mánadagur 9. juli 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
fjarðastevnuróðurin
Jóannes Hansen
Spenningurin er altíð størstur
um, hvussu kappingin millum
10-mannaførini fer at spæla av. Í
fleiri ár hevur verið arbeitt miðvíst
við at stytta róðrartíðina, og tey í
Róðrarsambandinum hava í ár verið
serliga væl nøgd við, hvussu væl alt
hevur verið fyrireikað kring landið,
og hvussu skjótt tað hevur gingið
fyri seg at avgreiða róðrarnar.
Tí er einki at siga til, at áskoð
ararnir í Vestmanna fóru rættuliga
at ótolnast, tá ið klokkan fór av
hálvgum seks, og 10-mannaførini
framvegis róðu aftur og fram og
bíðaðu eftir tørni.
Orsøkin til longdu kappingar
tíðina var tann, at tveir eyka FM
kappróðrar vóru á skránni. Á
síðsta aðalfundinum í Róðrarsam
bandinum varð samtykt, at skip
ast skuldi fyri FM kapping fyri
6-mannafør kvinnur og 10-manna
før í tí, sum fyrr nevndist old girls
og old boys, og sum tey nú nevna
master kapping. Samtykst varð,
at henda FM kappingini skuldi
fyriskipast á trimum teimum sein
astu stevnunum – á Fjarðastevnu, á
Vestanstevnu og á Ólavsøku.
Eitt var, at tveir nýggir róðrar
vórðu potaðir inn í tætta pro
grammið, sum annars hevur verið.
Nakað annað var, at tað vísti seg, at
ein manning ikki megnaði grund
leggjandi førleikan at leggja at fasta
startinum. Hetta seinkaði kapp
ingini í kanska ein hálvan tíma, og
tað var ikki nóg gott.
Tað
kendist
sum
um,
at
10-mannaførini, sum hava fyrireikað
seg í nógvar mánaðir, og sum í
summar hava víst framúr kapping
og undirhald, vórðu sett í skuggan
av kapping millum manningar, sum
als ikki hava fyrireikað seg á sama
hátt.
Poul John Æðustein er næst
formaður í Róðrarsambandi Føroya.
Hann fegnast um, at tað nú er farið
undir master kappingarnar, men
samstundis harmast hann um, at
hesar kappingarnar vóru orsøk
til, at róðrartíðin aftur varð longd,
eftir at tað leingi hevur gingið hin
vegin.
– Hetta var óheppið fyri mann
ingarnar á 10-mannaførunum, sum
vórðu órógvaðar, men ikki so nógv,
sum tær kundu verið órógvaðar,
um veðrið ikki hevði verið so gott.
Tað var óheppið fyri áskoðararnar,
sum vóru noyddir at bíða alt ov
leingi, og so skulu vit ikki gloyma,
at tað kring allan knøttin eru fólk,
sum fylgja við kappróðrinum á
netinum. Eitt nú fiskimenn og
teir í langfarasigling. Summir av
hesum royna at leggja tað soleiðis
til rættis, at teir hava pausu, tá ið
10-mannaførini rógva.
Ætla tit at gera nakað við
hetta?
– Vit fara at umrøða hetta á
fundinum, sum verður týskvøldið.
Fleiri nevndarlimir hava verið
uttanlands, so eg dugi ikki at siga,
um nøkur broyting verður gjørd.
Hvørjir møguleikar eru?
– Vit kundu flutt master róðr
arnar framum klokkan 15. Leygar
dagin vóru vit liðug við barnaróðr
arnar, tá ið klokkan var 13.45, so
tað hevði verið rúm fyri master
róðrunum áðrenn klokkan trý, sigur
Poul John Æðustein næstformaður
í Róðrarsambandi Føroya.
Master kappingarnar
Í FM kappingini millum 10-manna
førini er einki at síggja til Havnar
bátin. Manningin er farin av,
men í nýggju master kappingini,
sum teir rópa kappingina millum
10-mannafør við royndum rógv
arum, var Havnarbáturin við, og
old boys prógvaðu, at tað er einki í
vegin við nýggja bátinum.
Beinanvegin legði hvíti báturin
við drekastevninum seg á odda, og
hann vann sera tryggan sigur. Tað
var tættari millum hinar tríggjar,
men tað var eingin ivi um, at Skála
báturin var næstfyrstur, at Orm
urin Langi var nummar trý, og at
Eysturoyingurin var aftastur.
Master
kappingina
millum
6-mannafør við kvinnum vann
Herningur. Sigurin var sera sann
førandi. Herningur legði seg á odda
beinanvegin, og síðani var tað bara
ein spurningur um, hvussu triva
ligur sigurin fór at verða.
Kappingin
millum
Lóm
og
Gongurólv var sera tøtt.
Barnaróðrarnir
Nýggjur vinnari var í barnaróðr
inum fyri gentur á Fjarðastevnu
í
Vestmanna.
Allar
tær
fýra
undanfarnu ferðirnar í summar
var Jallur hjá Róðrarfelagnum
Knørri
fremstur.
Soleiðis
var
ikki hesa ferð. Hulda av Tvør
oyri vann, men munurin aftur
til Jallin var lítil og eingin.
Hulda hevur undanfarnu ferðirnar
verið nummar tvey tríggjar ferðir
og eina ferð nummar trý.
Í kappingini millum dreingja
manningarnar var Junkarin úr
Kvívík aftur fremstur. Junkarin
hevur vunnið allar fimm kapp
ingarnar.
Fípan Fagra úr Klaksvík var
aftur hesa ferð næstfremst. Fípan
hevur verið næstfremst allar fimm
ferðirnar.
Hetta var óheppið fyri 10-mannaførini
Kappróður At tveir nýggir FM róðrar vórðu lagdir inn ímillum kappingarnar, sum vanliga
hava verið á skránni, bar við sær, at kappróður leygardagin var í Vestmanna í meiri enn
fimm tímar, og tað var ikki nóg gott, heldur næstformaðurin í Róðrarsambandinum
5 mannafør dreingir
1 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:30. 21
2 Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:31. 14
3 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:32. 23
4 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:35. 06
5 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:37. 21
6 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:47. 03
Støðan í FM - 5 mannafør dreingir
1 Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 33 1G
2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31 1G
3 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
5 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14
6 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12
7 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
6 mannafør kvinnur
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:49. 09
2 Rádni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:53. 18
3 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:56. 16
4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:16. 05
Støðan í FM - 6 mannafør kvinnur
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35
2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28
3 Rádni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2G
4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
5 mannafør kvinnur
1 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:56. 19
2 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:02. 11
3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:05. 15
Støðan í FM - 5 mannafør kvinnur
1 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35
2 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 1G
3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25
4 Strípan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 1G
5 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12
6 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
6 mannafør menn
1 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:12. 12
2 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:14. 13
3 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:20. 18
4 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:26. 13
5 Herningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:28. 23
6 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:35. 17
7 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:45. 20
Støðan í FM - 6 mannafør menn
1 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35
2 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29
3 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25
4 Herningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
5 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 1G
6 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
7 Sundabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
8 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
5 mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . . . 05:53. 02
2 Hvassi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:58. 24
3 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:04. 00
4 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:04. 22
5 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:05. 14
6 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:08. 02
7 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:08. 16
8 Pílur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:29. 11
9 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:31. 15
Støðan í FM - 5 mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . . . . . 33 1G
2 Hvassi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32
3 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 1G
4 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17
5 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 1G
6 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
7 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
8 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 1G
9 Pílur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
8 mannafør
1 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:01. 15
2 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:05. 11
3 Gullbrandur . . . . . . . . . . . . . . . 05:09. 05 1G
Støðan í FM - 8 mannafør
1 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35
2 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29
3 Gullbrandur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26 1G
4 Heiðabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
6 mannafør kvinnur Masters
1 Herningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:40. 13
2 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:08. 11
3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:08. 20
Støðan í FM - 6 mannafør kv. Masters
1 Herningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
2 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
10 mannafør Masters
1 Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . . . . . 04:48. 15
2 Skálabáturin . . . . . . . . . . . . . . . 04:56. 19 1G
3 Ormurin Langi (RK) . . . . . . . . . . . . 04:59. 20
4 Eysturoyingur . . . . . . . . . . . . . . 05:01. 19 1G
Støðan í FM - 10 mannafør Masters
1 Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
2 Skálabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 1G
3 Ormurin Langi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . (RK)5
4 Eysturoyingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 1G
10 mannafør
1 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:40. 17
2 Suðuroyingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:41. 14
3 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . . 04:42. 22
4 Nólsoyingurin . . . . . . . . . . . . . . 04:54. 24 1G
5 Vestmannabáturin . . . . . . . . . . . . . 05:03. 05
Støðan í FM - 10 mannafør
1 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34
2 Suðuroyingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29
3 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27
4 Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 1G
5 Nólsoyingurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 1G
6 Vestmannabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
Mynd: Álvur Haraldsen