Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pengar størri virði enn børn Leo Poulsen Bólkurin, »Steðga pedofili í Føroyum« hevur verið til á Facebook í eina tíð, men um vikuskiftið geisaði kjakið veruliga upp. – Endamálið við bólkinum er at varpa ljós á teir pedo­ filu, barnamisnýtararnar, her á Føroya landi. Talan er um persónar, sum hava gjørt og gera seg inn børn, og sum ikki verða dømdir nóg hart, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar við Rás2. Kjakið um vikuskiftið vís­ ir, at sambært teimum, sum hava luttikið í kjakinum, og sum sjálvi hava verið útsett fyri kynsligum ágangi sum børn, er revsingin alt ov lin. – Í flesti førum er talan um treytaðan dóm og tað merkir, at teir als ikki skulu sita ein einasta dag fyri brotsverkið. Og tað kennist sum ein háðan móti teimum, sum hava verið útsett fyri siðamisbroti, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar. Og tað heldur hon vísir eina vanvirðing móti ofrun­ um. Hvat er at gera Tað er neyvan sannlíkt, at pedofili er nakað nýtt fyri­ brigdi í Føroyum. Tað hevur helst altíð verið her, men so hvørt sum vit eru vorðin meira upplýst er trupulleikin komin meira fram. Spurningurin er so bara, hvat verður gjørt við trupul­ leikan. – Tað allarfyrsta, sum ger­ ast má, er at broyta lóg­ gávuna á økinum, og áðrenn tað verður gjørt, verður helst ikki nógv broytt. Rænir tú ein banka, fær tú langa fongsuls­revsing, men ger tú teg kynsliga inn á eitt barn, fært ú eitt slag á fingrarnar, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar. Hon leggur harvið upp til, at samfelagið virðismetir pengar munandi meiri enn børnini. Men hon hevur eis­ ini aðrar tankar um, hvat vit eiga at gera. – Eg havi skrivað nøvn á persónum á Facebook, sum er veit eru dømdir fyri kyn­ sligan ágang móti børnum, men sum ganga leysir, sigur Birita á Løgmansbø Blá­ham­ ar. Hetta hevur hon gjørt fyri at foreldur skulu hava møgu­ leika fyri, at verja síni børn móti hesum monnum, tí tað hava tey ikki møguleika til sum nú er. Ikki rætta leiðin – Reaktiónin er, at foreldur eru skelkað. »Meinar tú tað? Mítt barn hevur verið inni har«. Hetta havi eg gjørt, sjálvt um eg veit, at tað er ólógligt, og at ein meldan er á veg, sigur Birita á Løg­ mansbø. Og at tað er ólógligt váttar Jógvan Páll Lassen, sakførari. – Tú mást í slíkum førum ikki nevna nøvn í almenna rúminum, heldur ikki, um tað tú sigur er rætt. Tá ein dømdur hevur yvirstaðið sína revsing, hevur hann rætt til eitt vanligt lív aftur, sigur Jógvan Páll Lassen. Hetta er galdandi uttan mun til, hvør brotsgerðin er. – Um onkur er dømdur fyri stuldur, hevur tú ikki loyvi at kalla viðkomandi fyri tjóv, eftir at revsingin er yvirstaðin. Sjálvt um maður­ in er dømdur fyri tjóvarí, sigur Jógvan Páll Lassen. Ein annar møguleiki, sum Birita á Løgmansbø Blá­ham­ ar nevnir er at upprætta list­ ar yvir pedofilar persónar. – Vit mugu avgjørt fáa ein lista við nøvnum á dømdum pedofilum. Tað skal verða soleiðis, at allir dømdir pedo­ filir menn skulu setast á ein lista, sum er atkomiligur hjá øllum foreldrum, so tey kunnu síggja, hvør maðurin – ella konan – er, hvat við­ komandi hevur gjørt og hvar viðkomandi býr, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar. Eftirlit og upplýsing Men hesum er Odd­bjørg Balle, leiðari á Barnaverndar­ stovu Føroya, grundleggjandi ósamd í. – Eg haldi avgjørt ikki, at tað er ein gongd leið at gera ein slíkan lista. Tað hevði heldur ikki hjálpt, tí pedofili er aloftast nakað, ið hendir innan familjuna, og ein slíkur listi hevði tí ikki hjálpt fam­ iljunum, sigur Oddbjørg Balle. Hon heldur hinvegin, at aðrar leiðir eiga at roynast. – Vit eiga tíðliga at tosa við børnini um teirra kropp. Vit eiga at læra tey, tað er teirra kroppur, at eingin ann­ ar kann røra við tey, og vit skulu tsa við tey um, hvussu tey verja seg móti ágangi, sigur Oddbjørg Balle. Og so hevur hon eisini eini onnur góð ráð. – Í arbeiði við børnum eiga vit at kannað tey sjálv­ bodnu, millum annað við at kanna teirra revsiváttan. Eisini eiga vit at skipa fastar mannagongdir hvussu farast skal fram, tá arbeitt verður við børnum, sigur Oddbjørg Balle. Pedofili Um vikuskiftið gjørdi ein bólkur á Facebook rætti­ liga um seg og setti ferð á kjakið um pedo­ fili. Rás2 setti ljóskastaran á trupulleikan við millum annað at tosa við stovn­ aran av bólki­ num, Birita á Løg­mansbø Bláhamar Um vikuskiftið vóru nøvn á monnum, sum eru dømdir fyri ynsligan ágang móti børnum, løgd á Facebook Eg havi nevnt nøvd á dømdum pedofilum á Facebook, sjálvt um eg veit at tað er ólógligt Útróðrarflotin skal sjálvur veiða sína makrelkvotu Makrelur – Tá kvotur verða útlutaðar skipabólkum, er málið sjálvsagt, at bólkurin sjálvur gagnnýtir kvotuna. Hetta er eisini galdandi fyri línuskipini, men við tað, at støddaravmarkingin í línuflotanum nú er burtur, ber til hjá hesum parti av flotanum at flyta loyvi yvir á eitt nótaskip, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Vilmund Jacobsen Tað hevur vakt eina ávísa undran, at línuskipini kunnu biðja nótaskip fiska makrel­ in, sum tey hava fingið tillutað, men at útróðrar­ flotin ikki hevur henda sama møguleika. Tað er tó ein rímiliga einføld orsøk til, at so er. Í fjør summar varð stødd­ aravmarkingin hjá línu­flota­ num tikin burtur úr kunn­ gerð, og einki varð sett í stað­in. Tað var, meðan Jóhan Dahl var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at henda broyting fór fram, og tankin hevur ivaleyst verið, at tað er líka mikið, hvussu stórur ”kassin” í línuveiði er, tá tað kortini ikki ber til at draga meiri enn eitt ávíst tal av línum. Roynir við dorg Jacob Vestergaard, sum nú er landsstýrismaður í fiski­ vinnu­málum, sigur, at hugs­ að hevur ikki verið um møgu­ leikarnar við makrel­kvotuni hjá línuflotanum, tá støddar­ avmarkingin hjá línuskipum varð tikin burtur. ­ Her varð heldur hugsað um frysting og ávísa fram­ leiðslu umborð á línuskipum – og ikki um eina møguliga tilluting av makrelkvotu, sigur hann. Landsstýrismaðurin held­ ur, at tað í prinsippinum eig­ ur at vera soleiðis, at tann bólkur, sum fær tillutað kvotu, eigur at gagnnýta kvotuna sjálvur. Seinastu dagarnar hevur verið ført fram, at nótaflotin fer at fiska makrelkvotuna, sum línuskip hava fingið - aftur fyri eitt ávíst gjald. Jacob Vestergaard veit tó at siga, at tað eru skip, sum nú gera royndir við at fiska kvotuna sjálvi. – Eg havi soleiðis sæð filmsklipp, har eitt nú Ågot, sum annars er eitt kombi­ne­ rað línu-og garnaskip, dyrgir eftir makreli, og har ein og ein makrelur kemur sprell­ livandi inn um stokkin, legg­ ur hann aftrat. Gera sær royndir Jacob Vestergaard sigur, at tey 3.000 tonsini, sum eitt nú eru tillutað útróðrar­flota­ num og garnaskipum í eini felagskvotu, skulu fiskast av teimum, sum hava fingið hesa kvotu. – Hesir parturin av flota­ num hevur sína støddar­av­ marking, og tí kunnu loyvini ikk flytast yvir á nótaskip, um tað annars hevði verið ynskiligt hjá báta- og skipa­ eigarum. Landsstýrismaðurin vísir á, at norskir útróðrarmenn dyrgja eftir makreli, og hetta vísir seg at rigga væl. – Teir veiða soleiðis nøkur túsund tons um árið við dorg, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri, at makrelur eisini verður veiddur við dorg í føroyskum sjógvi. Jacob Vestergaard heldur, at tá makrelkvota nú er tillutað yvir allan fiskiflotan, er umráðandi, at vinnan ger sær sínar royndir at veiða kvotuna sjálv. – Tekniskt eigur einki at vera til hindurs fyri, at bæði útróðrarfloti, garnaskip og línuskip veiða sína makrel­ kvotu sjálvi, sigur lands­ stýris­maðurin í fiski­vinnu­ málum.