Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyar innflyta nógv mest av okkara vørum úr tveimum teimum dýrastu londunum í heiminum. Uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at vit innflyta mest úr Noregi og Danmark – tiltikin fyri høgar prísir. Talið av gentum yngri enn 15 ár er minkandi. Í so máta er eingin ábending um, at talið av nýføðingum fer at vaksa fyrstu komandi árini. fráflytingini fráflytingini ste ðgi ð Samlaða føðitalið er nú so lítið, sum tað var fyri 100 árum síðan, tá eini 18.000 fólk búðu í Føroyum. fólkavøkstur nógvar uppfinnarar og spennandi hugskot í Før­ oy­um, og um bert ein av tíggju verkætlanum veruliga eydnast, fær hetta stórar ringvirkningar og kann skapa nógv nýggj størv. Avbjóðingin er, at teir framtaksgrunnar vit í løtuni hava, hava tørv á størri rásarúmi, bæði fíggjar­liga og við fakligari ráðgeving til íverksetarar. Vit skulu hava grunnar, ið eru lætt atkomiligir, eis­ini tá ein verkætlan er á byrj­ unar­stigi, men sum sam­ stundis bert velja at seta pen­ing í tær mest lovandi verk­ætlanirnar, leggur hann dent á. Grunnarnir skulu stuðla frá líka hugskotið og prototypu til sjóseting, og har­við spæla ein virknan leiklut í menningini. Ein annar týðandi leistur er eitt tættari tilknýti millum granskingarumhvørvið og vinnulívið, eins og vit kenna tað úr øðrum londum. Sam­ bært Kára Petersen, er um­ ráðandi, at stórur partur av játtanini til gransking fer til júst vinnugransking. Úrslitið kann gerast ein nógv øktur produktivitetur. So ella so skulu vit upp­ finna okkum til fólkavøkstur, við at vaksa um samfelagsligu búskaparkøkuna, soleiðis at meiri verður at býta av. Ein sterkt miðstaðarøkið Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn, hevur fatur í rætta endanum, heldur Jóannes Jacobsen, ið fleiri ferð­ir alment hevur talað fyri, at vit skulu leggja alla orku í miðstaðarøkið, framm­ um útjaðaramenning. Klass­ iska argumenti hevur verið, at Føroyar sum heild eru ein útjaðari, og bert við at leggja dent á, at menna eitt fjøltátta og spennandi mið­ staðar­økið, kunnu vit venda fólkafráflytningini – í dag er samfelagið, fýrakantað sagt – innrættað til konservativar fiskimenn á bygd. Ungdómur, serliga ungar kvinnur, sum hevur verið í stórbýum í fleiri ár og fingið eina útbúgving og smakk fyri øllum tí, sum eitt stórbýarsamfelag, tímir ikki heimaftur til eitt slíkt samfelag, heldur hann fyri. Loysnin er, at savnað allar kreftir at skapað eitt nú­ tím­ans miðstaðarøki, ið skal fevna um Vágar, Eysturoy, Streymoy og møguliga Borðoy. Ítøkiliga snýr tað seg til dømis um ein tunnil undir Skálafjørðin og útbygging av Fróðskaparsetrinum. Tí lykilin til at menna eitt ný­ mótans føroyskt samfelag, er, um­framt umskipan av vinn­uni, útbúgvingar møgu­ leikarnir. Sambært Jóannes Jacobsen, er lykilin til fólka­ vøkstur hægri út­búgv­ing, eisini til teirra, ið missa arbeiði í verandi vinnum. Men spurdur hvørt tað ikki er vandi fyri, at vit útbúgva ung­dóm til arbeiðsloysi, heldur hann ikki, at hetta er nakar vandi; sambært hon­um skulu vit heldur kanna hvørjar útbúgvingar ung­dómurin eftirspyr – Ein skal ikki hugsa um, at ung­ dóm­urin útbúgvir seg til ar­ beiðsloysi. Tað royndi man í Danmark í 80unum, og tað fekk ein bráðan enda. Alt ov fá fingu t.d. møguleika at lesa til lækna, og tað gav at bíta í 90unum. Eingin veit hvørjum útbúgvingum tørvur verður á framtíðini, sigur hann. Alternativir bústaðarmøguleikar Sera trupult er hjá inn­tøku­ veikum bólkum, at flyta aftur til Føroya, orsaka av dýrum bústøðum. Dýru bú­ stað­irnir gera, at fólk við av­markaðum tilknýti til arbeiðsmarknaðin, ella pør, har bert annað arbeiðir, hava trupult við at flyta heim aftur og seta føtur undir egið borð. Bústaðirnir eru einfalt ov dýrir, og tað kostar t.d. ofta omanfyri 6000 krónur at leiga ein kjallara í Havn. Alternativir bústaðir hava tí stóran týdning fyri at venda gongdini. Men Í verandi støðu er torført at seta størri íbúðar­verkætlanir í gongd, t.d. fyri tryggingarfeløg og komm­unur. Tí tað ber ikki til, kundu tær hugsað sær at gjørt íbúðarfeløg, at fáa rentustuðul til endamálið. Og uttan rentustuðul vera slíkar íbúðir alt ov dýrar at leiga. Hetta vendir sosialt skeivt, tí tann sum eigur fær í dag stuðul úr landskassanum, men tann sum eigur minni og má leiga, fær einki, vísir Kári Petersen á - Fingu íbúðarfeløg rentustuðul, kundi tað loyst seg hjá eitt nú kommunum og størri feløgum, at fari undir størri íbúðarbygging við tilflytingarmøguleikum í huga. Men í verandi løtu loysir hetta seg ikki. Men so­ leiðis kundu vit givið ungum fólkum fíggjarligt dirv­ið at flyta heim, hóast tey møgu­ liga ikki hava fult starv, sigur hann. Fráflytingin úr Føroyum hevur verið støðug yvir fleiri ár, og hevur síðani 2004 ligið um 1600 fólk, og tað er serliga yngra ættarliðið ið leitar sær út í heim í lestrarørindum. Men samstundis er tilflytningin nógv meiri óstøðug enn tølini fyri fráflyting, og er nógv tengd at arbeiðsmøguleikunum. Loysnin er tí bæði einføld og torfør samstundis: Nógv fleiri størv skulu til fyri at fáa vøkstur Vit hava nógvar uppfinnarar og spennandi hugskot í Føroyum, og um bert ein av tíggju verkætlanum veruliga eydnast, fær hetta stórar ringvirkningar og kann skapa nógv nýggj størv Kári Petersen, búskaparfrøðingur