Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Føroyskir svimjarar hava í farnu viku og um vikuskiftið luttikið á evropeisku juniormeistarastevnu í Antwerpen, Belgia. Teir føroysku svimjararnir eru væl fyri í løtuni, og hetta staðfestu teir við at seta eina ørgrynnu av nýggjum føroyskum metum og juniormetum. Magnus kolldømdur Tað var serliga Magnus Jákupsson, sum gjørdi vart við seg í kappingini í Belgia. Hann setti heili fimm føroysk met og fimm juniormet, sum kastaði trý hálvfinalupláss av sær. Hann svam seg upprunaliga eisini til finaluna í 50m ryggsvimjing, men tað íkom nakað av dramatikki, tá ið yvirdómarin metti, at hann hevði okkurt klistrandi undir fótinum, sum gav honum ein fyrimun tá ið hann kavaði út í hylin. Magnus metti hetta vera íkomið av óvart ávegis út í hylin, og kærdi kolldømingina til dómsnevndina á staðnum, sum tó bara staðfesti avgerðina hjá yvirdómaranum. Risa met til fýra Sunnumorgunin svumu teir fýra Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 4x200m frísvimjing, og har settu teir í stórum stíli nýtt føroyskt met. Føroyska metið frammanundan var 8.44.94, men teir fýra kutaðu meir enn ein hálvan minutt av metinum við at svimja í tíðini 8.09.41. Føroyskt juniormet var ikki til staðar frammanundan, og hava teir nú lagt bragdliga fyri við hesum nýggja juniormetinum. Systrarnar flúgvandi Tær báðar systrarnar, Cecilia og Victoria Wigant Eysturdal, hava eisini bitið væl frá sær í kappingini í Belgia. Cecilia setti tíðliga á ferðini met í 400m frí og 200m frí, men systurin vildi ikki standa nakað aftanfyri og setti somuleiðis tvey nýggj juniormet. Tað var júst sum systurin í 400m frí og 200m frí. Føroyski gullklumpurin í Elin Kristinu Thomsen var eisini til staðar og tók henni líkt eisini tvey nýggj føroysk met. Ársins stjørnuskot og ársins svimjari, sum bara er 13 ára gomul, setti nýggj føroysk met í 50m firvald og 200m firvald og stjól tey harvið frá ávikavist Shailu millum Garðarnar og Moniku Biskopstø. albinus@sosialurin.fo Sunnudagin var føroyski triathlet­ urin, Gudmundur Joensen, við í DM í hálvum ironman í Aalborg. Hann byrjaði væl í svimjingini og kom skjótt upp á eitt fimta pláss, og á súkkluni gekk somuleiðis væl og hann helt sítt pláss. Hann súkklaði í miðal 40,2 km/t teir 90 kilometrarnar á súkkluni, sum kann sigast at vera gott. Í renningini byrjaði hann somuleiðis væl og rann væl undir fýra minuttir fyri hvønn kilometur teir fyrstu sjey kilometrarnar, men so byrjaði nógvi hitin at darva honum, og sum hann sjálvur tekur til: – Nógvi hitin tók beinini undan mær og snøgt sagt broyttist kapp­ingin frá at renna eftir góðari plasering til at yvirliva hitan og gjøgnumføra teinin best møguligt. Gudmundur kom á mál sum nummar sjey við tíðini 4.10,09. Nøgdur hóast alt Vinnarin av kappingini gjørdist Emil Dalgård úr Odense Triathlon Klub, sum við tíðini 3.52,10 vann ein sannførandi sigur. Úti við 18 minuttir seinni á mál kom Gudmundur Joensen, sum hóast alt er nøgdur við avrikið. – Tá ið hetta var ein kapping, har eg ikki hevði hvílt meg framm­ an­undan, tí at hetta var ein venj­ ingarkapping, so kann sigast, at eg eri heilt væl nøgdur. Eg hugsaði at topp 10 í DM er gott og topp 5 sera gott, men sum kappingin fløsk­ aði seg við ekstremum hita og renningin fór frá góðum støði til at kódna, so eri eg eisini væl nøgdur og ikki minst havi fingið nakað at taka við sum ein lærupengi, sigur Gudmundur, sum nú hyggur frameftir. – Nú verður venjing heima í Før­oyum fram til 2. septembur, tá ið eg skal til Írlands at koyra hálvan ironman. Annars bara fáa bein og kropp upp á pláss skjótast gjørligt og koyra nakrar kappingar í súkkling og onkra renni­kapping, sigur Gudmundur Joensen, sum ætlar sær at luttaka í stóru súkklukappingini, Effo Kring Føroyar. albinus@sosialurin.fo Hitin darvaði Gudmund Ironman Gudmundur Joensen luttók um vikuskiftið í DM í 1/2-ironman. Hann lá væl fyri og royndi eftir einum triðja plássi, men nógvi hitin í Aalborg tarnaði honum og sendi hann á eitt sjeynda pláss Tey svumu í metum í Belgia Mikudagur 4. juli: Magnus Jákupsson 24.79 í 50 firvald Magnus Jákupsson 57.91 í 100 rygg Magnus Jákupsson 24.69 í 50 firvald (hálvfinala) Hósdagur 5. juli: Cecilia Wigant Eysturdal 4:37.51 í 400 frí Fríggjadagur 6. juli: Cecilia Wigant Eysturdal 2:11.64 í 200 frí Magnus Jákupsson 2:04.43 í 200 rygg Magnus Jákupsson 2:04.12 í 200 rygg (hálvfinala) Leygardagur 7. Juli: Magnus Jákupsson 26.53 í 50 rygg (og í hálvfinalu) Magnus Jákupsson 54.12 í 100 firvald Kristina Elin Thomsen 2.38.81 í 200 firvald Markus Joensen 2.32.59 í 200 bringu Victoria Wigant Eysturdal 2.09.63 í 200 frí Óli Mortensen 16.17.10 1500 frí Sunnudagur 8. Juli: Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 8.09.41 í 4x200 frí Victoria Wigant Eysturdal 4.33.63 í 400 frí Kristina Elin Thomsen 29.23 í 50 firvald Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen 3.46.49 í 4x11 frí Markus Joensen 1.09.91 í 100 bringu Met sett á EJM 2012 Svimjing Á evropeiskari juniormeistarastevnu í Antwerpen í Belgia hava føroyskir svimjarar sett úti við 20 nýggj føroyskt met og juniormet