftur á Suðuroying. Vest­menningur var handanfyri Suður­oying, sum jú var í miðjuni eftir sigurin á Jóansøku, men vit sóu ikki Vestmenning undan Suðuroyingi, so vit vóru vísir í, at vit høvdu vunnið, greiðir Janus Dam-Jacobsen frá. joannes@sosialurin.fo Klaksvíkingar vóru illa sperdir fjarðastevnuróðurin Kappróður Ikki fyrrenn fríggjakvøldið var tað greitt, at báturin var mannaður, og at tað harvið ikki var neyðugt at seta eykamannin Stephan Mølvig umborð á Klaksvíking, sum var fremstur í sera dramatisku kappingini við Suðuroying og Vestmenning Mynd: Álvur Haraldsen