mánadagur 9. juli 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Teir hava í einstøkum førum sein
astu árini spælt tvímansleik í tennis
saman, men tað hevur ikki gingið
serliga væl. Tað var ikki uppruna
liga ætlanin, at teir skuldu spæla
saman í Wimbledon Open, sum er
ein Grand Slam-kapping og verður
mett at vera tann allarstørsta
tennis-kappingin av øllum.
Jonathan Marray hevði fingið
eitt sokallað wild-card til kapp
ingina í tvímansleiki, og av tí at
hann gjørdist ov seinur at greiða
pappírini saman við einum øðrum
leikara til tvímansleikin, valdi hann
at spyrja danska vinmann sín,
Frederik Løche Nielsen, sum játtaði.
Og tað var ikki býtt, má sigast.
Struku allan vegin
Hóast teir als ikki vóru styrkismettir
og bara vórðu fagnaðir at yvirhøvur
spæla seg víðari úr fyrsta umfari,
so gjørdist skjótt greitt, at hetta
skuldi vera nakað heilt serligt.
Ávegis til tindarnar feldu teir
eitt nú kroatisku servukanónini,
Ivo Karlovic, og fyri hvønn dyst,
sum fór, gjørdist bilsnið bara enn
størri. Teir feldu ein favoritt og
annan eftir. Í hálvfinaluni stóð
tvíburðaparið úr Florida í Amerika,
Bob og Mike Bryan, hinumeðin
netið. Hetta parið verður mett
sum eitt av heimsins bestu pørum
nakrantíð og sambært úrslitunum
eru teir eisini tað. Dansk-bretska
parið gjørdi ikki mætari enn at
vinna dystin 3-1 í settum.
Í finaluni hittu teir svensk-
rumenska
parinum
Robert
Lindstedt og Horia Tecau, sum
undanfarnu tvey árini eisini hevur
verið í finaluni og tapt báðar. Teir
fingu so eisini sítt triðja finalutap
í trý ár, tí at knógva einum flúgv
andi Frederik Løchte Nielsen og
Jonathan Marray megnaðu teir
ikki. Dansk-bretska parið vann
finaluna 3-2 í settum, tó greitt 6-3 í
síðsta og avgerandi setti.
Frederik Løchte Nielsen er úr
Lyngby og hevur vunnið slakar
tríggjar milliónir krónur higartil á
yrkisleiðini. Nú kann hann so legga
1,2 milliónir krónur afturat hesi
inntøkuni. Somuleiðis hevur hann
gjørt eitt stórt lop á styrkislistanum
innan tvímansleik, har hann er
lyftur frá einum 111. plássi til 24.
pláss.
Søguligur sigur
Við
sigrinum
megnaðu
bæði
Jonathan
Marray
og
Frederik
Løchte Nielsen at skriva søgu. Hetta
var fyrstu ferð síðani 1936, at ein
breti var við í Wimbledon-finaluni í
tvímansleiki síðan 1936. Hetta sama
árið vann legendariski Fred Perry
sítt triðja Wimbledon á rað.
Frederik Løchte Nielsen er
fyrsti danski finaluluttakarin í
Wimbledon síðani hansara egni
abbi, Kurt Nielsen, var í tveimum
finalum í 1950-unum. Frederik
gjørdist nú somuleiðis fyrsti danski
vinnarin í Wimbledon nakrantíð.
Hóast Frederik Løchte Nielsen
og Jonathan Marray báðir liggja
niðanfyri nummar 200 á heims
styrkislistanum í einmansleiki, so er
hetta framvegis tað, teir í framtíðini
fara at hugsavna seg um.
Williams og Federer vunnu
Flestu eyguni í kappingini vóru sum
vant vend mótvegis einmansleiki,
har tað ikki gjørdist til nakað
serliga óvæntað. Hjá kvinnunum
vann Serena Williams sína fimtu
Wimbledon við 2-1-sigri á Agieszka
Radwanska úr Póllandi. Hjá monn
unum vóru bretar á gosi um at
skotski Andy Murray hevði spælt
seg í finaluna, men hann megnaði
tó ikki at knógva helst besta leik
aranum í søguni, Roger Federer.
30 ára gamli Federer úr Sveis vann
finaluna 3-1 og vann harvið sín
sjeyndu Wimbledon. Hann endur
vinnur somuleiðis ovasta plássið á
heimsstyrkislistanum.
albinus@sosialurin.fo
Danskari
vann Wimbledon
Tennis Fyri fyrstu ferð í søguni hevur ein danskari vunnið
Wimbledon Open í tennis. Frederik Løchte Nielsen er slóðarin, sum
saman við enska Jonathan Marray vann kappingina í tvímansleiki
Føroyski U21-landsliðsleikarin,
René S. Joensen, hevur skapt
yvirskriftir í Danmark eftir
at hann um vikuskiftið skeyt
eitt mál og legði upp til eitt
mál í 2-1-sigrinum hjá fremsta
Brøndby-liðnum
ímóti
HB
Køge.
Tað gongur við rúkandi
ferð hjá 19 ára gamla René S.
Joensen, sum spælir við danska
felagnum Brøndby IF. Ímóti
kappingársenda herfyri fekk
hann sínar fyrstu minuttir í
Superliguni, og sunnudagin var
hann í byrjunaruppstillingini
í einum venjingardysti ímóti
HB Køge á Brøndby Stadion.
Brøndby byrjaði við sterkasta
liðnum, og boðar tað frá góðum
hjá René. Eftir dystin hevur
hann eisini enn fleiri grundir
til at vera væl nøgdur, tí hann
var heilt greitt dagsins maður
og fekk allar yvirskriftirnar.
Eitt mál og eitt upplegg
Hóast Brøndby legði væl frá
landi og alt fyri eitt skapti
eitt stórt trýst á málið hjá
HB Køge, so var tað eftir
eitt einmansavrik frá Lee
Rochester Sørensen, at HB
Køge legði seg á odda stutt
fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki
svaraði Brøndby tó skjótt aftur,
og var tað eftir eitt frálíkt
innlegg frá René S. Joensen, at
Nicolaj Agger fekk stýrt bóltin
í málið til 1-1.
Tá ið ein tími var leiktur,
skoraði
René
S.
Joensen
sjálvur
sigursmálið.
Mong
vildu vera við, at Nicolaj Agger
átti brotsspark, men tað legði
dómarin líka í. Ein, sum eiheldur
legði nakað í tað, var René, sum
við einum dundurskoti frá
brotsteigarmarkinum
sendi
bóltin í mál til 2-1, sum eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
Góðar 20 minuttir fyri
leiklok mátti René lata seg
útskifta vegna krampa, men
tað tók ikki frá honum, at
hann gjørdist dagsins hetja hjá
Brøndby og hevur fingið fleiri
miðlar í Danmark at útnevna
hann sum dagsins leikara.
Gott 1400 áskoðarar vóru
møttir til venjingardystin á
Brøndby Stadion, sum var hin
seinasti áðrenn Superligan
fer í gongd aftur. Brøndby
spælir
sín
fyrsta
dyst
í
nýggja kappingarárinum nú
sunnudagin. Teir hitta OB á
heimavølli.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Legan byrjar í kvøld og heldur
áfram í eina viku. Vant verður
í ítróttarhøllini í Vestmanna,
men um veðrið verður til
vildar, eru góðir møguleikar
at hava fysiskar venjingar
uttandura.
Leygardagin
14.
Juli verður skipað fyri kapping
fyri bólkarnar U-13, U-15 og
U-17. Umframt luttakararnar
á leguni, eru onnur áhugað
hjartaliga vælkomin at taka
lut, siga fyriskipararnir.
Bestu leikararnir
Átta leikarar koma úr hvørjum
landi og eru teir í aldrinum 10
- 16 ára gamlir. Hetta er fjórða
árið á rað, at Badminton
Europe stuðlar londunum í
Útnorði við legum fyri bestu
ungdómsleikararnar,
og
soleiðis virkar fyri at menna
badmintonítróttina í útjaðara
økjum. Legan var fyrstu ferð
hildin í Reykjavík í 2009, síðani
í Klaksvík árið eftir og í fjør
var hon í Illulissat í Grønlandi.
Eftir røttum átti Ísland túr
aftur í ár, men íslendska
badmintonsambandi sá seg
ikki ført fyri at átaka sær
uppgávuna, tí tey eisini skulu
við til OL í London. Tí bjóðaðu
føroyingar seg til at halda
leguna í Føroyum, og verður
hon í Vestmanna, har VÍF-
badminton er vertur.
Badminton Komandi
vikuna eru Føroyar vertur fyri
norðuratlantisku leguni fyri frægastu
ungdómsspælararnar innan badminton
úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum
Vestmanna karmur
um millumtjóða legu
René sigursharri
hjá Brøndby