mikudagur 11. juli 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
evropa league upptakt
Pætur Albinus
Víkingur
fær
stóra
og
helst
eina óloysiliga uppgávu fyri í
annaðkvøld, tá ið teir eru gestir
á Central Stadion í Gomel, Hvíta
russlandi. Í viðførinum hava teir
eitt jánkasligt útgangsstøði við
einum 0-6-stórtapi, sum teir uppá
bara nakrar fáar minuttir fingu í
heimadystinum í Gundadali í síðstu
viku.
Meðan Víkingur hevur havt tíð
at hvíla seg og havt venjingar sum
fyrireikingar til dystin, so hevur
FC Gomel hinvegin spælt ein
landskappingardyst. Hetta var ein
dystur á heimavølli ímóti FC Minsk,
sum liggur tvey pláss aftanfyri tað
framhaldandi triðja plássið hjá
FC Gomel. Dysturin endaði við
2-2-javnleiki eftir tvey mál frá FC
Gomel innan teir seinastu tíggju
minuttirnar.
Sambært dystarfrásøgnini, so
vardi FC Minsk seg væl og dúvaði
upp á mótálop. Hetta gav teimum
eina 2-0-leiðslu stutt inn í seinna
hálvleik, og hetta kundi verið ein
taktisk gongd leið hjá Víkingi í
hesum dystinum, sum hóast alt
tykist at vera ein púra ómøgulig
uppgáva.
Hjá Víkingi ræður helst bara
um at njóta at fáa ein dyst afturat í
ársins Europa League, men um teir
veruliga skulu vera bjartskygdir, so
dúva upp á at FC Gomel undirmetir
uppgávuna og kanska sparir nakrar
av lyklaleikarunum.
Jógvan
Martin
Olsen,
sum
nakað skakaður segði við Sosialin,
at 0-6-stórtapið var størsta skrædl
hann hevði upplivað sum venjari,
hevur tó tikið ábyrgdina av at seta
leikarar sínar upp til hesa upp
gávuna.
– Vit mugu finna eina motiva
tión, og hvar hon skal koma frá, tað
mugu Gudarnir vita. Til ta tíð, vit
fara niður har, mugu vit hava nakað
at fara eftir, og tað er mín uppgáva
at finna tað fram onkustaðni, segði
Jógvan Martin Olsen við eftir
dystin.
Jógvan Martin Olsen kann nú
tó fegnast um, at Evrard Blé, sum
bara spældi eina løtu í fyrra dyst
inum vegna ein fipurskaða, aftur
er tøkur.
Víkingur hevur óloysiliga uppgávu
Fótbóltur Við einum útgangsstøði, sum sigur, at teir eru aftanfyri 0-6, hevur Víkingur á
útivølli ímóti FC Gomel eina uppgávu, sum er sera trupul og helst ikki til at loysa
Pætur Albinus
Ímeðan bæði EB/Streymur og
Víkingur eru á útivølli hós
dagin, so skal NSÍ í Gundadali
royna at gera nakað við eitt
annars beiskt 0-3-tap í fyrra
dystinum
á
útivølli
ímóti
Differdange. NSÍ royndi at
hugsavna seg um verjupartin
og avmarka eitt møguligt tap,
men hetta eydnaðist ikki betur
enn so, at teir nú hava eina sera
trupla uppgávu. Runavíkingar
verða so at siga tvungnir at
gera nakað meiri framrættað í
hesum dystinum, tí teir skulu í
minsta lagi vinna sær trý mál.
Leikararnir úr Differdange
eru høgir og kropsliga væl
fyri, so um NSÍ velur at taka
teir á bóli við álopssinnaðum
taktikki eins og EB/Streymur
ímóti Gandzasar og fær bjóðað
teimum av í tekniska spælinum
á hesum ókenda undirlagnum
hjá teimum, so skuldi víðari
luttøka ikki verið avskrivað.
NSÍ hevur fingið góðan
styrk til henda dystin. Lands
liðsleikarin
Pól
Jóhannus
Justinussen, sum seinast hev
ur verið í danska AaB, skriv
aði nevniliga fyrr í vikuni
undir sáttmála við NSÍ, sum
knýtir hann at felagnum, har
alt byrjaði. Hann kann styrkja
um bæði á miðjuni og á mið
vøllinum, men í fyrstu atløgu
væntast hann at verða settur
í verjuna.
Dysturin verður spældur á
Ovara Vølli hósdagin kl.18.30.
albinus@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Pól Jóhannus hevur ikki spælt fyri
barndómsfelagið, NSÍ, síðani august
2008, tá hann skifti til B68, har hann
var restina av tí kappingarárinum
og tvey tey næstu, áðrenn leiðin
lá til Íslands, har hann spældi við
Vali, og síðani fór til Danmarkar og
fekk sáttmála við AaB. Í 2007, tá NSÍ
bleiv føroyameistari, spældi hann
við GÍ.
– Eg eri sera fegin um aftur
at vera NSÍ-ari. Og at liðið telist
millum tey lægru á stigatalvuni,
ræðir meg slett ikki, tí so er í øllum
førum nakað at spæla um, sigur Pól
Jóhannus, ið spældi sín seinasta
dyst fyri NSÍ í europeiskum fót
bólti, men hóskvøldið eisini kann
byrja aftur við einum europeiskum
dysti.
Vil lyfta liðið
– Nú vóni eg bara, at eg kann vera
við til at lyfta NSÍ-liðið eitt sindur,
tí eg haldi meg hava fingið nógv
burtur úr tíðini uttanlands, har eg
havi lært nógv og ment meg nógv.
Eg helt eisini nú, at eg onkursvegna
skyldaði NSÍ og fólkinum her, at tey
sóu meg í gulum og svørtum aftur.
Í NSÍ eru tey eisini fegin um, at
Pól Jóhannus Justinussen kemur
at styrkja um liðið, sum í summar
steðginum er á áttanda plássi við
17 stigum, eitt færri enn TB og tvey
færri enn B36, men tvey fleiri enn
B68, ið liggur beint niðanfyri.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fótbóltur 23 ára gamli landsliðsspælarin, Pól Jóhannus
Justinussen, sum síðsta hálva árið hevur spælt við danska
superligufelagnum, AaB, verður nú aftur at síggja í
føroyskum fótbólti, tí mánadagin hevur hann skrivað undir
sáttmála við NSÍ fyri restina av hesum kappingarárinum
Pól Jóhannus
er aftur í NSÍ
Fótbóltur NSÍ skal á heimavølli
í morgin royna at venda einum
0-3-tapi ímóti Differdange úr
Luksemburg. Tað verður trupult, men
NSÍ hevur júst fingið góðan styrk
Setningurin
hjá NSÍ er
trý mál