Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jøvn dystargongd Í seinna hálvleiki stríddust liðini dúgliga um at vinna sær bóltin á miðvøllinum, og var hetta við til at ikki nógvir málmøguleikar vóru. Linfield, sum annars legði bragdliga fyri í dystinum við at leypa á við nógvum monnum, var nú meiri varið og tók sær fleiri verjukend atlit í álopspartinum. Hjá føroyameistarunum eydn­ aðist tað framvegis væl at leggja upp ímillum í uppspølunum hjá Linfield, sum ongantíð gjørdist vanda­meiri í málfeltinum enn nøk­ ur hornaspark send inn higar. Meðan B36 fyrsta korterið av seinna hálvleiki hevði lítla yvir­ vág og tilspældi sær nakrar vanda­ støður heldur enn beinleiðis mál­ møguleikar, so fekk Linfield eina góða løtu tá ið ein tími var farin. B36-leik­ararnir tóktist nakað troytt­ir hesa løtuna, og meðan teir nýttu eina løtu at aftur hugsavna seg og stríða tað síðsta, so hevði Linfield fleiri væl eydnað uppspøl, sum tó júst vórðu steðgað í tøkum tíma hjá B36. 20 minuttir fyri leiklok hevði Linfield sín besta møguleika í seinna hálvleiki, tá ið brotið varð ígjøgnum heilt fram til fáar metrar frá málinum. Meinhardt Joensen hálvbjargaði og Høgni Eysturoy fekk ruddað bóltin av vandaleið, áðrenn ein vakin Peter Thompson fekk førkað bóltin seinasta teinin inn um málstrikuna. Átta minuttir fyri leiklok fekk Róaldur Jakobsen somuleiðis ein góðan møguleika, tá ið hann vann tamarhaldið á bóltinum eftir eitt frísparksinnlegg, langaði til og bara kundi síggja bóltin fara fáar sentimetrar omanfyri málið. Tað, at bólturin fór upp um og við síðuna av málinum, var alt ov gjøgnumgangandi hjá báðum lið­unum, og er hesin vantandi neyvleikin helst eisini ein av orsøk­ unum til, at liðini í táverandi løtu ikki høvdu skotið eitt mál í tveim­ um heilum dystum. Stórur spenningur Einki mál kom afturat í vanligu leik­ tíðini, og við úrslitinum 0-0 í báð­um dystunum var greitt, at farast mátti undir longda leiktíð. Linfield var um reppið at leggja seg á odda longu tríggjar minuttir inn í longdu leiktíðina. Høgni Eysturoy fór skeivur av einum bólti og loyvdi Michael Carvill at renna nærm­ast púra leysur. Hann slapp eis­ini framvið Meinhardti Joensen, men tað gjørdist ov spískt og eftir eitt innlegg fekk B36 ruddað burt. Bara minuttin seinni fekk Lukasz Cieslewicz størsta mál­møgu­leikan hjá B36 í dystinum. Súni Olsen spældi hann í eina góða støðu, har hann við kvikleika sínum slapp framvið einasta eftirverandi mót­ søðuleikara, men nakað úr høgru fór skotroynd hansara nakrar milli­ metrar frá handaru stong. Einki mál kom í fyrru hálvu av longdu leiktíðini, og í seinnu hálvuni var troyttleikin av álvara farin at merkjast hjá leikarunum og máttu nakrir leggja seg við krampa. Tað var hesa løtuna langt ímillum keturnar hjá báðum liðunum og tá ið farið var í álop, vóru ikki nógvir leikarar runnir framvið til hjálpar. Hetta førdi til, at ikki nógvir mál­ møguleikar vóru, og at tað líktist alt meiri eini brotsparkskapping. Mark McAllister fekk tó ein gyltan møguleika at gera enda á øllum í seinastu sekundunum av longdu leiktíðini, tá ið hann fekk greitt størsta møguleikan í dystinum. Hann stóð púra leysur fimm metrar frá málinum, men Meinhardt Joensen streyk úr málinum og stór­ bjargaði. Fá sekund seinni blásti dóm­arin dystin av og so var greitt, at ein brotssparkskapping skuldi avgera hvat av liðunum skuldi sleppa víðari til næsta umfar í Champions League. Misnýttu tvey brotsspørk Áskoðararnir sótu sum á nøgl­um, tá ið farið var undir brots­sparks­ kappingina. Klæmint Matras varð settur at skjóta fyrsta sparkið, og hóast skotið var bæði hart og gott upp ímóti málhorninum, so framdi 19 ára gamli Ross Glendinning eina meistarliga bjarging og tryggjaði Linfield best møguligu byrjanina í brots­sparkskappingini. Øll skotini hjá Linfield-leik­ar­ unum sótu ósvikaliga trygg í mál­ inum uttan møguleika hjá einum annars stórspælandi Meinhardti Joensen. Atli Danielsen, Súni Olsen og Róaldur Jakobsen skoraðu eisini í sínum royndum áðrenn Lukasz Cieslewicz skuldi halda lív í vónini við at gera tað til 4-4, hetta hóast Linfield í sparkinum aftaná kundi skjóta seg víðari í kappingini. Hetta gjørdist tó ongantíð neyðugt, tí skotið hjá Lukaszi varð bjargað og so kundu Linfield-hópurin savnast í einum trunka fyri at fegnast um at hava spælt seg víðari, meðan tøgnin valdi í Gundadali millum føroysku fjeppararnar. B36 misti á stokkinum og eftir eitt annars frálíkt avrik var brots­ sparkskappingin ikki teim­um blíð og teir vórðu sendir úr Champions League. albinus@sosialurin.fo Venjarin hjá Linfield, David Jeffrey, var eftir sigurin umvegis brots­sparkskapping ímóti B36 í í kvøld lætnaður um hjartað. Tað einasta, hann var nøgdur við, var at koma víðari, og um brots­sparks­ kappingina segði hann, at tað var tann reini happa­dráttur. – Sjálvandi eru vit nøgdir við at koma víðari, og eg má siga, at hetta lætti um. Vit skaptu nógv á heimavølli og um vit høvdu skorað fýra mál, so vildi eingin sagt, at tað var óuppiborið. Vit skaptu ikki eins nógvar málmøguleikar í dag, men vit kundu væl skorað eitt ella tvey mál. Málverjin hjá B36 (Meinhardt Joensen, red) var fram­úr góður aftur í dag og hevði eina stórbjarging í endanum av dystinum. Tá ið tað ræður um brots­sparkskapping, er tað tann reini happadráttur, og í okkara unga málverja (19 ára gamla Ross Glendinning, red.) hava vit eina hetju í kvøld, segði venjarin hjá Linfield, David Jeffrey, við Portalin eftir dystin, og varð spurdur, um hann var nøgdur við tað, sum leikarar hansara løgdu fyri dagin. – Nei, eg eri ikki nøgdur við avrikið, og tað eru leikararnir ei­ heldur. Men um tú hyggur at báðum dyst­unum, so gjørdu vit tað, sum vit skuldu fyri at hava uppiborið at koma víðari, segði hann. Hann segði seg ikki vera ovfarnan av støðinum hjá B36, tí í fyri­reik­ ingararbeiðnum undan hesum báð­um dystunum hevði hann fingið fatan av, at hann fekk eina trupla upp­gávu. Hetta var eisini galdandi í kvøld, sambært honum sjálvum. – Teir vóru væl skipaðir og strídd­ust sjáldsama væl. Teir góvu okkum ikki nógv pláss, og hvørja ferð vit vóru um at koma til skot, vardu teir fyri. Onkuntíð mást tú bara geva mótstøðuliðnum rós fyri gott avrik, og tað fari eg at gera nú. Tillukku, B36, segði David Jeffrey at enda. albinus@sosialurin.fo Champions League B36 - Linfield 0-0 (0-0) (0-0 samanlagt) Linfield víðari eftir 4-3 í brotssparkskappingini Dómari: Suren Baliyan (Armenia) 1. brotsspark: Klæmint Matras misnýtir, støðan er 0-0 2. brotsspark: Jim Ervin skorar, støðan er 1-0 til Linfield 3. brotsspark: Atli Danielsen skorar, støðan er javnleikur 1-1 4. brotsspark: Gary Browne skorar, støðan er 2-1 til Linfield 5. brotsspark: Súni Olsen skorar, støðan er javnleikur 2-2 6. brotsspark: Michael Carvill skorar, støðan er 3-2 til Linfield 7. brotsspark: Róaldur Jakobsen skorar, støðan er javnleikur 3-3 8. brotsspark: Brian McCaul skorar, støðan er 4-3 til Linfield 9. brotsspark: Lukasz Cieslewicz misnýtir og Linfield vinnur brotssparkskappingina 4-3! B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Bárður Olsen (100. Klæmint Matras) Atli Danielsen, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen - Jákup á Borg (74. Rasmus Dan Sørensen) (108. Dánjal Rói Olsen) Lukasz Cieslewicz Linfield: Ross Glendinning - Jim Ervin, Steven Douglas, David Armstrong, Damien Curran - Daryl Fordyce (65. Brian McCaul) Robert Garrett, Jamie Mulgrew, Michael Carvill - Mark McAllister, Peter Thompson (77. Gary Browne) David Jeffrey: Sum ein happadráttur Myndir: Álvur Haraldsen