mánadagur 9. juli 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2012 · Nr. 78
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Agga berjist ímóti
Big Brother
Janus á Ryggi
Agga Niclasen, sum hevur
lisið samfelagsfrøði í London
og á Fróðskaparsetrinum,
finst at tí, hann nevnir
”frelstan
elitu
politikk”.
Hann lýsir seg sjálvan sum
ein
statskritiskan
libera
list, og hann heldur ikki, at
nakar politiskur flokkur í
Føroyum veruliga umboðar
liberalu virðini mótvegis tí,
hann heldur vera eitt vaks
andi alment eftirlit. Sam
bært honum situr ein elita í
almenna geiranum, ið held
ur, at borgaranum tørvar
strangt eftirlit frá nøkrum
útvaldum, ið vita betri enn
palleba. Endamálið er ikki
at tæna borgaranum, men at
hava tamarhald á honum, er
hann sannførdur um.
– Almennir stovnar vilja
siga tær hvussu tú skalt eta,
uppala tíni børn og ikki minst
hvussu umhvørvisvinarligur
tú skalt vera. Úrslitið verða
ókritiskir undirsáttar, ið blint
góðtaka tað myndugleikarnir
siga, heldur hann sannførdur
fyri.
Big brother
kemur á gátt
”Tað rakar ikki tykkum hvør
býr her!” vóru boðini, tá
umboð frá Manntali komu
á gátt hjá Agga Niclasen við
spurnarbløðum eitt illfýsið
novemberkvøld
í
2011.
Í
spurnarblaðnum var eitt nú
spurt hvussu nógv fólk vóru
í húsi. Umboðini frá Manntali
gjørdust heldur bilsin, vendu
í hurðini, men lovaðu at
venda aftur. Tí sambært
lógini skuldi Agga Niclasen
svara spurnarblaðnum frá
Manntali. Men fyri hann
var vitjanin eitt gylt høvið
til politiska protest, ímóti tí
hann sær sum ein vaksandi
eftirlitsstat, ið fegin vil savna
sær vitan um borgaran, ið
ikki tilkemur houm.
Agga Niclasen gjørdi ikki
mætari enn at venda sær
til løgfrøðiliga ráðgevan hjá
løgtinginum, fyri at vita um
hann kundi vænta sær revs
ing fyri svarnoktan. Men
niðurstøðan frá umboðs
manninum var, at ásetingin
um svarskyldu helst var í
stríð við europeiska manna
rættindasáttmálan. Hetta var
ein lítil sigur á vegnum hjá
Agga Niclasen, í sínum stríði
ímóti eftirlitsstatinum.
Avtakið Ferðslutrygd
Avgerðin um at lækka loyvdu
alkohol promilluna frá 0,5
til 0,2, er sambært honum,
eitt av nógvum dømum um
eftirlitssamfelagið.
– Hví er neyðugt við eini
lóg ið sigur, at drekkur tú eitt
einstakt glas av víni, kanst
tú ikki koyra bil? At seta pro
millumarkið niður á 0,2 ger
púrt ongan mun. Tey ið vilja
koyra skít, gera tað framvegis.
Hetta vísa royndir úr øðrum
londum greitt. Lógin rakar
tørturímóti tey mongu óseku,
ið nú ikki kunnu koyra til
Havnar aftaná eitt einsakt
glas av víni til ein føðingar
dag úti á bygd, heldur Agga
Niclasen fyri.
Sambært honum hevði
lógarbroytingin onga veru
liga ávirkan á trygdina á
vegnum. Tvørturímóti sendir
Ráðið fyri ferðsltrygd, ið
mælti til broytingina, eitt
signal út um, at fólk hava
tørv á eftirlitið niður í minstu
smálutir. Men hví halda vit
altíð, at almennir myndug
leikar vita betri enn vit sjálvi
gera, spyr Agga Niclasen.
– Almennir myndugleik
ar halda veruliga, at borg
arin ikki er førur fyri at taka
skilagóðar ella moralskar
avgerðir, sær sjálvum og
sínum næsta til egna besta.
Av onkrari orsøk halda hesir
myndugleikar, at teir eru betri
førir fyri at taka avgerðir fyri
fólk. Stovnurin er tí bert ein
av fleiri almennum stovnum,
við uppgávu at ráðgeva og
hava eftirlit, ið skuldi verið
avtikin, sigur hann.
Nær fara børnini
til songar?
Gigni
er
stovnur
undir
heilsumálaráðnum, ið hevur
til endamáls at fremja heilsu
og trivnað fyri familjur og
børn, eitt nú á skúlaøkinum.
Men fyri Agga Niclasen,
ið sjálvur hevur børn sum
ganga í barnaskúla, gjørd
ist tað ovboðið, tá eina
dóttur
hansara
brádliga
ein dag skuldi svara einum
spurnarblað um heilsu og
trivnað, har millum annað
varð spurt, nær hon fór til
songar um kvøldarnar. Tey
flestu høvdu neyvan gjørt
sær nakra stórvegis hugsan
um hetta, men fyri Agga
Niclasen er hetta enn eitt
dømi um, at staturin fegin
vil sleppa at hava eftirlit
við privatlívinum hjá sínum
borgarum. Hví skuldi henda
vitan verið viðkomandi fyri
ein almennan stovn? Hann
svaraði tí fleiri spurningum
við svarinum ”er hesum
stovni óviðkomandi”.
Úrslitið
tíðina
aftaná
gjørdist eitt støðugt sam
skifti millum Agga Niclasen
og Gigni um hesi góðu spurn
arbløð.
– Í roynd og veru ómynd
ugger Gigni foreldrini við
at seta slíkar spurningar
og fer útum sínar heimildir.
Stovnurin átti at hildið seg til
at kanna likamligu heilsuna
hjá børnunum og trivnaðin
í skúlanum. Tað tilkemur
teimum ikki, at hava eftirlit
við uppalingini í heiminum.
Er illgruni um, at barni líður
undir vanrøkt heima, so hava
vit barnaverndina at taka
sær av slíkum málum, førir
Agga Niclasen fram.
Et sunt, hugsa grønt
Men hava fólk ikki tørv á
góðum ráðum og vegleiðing
um? Er tað ikki skilagott, at
serfrøðingar fortelja okkum
um ferðslutrygd, barnaupp
aling og heilsugóðan mat,
soleiðis at vit hava eitt betri
vitanargrundarlag til at taka
skilagóðar avgerðir? Seinnu
árini hava vit sæð eina røð av
heilsufrøðiligum og grønum
átøkum frá almennari síðu.
– Fólk vita væl, hvat er
gott fyri tey. Men vandi er
fyri, at staturin, við at fara
við fólki sum vóru tey undir
sáttar, ið støðugt hava tørv á
moralskum boðum, veruliga
fær fólk at bera seg at sum
vóru tey býtt. Tey allarflestu
lurta eftir teimum, ið eru
teimum næst, og hava ikki
tørv á statsíblandan fyri at
skipað gerandisdagin. Tað
er alt ov lætt hjá væl løntum
alment settum, at siga fólki
at tey skulu keypa sær eina
nýggja vaskimaskinu, ið er
betri fyri umhvørvið, ella
at keypa vistfrøðiligt, tí tað
er heilsugott. Tey liva ofta
eitt lív fjart frá veruliga ger
andisdegnum hjá nógvum
fólkum og átøkini eru einki
minni enn misnýtsla av okk
ara
skattapengum,
sigur
Agga Niclasen sannførdur.
Misskilt sosialisma
Í roynd og veru er Agga Nicla
sen sosialist, vil hann vera
við. Upprunaliga uppstóð
sosialisman sum eitt bein
leiðis mótrák ímóti statsvaldi
og elitupolitikki. Nú er vent
í holini og sosialistarnir eru
í parti við statinum. Hetta
er sambært honum ein álv
arsamur
trupulleiki
fyri
vinstraveingin,
ið
hevur
mist sín upprunaliga stats
kritiska
kant.
Vælferðar
staturin við javnaðarhug
sjónini á odda, er farin
aftur tann elituhugburð, ið
franska kollveltingin gjørdi
upp við. Politiska kjakið
og kritikkurin er útskiftur
við
eitt
serfrøðingaveldi,
ið brúkar nógvar milliónir
uppá, at uppala fólk at vera
korrekt – eta sunt, vera um
hvørvisvinarlig
og
koyra
børnini í song til tíðina.
– Gamli aðalin og prest
astættin eru útskift við eitt
serfrøðingaveldi.
Við
vís
indaligum
argumentum
heldur elitan seg kunna siga,
hvussu
privatir
borgarar
skulu liva sín gerandisdag.
Men vísind og politikkur eru
hvør sítt. Almennir stovnar
fara tí útum sínar heimildir,
tá teir royna at koma við
ásetingum um hvussu pri
vatir borgarar skulu liva sítt
lív, ávarar Agga Niclasen.
Sambært honum er alment
og kritiskt kjak um hvussu vit
nýta serfrøði sum grundarlag
fyri politikki betra loysnin.
Og stundum er serfrøðin
ikki egna sum grundarlag
fyri politiskari støðutakan.
Persónliga frælsi má altíð
trumfra serfrøðingapolitikk,
leggur hann dent á.
Hann er harðliga ímóti, at almennir myndugleikar siga okkum, hvussu vit skulu eta, brúka okkara pening
ella uppala okkara børn. Seinastu mánaðirnar hevur Agga Niclasen, í eini røð av tíðargreinum, ávarað
ímóti einari maktelitu, sum sambært honum, fegin vil sleppa at stýra privatlívinum hjá føroyingum.
Tað rakar ikki tykkum hvør
býr her!” vóru boðini, tá umboð
frá Manntali komu á gátt hjá Agga
Niclasen við spurnarbløðum eitt
illfýsið novemberkvøld í 2011
Almennir myndug
leikar halda veruliga, at
borgarin ikki er førur fyri
at taka skilagóðar ella
moralskar avgerðir, sær
sjálvum og sínum næsta
til egna besta