mikudagur 11. juli 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ar fram við vegnum
teirra summarferia, sigur
Bartal flennandi.
Men at talan einans er
um, at tey ungu skulu slappa
av við løn, er ikki rætt.
– Tá tað so er sagt, so
vænta vit av teimum, at tey
gera síni ting. Um tey ikki
møta til tíðina ella rýma
áðrenn tíð, so verða tey trekt
í løn. Vit vilja gjarna læra
tey, at arbeiðsmarknaðurin
setir krøv og treytir, fyri at
tey skulu fáa sína løn, sigur
Bartal.
Avlastan hjá
foreldrunum
Ein bólkur, sum kanska
meira enn nakar annar
fegnast um ’Ung í Arbeiði’,
eru foreldrini at teimum
ungu.
– Vit hava fingið serstak
liga góðar afturmeldingar
frá foreldrunum. Nógv av
teimum siga, at hevði tað
ikki verið fyri ’Ung í Ar
beiði’, so høvdu børn teirra
bara sitið heima og kett
seg ella sitið framman fyri
telduskíggjan og spælt spøl.
Á henda hátt koma tey út
og vera aktiv stóran part av
feriuni, sigur Bartal.
– Ein annar faktorur,
sum spælir inn, er, at tey
ungu tjena millum 4500 og
6500 krónir fyri tvær vikur.
Hetta eru nógvir pengar, og
um ein familja er illa sperd
peningaliga, so fellir eitt
slíkt ískoyti á ógvuliga turt
stað, at barnið ikki noyðist
at biðja foreldrini um peng
ar, sigur Bartal.
Siga nei til helvtina
Áhugin millum tey ungu
at luttaka í ’Ung í Arbeið’
hevur síðstu árini verið al
samt vaksandi. So mikið
vaksandi, at einans annar
hvør umsøkjari fær arbeiði.
– Tað er ein gleðiligur
trupulleiki, tí tað er altíð
gott at hava stóran áhuga.
Men hinvegin er tað keðiligt
at skula siga nei til so mong.
Tey, ið fáa avslag, mugu bara
søkja aftur næsta ár, og tá
hava tey so betri møguleika
at verða upptikin.
Sambært Bartali verða
tað ikki stórvegis broyting
ar næsta ár.
– Sjálvandi skulu vit altíð
royna at forbetra átakið, og
tað royna vit. Men vit halda,
at tað koyrir væl nú, og øll
tykjast at vera glað fyri tað:
tey ungu, foreldrini og borg
ararnir í kommununi, ið
fáa ein vakrari bý. Óansæð
broytingar ella ei so kann
eg við vissu siga, at hetta
er eitt átak, sum er komið
fyri at vera, sigur Bartal at
enda.