Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið fjarðastevnuróðurin Jóannes Hansen Miðvingur vann kappingina mill­um 8-mannaførini í Vestmanna leygar­ dagin, og tað var eingin slingur í valsinum: Fyrstu løtuna royndu bæði Argjabáturin og Gullbrandur at bjóða av. Gullbrandur misti skjótt, men Argjabáturin hekk leingi í. Tá ið komið var til endaspurtin, var tó eingin ivi. Miðvingur gekk frá Argjabátinum, og á málinum var munurin gott og væl ein báts­ longd. Nú tað resta tvær kappingar, er Miðvingur seks stig frammanfyri Argjabátin, og harvið er tað alt, sum ber á tað borðið, at Miðvingur fer at vinna FM. Á Jóansøku vann Gullbrandur kappingina við Argja­ bátin um næstfremsta plássið, men leygardagin var Argjabáturin klárt betri í tí kappingini. Tað var tó ikki uttan dramatikk, at miðvingar kappaðust og vunnu í Vestmanna leygardagin. Sarita Heinesen er stýrimaður og bátsformaður á suverena Mið­ vingi. Røddin er rættuliga slitin av ákoyringunum, sum hon leygar­ dagin gav sínum bátsfeløgum, tá ið hon greiðir frá dramatikkinum, sum kundi staðist av, men sum hon og allir umborð á Miðvingi uttan tann eini einki vistu av, fyrrenn róðurin varð skotin av, og tey fegnaðust um søta sigurin. – Vit startaðu tvær ferðir. Í fyrra førinum varð róðurin skotin av, tí dómarin metti, at Gullbrandur tjóðstartaði. Seinnu ferðina tóktist eingin trupulleiki at vera, og vit róðu teinin, sum vit plaga, og aftur hesa ferð eydnaðist tað at vinna. Eftir at vit vóru komin á mál, vísti tað seg so, at alt ikki var, sum tað plagar at vera, men tíbetur ávirkaði tað ikki róðurin hjá okkum, greiðir stýrimaðurin og bátsformaður á Miðvingi frá, og hon heldur fram: – Tað vísti seg, at ein av skeyt­ unum brotnaði, tá ið vit startaðu fyrru ferðina. Tann, sum sat við brotna skeytanum á bógbekki í bakborði, var tó so umhugsin, at hann ikki gretti eitt orð um hetta. Hann vildi ikki hava, at manningin skuldi verða órógvað, og at fokus skuldi verða flutt. So tað var ikki fyrrenn eftir, at vit vóru komin á mál, at vit fingu at vita, hvussu tað var vorðið við hesum. Kendi tú nakað óvanligt undir róðrinum? – Tað hugsaði eg ikki um. Róðurin kendist ganga, sum tað annars hevur gingið fyrr í summar, men tað kann sjálvandi ikki útilokast, at hetta hevur ávirkað, og tað kundi verið verri. Hvussu var kappingin frá hinum hesa ferð, tá ið sammett verður við undanfarnu ferðirnar? – Undanfarnu ferðirnar hava vit fingið betri start enn kappingar­ neytarnir. Hesa ferð var starturin góður hjá øllum bátunum. Tað eru fjúrtan dagar síðani, at vit seinast kappaðust, og í hesar báðar vikurnar hava allir bátarnir hava møguleika at arbeiða við veikleikum, og tað sæst aftur í róðrinum. Ung manning Tað kemur fyri, men tað er ikki vanligt, at konufólk stýra umborð á mannfólkabátum. Sarita Heinesen greiðir soleiðis frá um, hvussu tað ber til, at hon stýrir Miðvingi í summar: – Eg havi altíð verið áhugað í kappróðri, og eg havi róð síðani í 2000. Tað hevur verið við kvinnu­ bátunum her vesturi – Beintu, Frúnni og Riddaranum. Í ár eydn­ aðist tað ikki at manna nakran kvinnubát, og tá ið tað eisini var striltið at manna Miðving, so vildi eg hjálpa teimum, sum stríddust við ta uppgávuna. Áður havi eg bara stýrt, tá ið eg havi lagt barna­ manningum lag á. Hvat er tað fyri manning, sum tit hava í ár? – Talan er um unga manning. Yngsti maður er 16 ára gamal, og tann elst er 26. Tríggir vóru eisini við í fjør. Fleiri róðu í fjør við Frúnni, og tríggir eru komnir aðra staðni frá. Ein býr á Velbastað, ein á Argjum og ein í Hoyvík. Allir uttan ein hava áður luttikið í kappróðri. Báturin var mannaður í mars, og tá var tað, at venjingin tók dyk á seg. Var tað torførari at manna bátin í ár, enn tað hevur verið undanfarnu árini? – Soleiðis kendist tað hjá okkum. Tað vísir seg, at tey, sum hava róð í fleiri ár, vilja hava ein steðg, tí tað fer við nógvari tíð at venja og rógva, og tað vísir seg at vera torført at fáa nýggjar rógvarar. Lómur ikki skalaður Tað var sama søgan, sum tað hev­ur verið í alt summar, tá ið 6-manna­ førini við monnum kappaðust í góð­veðrinum á Fjarðastevnu í Vest­ manna. Lómur av Argjum hevði vunnið fýra tær fyrstu ferðirnar, og Lómur vann aftur leygardagin. Hesa ferð var Riddarin úr Miðvági treisk­ari at sleppa av við, enn hann hevur verið fyrr í ár. Riddarin hekk leingi uppi í Lómi, men á málinum var eingin ivi, hóast tað ikki var leyst millum Lóm og Riddaran. Lómur hevur verið fremstur allar fimm ferðirnar, og Riddarin hevur verið næstfremstur allar fimm ferðirnar uttan ta einu ferð­ ina, tá ið hann var nummar trý. Har­við er munurin millum tveir teir fremstu seks stig, og Lómur er stór­favorittur at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð. Merkisvert fyri róðurin í Vest­ manna leygardagin var tað, at Páll Fangi luttók fyri fyrstu ferð í ár, og at klaksvíkingar megnaðu at vinna seg fram á bronsuplássið. Tað var leyst og meiri enn tað aftur til Skúgv, Herning, Gongurólv og Sølmund. Páll Fangi er mannaður við rættu­liga royndum rógvarum, sum hava vant saman í nakrar vikur. Tað kann hugsast, at henda mann­ ingin fer at vera betri fyri, tá ið tað leygardagin verður kappast í Sandavági, og tá ið finaluróðurin verður ólavsøkuaftan. joannes@sosialurin.fo Kappróður Bátsfelagarnir hjá óhepna manninum umborð á Miðvingi vistu ikki, fyrrenn teir vóru komnir á mál, at ein skeyti var brotnaður í fyrra startinum Vunnu við brotnum árarskeyta Myndir: Álvur Haraldsen