Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Champions League Upptakt Pætur Albinus Í annaðkvøld fær B36 vitjan av Linfield úr norðurírska høvuðs­staðnum, Belfast. Í fyrra dystinum, sum varð spældur á Windsor Park í Belfast, megnaði B36 at fáa ein málleysan javnleik við sær heim aftur til Føroya, og letur tað upp fyri møguleikunum fyri at spæla seg víðari til annað umfar í Champions League, har AEL Limassol av Kýpros bíðar. B36 hevur allar leikararnar tøkar til dystin. Ikki hissini mótstøða Tað er lítið at taka seg aftur í, at Linfield, sum hevur heimsmet fyri flest meistaraheiti (51), er eitt lið á høgum støði. Felagið ligg­ ur væl fyri í høvuðsstaðnum í Norður­írlandi, og við sera góðum um­støðum á tjóðarleikvøllinum hev­ur felagið í fleiri ár megnað at út­vegað sær sterkastu leikararnar í lands­kappingini og í fleiri førum eisini leikarar aðrastaðni í Stórabretlandi, sum eisini hava roynt seg í lægru deildunum í Onglandi. Lyklaleikarin er 28 ára gamli áleyparin, Peter Thompson, sum hevur skotið fleiri enn 200 mál fyri felagið og tekur nógva ábyrgd á sínar herðar. Hetta sama gjørdi hann í fyrsta dystinum ímóti B36, tá ið hann tók brotsspark, ið teim­um varð tilluttað, men hann megn­aði ikki at fáa bóltin framvið Meinhardti Joensen. Spurningurin er, um hetta hevur skakað hann, ella um hann nú bara hevur fingið enn fleiri grundir at vísa, hví hann hevur skotið fleiri enn 200 mál fyri felagið og hevur roynt seg á norðurírska landsliðnum. Off-season og skaðar Tað, sum iðrar Linfield-leguna allar­mest, er, at heimliga kappingin end­aði fyri tveimum mánaðum síð­ani, og at dystarvenjingin als ikki er góð. Fleiri av leikarunum eru júst heimkomnir av ferium teirra, somuleiðis sum teir hava fleiri skaðar at dragast við. Michael Gault, Philip Lowry, Alan Blayney og Albert Watson eru allir úti við skaða. Í stórum løtum av fyrra dyst­ inum ímóti B36 var tað ikki til at síggja, at liðið ikki er í góðari dystar­venjing, men í avgerandi løt­unum var tað hinvegin til at síggja. Teir høvdu trupult við at lata B36-verjuna upp og at tilspæla sær stórar málmøguleikar. Linfield favorittur Úr øllum borðum verður Linfield mettur sum favorittur til dystin ímóti B36, og teir, sum helst vita allarbest um hetta, eru vedd­ ingar­fyritøkurnar. Ikki færri enn 19 veddingarfyritøkur hava útboð av oddsum til dystin, og útfrá fram­roknaðum miðaltølum siga pro­sentini, at tað er 46% møguleiki fyri at Linfield vinnur dystin. Sann­líkindini fyri javnleiki eru 28%, meðan ein sigur til B36 er 26%, um vit spyrja veddingarfyritøkurnar. Hetta er sum vent í holini í mun til dystin í Belfast, har summar veddingarfyritøkur ikki góvu B36 størri enn 5% møguleika fyri at vinna. Útrokningar og aðrar gitingar verða tó helst allar gloymdar kl.18 í annaðkvøld, tá ið B36 fer á vøll­ in at royna at stríða seg víðari í Champions League, eins og teir hava gjørt áður. albinus@sosialurin.fo B36 kann aftur spæla seg víðari í Champions League Nú verður brakið: Fótbóltur B36 er einasta føroyska felagið, sum hevur spælt seg víðari í Champions League. Hetta var í 2006. Í morgin skulu teir royna at gera sær sjálvum kynstrið eftir, tá ið teir við 0-0 í hondini fáa vitjan av Linfield úr Norðurírlandi