mikudagur 17. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 53 - 17. mars 2004
Nr. 53 - 17. mars 2004
19
UTTAN ÚR HEIMI
Útlendskir ríkis- og
stjórnarleiðarar eru
nú drignir upp í am-
erikanska valstríðið.
Spurningurin er, hvør
stuðlar hvørjum
valevni
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hvørjum halda útlendskir
ríkis- og stjórnarleiðarar
við, George W. Bush ella
John Kerry?
Hesin spurningurin hevur
tikið seg upp í valstríðnum
upp undir amerikanska for-
setavalið í heyst. Upprunin
til orðaskiftið er, at John
Kerry skal hava sagt, at
hann fær stuðul frá fleiri
leiðarum í øðrum londum,
sum heldur vilja hava hann
til forseta enn George W.
Bush.
Sjálvur sigur Kerry, at
tað er ikki hann, sum hevur
lagt upp til orðaskiftið, men
at Bush og hansara menn
hava tikið spurningin upp
fyri at sleppa undan at
viðgera spurningar um
arbeiðsloysið, heilsuverkið
og onnur týðandi mál í
valstríðnum.
– Tað er einki loyndar-
mál, at summi lond hava
verið ímóti uttanríkispolit-
ikkinum hjá sitandi stjórn-
ini. Tað hevur kostað okk-
um virðing og ávirkan í
heiminum. Eg standi við
tað, sum eg havi sagt. Tað
týdningarmesta er, at uttan-
ríkispolitikkurin hjá Bush-
stjórnini hevur ikki gagnað
trygd okkara, soleiðis sum
hann átti at havt gjørt, sigur
John Kerry við tíðinda-
stovuna AP.
George W. Bush, forseti,
og Colin Powell, uttanríkis-
ráðharri, vilja ikki leggja
John Kerry undir at lúgva,
at hann fær stuðul frá út-
lendskum leiðarum, men
teir vilja fegnir hava at vita,
hvørjir hesir leiðararnir
eru.
– Annaðhvørt sigur hann
okkum, hvørjir hesir leiðar-
arnir eru, ella má niður-
støðan vera, at hetta er nak-
að, sum hann hevur funnið
uppá, sigur Colin Powell.
John Kerry hevur sýtt
fyri at kunngera nøkur
nøvn, men hann heldur upp
á sítt.
Hvørjir eru teir?
Franskir hermenn
hava fleiri ferðir verið
nær Osama bin Lad-
en, men ovasti teirra
heldur ikki, at tað fær
nakran avgerandi
týdning, at bin Laden
verður tikin
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Taka vit ein av leiðarun-
um í al-Qaeda, kemur ein
annar framat, sigur gener-
alurin Henri Bentegeat við
útvarpið Europe 1.
Hann er ovasti í franska
herinum og stendur á odda
fyri 200 servandum fronsk-
um hermonnum, sum leita
eftir leiðaranum í al-Qaeda,
Osama bin Laden, í fjøllun-
um á markinum ímillum
Pakistan og Afghanistan.
Generalurin sigur við
Europe 1, at fleiri ferðir
hevur tað verið um reppið,
at hermenn hansara hava
tikið bin Laden.
– Men hvørja ferð er
hann sloppin undan okkum,
sjálvt um vit hava byrgt
hann inni. Landslagið í
Afghanistan er soleiðis
háttað, at tað kemur tí
flýggjandi til góðar, sigur
Henri Bentegeat, generalur.
Hann ávarar samstundis
fólk ímóti at leggja ov
stóran týdning í tað, verður
bin Laden tikin, tí maður
kemur í mans stað, sigur
hann. Hann leggur afturat,
at tað mest órógvandi er, at
al-Qaeda forvinnur altsamt
meiri og meiri pengar
burtur
úr
handli
við
rúsevnum.
Ísraelski forsætis-
ráðharrin, Ariel
Sharon, vil hava eina
millión jødar í øðr-
um londum at flyta
til Ísraels næstu ár-
ini. Spurningurin er
bara, hvaðani teir
skulu koma
ÍSRAEL
Árni Joensen.
fartekst@mail.dk
Fyri nøkrum døgum síð-
ani boðsendi Ariel Sharon
fleiri ráðharrum og ser-
frøðingum av ymsum
slagi til fundar. Evnið var,
hvat kann gerast fyri at
fáa umleið eina millión
jødar í øðrum londum at
flyta til ísraels tey næstu
árini. Tað skrivar blaðið
Haaretz.
Sambært blaðnum kom
fundurin ikki til nakra
beinleiðis
niðurstøðu,
men avgjørt varð, at
stjórnin skal leggja eina
ætlan, sum skal viðgerast
á einum fundi, sum verð-
ur í juni.
Hagtølini hjá ísraelsku
myndugleikunum vísa, at
í fjør fluttu 24.434 fólk til
Ísraels. So lítil hevur til-
flytingin ikki verið síðani
í 1989, og higartil í ár eru
bert 2.650 útlendskir jød-
ar fluttir til landið. Sam-
bært Haaretz hava embæt-
ismenn hjá stjórnini rokn-
að seg fram til, at í besta
føri kann talið á innflytar-
um fáast upp á umleið
70.000 í 2010.
Tá
Sovjetsamveldið
syndraðist, valdu nógvir
jødar í Russlandi og øð-
rum fyrrverandi sovjet-
lýðveldum at flyta til Ísra-
els, men nú vísa hagtølini,
at minst 50.000 jødar eru
fluttir aftur til Russlands.
Orsøkin er sambært Haar-
etz, at tilflytararnir hava
havt ilt við at fáa arbeiði,
og at viðurskiftini í Ísrael
eru ikki nóg trygg. Har-
afturat er tað ein veru-
leiki, at tað eru ikki allir
ísraelsmenn, sum halda so
nógv av tilflytarunum.
Orsøkin til ætlanina hjá
Sharon og stjórnini at fáa
fleiri útlendskar jødar til
Ísraels er, at jødarnir eru í
ferð við at koma í minni-
luta í økinum. Framrokn-
ingar hjá myndugleikun-
um vísa, at um tíggju ár
verða fleiri palestinar enn
jødar í tí gamla Palestina,
sum í dag umfatar Ísrael,
Vestara
Áarbakka
og
Gaza-geiran.
Eisini í sjálvum Ísrael
er tann jødiski parturin av
fólkatalinum minkandi. Í
dag eru 1,7 millión ísra-
elskir ríkisborgarar mus-
limar, og meðan jødiski
parturin av fólkinum vaks
1,4 prosent í fjør, vaks
tann muslimski parturin
3,4 prosent.
Ov fáir jødar
í Ísrael
Útlendskir jødar aftra seg við at flyta til Ísraels, tí tað er
ikki nóg trygt at búgva har. Samstundis rýma russiskir
jødar heimaftur
Ikki nóg mikið at taka bin Laden
– Tað er ikki nóg mikið at fáa fatur á bin Laden. Verður hann
tikin, kemur ein annar í hansara stað
– Eg fái stuðul frá útlendsku≤m leiðarum, sigur John Kerry. Hvørjir eru teir, spyr Bush
C
M
Y
K
19
18