Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Venjarin hjá B36, Mikkjal Thomassen, var eftir dystin ímóti Linfield í kvøld sum vera man vón­brotin um at vera rokin úr Champions League á sjálva mark­ inum, brotssparkskappingini. Hann var tó við góðum treysti og rósti sínum leikarum. – Í verujkenda partinum gjørdu vit tað til UG. Tað ber ikki til at gera tað betri enn at halda teimum frá at skjóta mál, so tann parturin var fantastiskur. Yvir báðar dystirnar skapa vit tveir ella tríggjar heilt stórar málmøguleikar og einar sjey ella átta rímiliga góðar møgu­leikar, so alt í alt haldi eg vit skaptu meir enn teir, segði B36-venjarin eftir dystin í kvøld. Eftir dystin í Belfast var Mikkjal Thomassen væl nøgdur við, at taktikkurin, sum var at lokka teir til at gera innlegg og so at verja fyri teimum, eydnaðist væl. Hvør var so taktikkurin í kvøld, nú vøllurin í Gundadali er væl smalari enn á Windsor Park? – Vit vistu, at vit kundu leggja eitt enn størri trýst á úti á síð­ unum. Vit hildu eisini tætt mitt fyri á vøllinum, og tað merkti, at teir næstan bara spældu eitt power­play rundan um okkum. Tað hóv­aði okkum væl og síðani lúrdu vit eftir mótálopum og komu til fleiri vandamiklar støður. Tað, at vit ikki fáa mál, mugu vit bara liva við, men tað er beiskt, segði hann. – Við leikararnar segði eg, at hetta stendur eftir sum eitt stórt avrik. Hetta liðið er væl betri enn tey liðini vit spældu ímóti, tá ið vit spældu okkum víðari í 2005 og 2006. Vit gjørdu ein góðan figur, men hetta er eitt sár. Eitt sár, sum ongantíð fer at lekjast, tá ið vit tosa um fótbólt. Vit trúðu upp á heilt fram til tað síðsta, at vit kundu koma víðari, og hesum fingu vit ilt av, segði Mikkjal Thomassen at enda. Pætur Albinus B36 hevði í gjárkvøldið vitjan av norðurírsku meistarunum, Linfield. Eftir 0-0 í fyrra dystinum á Windsor Park í Belfast hevði B36 tryggj­að sær eitt gott útgangsstøði, sum teir kundu gera nakað við á heimavølli. Linfield skapti í fyrra dystinum fleiri góðar møguleikar og misnýttu eitt nú eisini eitt brots­ spark. Taktikkurin hjá B36, sum var at lata teir spæla breitt og umvegis innleggini bróta spælið niður, rigg­ aði væl, og var nakað, teir í ein mun eisini hildu fast um í dystinum í Gundadali. B36 hevði allar mans tøkar til dystin, meðan Linfield í fyrra dyst­ inum fekk enn ein leikara skaddan og harvið hevði tilsamans fýra leik­ arar skaddar: Michael Gault, Philip Lowry, Alan Blayney og Albert Watson. B36 myndaði dystin Frá dystarbyrjan legði Linfield seg langt fram á vøllin í eini roynd at leggja trýst á B36 alt fyri eitt, men eitt uppsett B36-lið dugdi væl at sita tætt at mótstøðuleikarunum og at bróta spælið niður. Norðurírar vóru kvikir á bóltinum og spældu bóltin skjótt runt, men hetta nervaði lítið einum væl skipaðum B36-liði. B36 var meiri beinleiðis í sínum uppspæli og skapti hetta í fleiri førum gott pláss. Fyrsta møguleikan fingu teir longu í 5. minutti, tá ið Súni Olsen sendi frísparksinnlegg til Lukasz Cieslewicz, sum tó ikki fekk ordiligt skot á bóltin og umvegis jørðina rakti beint oman­ fyri málið. So var Linfield ávarað. Tað var nevniliga B36, sum var vandameira liðið og fekk nakrar málmøguleikar afturat. Súni Olsen fann eisini ein væl upplagdan Lukasz Cieslewicz umvegis hornaspark í 12. minutti, men stútarin hjá póllendinginum varð ruddað burt tætt við sjálva málstrikuna. Stutt eftir hetta fekk B36 tveir góðar málmøguleikar afturat. Lukasz Cieslewicz var tað aftur, sum hesaferð stútaði beint framvið mál­inum, og minuttin seinni sendi Róaldur Jakobsen eitt gott langskot beint omanfyri málið. Linfield fekk nakrar løtur, har teir vóru meiri á bóltinum, men teir høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum og fyrsta royndin hjá teimum kom tá ið út ímóti ein hálvur tími var farin. Hetta var ein stútari frá Peter Thompson, sum hevði lítla ferð á og endaði omanfyri málinum. Løtu seinnu høvdu teir sína seinnu málroynd, sum var eitt óneyvt langskot frá Daryl Fordyce, og tað var alt, sum kundi nevnast av teirra borði í fyrra hálvleiki. Stutt undan hálvleiksbríkslinum fekk Róaldur Jakobsen bóltin í málið, men málið varð kolldømt. Hjálpardómarin metti, at Lukasz Cieslewicz undir sjálva upp­legg­ inum hevði verið aftanfyri bak­linj­ una við bóltinum. Eingin mót­mælti hesi avgerðini. B36 hevði størstu málmøgu­leik­ arnar í fyrra hálvleiki, og við meiri neyvleika høvdu teir sloppið til hálvleiks á odda. Soleiðis var tó ikki og hálvleiksstøðan var 0-0. Mikkjal Thomassen: Hetta var beiskt Fótbóltur Føroyameistararnir úr B36 hildu tætt í samfullar 210 minuttir ímóti norðurírsku meistarunum, Linfield. Eftir at hava verið millimetrar frá at avgera dystin í Gundadali í gjárkvøldið, mátti somuleiðis málleysa B36 við í eina brotssparkskapping, sum legði Champions League-ævintýr teirra í oyði Eftir annars frálíkt avrik: B36 misti á stokkinum Champions League