mánadagur 9. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
fjarðastevnuróðurin
Jóannes Hansen
Kvinnurnar á Havfrúnni hava
beina kós ímóti FM heitinum, sum
eyðkendi vestmannabáturin við
kvinnum bara eina ferð áður hevur
vunnið. Tað var í 1999.
Sigurin var uppaftur meiri sann
førandi, enn teir fýra sigrarnir hava
verið, sum Havfrúgvin fyrr í ár
hevur vunnið. Hesa ferð vóru seks
sekund ella tvær bátslongdir aftur
til Blik, sum allar fimm ferðirnar
hevur verið næstfremstur. Størsti
munurin undan Fjarðastevnuni var
á Eystanstevnu, tá ið tað vóru fýra
sekund millum teir báðar fremstu
bátarnar.
At tað eydnaðist Havfrúnni at
vinna í Vestmanna var søguligt.
Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur,
síðani tað í 1973 farið varð undir
FM kappróður í tí líki, sum hann
framvegis er skipaður, at tað hevur
eydnast Havfrúnni at vinna í
heimasjógvi. Hvørki kvinnurnar
ella dreingirnir hava áður vunnið í
Vestmanna, og tað hava genturnar
heldur ikki, siga fínu hagtølini á
heimasíðuni drekin.fo.
Vestmannadreingir vunnu á
Vestanstevnu í Vestmanna í 1984.
Tá mannaðu teir bæði Fortunu
og Havfrúnna. Fortuna vann, og
Havfrúgvin var nummar tvey. Í 1976
var neyðugt við umróðri millum
dreingirnar á Sílinum og Havfrúnni,
og tann umróðurin vann Sílið.
At tað hevur gingið so framúr
væl hjá kvinnunum á Havfrúnni
er kanska komið eitt sindur óvart
á. Ein av rógvarunum er Annfríð
Sørensen. Hetta er fyrsta árið, hon
rør, og hon greiðir soleiðis frá:
– Vit fóru at fyrireika okkum
á maskinum í februar, men tað
var ikki fyrrenn í apríl, at tað
eydnaðist at manna bátin. Vit
høvdu ikki hóming av fyrrenn á
Norðoyastevnu, hvussu tað stóð
til hjá okkum, og síðani hevur tað
verið ógvuliga hugaligt.
Merkisvert er tað, at tað bara er
bátsformaðurin, Fríða Djurhuus,
sum er uppvaksin í Vestmanna.
Fleiri av hinum eru tilflytarar. Tvær
búgva í Havn og fimm í Vestmanna.
Ein er úr Skálafirði, ein úr Runavík,
ein úr Havn, tvær úr Leynum, ein
úr Vestmanna og Annfríð Sørensen
er ættað úr Hvannasundi.
Páll Fangi í sama stíli
Eins sannførandi og kvinnurnar úr
Vestmanna umborð á Havfrúnni
eru í kappingini millum 5-manna
førini eru kvinnurnar umborð á
Páll Fanga í kappingini millum
6-mannaførini.
Leygardagin drógu tær FM heitið
rættuliga tætt upp undir stokkin.
Páll Fangi vann fyri fimtu ferð, og
nú tað resta tvær kappingar, eru
tað sjey stig frá Páll Fanga og aftur
til næsta kappingarneytan.
Fyrstu lítlu løtuna gekk tað javnt
á, men so fór at síggjast munur á,
og tá ið bátarnir fóru um málið,
vóru næstan tvær bátslongdir
frá vinnarabátinum og aftur til
Rádna, sum aftur hesa ferð var
næstfremstur, og sum enn eina
ferð vann trivaligan sigur ímóti
Hvessingi í kappingini um næst
fremsta plássið. Nú er bara eitt stig
frá Hvessingi og aftur til Rádna á
triðja plássi í FM kappingini.
joannes@sosialurin.fo
Havfrúgvin skrivaði søgu
Kappróður Kvinnurnar á Havfrúnni vunnu leygardagin fyri fimtu ferð í ár, og
hetta var fyrsta ferðin, at Havfrúgvin hevur vunnið í Vestmanna
Myndir: Álvur Haraldsen