mikudagur 11. juli 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gulir vesta
Lúka, mála og rudda. Tað
er dagligdagurin hjá Hjørti
Ellingsgaard Rasmussen og
Eyðun Poulsen í tvær vikur.
– Hetta er strævið lív,
og vit mugu arbeiða hart,
sigur Eyðun við einum smíli.
Hann er 15 ára gamal og býr
á Argjum.
– Vit arbeiða ikki ordiliga
alla tíð. Tað er eisini tíð til
at slappa eitt sindur av og
sparka fótbólt ella gera okk
urt annað, sigur 15 ára gamli
Hjørtur.
– Ja, tað er ein góð bland
ing millum arbeiði og av
slappan, sigur Eyðun.
Keypa tríhjólaðan bil
Talan er um fyrstu ferð í
’Ung í Arbeiði’ hjá báðum
dreingjunum.
– Eg søkti eisini í fjør,
men fekk tað ikki. Tá bleiv
eg nokk so skuffaður, sigur
Eyðun, sum umframt Ung í
Arbeiði eisini arbeiðir í FK.
– Tað er altíð gott at tjena
sær nøkur oyru eyka. Familj
an fer at ferðast í vetur, so tá
vil eg gjarna hava nakað av
lummapeningi, sigur Eyð
un.
– Eg royndi eisini at søkja
í fjør, men fekk tað heldur
ikki. Tað tók eg ikki so tungt,
tí so fekk eg bara tað meira í
feriu, sigur Hjørtur.
– Men eg eri ordiliga glað
ur fyri at hava fingið tað í ár.
Eg ætli at brúka pengarnar
upp á ein kulan tríhjólaðan
bil, sum eg havi sæð onkran
koyra her í býnum, sigur
Hjørtur flennandi.
– At mála er
nokk betur
Sambært Hjørti og Eyðun so
arbeiða teir nógv og hart.
– Um kvøldini tá eg komi
heim, eri eg ordiliga móður.
Men tað er kanska bara eitt
tekin, um at man hevur
gjørt nakað til nyttu, sigur
Hjørtur við einum smíli.
– Hóast tað er strævið,
so dámar mær væl, at man
kemur í eina rutinu. Hevði
eg ikki verið her, hevði eg
nokk bara sovið til út á
seinnapartin, hóast eg ikki
hevði havt hug til tað, sigur
Eyðun avgjørdur.
Uppgávurnar hjá teimum
ungu variera nakað, og teir
báðir ungu dreingirnir eru
ei heldur í iva, hvat teimum
dámar best.
– Tað er at mála. Teir
fyrstu tríggjar dagarnar
gjørdu vit ikki annað enn at
lúka, og tað gjørdist kanska
í so keðiligt, sigur Hjørtur
smáflennandi.
– Vit ætlaðu at mála
longu tann næsta dagin,
men tá var málingaútgerðin
ikki komin, og triðja dagin
regnaði tað, so tað var einki
annað at gera enn at lúka,
sigur Eyðun.
– Men eg gevi Hjørti rætt
í, at tað er væl stuttligari at
mála enn at lúka.
Tað besta: Pengarnir
Tey ungu fáa fyri at arbeiða
í tvær vikur 6500 krónir. Tað
er ikki so lítið hjá einum
ungum at fáa.
– Tað besta við at arbeiða
her er pengarnir. Eg havi
nokk ongantíð fingið so
nógvar pengar í løn, sigur
Hjørtur.
– Eitt annað, sum er
ordiliga gott, er at síggja, at
man hevur gjørt ein mun,
sigur Eyðun.
– Ja, sigur Hjørtur, vit
skuldu lúka eina grúsgøtu
undir Fjalli, sum við tíðini
var vorðin til meira gras
enn grús. Uppgávan sá eitt
sindur møtimikil út, men vit
gjørdu tað, og nú er gøtan
vøkur og góð aftur, sigur
Hjørtur stoltur.
– Eg eri eisini ordiliga
glaður fyri, at vit hava
fingið ein so góðan bólka
leiðara, sum er okkum ein
góð fyrimynd. Hann er eitt
sindur strangur, men tað
skal hann jú vera, sigur
Eyðun flennandi, meðan
Hjørtur nikkar samtykkj
andi.
Næsta ár – ikki
so tíðliga upp
Er tað upp til dreingirnar at
avgera, so átti ein broyting
at verðið framd næsta ár.
– Man burdi byrja nakað
seinni um dagin. Kl 7 er í so
tíðliga at fara upp, heldur
Hjørtur skemtiliga fyri.
– Fer man seinni til ar
beiðis, fær man eisini seinni
frí, so eg haldi, at tað er fínt
at byrja tíðliga. Men kanska
eitt sindur minni av lúking,
sigur Eyðun við einum smíli,
áðrenn teir báðir ungu
dreingirnir taka pensilin í
hond og aftur fara í holt við
at mála.
– Vit stríðast
fyri pengarnar
Hjørti Ellingsgaard Rasmussen og Eyðun Poulsen
Óli Jákup Jacobsen
Bartal Augustinussen er
hjálparsamskipari í ’Ung
í Arbeiði’.
– Hesa vikuna havi eg
staðið við róðrið, tí høv
uðssamskiparin,
Petur
Háberg, hevur verið burt
urstaddur, sigur Bartal.
Ringt orð á sær
’Ung í Arbeiði’ byrjaði
longu fyrst í 90unum.
– Hetta var eitt nýtt
átak og hevði nógvar
trupulleikar at stríðast við
í byrjanini. Tað gekk ikki
leingi, áðrenn verkætlanin
hevði fingið ringt orð á
seg, sigur Bartal.
– Summi fóru enntá at
kalla tað ’Tung í Arbeiði’,
tí tey hildu, at tey ungu
gjørdu ov lítið til nyttu.
Fyri níggju árum síðan
kom ein drastisk vending
í átakið.
– Í 2003 kom ’Ung í
Arbeiði’ undir Margarin
fabrikkina og varð um
skipað heilt frá grundini
av. Tað var Bogi Andrea
sen, núverandi varaborg
arstjóri, sum stóð fyri
umskipanini. Átakið fekk
nú eitt nógv meira peda
gogiskt útgangsstøði.
Endamálið ikki
arbeiðið sjálvt
Við umleggingini í 2003
broyttist eisini endamálið
við ’Ung í Arbeiði’.
– Frá at einans hava
snúð seg um at fáa nøkur
bussskýli málað og nak
rar garðar lúkaðar, snýr
tað seg í dag nógv meira
um at geva teimum ungu
ein møguleika at venja seg
til at koma út á arbeiðs
marknaðin.
– Vit vita, at tað ikki
kemur eins nógv burturúr
hjá teimum ungu, sum um
man hevði professionelt
fólk. Men sum sagt, pro
duktivitetur er ikki enda
málið. Um tey líka leggja
seg niður á grasið at sóla
sær eina løtu er ikki so
farligt. Hetta er hóast alt
Síðstu vikuna hava havnaborgarar sæð ung í gulum
vestum mála, rudda og lúka á ymsum støðum
runt í Havnini. Hetta eru ungdómar millum 14
og 16 ár, sum eru ’Ung í Arbeiði’, og skulu tey
í tvær vikur hampa um okkara høvuðsstað.