mikudagur 11. juli 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
3. partur
Ein dagin vit fóru til útróðrar, kem
ur ein bátur at landi, og tveir menn
eru við. Eg kendi annan mannin.
Hann var úr Vík og kallaðist Jo
hannes Djurhuus. Hann segði, at
hann var við Tordenskjold, og teir
vóru komnir inn við einum tele
grammi, sum skuldi sendast. So
skuldu teir aftur fara suður fyri
fjarðirnar at royna. Eg spurdi
hann, um tað kundi borið til hjá
okkum at fingið eitt sleip suður
fyri Hellingina. Hann helt, at tað
mátti borið til. Hetta var ein lætti,
vit sluppu undan at rógva sjálvir.
Tá ið teir hildu, at vit vóru komnir
nóg langt, sleptu teir okkum.
Vit settu so línuna og lótu hana
standa í tveir tímar, so løgdu vit á
at draga. Vit vóru ógvuliga spentir,
tí tað var so tungt at draga. Tað
vísti seg at vera toskur á. Vit fingu
20 toskar á fyrsta stykkinum, men
vektin var líka nógv enn á línuni.
Men nú blivu tað bara lirar, eitt
slag av steinbíti. Men teir blivu
blakaðir út aftur. Einar tríggjar
línur vóru drignar uttan meira
av toski. Men so byrjaði at vera á
aftur, og vit fingu floytufullan bát.
Nú var tyngsta takið eftir, og tað
var at rógva til lands. Veðrið var av
tí besta, og vit nærkaðust so smátt.
Men nú kom toka, og vit róðu í ein
vesturhallan norðan. Tað gekk ikki
so skjótt, tí báturin var so tungur.
Men so klárað hann í, og vit komu
inn móti Lambaoyruni, sum er út
móti spíssinum á Langanesi.
Nú kom eitt fuglfjarðaskip inn
við landinum. Men vit tordu ikki
at biðja um enda og sleip, tí báturin
var so tungur. Sleip kundi vera
vandamikið við so tungum báti.
Vit komu at landi í øllum góðum,
og vit vóru bestir av bátunum á
Skála henda dagin. Men vit vóru
eitt samdøgur um túrin.
Vit gjørdu av henda dagin ikki
at fara aftur út á somu leið, tí so
nógvur fiskur var nærri landi. Men
kortini vóru vit har nakrar túrir og
fingu altíð væl av fiski. Vit vóru tó
altíð 4-5 línulongdir uttan fyri hinar
bátarnar.
Sungu sum veiðan
hevði verið
Her skal skoytast uppí, at bókin hjá
Sámali Johansen “Til lands” er eitt
gott íkast til hesa søgu um útróður
til lands.
Sámal hevur eisini frásøgn hjá
húsamanninum Sivar Højgaard,
sum somuleiðis róði nógv út á Skál
um.
Her er okkurt, sum ikki Jóannes
hevur við. Til dømis greiðir hann
frá, at við síðuni av teimum búði ein
bátamanning, har tað vóru menn,
sum dugdu væl at syngja. Tað
hoyrdist væl á sanginum, um vikan
hevði verið ein veiðivika. Hevði
hon verið góð, var sálmasangurin
harður og dunandi. Var hon vánalig,
var tað ikki meira enn tað grælaði
úr teimum.
Sildin kom
Aftur til Jóannes: Nú var sildin
komin, og fleiri bátar fóru at royna
eftir sild, men tað gekk ójavnt á.
Vit plagdu at seta gørnini um
dimmi. Vit royndu so við snøri,
meðan línan stóð. Vit máttu hyggja
eftir, um nøkur sild var komin í.
Hetta sóu vit á kíkinum. Tí mátti
eisini ansast eftir, at ikki ov nógv
onnur veiða varð tikin inn í bátin.
Vit kundu annars fáa uppí tvey
trý skippund eina nátt.
Bara eina ferð varð ov nógv inn
tikið. Sildin hevði tað við at koma í
tørnum. Eina ferð vit sóu eina torvu
settu vit sildagarnið. Tá vit vóru
næstan lidnir at seta, fór kíkurin
undir. Vit hildu, at ein sildreki var
komin í garnið. Vit løgdu á at draga,
og tá ið vit fingu garnið á borði, var
tað fult av sild. Vit gjørdu av at
taka sildina burtur úr garninum, so
hvørt vit drógu. Tað var skjótt, at
báturin fyltist. Men móti endanum
var minni í, og vit tóku endan á
garninum við sildini í inn í bátin.
Tá var nóg so mikið í bátinum.
Men tað var gott veður, tí spældi
alt væl av. Tá ið vit vóru lidnir at
taka burtur úr, bóru vit sildina út í
íshúsið, sum stóð á bakkanum. Tað
var í síni tíð bygt av íslendingum
og føroyingum til føroysku skipini,
sum royndu á Eysturlandinum. Tey
kundu fáa bæði ís og agn haðani.
Vit kundu so fáa okkurt frá skip
unum, sum okkum manglaði. Tað
kundi vera margarin, sukur, keks,
kaffi, te og okkurt sovorðið.
Veiðan hjá okkum hendan dagin
vigaði 4.300 pund, og var hetta tað
mesta, sum hevði verið í bátinum.
At bøta gørn fyri gøtumenn
Ein morgunin, eg hevði lagt meg
uppá seingina, kemur ein smá
drongur inn og sigur, at Dánjal
(Poulsen) í Gøtu spyr, um eg kann
koma inn til teirra. Eg segði, at
eg skuldi koma. Eg fekk mær ein
drekkamunn, og síðani fekk eg
mær eitt sildagarnnoða. Eg visti
frammanundan, at tað var at bøta
teimum eitt sildagarn, at ørindini
vóru. Tá eg kom í dyrnar møtti eg
Tummasi í Bartalstovu. Hann spyr:
“Hvar fer tú, tú er ikki vanur at
renna hús úr húsi.” “Eg eri komin at
bøta tað aftur, sum tínar bondsku
hendur gera við gørnini, tá ið tú
tekur sildina úr teimum.”
Eg kendi Tummas væl, áðrenn
Tað hendi meira á Skálum enn bert tað at rógva út. Jóannes fann eisini
saman við einum “líkamanni”, nevniliga Oliver á Ryggi
Til Íslands við Óla:
Geila Jóannes á Skálum:
Var eisini saman við
yrkjaranum Oliver á Ryggi
Geila Jóannes
Lendingini á Skála
Toftirnar av íshúsinum á Skála