Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Í komandi parti er tíðin komin at fara heim til Føroya aftur. eg kom á Skála. Hann var giftur við eini einkju av Húsum, Johanna, og vóru tey ofta har og ferðaðust. Hetta dugdi hann eisini at taka. (Johanna gjørdist 100 ár og var omma Kaj í Bartalstovu, sum var við á ferðini). Teir fóru eftir garninum, og eg fór síðan at hyggja tað ígjøgnum. Eg sá, at tað var illa farið. Fyrst tók eg tey ringastu holini, og tey vóru nógv. Eg helt, at eg fekk bert gjørt tað ringasta tann dagin, men eg kundi koma aftur, um teir ynsktu tað. Men tað varð ikki útróðrarveður dagin eftir, so eg fór eisini tann dagin. Nú vóru tað bara meskabrot og okkurt skrædlið, sum var eftir, og slapp eg við tað, áðrenn liðið var út á dagin. Teir vóru ógvuliga væl nøgdir við arbeiði. Dánjal gav mær uppí ein stóran pappírsposa av keks afturfyri arbeiðið. Hetta kom eisini væl við, tí nú minkaði hjá okkum, nú tað var ligið langt út í august. Oliver á Ryggi á Skálum Á hesum túrinum kom eg at kenna skaldið Oliver á Ryggi í Miðvági. Hann var av spakastu og stillastu monnum. Eg síggi hann enn fyri mær. Eisini kundi hann spáka sær ein túr eftir gøtuni sunnumorgnar í rotuskóm og tuflum. Hann kundi seta seg burtur frá hinum, hyggjandi suður móti Glettingarnes. Ein slík­ an sunnumorgun hitti eg Oliver fyrstu ferð. Eg føldi á mær, at tað var nakað sum bant okkum saman í samhuga. (Her kann skoytast uppí, at Jóannes var eisini yrkjari). Eg sigi við Oliver: “Vakurt útsýni í hesum vælsignaða veðri”.” Ja”, sigu­r hann, “vit vita, at har undir tí fjalda, har stendur tráðan okkara til, føði­landið. Tað er sum við tí himmalska ríkinum, har stendur eisini okkara tráðan til.” Slíkar løtur vóru ógloymandi fyri mær. Tá ið hann sat soleiðis fyri seg sjálvan, kundu vágamenn taka til: “Nú er ikki nakar vælkomin at tosa við hann, tí nú situr hann og yrkir”. Fyri mær var hesin maðurin ein fyri­mynd, og eg ynskti at vera sum hasin maðurin var. Hann var skald, og tá var einsemi neyðugt. Tvey ár seinni, í 1930, hevði Oliv­ er eina yrking í Dimmalætting til minnis um teir, sum doyðu við Ernestinu. Sunnudagar var farið á møti Sunnudagar var ferðast millum før­oyingarnar ella til møtir, sum vóru hildin í gomlu Skála, elstu hús í bygdini. Tað var gjarna Eiðis Tummas, búsitandi í Fuglafirði, kendur sum framúr kringur motor­ passari, sum leiddi møtini. Hann var pápabeiggi teir kendu Andreassen skipararnar av Oyrabakka. Tað plagdi at vera so hugnaligt, og tað komu nógv fólk til hesi møti. So vit hoyrdu ofta Guds orð millum okkum. Vit plagdu eisini at fara útferðir. Ein av hesum túrum fór eg til lóma­ reiðrini. Eg sá lómarnar á vatninum, har teir svumu við ungum. Vit kundu eisini fara til Skorvíkar, beint norðan til á Nesinum, og út á Viða­mølina. Ein dagin fór eg til Kumlivíkar. Har vóru bóndafólkini ógvuliga blíð. Soleiðis gingu fríløturnar. Eg kundi verða innboðin til onkran íslending, sum eg kendi. Fekk bøtt gummistivla Ein dagin hevði eg fingið hol á tánna á einum gummistivla. Tá møtti eg Valdimar. Hann heldur fyri: “Nú blessaður, hvat sigur tú vinur mín.” Eg fortaldi honum um gummistivlan. Hann svaraði: “Kom tú til hús við mær”. Har var ein beiggi hansara, sum dugdi at bøta, men hann var í uppisetur við bøtur. Um eg kundi funnið ein gamlan stivla, so hevði hann lím. Valdimar bað meg sita, meðan hann fann okkurt at bøta stivlan við. Hann var skjótur aftur við tilfari, og skjótt var stivlin afturbøttur. Eg hevði tríggj­ ar krónur uppi á mær, sum eg gav honum. Nú kom sildin av álvara, og flest allir bátarnir vóru farnir at royna eftir sild. Men hjá okkum lá ikki so væl fyri. Vit royndu sum aðrir at fáa gørnini gjørd til eina nót, men tað riggaði heldur ikki. So hetta góvust vit við og fóru aftur at royna við línu. Eitt kvøldið, hann hevði rusk­ að veðrið, kemur dóttir Jón Gud­ munds­son við boðum frá pápa sín­um, um eg vildi koma niðan til teirra. Hann var ógvuliga blíður, og vit tosaðu um mangt og hvat. Men ørindini vóru, um vit ikki kundu koma til hansara heldur enn til Aldu­felagið, har vit nú høvdu okk­ara viður­skifti. Vit skuldu fáa eina betri kontrakt frá honum. Eg svaraði tó ikki til hansara í fyrsta umfari. Skuldi hugsa um tað og geva svar. Hetta gjørdist tó ikki til nakað. Vildu heldur hava skitið enn reint vatn Tá ið vit fóru at royna við línu, bleiv ein tunna sett til at koyra tað avegnda agnið í. So koyrdi bóndin sjálvur salt i. Hann brúkti tað at geva seyðinum um veturin. Tá var seyðurin inni. Hvør bátamanning fekk hvørt sítt lamb, áðrenn vit fóru heim. Hetta kókaðu og skinsaðu vit van­ liga at hava heim við okkum. Viðhvørt komu skip inn á Skála at fáa eitthvørt sum teimum mangl­ aðu ella fyri at kroka. Viðhvørt høvdu teir livratunnur, sum teir róðu í land. Tað var eitt grúiligt knoss. Tað kundi vera brim. Tá fingu hesir menn eitt øgiligt stríð, og teir gjørdust ígjøgnum. Hetta knossið fyri at fáa 10-15 krónur fyri tunnuna! Teir tóku eisini ís og sild umborð. So komu teir inn eftir brøvum og við brøvum, sum skuldu sendast heim. Stundum vóru góð tíðindi at frætta og stundum minni góð. Hetta knoss, hesir menn høvdu, er nú fyri mær heilt ómenniskjansligt. Eitt annað var, tá ið skipini tóku vatn. Eg sá hvaðani vatnið kom, sum nógv skip tóku. Køstarennurnar í Áarvíkini runnu í ánna. Haðani tóku nógv skip vatn, tí tað kostaði einki. Men har var eisini nógv gott vatn at fáa, men tað kostaði eitt sindur, kanska tað sum svaraði til eina tunnu av livur. Tað skal vera sagt Skálamonnum til heiðurs, at teir vildu geva føroyingum reint vatn. Tá ið veðrið blíðkaði fóru skip­ ini út aftur, og vit fóru aftur til út­ róðrar. Nú var komið út móti hálv­ um august, og útróðurin var farin at minka. Lítið fekst nú við línu, og menn vóru farnir at brúka snørini aftur. Vit vóru farnir út á Strongin, men tað svaraði ikki aftur, ein og ein fisk, so hetta bleiv ikki til nakr­ an fiskidag. Vit høvdu tosað um at fara inn undir Foss. Hann brimaði fyri Fagra­nesi. Vit fóru heim aftur og avreiddu tað vit høvdu fingið. So fóru vit at sova, men tað var ikki langur svøvnur, tveir tímar. Vit hildu móti Fagranesi. Tá kemur ein bátur úr Gunnólfsvík, innast við Langanes sunnanfyri. Hesin bátur legði uttanfyri okkum. Vit róðu til hansara at vita hvørjir teir vóru. Teir vóru Eiðis Johannes í Fuglafirði og Jóan Petur hjá Pæturi í Skálavík. Pætur var í gummiklæðum. Hetta var sera forkunnugt. Men hann var heimkomin úr Canada,har hann hevði verið við trolara. Her standa Eydna og Andrass Joensen við toftirnar av Gomlu Skála, har Jóannes, pápi Andrass, plagdi at vera til kristilig møtir Fram við bakkanum á Skála Soleiðis kundu tey eisini búgva á Skála Mynd Hilmar Højgaard