Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 53 - 17. mars 2004 Nr. 53 - 17. mars 2004 21 Oyggjasamfeløgini Føroyar, Ísland, Áland og Grønland hava seinastu 2 árini gjøgnum Norður- landaráðið verið sam- an um eina verkætlan. Endamálið við verk- ætlanini er at greina tað mentanarligu bakgrundina fyri rús- evnis- og rúsdrekka- nýtsluna hjá mið- námsskúlanæming- um. Eisini skal verða mett um ávirkanina av teimum skráum, sum skulu fyribyrgja misnýtslu av rús- evnum/rúsdrekka og meta um fatanarligar (kognitivar) og kensluligar tilgongd- ir, ið er knýttar at rúsevnis- og rús- drekkanýtsluni VERKÆTLAN Barbara Thomsen og Iris J. T. Thomsen Fyriskiparar Verkætlanin er komin í lag gjøgnum norðurlendskt samstarv. Í Føroyum er tað Fyribyrgingarráðið, sum hevur ábyrgdina av før- oyska partinum. Fyribyrg- ingarráðið hevur til upp- gávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjan, sjúku- og vanlukkufyribyrging og tað bæði í almanna- og heilsu- verkinum. Ráðið hevur aft- ur at hesum sum uppgávu at stimbra gransking og royndir á fyribyrgingarøk- inum. Brynhild Danielsen, skrivari á Fyribyrgingar- ráðnum, og Carl August Arge, rúsevniskonsulentur, hava dagligu umsitingina av verkætlanini. Luttakarar Næmingarnir, ið taka lut í granskingar-verkætlanini eru millum 17-22 ár og eru tey 25 í tali. Men tó er henda verkætlan soleiðis háttað, at tað ikki bert eru útibúgvandi næming- arnir, sum taka lut. Allir FHS- og studentaskúlanæm- ingar á fyrsta ári fingu við skúlaársbyrjan eitt umfatandi spurnarblað at fylla út, og fáa teir aftur eitt, tá ið eitt hálvt ár er umliðið. Verkætlanin í Føroyum Endamálið við gransking- arverkætlanini hjá Norð- urlandaráðnum er at meta um árini av tiltøkum, ið skulu fyribyrgja misnýtslu av rúsandi evnum. Sam- stundis miða tiltøkini ímóti at menna tey ungu í síná- millum samstarvi og at læra tey at kenna sínar sterku síður og virða síni egnu mál og virðir. Hesin parturin umfatar 10 tímar og byrjaði beint eftir heystfrítíðina. Tey luttakandi eru øll úti- búgvandi, tí kanningar í útlondum benda á, at úti- búgvandi ung eru í størri vandabólki, tá talan eitt nú er um rúsevnir. Í Føroyum hevur arbeitt verið í bólkum, sum hava fingið heitið "Oyggjabólk- arnir". Tveir bólkar eru á hvørjum skúla og ein lær- ari er knýttur til hvønn bólkin. Allir bólkarnir hava haft bólkafundir og hava harumframt verið til fyri- lestrar: • Um rúsevni (Carl August Arge) • Um fyribyrging - eisini kensluliga (Karin Dahl) Bólkarnir á Handilsskúl- anum hava síðani arbeitt við kriminaliteti, ungdóms- mentan og -samleika og fíggjarviðurskifti í sam- band við at flyta heiman- ífrá. Í Hoydølum valdi tann eini bólkurin at skriva um verkætlanina. Vitjað hevur verið úti á Sosialinum, har Páll Johannesen vísti runt og greiddi frá blaðmanna- starvinum og um greina- skriving. Hin bólkurin hev- ur fyrireikað námsferðina. Námsferðin Oyggjabólkaverkætlanin endaði við eini námsferð. Henda ferðin var frá 8-12 mars, og fóru næmingarnir tá við fyriskiparunum og lærarunum til Íslands. Búð var í íbúðum mitt í Reykja- vík. Vit vitjaðu næmingar á sama útbúgvingarstøði í Reykjavík, góvu sínámill- um frágreiðingar um út- búgvingarmøguleikar í teimum báðum londunum og gjørdu samanberingar millum útbúgvingarnar. Eisini samanbóru vit frítíð- arumhvørvið hjá íslendsk- um og føroyskum ungdómi og áhugavert var at koma í samband vit ung í Íslandi. Ein vitjan í einum virknum ungdómshúsi var eisini á skránni. Um kvøldið vóru vit boðin til rokk konsert har. Harum- framt vóru vit í Foreldra- húsinum mitt í hjartanum í Reykjavík, sum er ein sjálvboðin felagsskapur av foreldrum. Foreldrahúsið verður stuðlað av býráð- num í Reykjavík og vinnu- lívinum. Her fáa børn og foreldur ráðgeving og hjálp í samband við rúsevnis- misnýtslu. Tá ein er í Íslandi, ber ikki til at fara avstað aftur uttan at hava sæð okkurt av tí, sum Ísland hevur at bjóða. So mikudagurin var settur av til tílíkt. Tá var t.d farið at hyggja at Bláa Lóni og Reykjanes. Tann ætlaði túrurin til Geysir var av- lýstur vegna harð- veður. Fríggjadagin kundu næmingarnir fara sær ein túr í handlar ella okkurt annað, tí hendan dagin høvdu vit "frí" eftir at hava mett um verkætlanina fyrrapartin. Farið var aftur til Føroyar fríggjakvøldið. Samanumtikið ein spenn- andi og ikki minst stuttligur túrur. Ráðstevna í Føroyum Norðurlendska verkætlanin endar í Føroyum við eini ráðstevnu komandi heyst, har granskingarúrslitini verða viðgjørd. Tá vera um- boð fyri hini luttakara- londini eisini við. Bygnaðurin í verkætlanini 1. Spurnaðarblað til allar næmingar í 1. flokkum í Studentaskúlanum í Hoydølum og á Hand- ilskúlanum í Havn á heysti 2003. 2. Oyggjabólkarnir sam- ansettir av útibúgvandi næmingum og einum lærara í hvørjum bólki hava bólkavirksemi, ið byggir á upplýsing, samstarv og tilvitan. Virksemið er frá ok- tober 2003 til mars 2004. 3. Spurnaðarblað til allar næmingar í 1. flokkum í Studentaskúlanum í Hoydølum og á Hand- ilsskúlanum í Havn á vári 2004. 4-oyggjaverkætlanin - prát við 2 gentur, ið eru útibúgvandi UNG Barbara Thomsen og Iris J. T. Thomsen Samfelagið er soleiðis hátt- að í dag, at einum tørvar eina góða útbúgving fyri at fáa tað arbeiðið, ið ein kann hugsa sær. Eftir at hava lokið fólkaskúlan, eru tað hvørt ár fleiri ung, ið flyta heimanífrá at ganga á mið- námsskúla. Tá ið ein flytur heimaní- frá fær ein eina ávísa ábyrgd fyri sær sjálvum, ein hugsar meira um egin viðurskifti enn áður. Vit hava í hesum sam- bandi tosað við Olgu Mariu undir Skarði og Anitu í Soylu, ið báðar ganga á øðrum ári í studentaskúl- anum og búgva í Studenta- skúlaheiminum á Berja- brekku. Olga er 19 ára gomul og kemur heiman av Sandi. Anita er 18 ára gomul og kemur úr Sandavági. Hví hava tit valt at flyta heimanífrá? Olga: Eg valdi at flyta til Havnar, tí at skúlin liggur í Havn. Anita: Orsøkin til at eg flutti var, at skúlin liggur í Havn og eingin undirsjóv- artunnil var komin, tá ið eg byrjaði. Eftir hetta treivst eg væl her. Fyrimunir við ikki at búgva heima? Olga: Eg haldi at ein av fyrimununum er at ein er rættuliga fríur, kann gera alt hvat ein vil, eisini eru nógvar nýggjar avbjóðing- ar. Ein lærir at gera mat, hehe... ein lærir eisini at standa á egnum beinum og er ikki undir "uppsýni" allan dagin. Anita: Eg eri samd við Olgu. Ein hevur ábyrgdina av sær sjálvum. Vansar við ikki at búgva heima? Anita: Pengapungurin er skrallaður í endanum av mánaðinum, eingin morg- unmatur á borðinum tá ein vaknar. Olga: Ein fær ikki døgurða hvønn dag, hehe... Tað at koma upp hvønn morgun, tað er lættari at koma upp tá onkur er har og biður ein koma upp. Hevði eisini havt minni fráveru, um ein var heima. Hvussu er tykkara pen- ingaliga støða? Olga og Anita: Tronglig! Hvussu nógvan studning fáa tit um mánaðin? 3418kr Fáa tit pening heiman- ífrá? Foreldrini gjalda kamarið Hava tit arbeiðið í frí- tíðini? Hvussu nógv gevur hetta um mánaðin? Olga: Nei tað havi eg ikki. Anita: Ja. Eg fái umleið 2000 kr og tað fer til náms- ferð. Hvussu nógvan pening nýta tit um mánaðin? Olga og Anita: Alt. Hvat nýta tit peningin til? Olga og Anita: Tað brennur upp í lummanum. Annars mat og klæðir, van- liga húsarhaldsvøru. Hvussu eru tykkara bú- staðarumstøður? Olga: Fínasta slag. Egið kamar og wc. Anita: Sera gott sosialt, nógvar nýggjar vinir, gott samanhald millum búfólk- ið. Týpist ungdómshús, órudduligt. Hvat gera tit í frítíðini? Olga: Tá ið ein gongur í 2.s er eingin frítið. Næstan øll frítíðin fer til heima- arbeiðið, tá eg ikki geri hetta, lesi eg nógv. Eisini eri eg har suðuri onkur vikuskifti. Anita: Tað er ikki nógv frítíð, men annars nýti eg ikki frítíðina til nógv annað enn at hyggja í sjónvarp. Men so eri eg eisini ofta har vesturi. Meta tit, at tit nýta nóg nógva tíð til heimaarbeið- ið? Olga og Anita: Heilt avgjørt!! Brúka sera nógva tíð og orku til heimaarbeið- ið. Kenna tit tykkum meira einsamallar nú enn áður? Anita: Sjálvandi kennir ein seg einsamallan, tá ein situr í einum kamari og ger skúlating! Men eftir sum at her búgva 15 onnur ung, so er tað ofta lætt at finna onkran annan, sum eisini keðir seg. Og so kann ein sita og práta við tey. Olga: Eg føli meg ikki meira einsamalla enn áður, sjálvandi er tað sera gott at vera heima, blíva hjúklaður um av foreldrunum. Men eg føli meg ikki einsamalla inni í kamarinum. Viðhvørt kann tað vera einsligt, men eg fari ofta út í stovuna tá. Mær dámar sera væl at vera einsamøll, so tað er eingin trupulleiki. Um ein dugur at undirhalda sær sjálvum, skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki, hehe... Fleiri flyta heimanífrá Tá spurningurin snýr seg um fyribyrging, eru føroyingar ikki eins væl kunnaðir um fyribyrgingarhættir, valmøguleikar og avleiðingar sum t.d. danir. Kanning vísir at ung í Føroyum halda seg ikki vera nóg væl kunnaði á hesum øki. Hvussu fæst kunning um fyribyrging og hvør eigur at kunna um hetta? FYRIBYRGING Brynjálvur Niclasen og Eyðbjørn Mouritsen Fyribyrgingar - eingin heilt sikkur. Tá evni snýr seg um kynsligt samband, noyðist ein sjálvur at duga at seta mørk. Ein ræður sjálvur yvir sínum egna kroppi, og hevur tí sjálvur ábyrgd av at verja seg ímóti sjúkum og graviditeti. Fyrbyrging- armøguleikarnir eru nógv- ir, nevnast kann: hít, p- pillarar, pessar og umframt hesar eru nógvir aðrir fyri- byrgingarhættir, sum flest okkara ikki kenna til. Eitt dømi kann vera eitt plástur, ið setast kann á armin, eins og nikotinplástur, og gevur sama úrslit sum p-pillarar (riggar í 3 vikur). Av tí at har eru so nógvir fyribyrg- ingarmøguleikar, verður hvørt úrslit ikki tað sama. Nevnast skal, at onkrar fyribyrgingar krevja lækna- váttan, og læknin kann tá kunna um fyrimunir og vansar av tí einstøku fyri- byrgingini. Tá kynsligt samband fer fram, er ongin fyribyrging tó 100% trygg. Stovnur manglar Tað er ikki rætt, at tað ein- ans skal upplýsast um fyri- byrgingarmøguleikar í fjøl- miðlunum, tí samfelagið eigur at kunna fólk um hetta á alskipaðan hátt. Ein stovnur átti tí at verðið settur á stovn í Føroyum, sum tann einstaki kann seta seg í samband við, um tørvur er á kunning innan hesi øki. Møguleikin er sjálvandi hjá børnum og ungum at spyrjga onkra heilsusystur um ráð, tí heilsusystrarnar umsita hetta øki í fólkaskúlunum runt landið. Tær røkja hetta arbeiðið til lítar, sjálvt um har kanska ikki verður feiða heilt reint - runt um- kring í krókunum. Víð- brekið er evnið sexualitet- ur, og er í stóran mun tengt at tabu. Tú skalt kenna ein persón sera væl, fyri at kunna tosa um slíkt, ella skalt tú als ikki kenna persónin. Heilsusystrarnar liggja her mitt ímillum. Undir hvørjum leisti skal kunningin so í framtíðini fara fram? Hvør skal hava ábyrgdina av upplýsingini?: 1. heimið? 2. kirkjan/samkoman? 3. skúlin? 4. ein nýggjur stovnur? Danmark ein fyrimynd Í Danmark er t.d. stovnurin "Sex og samfund", ið kunn- ar almenningin gjøgnum alnótina og telefonina um: seksuellar trupulleikar og spurningar, fyribyrging, kynsligar sjúkur, graviditet, angribollar, fosturtøku o.a. – Ein tílíkan stovn eiga vit eisini at hava. Fakta Kanning millum næminar úr 1. studentaflokkum og FHS- flokkum í Havn vísir, at tey flestu halda ikki kunningina, sum tey fáa gjøgnum árini, vera nøkt- andi. Tískil má okkurt gerast við hendan óloysta trupulleikan, ein nýggj og betur skipan átti at verðið sett í brúk. Ein stovnur sum áður nevndi er ein gongd leið. Kunningartørvur um fyribyrging Studentar í Hoydølum: Leið okkum ikki í freistingar… Seinastu seks mánaðirnir hava 26 miðnámsskúlanæmingar luttikið í norðurlendskari verkætlan um ungdómsmentan. Endamálið hevur verið at upplýsa, kunna og fyribyrgja um teir vandar, sum ung standa andlit til andlits við Lesið meira á næstu síðu C M Y K 21 20