Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Røða, tá ið gras­líkis­vøll­ urin á Svangaskarði varð alment tikin í nýtslu: Góðan dagin og væl­ komin á Svangaskarð øll somul! Nes kommuna vil við hesum takka FSF fyri samstarvsavtaluna um eina nýggja heildarætlan fyri Svangaskarð, t.v.s. um fyrrverandi gras­ vøllin og felagshúsið, sum innber útbygging av økinum og at Nes kommuna átekur sær ábyrgdina av rakstrinum sambært eini nærri grein­aðari avtalu. Nú er so fyrsta stigið tikið, nú vit í dag taka nýggja graslíkisvøllin í nýtslu, og vit gleða okk­um at halda fram í sam­starvinum at fáa ljós við vøllin og annars at endurn­ýggja húsið, sum verður næsta stig og byrjar beinanvegin. Eisini vóna vit, at ar­ beiðið kann halda fram, so vit, um ikki so langa tíð, kunnu fáa tak yvir áskoðaraplássini. - Á Svanga­skarði eru stórir fram­tíðarmøguleikar. Ítrótturin hevur ómeta­liga stóran týdn­ing fyri trivnaðin í komm­un­ uni. Við ríkum minnum í huganum, við stórum takksemi til FSF, Tofta Ítróttarfelag og annars allar íbúgvararnar í øki­num, bæði vóna og vænta vit sum umboð fyri Nes kommunu, at tað enn einaferð fer at eydnast at skriva søgu og prógva, at tá ið vit standa saman og draga eina línu, kunnu søgu­ liga stór tøk takast, ítrótt­in­um at frama. Vit vóna sjálvandi, at hetta verður tann nýggi skansin hjá B68, og at vit eisini í framtíðini fara at síggja fleiri altjóða dystir á Svangaskarði. Eg vil eisini takka øll­ um, sum hava verið við í hesi útbyggingini, fyri gott samstarv og væl úr hondum greitt arbeiði. Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll í Nes kommunu. Við hesum fáu orðum vil eg lata nýtslurættin til Tofta Ítróttarfelag við ynskjum um, at hetta verður til gleði og sign­ ingar. Ítróttur skapar trivnað Súni í Hjølum varaborgarstjóri í Nes kommunu Vesturskúlin í eygsjón Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at fara undir at fyrireika tann so­ nevnda Vesturskúlan úti við Landavegin/Marknagil, sum verður ein samanrenning av Venjingarskúlanum og Komm­unuskúlanum. Samtykt er í hesum um- farinum at játta tríggjar mió krónur til at útvega byggiskrá til nýggjan skúla í samsvari við álitið um fram­tíðar skúlabygnað og skúla­bygging í Tórshavnar komm­unu. Samtykt er eisini at seta bygginevnd, og býráðið hev­ur fyri sín part valt undir­ritaða sum formann í menta­málanevndini og Jan Christiansen, býráðslim, í hesa komm­unalu nevnd. Borgar­stjórin tilnevnir tríggjar limir aftrat at um­ boða umsitingina. Nýggjur skúla­ bygnaður Tórshavnar býráð hevur í hesum viðfangi einmælt sam­tykt høvuðslinjurnar í einum uppskoti til nýggj- an skúlabygnað fyri alla kommununa. Hetta er fyrstu ferð kommunan hev­ ur arbeitt við einum sam­an­ hangandi bygnað fyri allar 11 fólkaskúlarnar í komm­un­ uni. Skúlabygnaðurin varð fyrr í ár viðgjørdur í álitin­ um ”Skúlabygnaður og skúla­ bygging í Tórshavnar komm­ unu árini 2012-2021”. Hesin bygnaður hevur avgerandi ávirkan á bæði íløgutørvin í verandi og nýggjar skúlar og á raksturin, serstakliga tíma­ játtanina til tann einstaka skúlan. Bygnaðurin hevur eisini avgerandi ávirkan á, hvussu undirvísingin kann skipast bæði í mun til lærugreinir, næmingar, lærarar osfr. Í hes­um sambandi hevur tað stóran týdning, at skúla­ bygn­aðurin er so skipaður, at hann stuðlar sum best undir undir­vísingarliga virksemið og harvið mennir fakliga stigið. Samanlegging, forskúli og skúlaskifti Uppskotið um ein saman­ hang­andi bygnað hevur ávirk­an og avleiðingar fyri flest­allar skúlarnar í komm­ ununi. Tað setir tí eisini út í kortið, hvørjar íløgur skulu gerast komandi árini. Størsta uppskotið er at byggja nýggjan skúla í Vestur­ býnum og í hesum sambandi niðurleggja Venjingarskúlan og Kommunuskúlan eins og at Nám X verður sjálv­støð­ug­ ur skúli. Venjingarskúlin og Komm­unuskúlin verða lagdir saman og smalkaðir til trý spor. Hetta er ein effek­tivisering eisini í sam­ svari við næmingatalið. Í ætlanini liggur somuleiðis ein dagføring av eldru skúl­ unum, sum framvegis verða í nýtslu. Onnur høvuðsbreyting er at skipa forskúla í øll­um skúlum, og triðja høv­uðs­ broyting er, at skúla­skifti verður at fylgja flokka­ být­inum í grund­deild (1.-3. flokk), mið­deild (4.-6. flokk) og hádeild (7.-9. flokk). Í hes­ um sam­bandi verður farið frá núverandi býtinum, sum er í tveimum, 1.-7. flokk og fram­haldsdeild. Forskúlin er ikki fevndur av samtyktini í býráðnum um bygnaðin, tí forskúli er tilboð, sum kommunan sjálv kann seta í verk, men skúla­bygnaðurin leggur ávísan dent á at styrkja inn­ skúlingina, serliga um avgerð verður tikin um forskúlar, har pedagogarnir veruliga koma inn unm skúlagátt. Somuleiðis verður í nýggja bygnaðinum lagdur dentur á hádeildina 6.-9. flokk, so allir næmingar í hesum flokkum fáa eitt breitt tilboð við skúlasamstørvum og fimm sporum á Eysturskúlanum. Arbeiðið higartil Í fólkaskúlalógini er ásett, at ein skúlabygnaður skal verða gjørdur fyri fólka­skúl­ an í kommununi. Komm­ unu­stýrið ger upp­skot um bygn­að, sum skúla­stýr­ini sam­an við kommunu­stýr­in­ um viðgera. Ein arbeiðsbólkur, um­ boð­andi tey 11 skúlastýrini í kommununi, hevur sam­ an við umboðum fyri trivn- aðar­fyrisitingina havt álit­ ið til viðgerðar og gjørt ymsar viðmerkingar til tað. Síðani hevur ein annar arbeiðsbólkur útgreinað eitt konsept fyri nýggjan Vestur­ skúla. Í hesum seinna arbeiðs­ bólki hava verið umboð fyri Venjingarskúlan, Kommunu­ skúlan, Frítíðarskúlan og skúla­umsitingina hjá komm­ un­uni. Um Vesturskúlan sum trí­sporaðan heildarskúla við forskúla og frítíðarskúla, verður viðmerkt, at Vestur­ skúlin saman við ætl­an­ini at flyta Nám X úr Eyst­ur­ skúlanum er høv­uðs­for­ treyt fyri, at til ber at skipa skúlabygnaðin fyri alla kommununa eftir upp­ skotinum í álitinum um skúlan í Tórshavnar komm­ unu árini 2012-2021”. Sambært fólkaskúlalógini skal landsstýrið góðkenna skúlabygnaðin.