Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein mátti doyggja, so at eg kundi liva – Tað er ræðuliga stórt at hugsa sær, at eitt ungt menniskja mátti doyggja, fyri at eg kundi sleppa at liva, sigur 16 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø í Klaksvík Áki Bertholdsen – Eg sleppi ongantíð aftur at eta skerpikjøt, turra grind og ein reyðan búff. Men eg eri sloppin at liva, so eg haldi, at tað er ein bíligur prísur at gjalda. Rólant Reginsson Biskopstø í Klaksvík er ein fittur og eyga­ góður unglingi. Tann fimta november 2010 varð hann føddur fyri aðru ferð. Henda dagin fekk hann eitt nýtt hjarta á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Longu tá ið hann var 13 ára gamalur, orkaði hjartað, hann var føddur við, ikki meir. Tað hevði bara 10% eftir av orkuni, og einasti møguleikin hjá Rólanti var, at hann fekk eitt nýtt hjarta. Tað fekk hann hendan heystar­ dagin fyri tveimum árum síðani. – Tá ið eg var ringast fyri, gekk eg ikki trappurnar upp á loft, sig­ ur hann. Níggju mánaðir eftir, at hann hevði fingið nýggja hjarta, var hann sama dag uppi á trimum høg­um fjallatindum. Sunnudagin helt Rólant fyri­ lestur í Hjartabarninum, sum er felags­skapurin fyri børn við hjarta­feili og familjum teirra, og tá hittu vit hann at tosa um hesa tíð­ina, síðani hann varð sjúkur og um hans­ara endurfødda lív við nýggj­um hjarta. Til Rólant var 13 ára gamal var hann ein púra vanligur drongur. Men beint upp undir summar­ festivalin í 2009 legðist hann ógvu­liga ússaligur við fepuri. Læknarnir sóu á røntgen­ mynd­unum, at hjartað var alt ov stórt, so hann varð sendur á Lands­júkrahúsið, har fleiri kann­ ingar vórðu gjørdar og síðani varð gjørt av at senda hann niður á Ríkis­sjúkrahúsið. Kanningarnar á Ríkissjúkra­ hús­inum vístu, at hjartað var so illa fyri, at einasti útvegur var at fáa nýtt hjarta. – Eftir hetta fylgdi eitt hav av kanningum at tryggja, at eitt nýtt hjarta passaði so væl til mín sum gjørligt, at minka sum mest um vandan fyri, at immunverjan í kroppinum stoytti tað frá sær. Men tað gekk sjáldsama skjótt fyri seg hjá Rólanti. – Eg varð settur á bíðilista mána­dagin 1. november og longu fimm dagar seinni, fríggjadagin 5. november, var eitt hjarta klárt til mín. – Seinnapartin hendan fríggja­ dagin kom ein sjúkrasystir strál­ andi inn á kamarið og ynskti mær til lukku. Eg var eitt sindur ørkyml­aður og visti ikki, um hon meinti við, at onkur fylti, men so fekk eg at vita, at tey høvdu funnið eitt nýtt hjarta. Longu klokkan átta fríggja­ kvøldið varð Rólant lagdur undir skurð og fekk tað nýggja hjartað. – Læknarnir søgdu, at tað var ómetaliga heppið, at tað gekk so skjótt. Teir søgdu, at mítt hjarta var so veikt, at høvdu nakrar vikur gingið, hevði eg ikki staðið her í dag, sigur hann. Lívgandi vitjan Allan leygardagin, dagin eftir skurð­viðgerðina, lá hann í respirator og svav, men longu sunnu­dagin var hann tikin úr respira­torinum, og tá fekk hann sína fyrstu máltíð aftur. Hetta var ein Lolly ísur, men aftaná fekk hann høsnarunga og kips. Longu mánadagin varð hann koyrdur fram á gólv og settur í ein stól at sita, og skjótt fór hann eisini sín fyrsta túr til gongu. Tað gekk smáligt í fyrstuni, men so gekk skjótt framá. – Eg fór skjótt at føla meg so mikið væl fyri, at tíðin á Ríkis­ sjúkrahúsinum fell long, sigur Rólant. Men nógv varð gjørt fyri at stytta sjúklingunum um stund­ ir­nar, bæði á Ríkissjúkra­hús­inum og á Hotel Tórshavn. – Vit fingu vitjan av klovnum og øðrum, sum gingu runt at undir­halda. Vit fingu eisini vitjan av kendum fólkum. – Tann eina dagin var kendi rasarakoyrarin, Jason Watt, og vitjaði meg. Vit prátaðu eina góða løtu og koyrdu kapp á Play Station. Og eg vann, hóast Jason bedýraði, at hann ikki læt meg vinna við vilja, flennur Rólant. – Tað var lívgandi at heilsa upp á Jason Watt, sum alla tíðina sýnt­ ist at vera í góðum lag, hóast hann varð ómetaliga hart raktur, tá ein vanlukka setti hann í koyristól. Ein annan dagin spurdu tey Rólant, um hann vildi hava vitjan av Jesper Grønkjær, sum akkurát var staddur á Ríkissjúkrahúsinum tá. – Eg ánaði ikki, hvør tað var. Men tá ið tey so søgdu mær, at hann var øgiliga kendur fótbólts­ spælari, tók eg av innbjóðingini, so kundi eg í minsta lagi reypa eitt sindur fyri mínum fótbólts­ áhugaðu vinfólkum, so vit prát­ aðu saman eina góða løtu. Rólant hevði eisini vitjan av kendum føroyingum, eitt nú Lisu Frederiksberg og x-factor vinnarunum, Lindu Andrews, Guðruni Sólju Jacobsen og Sáru, um­framt øðrum úr x-factor. Eisini danskir miðlar hoyrdu um Rólant og danska vikublaðið, Familie Journalen, hevði eina drúgva grein um hann. Hotel Tórshavn hevur ein buss, og við honum vóru vit nógvar út­ ferðir alla møguliga staðni. Ein serlig løta var, tá ið Rólant slapp at heilsa upp á læknan, sum hevði skurðviðgjørt hann. – Tað var stórt at sleppa at heilsa upp á mannin, sum hevði givið mær lívið. Eg takkaði honum fyri tað nýggja hjartað, men tá varð hann rættiliga avgjørdur. Læknin segði, eg skuldi ikki takka sær. Skuldi eg takka nøkr­ um, skuldi eg heldur takka fam­ iljuni, sum hevði mist eitt ungt menniskja, og sum hevði gjørt av at lata hjarta, so at eg kundi sleppa at liva víðari. í meldrinum – Læknarnir søgdu, at mítt hjarta var so veikt, at høvdu nakrar vikur gingið, hevði eg ikki staðið her í dag ...framhald á síðu 6