mánadagur 9. juli 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Champions League Upptakt
Venjarin
hjá
B36,
Mikkjal
Thomassen, fekk tað, hann fór
eftir í fyrra dystinum á úti
vølli Belfast. Nevniliga eitt
úrslit, sum hann kundi brúka á
heimavølli. Tað fekk eisini við
einum 0-0-javnleiki, men tað
merkir ikki neyðturviliga, at
hann fer at spenna álopsbogan
á heimavølli.
– Nei, helst ikki. Vit fara at
hyggja at dystinum og síðani
finna út av, hvar vit skulu leggja
trýst á teir. Vit skulu hava eitt
meiri mál enn teir, og so eru vit
víðari. Ein brotssparkskapping
er fyri so vítt eisini í lagi. Vit
fingu javnleik í Belfast, og so
kunnu vit sanniliga eisini vinna
á
heimavølli,
segði
Mikkjal
Thomassen eftir javnleikin í
Belfast.
Hann legði serligan dent
á, at teir høvdu fyrireikað seg
væl undan fyrra dystinum,
og at teir høvdu lagt ein tak
tikk, sum skuldi fáa Linfield
til at royna seg við innleggum
og haðani leggja upp ímillum.
Hetta eydnaðist, og tað er helst
framvegis eitt loyndarmál hjá
gestunum, sum – hóast teir fingu
nakrar góðar málmøguleikar
umvegis júst innlegg – ikki fingið
nakað burturúr, og tað er tískil
ikki óhugsandi, at ein taktikkur
hesum líkum verður at síggja
týskvøldið.
Hann er tó púra greiður yvir,
at tað verður ein torfør uppgáva,
og at teir skulu spæla upp til sítt
allarbesta, um teir skulu spæla
seg víðari.
– Tað verður framvegis ein
ótrúliga trupul uppgáva. Vit
spæla ímóti einum liði, sum
hevur hægri støði enn okkara, so
tað er eingin ivi um, at vit veru
liga skulu spæla upp til okkara
allarbesta, um vit skulu hava
nakran møguleika, sigur Mikkjal
Thomassen við heimasíðuna hjá
B36.
albinus@sosialurin.fo
Venjarin hjá Linfield, David
Jeffrey, var alt annað enn nøgd
ur eftir 0-0-javnleikin ímóti B36
heima á Windsor Park.
– Hetta var eitt frustrerandi
kvøld og vit eru vónbrotnir, men
vit eru framvegis væl við. Aftaná
at vit settu okkum á dystum,
settu vit dagsskránna fyri tað
mesta í fyrra hálvleiki. Vit skaptu
nakrar góðar málmøguleikar og
fingu eitt brotsspark. Høvdu
vit gagnnýtt tað, so hevði verið
væl vorðið. Eg helt, at vit vóru
greitt omaná, men málmaður
teirra hevði fleiri framúr góðar
bjargingar og teir vardu sum
heild væl. Eg var bangin fyri at
teir fóru at fáa eitt mál hóast vit
trýstu, tí tað er ikki óvanligt at
teir tá fáa eitt heppið mál. Um
vit vunnu dystin 3-0, so meti eg,
at øll høvdu hildið tað verið eitt
uppiborið úrslit, gremur David
Jeffrey seg á heimasíðuni hjá
felagnum.
– Men sannleikin er, at vit
ikki fingu bóltin í málið, og
hetta hóast alt ikki er tað ring
asta úrslitið, sum vit kundu
fáa. Leikararnar hava nú sæð
sínar mótstøðumenn, teir vita
hvat bíðar fyri framman og mín
sannføring er, at hetta er ein
dystur, vit væl kunnu vinna,
sigur David Jeffrey, sum sjálv
ur hevur spælt í nógv ár sum
spælari í júst Linfield.
Hann er ein valdsmikil og
virdur venjari, sum ferð eftir
ferð í samrøðum peikar á, at
leikararnir vita, hvat hann krev
ur av teimum. Tað er ein sigur.
Hann hevur tó nakrar skaðar
at taka sær av. Tað hevði hann
eisini í fyrra dystinum heima
í Belfast, men nú er ein skaði
komin afturat.
Umframt
at
miðvallari
Michael Gault, miðvallari Philip
Lowry
og
málmaður
Alan
Blayney framvegis eru skaddir,
er verjuleikari Albert Watson nú
eisini vorðin skaddur og kemur
ikki við til Føroya.
albinus@sosialurin.fo
Sannførdur um
okkara møguleikar
Linfield-venjarin:
Mugu spæla
okkara allarbesta
Mikkjal Thomassen:
Mynd: Álvur Haraldsen