Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eitt ramaskríggj fer í hesum døgum gjøgn- um føroyska ítrótta- heimin. Eingi ar- beiðsloyvi hjá út- lendskum ítróttafólki verða endurnýggjað, sigur Jógvan við Keldu, landsstýris- maður í innlendis- málum ÚTLENDINGAR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroysk ítróttarfeløg hava fingið ein ordiligan framm- aná frá nýggja landsstýris- manninum í innlendis- málum. Frá fleiri síðum er nú at frætta, at landsstýrismaður- in hevur sett ein stoppara fyri innflutninginum av út- lendskari arbeiðsmegi. Og at so er líkamikið, hvørt talan er um »vanlig« ar- beiðsfólk, ella um talan er um ítróttarfólk, sum koma til Føroya at spæla fót-, flog-, hondbólt ella okkurt heilt annað. Og so er eisini líkamikið, hvørt talan er um nýtt loyvi ella um eina endurnýggjan. Svarið er nei! Júst útlendsku ítróttar- fólkini hava annars í stóran mun verið við til at lyfta støðið á føroyskum ítrótti, og tó at tað onkra tíð hevur givið eina skeiva kapping, so er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum kann vera til stóran styrk hjá føroyskum ítrótti. Nú skal tó vera slutt við hesum. Fleiri feløg hava í seinastuni havt umsóknir um arbeiðs- og uppihalds- loyvi liggjandi, men hóast onkrar av hesum hava staðið á bíðilista í einar fimm mánaðir, er fram- vegis einki hent, og nú hava feløgini meira ella minni fingið at vita, at tey verða ikki avgreidd. Góðtaka ikki grundgevingina Okkum eydnaðist tíverri ikki at fáa fatur á landsstýr- ismanninum, sum var staddur í tinginum fyrra- partin týsdagin. Men hann hevur áður ført fram, at hann ivaðist í, hvørt tað var rætt at loyva fleiri útlendingum inn í landið, nú arbeiðsloysið í Føroyum er uppgangandi. Men sambært teimum feløgum, sum vit hava havt samband við, so er hetta als ikki eitt argument, sum upp á nakran máta er haldbart. Her tykist greiða støðan vera tann, at útlendsku ítróttarfólkini als ikki taka nakað arbeiði frá føroysk- um arbeiðsfólki. Heldur siga tey tað vera soleiðis, at talan í at kalla øllum førum er soleiðis, at eitt arbeiðspláss í bygdini tekur ein útlending inn sum eitt slag av stuðuli til ítróttar- lívið í bygdini. Og tað verð- ur eisini frá flestum síðum lagdur dentur á, at talan ikki er um útlendingar, sum taka pláss frá føroyingum. Men at fyritøkurnar eina- mest gera hetta sum eitt slag av stuðuli til feløgini. Álvarsligar avleiðingar Og sum skilst, so eru nøkur feløg, sum longu nú um- hugsa at taka heilt álvarslig stig, um landsstýrismaðurin heldur fast um støðu sína. Enn er einki alment komið út hesum viðvíkj- andi, men sum skilst, so hevur leiðslan í ítróttarfel- agnum á Skála beinleiðis tosað um at taka liðið úr kappingini, um hetta er endaliga støðan. Skála hevur til komandi kappingarár havt ætlanir um at hava fimm útlending- ar á liðnum, og í øllum fimm førunum eru bæði sáttmálar og arbeiðspláss komin í rættlag. Tá arbeiðið við hesum byrjaði, tosaði táverandi landsstýrismaðurin um at gera økið viðvíkjandi fremmandum ítróttarfólk- um smidligari, og tí varð ikki roknað við, at hetta fór at geva nakrar trupulleikar. Nú kann Skála standa í terri støðu, at teir hava bundið seg til tríggjar leikarar, sum teir ikki sleppa at brúka. Gera hesir leikarar krav upp á tann peningin, sum felagið hev- ur bundið seg til í sátt- málum, skal felagið av við hópin av peningi, uttan at fáa nakað sum helst aftur- fyri, og tað meta tey vera tað sama sum at biðja fel- agið steingja bæði hurð og kassa. Og tað er einki at ivast í, at tað eru fleiri feløg, sum hava somu støðu sum Skála. Flestu formenn, sum vit hava havt samband við, siga, at um hetta er støðan hjá landsstýrismanninum, so kann hann akkurát tað sama biðja ítróttin á smærru plássunum gloyma alt um at blanda seg í toppin, og so bara lata Havnina, Klaksvíkina og Runavík um hetta. Fundur týskvøldið Men kanska er ikki øll vón úti hjá ítróttarfeløgunum. Sum skilst, so skuldi ÍSF týskvøldið hava fund við sersambondini, sum flest øll verða rakt av eini broyttari umsiting av lóg- gávuni. Her verður helst talan um eina felags út- melding frá samlaða før- oyska ítróttarheiminum, og so skal arbeiðast víðari politiskt við hesum. Hvussu hetta verður gjørt, er so ikki greitt enn, men tað er einki at ivast í, at tað fer at verða fylgt væl við í diskussiónini komandi tíðina. Nr. 53 • mikudagur • 17. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Útlendingastopp! Sum skilst, so hava tey á Skála beinleiðis ætlanir um at taka liðið úr kappingini Okkum eydnaðist ikki at fáa orðið á landsstýris- mannin, men sum skilst, so hevur hesin givið boð um, at fleiri útlendingar sleppa ikki til landið 23 22 Nr. 53 - 17. mars 2004 Øll rúsevni finnast í Føroyum, tó er sera lítið av heroini. Mest verður selt av hash. Narkodeildin á politi- støðini í Havn hevur til uppgávu á fáa tamarhald á og basa rúsevnismarknaðin í Føroyum RÚSEVNI Tóra Winther Reinert og Turið Johannesen Vit settu okkum fyri at fáa innlit í, hvussu roynt verður at steðga innflutningi av rúsevnum til Føroyar. Við hesum í huga fóru vit at tosa við narkodeildina. Á narkodeildini sita fimm mans og ein hundur. Teirra arbeiði byggir á 4 ára royndir innanfyri ein- um, ið kallast Narkotika- bólkurin. Teir arbeiða 38 tímar um vikuna og til tíðir meir. Fyri at fyribyrgja, at ung nýta rúsevnir undirvísa teir í fólkaskúlunum,og arbeiða í tøttum samstarvi við toll- arnar, sum eisini hava hund. Saman kanna teir innflutningsstøðini. Tó kunnu rúsevnini verða funnin allastaðni. T.d. funnu teir einaferð eina sodavatnsdós, har botnurin var skorin undan og hash var fylt í. Botnurin var síðan límaður á aftur, og dósin var sett í eitt kartong av sodavatnsdósum. Hetta vísur okkum, hvussu krea- tivir smuglarnir kunnu vera. - og uttan hundin høvdu teir ikki funnið hetta. Um rúsevnið kemur inn í landið, skulu teir finna teir, ið standa aftanfyri. Teir arbeiða á ein annan hátt enn aðrir løgreglu- menn og teir royna at vera anonymir. Í einum lítlum landi sum Føroyar kann hetta vera trupult. Summir seljarar kenna teir aftur, tó halda teir, at hetta er gott, tí teir síggja beinavegin á teimum, um teir goyma okkurt fyri teimum. Fyri at fáa fatur á seljar- anum verður ofta tosað við keyparan og annars fáa teir upplýsningar frá ymsum fólki. Í Føroyum kann løg- reglan altíð rannsaka eitt hús um nóg stórur illgruni er til tess. Handtøka Tá ið seljarar verða hand- tiknir skulu teir innan 24 tímar fyri ein dómara. Hetta verður kallað ein grundlógarhoyring. Undir grundlógarhoyringini hava teir ikki rætt til ein sak- førara og heldur ikki til eina telefonsamrøðu. Ofta verða teir settir í isolatión, tá tað snýr seg um rúsevnis- mál. Tað fevnir um eina viku á gangin, ofta sita teir tvær tilsamans. Tað longsta tíðarskeiði, ið teir hava havt ein persón sitandi í isola- tión er tveir og ein hálvan mánaða. Tá snúði tað seg um ein stóran seljara. Um viðkomandi fær abstinens- ir, verður viðkomandi oft- ast sendur til Deild 2 á Landssjúkrahúsinum, ið hevur sera framkomna við- gerð innan hetta økið. Revsingin fyri at hava verið ein stórseljari er um eini 3 ár. Men fá gramm skulu til fyri at fáa ein harðan dóm. Rúsevnini Øll rúsevni finnast í Før- oyum, tó er sera lítið hero- in. Viðmerkjast kann, at kokain er sera lítið av og at stórar nøgdir av ampheta- min eru at finna. Amphe- tamin kann líkjast hørðum tyggigummi. Eitt rúsevni, sum verður kallað Crack, er tað sterkasta rúsevni, ið til er. Tekur tú tað einaferð, so tekur tú tað restina av lívinum. Ecstasy er eitt kemiskt framleitt evni, sum er formað sum ein lítil tablett. Nógv ymisk evni eru í og ikki eru tey somu evnini í hvørjari tablett. Sera vandamikið kann vera at taka eina tablett av ecstasy, tí kroppuri kann gerast ovurviðkvæmur av henni og doyggja spaku- liga. Eftir at tveir tímar eru farnir, kunnu læknarnir einki gera. Tey fáu, ið yvir- liva eftir ein slíkan tilburð, blíva sjálvdan normal í høvdinum aftur. Ein so- vorðin ecstasytablett kostar 250-375 krónur, og kann hava mong ymisk merki á sær, t.d. eina kanin. Har- afturímóti er tað mest kenda rúsevnið í Føroyum hash og er so samstundis tað veikasta rúsevnið.1 gramm kostar umleið 125 krónur á gøtuni í Havn. Politistarnir halda, at seljarin er óndsinnaður og at hann bara vil hava teg bundnan av rúsevninum, so hann kann fáa pening frá tær. Tollarnir Teir forða rúsevnisinnflutn- inginum vid tolleftirliti, teir kanna ferðandi, skip, flog- før og farm. Eisini gera teir mangar stakroyndir, støðga fólkið í tollinum, kanna fraktina saman við hundin- um, og halda eyga við móttakarum, ið virka mis- teinkiligir. Teir samstarva við politi og tollarar uttanlands, sum siga teimum frá, um teinkj- ast kann, at okkurt er á veg. Starvsfólk mistonkt í innflutningsmálum Vanliga verður ikki so nógv gjørt við slík mál, men um nóg nógvar áheitanir koma um ein serligan persón, so halda teir eyga við við- komandi. Um teir halda, at viðkomandi er sekur, so verður hann handtikin. Síð- ani boða teir fraktdeildini frá og teir koyra persónin á politistøðina. Afturhildið rúsevni Í 2003 var sera nógv aftur- hildið í Føroyum, Eini 50 kg, ið vóru á veg til Íslands, eitt sindur av ampfetamin og kokain. Her tosa vit um eini 5-20gramm. Politistar- nir á narkodeildini søgdu, at sera sjálvdan koma teir út fyri at ecstasy kemur hendan vegin. Hundurin Hundurin er vandur, so at hann snoddar øll narkotisk evni. Hann kostaði 200.000 krónur og er keyptur í Svøríki. At enda siga politistarnir seg fylgja væl við alla tíð- ina, bæði í býi og á bygd. Teir hava eftirlitið við øll- um posti og teir halda altíð eyga við fólki, sum koma henda vegin…..men tað er eitt dult evnið, tí fáa teir ikki útalað seg meira um hetta. Hash í dós Tvey syskinabørn hugleiða um at flyta heimanífrá UNG Barbara Thomsen og Iris J. T. Thomsen So leingi vit kunnu minn- ast, hava vit droymt um at ganga í student í Havn, og at vit skuldu búgva saman var eisini partur av ætl- anini. Í august 2003 gjørd- ist hesin dreymur til veru- leika, tá ið vit fluttu úr heimbygdini Sandvík til Havnar at ganga í Hoydøl- um. Eisini høvdu vit báðar fingið kamar á studenta- skúlaheiminum í Berja- brekku. Sjálvar halda vit tað vera ein fyrimun, at vit sum syskinabørn búgva í sama húsið. T.d hava vit verið úti fyri at missa ein av okkara kæru í heimbygdini og var tað tá ein góður stuðul at hava hvørja aðra, tí vit vildu tá sjálvandi vera sam- an við onkrum í familjuni. Báðar hava vit arbeiði her í Havn og liggur tað soleiðis, at vit hava frí annað hvørt vikuskifti og fara vit tá suður. Vit halda tað vera sera mennandi at flyta heiman- ífrá, tí at vit skulu jú øll ein dag standa á egnum bein- um, og er hetta ein frálík byrjan. Nevnast kann eisini, at vit virðismeta heimbygdina høgt, hóast vit ikki búgva har longur. Tað er deiliga friðarligt og avslappandi at kunna fara suður at slappa av av og á. Úr Sandvík í Hoydalar Ovast frá vinstu: Barbara, Iris, Turið, Brynjálvur, Tóra, Eyðbjørn og Joan Studentar í Hoydølum: Leið okkum ikki í freistingar… C M Y K 22