Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 53 - 17. mars 2004 Í gjár var kunngjørt, at Frithleif Olsen tók seg aftur sum formansvalevni hjá FSF, og hetta merkir, at nú er Óli Holm í Vági einsamalt formansvalevni til aðalfundin, sum verður komandi leygardag FSF Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tá ið aðalfundurin hjá Fót- bóltssambandi Føroya var fyrst í síðsta mánaða, var nógv umrødda formansval- ið útsett til ein nýggjan fund, ið verður nú komandi leygardag. Til aðalfundin var bert tað eina valevni, Frithleif Olsen, og hetta mettu fleiri feløg verða óheppið. Frithleif Olsen hevur valt at taka seg aftur sum for- mansvalevni, eftir at hann júst er valdur til formann í nevndini fyri Føroya Spari- kassa, og tískil ikki metti seg føran at røkja báðar for- manssessirnar. Sama støða Formansvalið á aðalfundin- um í februar bleiv útsett, tí fleiri feløg mettu tað verða óheppið, at eitt annað val- evni, núverandi formaður Dánjal Andreasen, trekti seg, eftir at freistin var úti fyri at koma við valevnis- uppskotum. Óli Holm still- aði ikki upp til formans- sessin tá, og feløgini vildu fegin hava møguleikan at velja millum í minsta lagi tvey valevnir. Tískil setti VB fram uppskot um, at formansvalið var útsett, og hetta var samtykt. Nú er FSF komið í somu støðu við tað, at eitt valevni hevur trekt seg, eftir at freistin fyri at skjóta upp valevnir er úti, og tískil er aftur hesaferð bert tað eina valevni til formanssessin, nevnliga Óli Holm. Formaðurin í VB, Johan Hendrik Holm, ið legði uppskotið um útsetan av formansvalið fram á aðal- fundinum í februar, sigur seg ikki hava nakra við- merking til støðuna, sum nú er, tí at hann er sonur formansvalevni, Óla Holm, og tískil vil spurnartekin altíð verða sett við støðuna hjá VB í løtuni. Eitt av feløgunum, ið skeyt Frithleif Olsen upp sum formansvalevni, er B68, og Niclas Davidsen formaður í B68, heldur tað verða harmiligt, at Frithleif Olsen hevur trekt seg, men felagið hevur enn ikki við- gjørt støðuna, men tað verður væntandi gjørt á innanhýsis fundi íkvøld. Niclas Davidsen sigur, at tað er ein óheppin støða, sum nú er komin í, men at feløgini fáa ikki gjørt nakað við tað, tí nú er ov seint at koma við onkrum nýggjum valevni. Hann væntar eisini, at tey ein- støku feløgini fara viðgerða málið innanhýsis í hesi vik- uni, og helst fara onkur feløg eisini at tosa saman undan aðalfundinum leyg- ardagin. Óli allarhelst formaður Á fundin leygardagin verð- ur Óli Holm allarhelst vald- ur til nýggjan formann í FSF. Tó ber til at útseta valið enn einaferð, men í løtuni er ikki nógv, ið bendir á tað, tí tað tykist sum um, at Óli Holm er ein maður, ið hevur hollan stuðul millum feløgini. Óli Holm hevur verið virkin innan FSF í mong ár, og hann hevur sitið í starvs- nevndini í drúgt tíðarskeið. Verður Óli Holm valdur til formann, verður hann fyrsti suðuroyingurin, ið situr í sessinum. Nógv rumbul hevur verið um formansstríðið í FSF, og fráfarandi formaðurin, Dánjal Andreasen, stóð ser- liga fyri skotum, og tað endaði so við, at hann valdi at leggja kongin og taka seg aftur sum valevni. Ein meiriluti i starvsnevndini hjá FSF skeyt Rúna Heine- sen upp sum formansval- evni, men hann valdi at taka seg aftur, eftir at fleiri feløg høvdu víst sína misnøgd við framferðina hjá meirilutanum í starvs- nevndini. Óli Holm einsamalt formansvalevni í FSF Í farnu viku kom danin, Nick Jensen, til Føroya at vitja í eina viku. Nick Jensen er vinmaður danska miðvallaleikaran hjá HB, Martin Christen- sen, og hann hevur bjóð- að seg fram til havnar- felagið sum leikara. Í vikuskiftinum leikti Nick Jensen við á HB- liðnum, sum spældi javnt 0-0 móti B68 í Klaks- víkskappingini, og tá leikti hann á høgra bakki. Í dystinum sunnu- dagin móti B36, var Nick Jensen eykamaður, og hann kom ikki á vøllin, áðrenn dysturin var blástur av. Birgir Eng- hamar, formaður í HB, sigur, at talan er um ein leikara, ið sjálvur hevur bjóðað seg fram til HB, men at felagið enn ikki hevur tikið støðu til, um Nick Jensen fær bjóðað sáttmála við HB. For- maðurin í HB sigur, at hópurin er breiður í løt- uni, og tí skal talan verða um ein munandi styrk, áðrenn vit fara at bjóða honum sáttmála. Nick Jensen hevur áður leikt við danska felagnum Kalundborg í næst- fremstu donsku deildini. tn Óli Holm úr Vági er nú einasta valevni til formanssessin hjá Fótbóltssambandi Føroya savnsmynd Frithleif Olsen valdi at taka seg aftur sum formansvalevni, eftir at hann herfyri bleiv valdur til nevndarformann í Føroya Sparikassa savnsmynd Dani royndarvenur í HB C M Y K 24 Nr. 53 - 17. mars 2004 25 Lastbilur til sølu MAN 8-150, 8 Tons total, 150 HK 6syl, árg. 1990, ikki vippulast, nýsýnaður, í góðum standi. Selist vegna broytt virksemi, broyttan tørv. Kr. 50.000,- LYFTA Eyðun Egholm Tel 50 31 50 · lyfta@kallnet.fo Frá Klaksvíkar Útróðrarfelag Ársaðalfundur verður á Klaksvíkar Sjómansheimi sunnudagin 21. mars. kl. 13.30. Skrá sambært lógum felagsins. Býráðsfundurin fluttur Býráðsfundurin,ið lýstur er at verða 25.mars,verður ístaðin mikudagin 24. mars 2004 kl. 16.00. Runavíkar kommuna Advokatur til Nuna Law Nuna Law hevur havt skrivstovu í Nuuk í Grønlandi í meira enn 30 ár. Skrivstovan er mannað við 4 advokatum, sum allir búgva í Nuuk. Nuna Law er deild hjá Dania Advokater A/S, sum hevur skrivstovur í Keypmannahavn, Svendborg, Tórshavn og Moskva. Høvuðsstarvsøkið hjá Nuna Law er, eins og hjá Dania Advokatum, vinnuráðgeving. Men Nuna Law tekur sær eisini av øðrum starvsøkjum, eitt nú almennum rætti, uppsagnarrætti og revsirætti. Skrivstovan tekur sær eisini av at føra rættarmál. Ynskir tú at vita meira um Nuna Law ber til at fara inn á heimasíðuna www.nuna-law.gl. Vit søkja eftir einum advokati, sum hevur í minsta lagi 2-3 ára advokatroyndir, at byrja umleið 1. august 2004. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at tú dugir væl at samskifta út eftir,men eisini innanhýsis,og at tú hevur framúr góðan fakligan førleika til at veita vinnuliga ráðgeving á høgum støði og í einari knappari vending evnar at seta teg inn í nýggj starvsøkir.Tú skalt tíma at arbeiða við fjøltáttaðum uppgávum.Royndir at føra rættarmál geva fyrimun. Tú skalt rokna við at skula búseta teg í Grønlandi í minst 3 ár og helst í eitt longri tíðarskeið. Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, sum tú í rættiliga stóran mun sjálv(ur) fær møgu- leika fyri at skapa.Vit bjóða harafturat góð lønar- og setanarkor eftir nærri avtalu við teg. Ynskir tú at vita meira um starvið, kans tú seta teg í samband við Eyðfinnur Jacobsen, advokat, hjá Faroe Law á telefon 35 99 00 ella Peter Schriver, advokat, hjá Nuna Law á telefon 00 299 32 13 70. Umsóknarfreistin er týsdagin 30. mars 2004. Umsókn saman við prógvum og viðmælum skulu sendast til Nuna Law, Postboks 59, 3900 Nuuk, att: advokat Peter Schriver. 25