Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið fjarðastevnuróðurin Jóannes Hansen Tvær av mest spennandi kapp­ ingunum um FM í kappróðri eru tær millum dreingjamanningarnar og gentumanningarnar. Felags fyri báðar kappingarnar er, at tað higartil í ár hava verið tveir bátar, sum hava vunnið róðr­ arnar, og at tað eru vinnararnir, sum stríðast um FM heitið. Í kappingini millum dreingja­ manningarnar eru tað bátar í høvuðsstaðnum, sum stríðast um sigrarnar og harvið um FM heitið. Talan er um Jallin hjá Róðrar­ felagnum Knørri og um Drekan hjá Havnar Róðrarfelag. Eftir tríggjar teir fyrstu róðr­ ar­nar, var tað ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi verða um stóra kapping, og at Drekin skuldi verða annar parturin í tí kapp­ingini. Jallurin vann á Norð­ oya­stevnu, á Eystanstevnu og á Sundalagsstevnu, og tveir aðrir bátar úr høvuðsstaðnum – Teistin av Argjum og Drekin hjá Havnar Róðrar­felag – skiftust um at vera næst­fremstir. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur Drekin verið fyrstur á mál, og Jallurin hevur verið næstfremstur. Tað ber við sær, at Jallurin er tvey stig undan Drekanum í FM kapp­ ingini. Harvið er tað framvegis púra opið í FM kappingini. Um Drekin vinnur tvær tær seinastu ferðirnar, og um Jallurin verður næstfremstur, so verða bátarnir javnir í stigum, og so verður avgerandi fyri FM heitið, hvør vinnur á Ólavsøku. Leygardagin var talan um ógvu­ liga tætta og spennandi kapp­ing. Firvaldur av Tvøroyri og Hav­ frúgvin úr Vestmanna vóru fremstu bátarnir, inntil málið var meiri enn hálvrógvið. So var tað, at Drekin og Jallurin orduliga tóku sær um reiggj. Drekin stakk seg framum allar hinar, og Jallurin, sum leingi var á fjórða plássi, rann fram á næst­fermsta plássið, meðan Hav­frúgvin, sum eina løtu tóktist hava kós ímóti heimasigri, end­aði á bronsu­pláss­ inum. Munurin millum teir báðar FM kandidatarnar var minni enn eitt sekund, og frá Jallinum og aftur til Havfrúnna var fjarstøðan eitt stórt sekund. Harvið er lagt upp til øgiligan spenning í tveimum teimum síðstu róðrunum! Erla setti tingini upp á pláss Á Norðoyastevnu og Eystanstevnu vóru tað genturnar í Fuglafirði umborð á Erlu Kongsdóttir, sum vóru bestar. Á Sundalagsstevnu og Jóansøku broyttist myndin so­ leiðis, at Hvassi av Oyri, sum hevði verið næstfremstur tvær tær fyrstu ferðirnar, vann, meðan Erla Kongs­ dóttir var næstfremst. Harvið var tað undan leygar­ degnum púra javnt millum hesar báðar bátarnar í FM kappingini. Leygardagin lótu tær umborð á Erlu Kongsdóttir ongan iva vera um, hvør skuldi vinna á Fjarðastevnu. Starturin hjá ljósagrøna bátinum var góður, og tað var heilt skjótt, at munurin øktist, og at Erla Kongsdóttir legði seg eina bátslongd framum hinar, og so økti Erla Kongsdóttir stúttt og støðugt um munin, sum á málinum var meiri enn tvær bátslongdir. Hvassi var næstfremstur, men Hvassi megnaði einki at gera við Erlu. Starturin hjá Hvassa var ikki góður, og leingi vóru Fípan Fagra, Tjaldrið, Blikur og Sílið frammanfyri bátin úr Sundalagnum. Fram ímóti málinum vístu tær á Hvassa seg at vera stinnari enn hesir kapp­ ingarneytarnir, men tær megn­ aðu als einki at gera við Erlu Kongsdóttir. Hóast tað á stigatalvuni bara er eitt stig millum Erlu Kongsdóttir og Hvassa, so boða tíðirnar leygardagin frá, at Erla Kongsdóttir má metast at vera favorittur at vinna á Vest­ anstevnu og á Ólavsøku og harvið at vera favorittur at vinna FM heitið. Kappróður Erla Kongsdóttir er nú favorittur at vinna FM í gentukappingini, og Drekin hevur við sigrinum í Vestmanna orduliga bjóða Jallinum av í kappingini um FM Drekin og Erla vóru sannførandi vinnarar Myndir: Álvur Haraldsen