mikudagur 11. juli 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
evropa league upptakt
Pætur Albinus
Oddaliðið í Effodeildini framdi eitt
satt megnaravrik, tá ið teir í síðstu
viku vunnu 3-1 ímóti armenska
Gandzasar í Europa League. Teir
vóru á odda 3-0 í hálvleikinum og
høvdu hópin av málmøguleikum
til at tryggja sær eitt enn betri út
gangsstøði, men 3-1 skal als ikki for
smáast.
EB/Streymur hevur áður fingið
góð úrslit á útivølli í Evropa. Fyrra
árið taptu teir tepurt 0-1 ímóti
Kalmar FF í Svøríki, og í fjør spældu
teir málleysan javnleik ímóti Qara
bag í Aserbadjan.
Sambært venjaranum hjá EB/
Streymi, Heðini Askham, so verður
tað eitt verjukent útgangsstøði
ímóti Gandzasar í morgin í royndini
eftir at fáa eitt úrslit, sum minnir
um tað í fjør.
– Vit fara niður har og trúgva
100% upp á tað. Vit minnast ein dyst
í Baku í fjør, tá ið vit ikki komu fram
um miðjuna allan fyrra hálvleik,
men fingu ein 0-0-javnleik og enntá
høvdu møguleika at vinna dystin.
Allir vóru ernir aftaná dystin, og
tað er einum slíkum úrsliti vit fara
eftir í hesum dystinum, segði Heðin
Askham eftir 3-1-sigurin í síðstu
viku.
Verjan avgerandi
Uppleggið hjá EB/Streymi verður
eftir hesi útsøgnini rættiliga verju
kent, og tað er til at skilja. Verjan
hjá EB/Streymi stóð seg væl í fyrra
dystinum, og hetta hóast at vanligu
miðverjarnir, Egil á Bø og Marni
Djurhuus, ikki vóru við vegna
skaða. Teir verða eiheldur við í
hesum dystinum, men tað er ikki
verri enn so, at tað aftur hesaferð
letur dyrnar upp fyri frálíku avloys
arunum frá fyrra dystinum, Árna G.
Olsen og Gert Hansen.
Hinvegin
er
Sorin
Anghel
nú aftur tøkur og gevur Heðini
Askham ein luksus-trupulleika,
hvørs hann skal velja teir somu 11
í byrjunaruppstillingina ella lata
rumenska stríðsmannin sleppa at
royna seg.
Men hesin trupulleikin loysir
seg kanska sjálvan, tí Arnbjørn
Hansen hevur fingið vøddaskaða.
Spælir vandamikli kollfirðingurin
dystin hóskvøldið, er vandi fyri, at
skaðin versnar og Arnbjørn sostatt
ikki verður tøkur, tá landskappingin
byrjar aftur.
Dysturin verður spældur á
Gandzasar Stadium í Kapan í morg
in kl.16 føroyska tíð.
albinus@sosialurin.fo
EB/Streymur
hevur góðan
møguleika
Fótbóltur EB/Streymur hevur við einum 3-1-sigri í fyrra
dystinum góð kort í hondini, tá ið teir í morgin skulu spæla
returdyst á útivølli ímóti armenska Gandzasar í Europa League
Arnbjørn Hansen er við í Armenia, men spælir neyvan dystin í annaðkvøld vegna vøddaskaða
Mynd: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
Chelsea
liðskiparin,
John
Terry, er ákærdur fyri at hava
brúk rasistiskan málburð móti
Queens Park Rangers verju
leikaranum, Anton Ferdinand.
Sakin fyllir nógv í ensku
fjølmiðlinum. John Terry hevur
millum annað mist liðskipara
bandið á enska landsliðnum,
sum ein avleiðing av sakini.
Tað var í dystinum millum
QPR og Chelsea tann 23.
oktobur í fjør, at sjónvarps
myndir hjá millum annað
Sky Sports vístu John Terry
rópa eitt hvørt eftir Anton
Ferdinand, eftir at hesir báðir
høvdu ein minni samanstoyt í
brotsteiginum hjá QPR. Rópini
kundu tulkast sum rasistiskur
málburður.
Eitt løgreglufólk, sum ikki
var til arbeiðis, valdi at melda
málið og tí hevur løgreglan
tikið málið upp. Í rættinum
er komið fram, at John Terry
nýtti niðursetandi ensku orðini
“F****** black c***”, men ógreitt
er í hvørjum samanhangi.
Sambært BBC, so vil John
Terry verða við, at hann spurdi
um Anton Ferdinand helt seg
hava kalla hann “a f****** black
c*** ”, og tí er talan ikki um eina
rasistiska viðmerking. Verjin
hjá John Terry vil hava rættin
at síggja burtur frá málinum,
tí prógvuni eru ógreið. Í
Westminister
Magistrates’
Court eru tey ósamd og sakin
heldur fram.
John Terry sigur seg verða
óðan um rasistisku ákærurnar.
Hann vísur millum annað á,
at hann sjálvur spælir á liðið
saman við fleiri myrkum leik
arum og hevur hjálpt til við
hjálparfelagsskapinum
hjá
millum annað Didier Drogba,
sum er ættaður úr afrikanska
landinum, Fílabeinsstrondin.
Í rættinum er eisini komið
fram, at Anton Ferdinand eftir
samanstoytin í brotsteiginum
rópti eftir John Terry og mill
um annað royndi at arga hann
við eini hending, har John
Terry sigst hava verið dekan
ov góður við damuna hjá tá
verandi liðfelaganum, Wayne
Bridge.
Enska fótbóltssambandið
tekur ikki málið upp fyri
enn rætturin er komin til
eina niðurstøðu. Hóast John
Terry í mesta lagið kann fáa
áleið 20.000,- krónur í bót, so
hevur málið eina nógv størri
symbolskan týdning fyri 31 ára
gamla verjuleikaran.
– Eg havi verið kallaður
nógv í mínari tíð báði á og
uttanfyri vøllin, men at kalla
meg rasist, tað góðtaki eg
ikki. Eg vil ikki hava Anton
Ferdinand ella nakran annan
at halda slíkt um meg, sigur
John Terry sambært BBC.
trondur@sosialurin.fo
John Terry óður um
rasistiskar ákærur
Fótbóltur Í hesum døgum verður ein
sak um rasistiskan málburð í einum
Premier League dysti viðgjørd í London
John Terry og Anton Ferdinand