Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Tá ið sendingarnar hjá Paul Watson, Whale Wars Viking Shores vórðu sýndar, fingu bæði ferðaráðið og landsstýrið óteljandi brøv frá illum amerikanarum. Men tað komu eisini nøk­ ur brøv frá fólki, sum søgdu seg hava fingið eyguni upp fyri, hvør Paul Watson, og tey skrivaðu eisini, hvussu vak­ rar tey hildu Føroyar vera. – Hetta er nýtt, men vit kunnu ikki gera nakra nið­ urstøðu, tí tey brøvini eru fá, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í ferðaráðnum. Tey fólkini fáa øll svar, og ferðaráðið sendir teimum kunnandi tilfar um Føroyar. Hinvegin heldur hon ikki, at sendingarnar hjá Paul Watson hava skatt ferða­ vinnuna, tí tað koma so fáir amerikanarar til Føroya at ferðast. Føroyar bløða fólk. Ungfólk streyma av land­in­um, og alt færri teirra koma heim­aftur. Sam­stund­is mink­ ar burðaravlopið, og fyri fyrstu ferð síðani djúpu búskap­ar­kreppuna í fyrru hálvu av níti­árunum hava vit havt minking í fólka­talinum trý ár á rað. Hetta er størsta vandamál hjá føroyska sam­felagnum í løtuni. Tølini, sum ávirka fólkatalið í Føroyum, er skakandi lesnaður. So at siga allir pílar peika niðureftir, og tað gongur skjótari og skjótari skeiva vegin. Nettoflytingin er í minus – og hon stendur við og versnar. Seinastu trý árini eru á hvørjum ári yvir trý hundrað fólk fleiri farin av landinum, enn tað eru komin til landið. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, vigar upp ímóti fráflytingini, men burðaravlopið munar minni og minni. Fyri 20 árum síðani var burðaravlopið væl omanfyri 500, men tað er minkað munandi seinnu árini – í fjør var tað bert 212. Eftir góðan fólkavøkstur árini frá 2005, eru tað blivin sløk trý hundrað fólk færri í landinum síðani 2009. Tað, sum er mest ræðandi, er, at Fø­r­oy­ar serliga missa ungar kvinnur – kvinnur í burðarførum aldri. Tað er na­túrligt, at fólk fyrst í 20’unum fara av land­inu­m at lesa, og ein part­ur kemur sjálv­sagt heimaftur, men sum gongd­in hevur verið sein­ astu ár­ini, fara fleiri avstað, og færri koma aftur. Tað er trupult at fáa eygað á veru­lig átøk frá politiska myndug­ leikanum, sum kunnu broyta gongd­ ina avgerandi. Kaj Leo Johannesen tók við sum løgmaður á heysti 2008, og hesa tíðina, hann hevur verið landsins leiðari, hava vit mist sløk túsund fólk í nettoflytingini. 1000 fólk! Í Sosialinum fríggjadagin fyrihelt løgmaður seg til fráflytingina og segði, at onkur átøk eru gjørd fyri at venda gongdini – eitt nú nýggja skattaskipanin – men hann ásannar samstundis, at hann – og aðrir út­ jað­arapoltikarar í londum rundan um okkum – ikki hava dugað nóg væl at steðga fráflytingini. Og tað kann róliga sigast. Nú er veruliga brúk fyri, at polit­ iski myndugleikin av álvara fer í holt við at steðga fráflytingini og minkingini í fólkatalinum. Muna­ góð átøk mugu gerast – og tað nytt­ ar ikki at seta seg hendur í favn og vísa á átøk, sum ikki hava rigg­að ella hava leskað teimum, sum eru væl fyri, ella vísa á, at onnur samfeløg hava sama trupulleika. Vit skuldu helst ikki havt mist túsund fólk afturat í fráflytingini, tá ið Kaj Leo og hini aftur fara á val um trý ár. Politiski myndugleikin má av álvara fara í holt við at steðga fráflytingini – nú! Tá ið Bárður Nielsen, for­ mað­ur í fíggjarnevndini, helt røðu á Fjarðastevnu farna vikuskiftið, nart hann eisini við búskaparligu støð­ una í Føroyum og í vestur­ heim­inum annars. – Tíverri hava almennu Føroyar dugað illa at lagt til síðis í uppgangstíðum. Eisini av teirri orsøk verður minni at reka okkara sam­ felag fyri í komandi árum, segði Bárður Nielsen. Hann vísti á, at tung tøk skulu takast í Føroyum kom­andi tíðina. – Siktið má vera at varð­ veita vælferðar­samfelagið á leið so, sum vit kenna tað í dag. Vit skulu hava góðar skúlar til børnini og tey ungu. Munadygg sjúkrahús til tey heilsuveiku. Øll skulu vita seg at hava sosialan trygg­leika. Her skal vera gott og trygt at búgva. Fyri at røkka hesum máli, krevst nógv av okkum. – Samfelagið má innrætt­ast øðr­vísi enn í dag, og tað verð­ ur eitt tungt tak – óan­sæð hvør, ið skal taka tað, segði Bárður Nielsen. Hava dugað illa at lagt til síðis Herfyri var ein stór grein í The Telegraph um føroyska Hidden Fjord laksin frá fe­ lag­num Luna. Hidden Fjord laksurin verður av fleiri kræs­num gómum mett­ur sum nakað av tí besta, sum yvir­høvur fæst, og er nógv um­biðin á eitt nú ameri­ kansk­um sushi­mat­stovum. Sum eitt serligt tilboð fáa gest­irnir á G! høvið at royna hendan laksin grillaðan av kokk­unum á Hotel Før­oy­ um. Og tað er púra ókeyp­ is. Bara tú hevur eitt G!-at­ gongumerki. Tað er Luna við Atla, Páll og Regin Greg­ er­sen, sum letur laksin til endamálið. – Okkara mál við hesum er at lata føroyingar sleppa at royna Hiddenfjord laks, sum vit annars bert selja til onnur lond, sigur Atli Greg­ er­sen, stjóri. – Tú kanst siga, at hetta er okkara íkast til at gera G! Festi­valin enn betri, sigur Jón Tyril. Laksur til G-gestir Watson skaðar ikki ferðavinnuna Frá­flyt­ ingin kostar okkum dýrt Gestur Hovgaard Síða 13 Ítrótt­ ar­fólk kveikja áræði Gunvá við Keldu Kjak á s 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Kaj Leo mist túsund fólk